Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 30 - 12. februar 2005 HØGGUSLOKKAR Eyðfinn Magnussen Rógvi Mouritsen Tá Magnus Heinason í 29. februar 2004 gjørdi yvirlits- trolingar á føroyska landgrunn- inum, gjørdust manningin rætti- liga bilsnir, tá trolið kom á dekkið. Í trolinum vóru stórt gelé-aktig dýr við longum ørmum. Tá trolposin varð opnaður og gelé-dýrið lá á dekkinum, gjørdist skjótt greitt, at talan var um ein yvirvaksnan høgguslokk. Seinri á túrinum vóru 4 mega høgguslokkar fingnir afturat. Men hvat var hetta fyri ein fyri høgguslokkur? Hetta mátti kannast nærri, og tí vóru myndir tiknar, so dýrið kundi kannast nærri, tá komið varð í land Haliphron atlanticus Høgguslokkurin líktist ikki teimum vit vanliga kenna. Mill- um armarnar vóru tjúkkir elastiskir húðalepar, so hann minti mest um eina illa farna paraply. Tá kannað var eftir, vísti tað seg at vera ein høgguslokkur við tí vísindaliga heitinum Haliphron atlanticus. Tilsamans finnast okkurt um 600 ymisk sløg av høgguslokkum í heim- inum. Hesir verða býttir sundur í 2 høvuðsbólkar: Teir við 10 ørmum og teir við 8 ørmum. Teir 10-armaðu høgguslokkarnir eru torpedoformaðir, har armarnir eru á framendanum á dýrinum. Hetta et tað slagið, sum summi ár verður fiskað á føroysku firð- unum og sum eisini verður nýtt sum agn. Teir 8-armaðu eru meira posaformaðir, við armun- um festum rundan um sjálvan kroppin. Megahøgguslokkanir, sum Magnus Heinason fekk vóru 8-armaðir, og líkist tískil ikki føroysku fjarahøgguslokkinum. Kunnu gerast rættiliga stórir Í stødd eru flestu høgguslokka- sløgini millum 6 og 70 cm, tá eru armarnir íroknaðir. Tað finn- ast tó sløg, sum gerast rættuliga stór. Tann størsti høgguslokkurin, sum er fingin, var 16 m langur; harav armarnir vóru 6 m langir. Ummálið á kroppinum var 4 m. Stórir høgguslokkar eru eisini fingnir undir Føroyum. Í 1980- unum fekk svartkjaftatrolarin Giljanes ein stóran høgguslokk í trolið. Longdin á hesum høggu- slokkinum var umleið 7. m tá armarnir vórðu íroknaðir. Sjálvur kroppurin var 1,15 m. Hesin høgguslokkurin hongur í dag uppi undir loftinum í framsýn- ingarhølunum hjá Náttúrugripa- savninum á Debesartrøð. Megahøgguslokkurin flutt seg norðureftir Haliphron-høgguslokkurin er vanliga at finna í Miðalhavinum og sunnarlaga í Atlantshavinum, men tey seinru árini er hann eisini fingin longur norðuri. Við ársenda í 2003 vóru fleiri fingnir í Norðsjónum. Í tíðarskeiðinum frá august til desember vórðu ikki færri enn 7 av hesum høgguslokkunum fingnir á Dan- mark. Hetta er meira enn saml- aða talið sum var fingið av haliphron-høgguslokkinumg í Norðuratlantshavinum árini 1983-1999. Árini 1983, 1984 og NÁTTÚRUVÍSINDI NÁTTÚRU Mega høggus við Fø Eyðfinn Magnussen Biologur eydfinnm@setur.fo Rógvi Mouritsen Biologassistentur rogvim@frs.fo Kroppurin á tí størsta vigaði meira enn 60 kg og eyguni vóru 9,5 cm í tvørmáti. Tilsamans vóru 5 av hesum stóru høgguslokkunum fingnir undir Føroyum í 2004. Í tíðarskeiðinum 29 februar til 28. mars fekk Magnus Heinason 5 Haliphron atlanticus høgguslokkar undir Føroyum. Tríggjar vestur av Føroyabanka á 600-700 m dýpi og 2 eystanfyri, har dýpið var umleið 200 m.