Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 31 UVÍSINDI NÁTTÚRUVÍSINDI lokkar fingnir øroyar 1985 vóru 3 fingnir í Norra. Tveir eru fingnir víð Hebrid- urnar: Ein í 1995. Hesin vigaði 11,5 kg og kroppurin var 35 cm langur. Hin var fingin í 1999. Hann vigaði 2-3 kg og. Undir Íslandi hevði ein avgustur etið 107 haliphron-høgguslokkar. Restir av hesum høgguslokkun- um vórðu funnin sum nev í búk- inum, tá augusturin seinri varð skotin og tikin upp á eini hvala- støð. Áhugi aðrastaðni Av tí at so nógvir av hesum høgguslokkunum brádliga vórðu fingnir í Danmark, vóru tey á Zoologiska savninum í Keyp- mannahavn áhugað at vita hvussu støðan var í Føroyum. Var mega-høgguslokkurin eisini komin til okkara? Men tað var hann ikki. Eingin vist tá nakað um, at so stórir 8-armaðir høggu- slokkar vóru fingnir um okkara leiðir. Men nú kom hann so. Ikki bert ein, menn heilir 5 vóru fingnir í trolinum hjá Magnus Heinason dagarnar frá 29. februar til 28. mars 2004. Eftir at Magnus Heinason hevði fingið hesar stóru høgguslokkarnir, var sjálvsagt nógv tosað í messuni aftaná. Onkur av manningini helt seg tá ørminnast, at teir fyrri høvdu fingið onkran stóran høgguslokk, sum minti um mega-høgguslokkarnar, men heilt vísir vóru teir ikki. Veit onkur okkurt at siga Er onkur sum veit okkurt at siga um hesar stóru høgguslokkarnar, sum í vár og í summar hava ferð- ast í havinum kring Føroyar so vinarligast setið tykkum í sam- band við Fiskirannsóknarstovuna tel 35 39 00, har Rógvi Mourit- sen spentur bíðar eftir tykkum. Møguleiki er eisini at senda e- mail til: RogviM@frs.fo Mega høgguslokkurin á troldekkinum á Magnusi Heinasyni. Bert kroppurin sæst á myndini, av tí at armarnir eru slitnir av. Legg merki til støddina á høgguslokkinum í mun til hondina og fótin á manninum Mynd Rógvi Mouritsen Til ein stóran kropp, krevst eisini eitt stórt eyga. Tvørmátið á eygunum var umleið 9.5 cm Mynd: Rógvi Mouritsen