leygardagur 12. februar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 30 - 12. februar 2005
Elsa Huusgaard er
fødd og uppvaksin í
Syðrugøtu, mamman
kemur úr Fuglafirði
og pápin er úr Gøtu -
Selma og Annfinn
Huusgaard.
Elsa er 29 ára gomul
og býr í dag í Japan.
Jólafrítíðina helt hon í
Hálandi, men beint
eftir nýggjár kom hon
heim, og tað mesta av
januar mánaði hevur
hon verið saman við
familjuni í Syðrugøtu.
Týsdagin 1. februar
fór hon aftur tann
langa vegin til Japan,
har hon hevur eitt
verk at gera.
Vit hava hitt Elsu á
máli har hon greiðir
okkum frá sínum lívi
LÆRARI
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@post.olivant.fo
Tá Elsa bert var 16 ára gomul,
hoyrdi hon um møguleikan at
fara til Japan ígjøgnum AFS sum
útvekslingsnæmingur. Hetta
hevði hennara stóra áhuga, og
hon gjørdi av at royna. Kom at
búgva hjá eini japanskari familju
nakað norðanfyri Tokio, í einum
lítlum býi, sum kallast Joetsu í
Niigata-økinum. 190.000 fólk
búgva í hesum býnum. Elsa
sigur, at í Japan er ein býur við
hesum fólkatalinum ein lítil býur.
Áhugin fyri Japan vaknar
Í Joetsu gekk Elsa í studenta-
skúla, har hon læs enskt og
japanskt, og har búði hon frá
februar 1992 til februar 1993 hjá
eini japanskari familju.
– Tað, sum vakti mín serliga
áhuga fyri Japan, var, tá eg
uppdagaði, at fólkið lítið og
einki kendi til kristindómin. Tey
vistu, at kristindómurin var eitt
slag av mentan í vesturheimin-
um, men vistu als einki um
sjálva kjarnuna í kristindóminum
– evangeliið um Jesus.
– Vit vóru einans 10 fastbúgv-
andi útlendingar í alt í býnum.
Eg var 16 ára gomul og hinir
útlendingarnir vóru tilkomin
fólk, so eg kendi meg rættuliga
unga ímillum tey. Tey vóru øll
góð við meg, so eg hevði tað
stak gott. Grundin til at hesi vóru
komin til Japan var at undirvísa
lokalfólki í enskum. Tríggir av
hesum útlendingunum vóru trú-
boðarar, og nýttu undirvísingina í
enskum sum útgangsstøði í
trúboðaravirkseminum.
– Hesi høvdu eisini kristnar
radiosendingar frá einum lokal-
radio í býnum, har eg eisini fekk
høvið at taka lut m.a. við at
greiða frá mínum persónliga
kristna vitnisburði. Hetta var við
til at gera, saman við mínum
langa ljósa hári, tí eg sá annar-
leiðis út enn lokalfólkið, at eg
gjørdist eitt kent andlit í býnum.
Tá eg var ørindir í býnum, so
heilsaðu tey upp á meg, sum eg
var ein av teirra egnu. Hetta
gjørdi sjálvandi sítt til, at eg kom
at kenna meg ómetaliga væl-
komnan og kom at halda nógv av
tí japanska fólkinum.
– Tað var meðan eg búði her,
bert 16 ára gomul, at áhugin
vaknaði í mær at fara til Japan at
undirvísa í enskum og á tann hátt
at virka sum trúboði har.
Elsa sigur, at enskt hevur als
ikki verið undirvísingarevni í
Japansku barnaskúlunum inntil
fyri fáum árum síðani. Hesi
seinastu árini er áhugin fyri
enska málinum vaksin munandi
ímillum Japanska fólki, og í dag
byrja børnini at læra enskt longu
í fjórða klassa.
– Japanarar ferðast nógv úti í
heimi, bæði sum vanlig ferðafólk
og sum vinnulívsfólk, og tað er
m.a. av hesum, at krøvini til
førleika í enskum eru vaksin.
Leiðin gongur til Skotlands
og Århus
Tá AFS-árið var liðugt í februar í
1993 kom Elsa heimaftur á
klettarnar í Syðrugøtu og fór at
ganga í 1.g í studentaskúlanum
við Gøtugjógv og í Kambsdali,
og á heysti í 1995 fór hon til
Motherwell í Skotlandi á bíbliu-
skúlan hjá GLO, og var liðug har
í juni í 1996.
So gekk leiðin aftur til tað
japanska, men nú til Aarhus. Í
1996 byrjaði hon at lesa japanskt
á universitetinum í Aarhus. Í
universitetshøpi kallast hesin
lesturin japanologi. Elsa hevur
lisið japanskt í fýra ár, men hesi
árini hava ikki verið í einum, tí
hon hevur verið burtur frá í fleiri
millumbilum, har hon m.a. hevur
verið styttri og longri lestrartúrar
í Japan.
Flytur til Japans
Í september í 2002 fór hon aftur
til Japan, og nú búsettist hon í
býnum Osaka, sum liggur einar
400 km. í ein suðurvestan úr
Tokio, við suðurstrondina av
Honshu-oynni, sum er høvuðs-
oyggin í Japan.
Í Osaka búgva 2,6 milliónir
fólk. Næststørsti býur í Japan og
týdningarmiklasti havnabýurin
við nógvum ídnaði, so sum
maskin-, pappír- og klædna-
ídnaði og eisini skipabygging.
Alt hetta er við til at gera Osaka
til ein stóran útflutningsbý. Har
er stórt bankavirksemi, og kann
býurin eisini prýða seg við heit-
inum sum universitetsbýur.
Religiónin vísir eisini sítt andlit í
býnum, við tað at har eru mong
kend Buddhatempul.
– Religiónirnar, shintuisman
Úr Syðrugøtu til Japan
– Ein dreymur gongur út –
Elsa Huusgaard úr Syðrugøtu er 29 ára gomul og býr í dag í Japan
Her býr Elsa Huusgaard