Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 37 politikki, sigst, hóast sera gott úrslit, sjálvt um hann ikki var valdur. Bæði Jørgen Niclasen og Óli Breckmann hava sagt seg vera ímóti at vera við í norðuratlants- bólkinum. Óli hevur í mong ár sitið sum limur í konservativa tingbólkinum og hevur sera gott netverk á borgini. Undan valin- um gav Óli eisini Anders Fogh sín greiða stuðul - sera langt frá teimum gomlu slagorðunum um at halda seg uttanfyri danskan politikk. Í donskum sjónvarpi hevur verið lýsing við øli. Sagt verður, at "et par Carlsberg kommer på bordet, og straks blir’ det hele meget hyggeligere." Hóast okk- ara Kalsberg ikki hevur so øgiligan tokka til Høgna, og tó at hinir tríggir norðuratlantisku liggja nakað langt til vinstru, so kann tað heila gerast so nógv hugnaligari, tá nakrir góðir skrivarar og koma á borðið. Við teirri røttu manningini og við greiðum samtyktum um, at norðuratlantsbólkurin ikki stend- ur saman um annað enn skriv- stovu og nevndarval - síðani er hvør tingmaður fríur - kann hesin bólkurin gerast fremsta umboðs- og fregnartænasta føroyinga og grønlendinga í Danmark. Ósemjur okkara mill- um um fiskiveiðirættindi og taktiskt samstarv um mál av felags áhuga kunnu loysast umvegis hetta samskiftið, serliga um tað verður gjørt í góðum forstáilsi við stjórnirnar heima í várum londum. Við teimum báðum framherj- unum Kuupiki og Høgna, og so teimum eldru statsmonnunum Lars Emili og Anfinni, kann danska skipanin at enda fáa tað uppibornu virðingina fyri sjálv- stýristilgongdunum í norður- høvum. Men sjálvsagt kann Anfinn samstarva við hinar tríggjar fyri tað, um teir ikki eru í sama tingbólki. Anfinn kann eisini fáa sømdir frá stjórnini við at vera í donskum tingbólki. Tó at teir ikki matematiskt hava Anfinn fyri neyðini, so er alt søtt hjá tí svanga, og serliga konservativi tingbólkurin er fegin um fleiri limir og fleiri nevndarsessir. Júst nevndarsessir eru lykilin betri føroyskar sømdir. Danir mugu mýkjast og sannførast um, at føroyskir politikarar er nóg dugnaligir og arbeiðssamir til átaka sær at umboða land og ríki úti í heimi og umsita fleiri heimildir heima í Føroyum. Eisini mugu danskir tingmenn kunnast og mýkjast, tá umræður ríkisrættarstøðu Føroya, sum danskir heimamenn tíverri hava forbrongla við sínum søguliga skeivu og løgfrøðiliga lítið mentu fatanum. Um trý til fýra ár fara vit at kunna eftirmeta hetta hesa double-manningina; tá verða helst tikin fram mál sum uttanríkisheimildirnar, yvirtøka av flogvøllinum, limaskapur í norðurlandaráðnum og lima- skapur í øðrum viðkomandi ráðum og felagskapum. Um- framt, at uppmøting og virksemi á fólkatingið í framtíðini fara at verða brúkt sum alnamát. áðast við danir Tá ið Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal nú fara til arbeiðis saman við donsku politikarunum á Christiansborg, verða leiklutirnir hjá teimum øðrvísi, enn tá ið teir samráddust við stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen um føroyskt fullveldi