leygardagur 12. februar 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2005
33
– Nógvir føroyingar
duga avbera væl enskt.
Men sum heild haldi
eg ikki, teir duga nóg
væl, og tí kunnu vit
ikki bara lata standa
til, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum tí hevur
sett uppskot fram um,
at ensktfrálæran skal
byrja í 3. heldur enn í
5.flokki, sum nú
MÁLKJAK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í mentamál-
um, Jógvan á Lakjuni, er sann-
førdur um, at soleiðis sum rákið
hevur verið seinastu árini, er tað
als ongin ivi um, at enskt er tað
málið, sum gevur lættastu at-
gongd til flest lond og vitanar-
øki.
– Uttan mun til, um okkum
dámar hesa gongd ella ikki, er
hon ein veruleiki, vit verða
noydd at fyrihalda okkum til, tí
fyrsta treytin fyri at vit kunnu
gera okkum galdandi í fram-
tíðarsamfelagnum er, at vit
megna at samskifta við
umheimin, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Ikki undirmeta danskt
Hóast landsstýrismaðurin ongar
ítøkiligar kanningar hevur at
halda seg til, er hann ikki í iva
um, at neyðugt er at betra um
fremmandmálsligu førleikarnar
hjá føroyingum. Og hóast tað
ikki finnast ítøkilig prógv um,
at jú fyrr næmingar læra eitt
fremmandamál, jú betri fara teir
at duga tað, heldur hann tað
framvegis vera eina gongda leið
at flyta byrjunarfrálæruna í
enskum úr 5. niður í 3. flokk
– Tað sigur seg sjálvt, at jú
longri tú hevur havt eitt fak í
skúlanum, jú betri møguleika
hevur tú fyri at gerast dugna-
ligur í tí. Ein nátúrlig avleiðing
av hesum vildi eitt nú verið, at
skúlin hækkaði krøvini til próv-
tøkurnar í enskum í teimum
eldru flokkunum til ta tíð. Sum
er, er til dømis ongin skrivlig
próvtøka í enskum í 9. flokki,
men við tvey ára longri frálæru
í fakinum, hevði tað verið
upplagt at tikið tann skrivliga
partin við eisini.
Jógvan á Lakjuni er ikki
bangin fyri, at tað enska fer at
órógva hina málsligu frálæruna
ella ørkymla næmingarnar, og
sum er, eru ongar ætlanir um at
lata frálæruna í donskum byrja
seinni.
– Vit eiga at ansa eftir, at vit
ikki undirmeta týdningin av, at
føroyskir næmingar eru so
stinnir í donskum, sum teir eru.
Kanningar vísa til dømis, at
føroyskir næmingar eru teir,
sum eru best fyri í teimum
Norðurlendsku málunum sum
heild, og tað er ongin ivi um, at
hetta hongur saman við einum
góðum grundstøði í donskum.
Tí verður heldur ikki talan um,
at seta enskt í staðin fyri danskt,
sigur Jógvan.
Hetta er tó ikki einasta
orsøkin til, at landsstýrismað-
urin ikki hevur ætlanir um at
nerta dansktfakið hesum umfari.
Ger hann tað, er hann bangin
fyri, at vit enda aftur í sama
gamla kjakinum um, nær
dansktfrálæran skal byrja við tí
úrsliti, at als onki hendir.
Eftirlýsir kjak
Landsstýrismaðurin ásannar, at
best hevði verið, um vit høvdu
ítøkiligar kanningar av fremm-
andmálsligu førleikunum hjá
føroyingum at halda okkum til,
men at vit ikki hava tær eigur
ikki at vera orsøkin til, at vit
bara lata standa til og onki gera.
– Fyrr ella seinni má ein
avgerð takast, men uppskotið
skal ikki skiljast sum einasta og
endaliga loysnin á hesum málin-
um. Hetta er líka so nógv eitt
upplegg til kjak, og tað undrar
meg stórliga, at ikki fleiri hava
nýtt høvið til at koma við við-
merkingum og øðrum sjónar-
miðum, sigur Jógvan og vísur
aftur, at hann skal vera komin
við hesum uppskotinum uttan at
hava ráðført seg við onnur.
Bæði fólk í mentamálaráðnum
og onnur, ið hava ein fingur á
pulsinum, hava verið við í
arbeiðinum, sigur landsstýris-
maðurin og leggur afturat, at
ongin skal vera í iva um, at
hann framvegis heldur enn fegin
vil hava eitt so breitt og fjøl-
táttað kjak um hetta málið, sum
gjørligt.
Spurdur um, hvønn leiklut
hetta uppskotið hevur í einum
størri málpolitiskum høpi, sigur
Jógvan á Lakjuni, at fyribils er
ætlanin bert at gera teir yngru
næmingarnar varisliga kunnugar
við teirra fyrsta veruliga fremm-
andamál eitt sindur fyrr. Sam-
stundis vísir landsstýrismaðurin
á, at málpolitikkur saktans kann
fremjast í verki aðrastaðni enn
innanhýsis í føroysku skúlaskip-
anini. Hann vísir á, at so seint
sum í heyst kom ein kunngerð í
gildi um at veita lán til mál-
skúlauppihald á europeiska
meginlandinum. Skipanin virkar
soleiðis, at fer næmingurin
undir hægri lestur í viðkomandi
landi innan eitt ár, verður lánið
at meta sum útbúgvingarstuðul,
ið ikki skal gjaldast aftur.
– Hetta er bara eitt av
nógvum átøkum, sum verða
gjørd fyri at stimbra hugin og
gera tað lættari hjá teimum
ungu at fara undir útbúgving
aðrastaðni enn í Norðurlondum
og teimum enskttalandi lond-
unum, samstundis sum tey læra
seg onnur mál og menna tvør-
mentanarliga førleikar, sigur
landsstýrismaðurin.
Jógvan á Lakjuni:
Enskt er gongda leiðin
- Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki undirmeta týdningin av, at føroyskir
næmingar eru so stinnir í donskum, sum teir eru, sigur Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í mentamálum
vegis danskt, sum teir samstund-
is skulu læra fyri fyrstu ferð, eri
eg stórliga bangin fyri, at hetta
fer at elva til óneyðuga nógva
málsliga ørkymlan hjá børnun-
um, og tá er lítið vunnið, heldur
Karin Jóhanna.
Fyrst føroyskt
Uttan mun til, hvat vit velja at
gera framyvir, má avgerðin
byggja á veruligar kanningar av
málsligu førleikunum hjá føroy-
ingum, heldur enn einstakar per-
sónligar søgur og so gitingar fyri
rest, slær Karin Jóhanna fast. Av
onkrari orsøk hava myndugleik-
arnir ikki viljað brúkt pengar
uppá ella hildið tað verið nóg
neyðugt við slíkum kanningum.
Tískil vita vit lítið um veruligu
fremmandmálsligu førleikarnar
hjá føroyskum næmingum í mun
til onnur lond og enn minni um,
hvønn hugburð næmingarnir
hava til danskt ella føroyskt. Fata
teir til dømis danskt sum eitt
hent amboð til at ogna sær vitan,
er tað jú gott. Men kenna teir
danskt sum eitt haft um beinini,
teir eru noyddir at dragast við, tí
nóg gott frálærutilfar ikki er til á
føroyskum, verður danskt ongan-
tíð ein brúkiligur lykil til hvørki
enskt, týskt ella franskt tíans-
heldur nakað annað fremmanda-
mál.
Besta fortreytin fyri at læra eitt
fremmant mál verður altíð, at
næmingurin hevur so gott innlit í
móðurmálið, sum til ber. Men í
Føroyum er tað nógv, ið bendir á,
at nógvir næmingar hava ilt við
at kenna málið, teir hava lært
heimanífrá, aftur í tí føroyska,
teir læra í skúlanum.
– Um hetta er støðan sum
heild, merkir tað kanska, at
nógvir føroyskir næmingar í
veruleikanum ongantíð hava
fingið tað grundleggjandi
innlitið í teirra móðurmál, sum
átti at tryggja teimum mest
natúrligu inngongdina til eitt
fremmant mál. So leingi ein
næmingur ikki veit, hvussu eitt
føroyskt sagnorð sær út, kanst tú
ikki vænta, at hann fer at kenna
enska sagnorðið aftur. Og so
leingi vit íkki vita, um tað er her,
ein partur av trupulleikanum
fjalir seg, tykist tað høpisleyst at
sita og kjakast um, hvussu nógv
fleiri fremmandamál vit skulu
fylla inn í 3.flokksfrálæruna,
sigur Karin Jóhanna.
Fólkahoyring
Sjálv skýtur Karin Jóhanna upp,
at skipað verður fyri eini fólka-
hoyring um hetta málið, áðrenn
farið verður víðari við tí. Fólka-
hoyringar hækka støðið í al-
menna kjakinum - serfrøðingar,
politikkarar og onnur koma
saman at viðgerða evnið soleiðis,
at tað verður lýst frá øllum síð-
um. Í hesum førinum tryggjar
ein fólkahoyring, at avgerðir um
mál og málpolitikk verða betri
funderaðar enn nú, samstundis
sum hetta styrkir fólkaræðið.
– Myndin, vit hava beint nú,
er, at avgerðin um at flyta enskt
úr 5. flokki niður í 3. flokk er ein
avgerð, landsstýrismaðurin hevur
tikið einsamallur. Samstundis
vita vit, at løgtingið hevur sett
sær fyri at orða ein almennan
føroyskan málpolitikk. Eg kundi
gott hugsað mær at vita, hvar
avgerðin hjá landsstýrismann-
inum kemur inn í tann yvir-
orðnaða málpolitikkin hjá Føroya
Løgtingi, tí eg fái meg illa at
trúgva, at ein slík avgerð er tikin
leysrivin frá øllum øðrum, sum
hendir á málpolitiska økinum,
sigur Karin Jóhanna.
Fordómar ella veruleiki?
Ein heilt annar spurningur, vit
áttu at sett okkum, er, hví vit í
grundini halda tað vera so
átroðkandi neyðugt, at teir
yngstu næmingarnir skulu læra
júst enskt sum eitt tað fyrsta
fremmandamálið. Tá nú øll
tykjast sannførd um, at enskt fer
at halda á at troka seg inn á
okkum allastaðni frá, uttan mun
til um vit vilja tað ella ei, hví so
ikki læra børnini okkurt annað
fremmandamál í staðin, spyr
Karin Jóhanna og vísir á, at tað
jú ikki er nøkur lóg, sum sigur,
at vit treyaleyst skulu halda
dyrnar inn til føroyska fólka-
skúlan víðopnar fyri fríu, altjóða
marknaðarkreftunum á málpolit-
iska økinum. Men slíkir tankar
krevja ikki bara, at vit hava ein
málpolitikk, men eisini at vit
tora at seta spurnartekin við
ivasom rák og illa funderaðar
pástandir.
– Til dømis vísir ein meting
hjá United Nations Development
Programme, at bert 1 út av 10
heimsborgarum tosar enskt, men
vit uppføra okkum framvegis
sum at øll í verðini duga at tosa
enskt. Tað er rætt, at enskt gevur
atgongd til stóran part av
Vesturheiminum, men vit hava
lyndi til at gloyma, at tað finst
ein heimur uttan fyri Vestur-
heimin. So kanska tað kann
hugsast, at tað í veruleikanum er
okkara fordómur um, at øll
verðin tosar enskt, sum er ein
størri forðing, enn okkara møgu-
liga vantandi málsligu førleikar,
sigur Karin Jóhanna Knudsen.