Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 35 og buddhisman, spæla ein stóran leiklut í lívinum hjá japanarum. Hetta sæst m.a. aftur í teimum mongu heimatemplunum, sum flestu buddhistisk heim hava. Hetta er at líkna við eitt stórt skáp, sum stendur í stovuni, og tá tað verður latið upp, er tað eitt heilagt tempul. Heimaaltarið/ templið verður m.a. brúkt sum offurstað til minnis um deyðar familjulimir. Hesar offringar fara fram á hvørjum ári á deyðsdeg- num hjá viðkomandi. Altarið verður eisini brúkt til aðrar religiøsar handlingar ígjøgnum árið, tó í mun til hvussu álvarsamt í viðkomandi familja tekur tað religiøsa lívi. – Tá ein familjulimur gerst ein kristin, so hendir tað ikki so sjáldan, at viðkomandi verður fullkomiliga stoyttur út úr familj- uni og verður ikki longur roknaður sum ein teirra. Elsa hevur eisini lisið "sosiala vælferð" á japanskum í eitt ár á einum universiteti í Tokio, og eisini var hon hálvt ár á læri- sveina-venjingarskúlanum hjá Youth With a Mission (YWAM) í Tokio. Elsa skilir tað mesta av japanskum í dag og kann lættliga føra eina vanliga samtalu. Ein dreymur gongur út Tá Elsa búsettist í Osaka tók hon upp samband við eina japanska evangeliska kirkju, sum kallast Takaishi Bible Church, og her gjørdist hon partur av einum trúboðaraliði, sum nær út við evangeliiunum ígjøgnum lærara- yrkið. – Tríggir trúboðarar komu av Hawai til Osaka at virka sum trúboðarar. Teir stovnaðu eina samkomu av japanarum, sum aftur stovnaði fleiri japanskar samkomur í Osaka umráðnum, og tað er eina av hesum sam- komunum, sum eg hoyri til. Vit eru u.l. 100 limir. – Takaishi Bible Church hevur eina verkætlan har tey undirvísa japanarum í enskum. Verkætl- anin kallast: Logos English Teaching Program. Næmingarnir spenna líka frá undir skúlaaldri og til eldri fólk. Uml. 700 næm- ingar í alt. Kirkjubygningurin er innrættaður við skúlastovum á aðru hædd, og uml. helvtin av næmingunum verða undirvístir í hølunum í kirkjuni, meðan hin helvtin verður undirvíst privat. Høvuðsendamálið við hesi verkætlan er at náa lokalfólkið við evangeliinum samstundis sum tey verða undirvíst í enska málinum. Elsa hevur 100 næm- ingar, sum hon undirvísir ávíka- vist í kirkjuni og privat. Talan er um bæði dagskúla og kvøld- skúla. Fyrrapartin er tað fyri tað mesta heimagangandi húsmøður og eldri fólk, beint eftir middag eru tað børn undir skúlaldur og um kvøldið eru tað vinnulívs- fólk, universitetsnæmingar, studentaskúlanæmingar og tann- áringar. Elsa hevur næmingar í øllum aldrum, og hon undirvísir bæði vinnulívsfólki og lesandi. Øll hesi verða nádd við einum Guds orði við tað, at teir seinastu 10 minuttirnir av hvørjum undir- vísingartíma verða brúktir til andakt og bíbliuundirvísing, og næmingunum dáma hettar væl. Fleiri av hesum koma eisini til bíbliuundirvísing í kirkjuni sunnumorgnar, sum gongur fyri seg á enskum áðrenn Guds- tænastuna á Japanskum. Fleiri av teimum, sum koma til bíbliu- tímarnar sunnumorgnar, meta kanska hesar bíbliutímar, sum teirra styrkisroynd í enska málin- um. Einaferð um mánaðin skipar samkoman fyri serligum til- tøkum, sum eisini er fyri at náa lokalfólkið við evangeliinum. Hetta er t.d. barnagudstænastur, konsertir, barbecue/grillparty, ítróttardagar o.a. Til tíðir koma fremmandir bólkar at vitja, sum eisini skipa fyri ymiskum evangeliskum tiltøkum. – Vit náa nógv fólk við undir- vísingar-verkætlanini og eisini ígjøgnum hesi ymisku tiltøkini, og eg eri ómetaliga glað fyri, at Gud uppfylti mín trúboðara- dreym við at gera meg til ein part av hesi spennandi verkætlan her í Japan. Læraralønin, sum Elsa fær frá samkomuni, er lítil í mun til hvat aðrir lærarar í enskum fáa í Japan, men gleðin og endamálið í verkinum vigar meiri enn alt annað, sigur Elsa at enda í sam- røðuni. Framtíðin Elsa er framvegis knýtt at universitetinum í Aarhus sum lesandi í japanologi, men nú sum sjálvlestur. Hon miðar ímóti at fáa Bachelor í japanskum, og síðani at lesa til cand. í japansk- um. – Eg veit ikki, hvussu leingi eg fari at verða í Japan, men nú livi eg mitt í tí dreymi, sum eg altið havi ynskt mær at gjørt, og eg eri sera væl nøgd. Meinigheitin, sum eg arbeiði út frá, hevur spurt meg um at forleingja sáttmálan við trimum árum, so tað kann væl verða, at eg í øllum førum verði nøkur ár afturat. Elsa sigur, at hon væl kundi hugsað sær eisini at virka sum tolkur hjá føroyskum vinnulívs- fólki og øðrum, sum koma til Japan at vitja. Hon hevur onkuntíð fingið uppgávur av slíkum slag fyri føroyingar. Her er so nakað hjá føroyska vinnulívinum at hugsa um - tað nýtist ikki at vera málið, sum forðar okkum at fara inn á tann japanska marknaðin - eitt gott tilboð frá Elsu!! (viðm. undirrit- aða) Við endan av samrøðuni sigur Elsa, at um onkur er áhugaður í at hoyra meiri um arbeiði hjá henni ella er áhugaður at undir- vísa í enskum í Japan, er ein vælkomin at seta seg í samband við hana: huusgaard@hotmail.com Elsa og ein vinkona saman við pastorinum í Takaishi Bible Church. Elsa er til høgru á myndini Partur av Takaishi Bible Church. Elsa er glað fyri samfelagið við hesi Elsa í Japanskum KIMONO-búna við longum ermum, sum signalerar, at ein er ógift