leygardagur 12. februar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 30 - 12. februar 2005
MÁLKJAK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Bárður Lydersen
Tað byrjaði við eini grein, sum
stóð at lesa í bløðunum í heyst.
Ein føroyingur, sum búði uttan-
lands, greiddi frá, hvussu dátt tað
kom honum við, tá han varnað-
ist, hvussu illa hansara børn
kláraðu seg í enskum í mun til
hinar næmingarnar á altjóða
skúlanum, tey gingu á. Søgan var
eftir øllum at døma neistin, sum
skuldi festa í eina tikkandi
bumbu undir føroyska málkjak-
inum, og skjótt vistu aðrir útiset-
ar líknandi søgur at fortelja. Orð
sum "sjokk" hava staðið á bredd-
anum, og summi vilja vera við,
at tekur føroyska skúlaskipanin
ikki annað skinn um bak, fara
føroyingar at reika runt sum
fremmandamálsligir analfabetar,
afturúrsilgdir í altjóðageringini,
meðan restin av heiminum ferð
strúkandi inn í framtíðina.
Ikki kann sigast annað enn, at
kjakið higartil hevur verið rætti-
liga einháttað og lítið fakligt. Og
hetta fær nú Karin Jóhonnu
Knudsen, lærara í enskum í
Hoydølum, at ávara mótum
einføldum og ov illa grundaðum
niðurstøðum
– Eg ivist ikki í, at hesar søg-
urnar, hava rakað eitt eymt og
kensluborið punkt hjá nógvum
føroyingum. Annars hevði
neyvan so mikið rumbul staðist
av teimum. Trupulleikin er bara,
at niðurstøðurnar í teimum
byggja á vantandi vitan um mál-
og málpolitikk í undirvísing, og
tí má onkur rópa varskó, áðrenn
skeivar málpolitiskar avgerðir
verða tiknar, og tað kanska illa
vendst aftur, sigur Karin Jóhanna
Skeiv samanbering
Karin Jóhanna ger vart við, at
fyri tað fyrsta er samanberingin
við ensktførleikan hjá øðrum
europeraum burturvið. Hesar
tjóðir læra enskt sum 1. fremm-
andamál, meðan føroyingar læra
enskt sum 2. fremmandamál
umvegis eitt annað fremmanda-
mál, nevniliga danskt. Tí er tað
onki løgið í, at vit klára okkum
verri í eini slíkari samanbering,
sigur Karin Jóhanna, og leggur
afturat, at higartil vita vit so gott
um onki um, hvussu væl ella illa
føroyingar klára seg í enskum í
mun til aðrar tjóðir, sum eisini
læra enskt sum 2. femmandamál.
– Ikki fyrr enn ein slík kann-
ing er gjørd, og tað framvegis
vísir seg, at okkara støði er
lægri, gevur tað meining at
hyggja at, hvat okkara skúlaskip-
an møguliga ger skeivt. Sum er,
loysir tað ongan trupulleika í sær
sjálvum at flyta ensktfrálæruna
niður í 3. flokk og als ikki, um
enskt framvegis skal lærast um-
vegis danskt. Tað finnast nevni-
liga ongi prógv um, at jú fyrr
frálæran í einum fremmandamáli
byrjar, jú skjótari ella betri koma
næmingarnir at duga tað, sigur
Karin Jóhanna og vísir til eina
nýggja kanning frá Baskara-
landinum, sum vísir, at eldri
næmingar sum heild læra skjót-
ari eitt nýtt mál, enn teir yngru,
meðan teir yngru kanska hava
eitt sindur betri úttalu.
Saknar grundgevingar
Tískil undrar tað Karin Jóhonnu,
at landstýrismaðurin nú fer at
leggja uppskot fram um at flyta
ensktfrálæruna úr 5. niður í 3.
flokk, uttan at kunna nágreiniliga
um, hvørjar grundgevingar
avgerðin byggir á. Eftir ætlan
skal nýggja skipanin koma í gildi
longu komandi ár, men enn hev-
ur lítið verið at frætt um, hvønn
fakkunnleika landsstýrismaðurin
hevur ráðført seg við, og í hvønn
mun lagt er upp fyri teimum
praktisku avleiðingum, ein slík
broyting hevur við sær.
– Um avgerðin ikki byggir á
annað enn vanliga páhaldið um,
at jú fyrr tú lærir eitt fremm-
andamál, jú betri fert tú at duga
tað, er tað also ikki eitt nóg hald-
gott grundarlag. Um ætlanin hin-
vegin er ein roynd at seta enskt í
staðin fyri danskt, gevur hetta
onga meining uttan so, at før-
oyskt frálærutilfar fæst til vega.
Tað einasta vit við vissu vita í
øllum hesum er nevniliga, at
skjótasti og lættasti vegurin til at
ogna sær nýggja vitan, og tað vil
eisini siga fremmandmál, gongur
gjøgnum móðurmálið. Sum er,
fer so gott sum øll frálæra í
enskum fram umvegis danskar
læru- og orðabøkur. Hetta er í
sær sjálvum ein forðan, sjálvt
um flestu næmingar eru lutfalls-
liga stinnir í donskum, tá teir
byrja við enskum í 5. flokki.
Men endar ætlanin hjá lands-
stýrismanninum við, at 3. flokks
næmingar skulu læra enskt um-
Ensktlærari rópar varskó:
Øll verðin tosar ikki enskt
- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leypa framav í kjakinum um førleikarnar
hjá føroyingum í enskum. Tað finnast til dømis ongi prógv um, at jú fyrr
tú lærir eitt fremmandamál, jú betri fert tú at duga tað, sigur Karin
Jóhanna Knudsen, ensktlærari
– Eg kundi væl hugsað mær at vita, hvar avgerðin hjá landsstýrismanninum um at flyta enskt niður í 3. flokk kemur inn í tann yvirorðnaða málpolitikkin hjá Føroya Løgtingi, sigur Karin
Jóhanna Knudsen, ensktlærari