leygardagur 12. februar 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 30 - 12. februar 2005
???
Kári á Rógvi
karir@hi.is
Bert fáar dagar eftir, at tað frætt-
ist, at heimasíðan fullveldi.fo fór
í søguna, vórðu framherjarnir
báðir í fullveldislandsstýrinum,
Anfinn og Høgni, valdir á fólka-
ting
Tað er við sterkari manning, at
føroyingar møta á fólkatingi í
næstum. Anfinn Kalsberg og
Høgni Hoydal eru millum roynd-
astu tingmenn í Føroyum og
hava nú høvi at ávirka ta fatan,
donsk tingfólk hava av støðu
Føroya.
Hetta er nakað sum at síggja
2’aran í filsmrøðini hjá Ullu
Boje. Færøerne.dk var filmurin,
sum gav dønum fatan av, at
føroyingar livdu av at ganga á
bingo at vinna sær seyð, um ikki
vóru so hepnir at finna sjóriknan
hval í fjørðuni. Føroyingum gav
filmurin ta fatan, at okkara menn
vóru heldur illa fyrireikaðir til
realpolitikkin á Christiansborg.
Góðtrúnir og glaðbeintir fóru
teir Anfinn og Høgni fyri fimm
árum síðani at samráðast við
danir um sáttmála millum "de
høje kontraherende parter."
Ætlanin var tá, at Føroyar ríkis-
rættarliga skuldu fara út at skifta
meining. Fyrst skuldu vit taka
fullveldi í stutta stund og síðani
aftur um stutta stund binda
okkum í felagskap við "ríkja"
heldur enn "ríkis" í navninum.
Stevið er helst ikki heilt í takt
hesuferð. Anfinn og Høgni
gjørdust mestsum óvinir til
endans í tíðarbili fulldissam-
gongunnar. Sigst at teir bert
samskiftu við gulum seðlum.
Høgni koppaði Jørgen, Anfinn
tók Annlis afturfyri, og soleiðis
numust teir heldur ófryntliga.
Men, sum bretar siga, vika er
long tíð í politikki. Áðrenn fyrsta
súlukortið er fult, munnu Anfinn
og Høgni vera vornir væl aftur
uppiyvir eini bjór í Kastrup.
Anfinn er Føroya sterkasti real-
politikari, og Høgni má vera
pedagogiskt flogvit at hava
fingið so toluligt skikk uppá
bargadafólkið í tjóðveldisflokk-
inum. So tað skuldi borið til at
lagt ráð saman um tilgongdina á
danatingi.
Valið av
Føroyingar eru sær sjálvum líkir.
Teir megna altíð at hava mót-
settar meiningar í senn. Tá
fullveldismenn sótu við róðrið,
valdu teir Lisbeth og Høgna; nú
javnaðarflokkurin ræður í sam-
bandssinnaðari samgongu, velja
teir Anfinn og Høgna. Í teirri
drúgvu føroysku sjálvstýristil-
gongdini vil føroyski veljarin
altíð sleppa at javnviga áhaldni
og íhaldni.
Føroyski veljarin er sera
besnissaður og sjálvmedvitin. Vit
sóu longu á kommunu- og løg-
tingsvalunum seinast, at veljarin
vil hava politikarar at røkja
álitisstørv síni væl og virðiliga
og ikki vera uppií ov nógvum í
senn. Heðin Mortensen, Jógvan
Arge og Katrin Dahl Jacobsen
vórðu vrakaði á løgtingsvalinum,
men stjórna nú býráðnum í
høvuðsstaði og størstu kommu
landsins.
Á sama hátt valdi føroyski
veljarin at biða landsstýrismenn
sita í Tinganesi í frið. Tann sama
Helena Dam á Neystabø, sum
ikki var vald á løgting, fekk
framúrskarandi úrslit fyri uttan-
tingsmann og liggur væl fyri at
gerast fólkatingsumboð næstu
ferð, serliga um Jóannes Eides-
gaard enn er løgmaður.
Sambandsflokkurin var fyri
øgiligum bakkasti. Men tað var
væntandi. Tá fullveldismenn
ráddu, vildu mangir borgarligir
veljarar vísa, at teir vildu hava
sjálvstýristilgongd, men ikki
loysing yvir háls og herðar. Nú
er fullveldi ikki longur at finna í
samgonguskjalinum, og hesir
somu veljarar vilja vísa, at fyri
tað skal sjálvstýristilgondin ikki
steðga.
Lisbeth L. Petersen hevði tó
eisini sín stóra leiklut. Fyrst tapti
hon løgtingsvalið uppá loynilig
vallyftum, og nú var hon við at
tryggja tapið við loyniligum
úrslitum. Hon greiðir heldur
kryptiskt frá, at danskir ráðharrar
mangan hava verið hollir, og at
hon hevur atkvøtt ímóti Venstre
fleiri ferðir. Men júst í hvørjum
málum, Venstre og Anders Fogh
hava flutt seg fyri hennara skyld,
er enn dult. Sambandshugsjónin
skuldi annars ikki verið so ring
at selt; samveldi við víðfevndum
sjálvstýri er upplagt fyri lítið
land sum okkara. Trupulleikin er,
at jú sjálvbjargnari og meiri
sjálvstýrandi Føroyar eru vornar,
jú verri er tað bert at røða um, at
ríkissfelagskapurin er fortreytin
fyri øllum. Evangeliið má stiðast
við epistlum.
Veljarakanningar hava helst
gjørt sítt. Tað ringasta fyri ein
flokk er at liggja á odda í sein-
astu veljarakanningini. Miðlarnir
skrivaðu, at javnaðurin fór at
vinna, og sambandið tapa. Í
veruleikanum vísti kanningin, at
tríggir teir fremstu flokkarnir
vóru so javnir, at teir lógu innan
fyri óvissuna í slíkari kanning,
og kanningin hevði, so løgið tað
ljóðar, ikki tikið við, hvussu
nógv enn vóru í iva. Kanningin
hevur eyðvitað verið við til at
flutt nakrar sambands-, javnaðar-
og smáflokkaatkvøður, serliga til
fólkaflokkin.
Ómetaliga góða úrslitið hjá
Anfinni er í familju við úrslitini
hjá Poul Schlüter og Poul Nyrup
til ES-valið. Landsins fráfarni
stjórnarleiðari fær eina tøkk frá
veljarunum fyri tænastu sína og
fær mandat til umboða landið
sum statsmaður í samveldis-
tinginum. Føroyski veljarin
hevur við hesum eisini vrakað ta
yvirdrivnu politisku korrektheit,
ið førdi til fallið hjá Anfinni av
løgmansbríkini. Eisini Edmun
Joensen fekk stuðul sum stats-
maður, umenn hansara herða-
klapp var nakað leysari í tí.
Norðuratlantsmenn
Men aftur til teir báðar, ið skjótt
aftur skulu ganga upp gróttrapp-
urnar á gomlu kongsborgini.
Høgni fer uttan iva aftur í
norðuratlantsbólkin, har Kuupik
Kleist og Lars Emil Johansen
somuleiðis eru afturvaldir. Bólk-
urin hevur havt støðu sum ting-
flokkur og hevur tí havt góðar
arbeiðsumstøður við skrivstovu
og starvsfólki. Hans Jacob
Helms, ið fyrr hevur verið ovasti
umsitingarleiðari í Grønlandi,
hevur stjórnað arbeiðnum á
Christiansborg, og Sjúrður
Skaale hevur verið "tann sum
arbeiddi" við føroysku málunum.
Júst Sjúrður hevði helst verið
forðingin fyri at fingið Anfinn
uppí bólkin. Sjúrður er nakað
snarsyntur til at vera í politikki.
Hevur alment sagt ymiskt minni
enn smikrandi um Anfinn - og
sínar egnu. Men nú gevst hann í
Aftur at samrá
Gomlu oddvitarnir í fullveldislandsstýrinum,
Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal, skulu nú aftur
umboða Føroyar á Christiansborg. Helena Dam á
Neystabø var triðja føroyska umboðið í
fullveldissamráðingunum. Eisini hjá henni gekk
væl á fólkatingsvalinum týsdagin, men tað rakk
ikki til umboðan á Christiansborg