Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 30 - 12. februar 2005 FÓLKATINGSVALEVNINI Jóannes Hansen Tað eru ov nógv valevni á listan- um til fólkatingsvalið. Hetta hevur fleiri ferðir verið at hoyrt seinastu dagarnar. Løgmaður tók aftur í aftur hetta valkvøldið í sjónvarpinum og í Sosialinum í gjár. Løgmaður heldur, at val- evnini skuldu verið fýra ella fimm, og at talan skuldi bara verið um reell valevni, sum hann tekur til. Harvið verður sipað til, at tað er eingin meining í, at valevni bjóða seg fram, sum longu frammanundan vita, at tey ætla sær ikki á Christiansborg, um tað skuldi komið fyri, at teimum varð víst álit frá veljar- unum. Valkvøldið helt Jógvan Mørk- øre í útvarpinum, at landsstýris- menn áttu ikki at havt loyvi at stilla upp. Og ein annar spurn- ingur, sum ivaleyst er nærverandi í hesum sambandinum, er, um tað verður mett at vera hóskandi, at løgtingsformaðurin, sum er formaður hjá øllum Løgting- inum, og sum fær somu løn sum løgmaður, eigur at bjóða seg fram á fólkatingsvalinum. Orsøkin til hetta tosið er, at tað hevur verið víst á, at tað hesa ferð vóru 107 valevni tilsaman á fólkatingsvalinum í Føroyum, meðan tað vóru færri enn túsund, sum stríddust um 175 sessir í Danmark. At valevnini eru so nógv ber við sær, at floksleiðslurnar hava stórar trupulleikar at geva val- evnunum ta rúm í miðlunum, sum tey rokna við at fáa, tá ið tey hava latið seg stilla upp. Spurningurin er, um sáldið ikki átti at havt verið nýtt framman- undan uppstillingin í staðin fyri at tað verður brúkt í valstríðnum. Síðani á valinum í 1973 hava allir teir stóru flokkarnir bjóðað seg fram á øllum fólkatingsval- unum. Talan er ikki um støðuga gongd, men talið av valevnum er hækkað so við og við. Í lógini er einki hámark fyri talinum á valevnum. Í seksti árunum vóru valevnini oftast fýra fyri hvønn flokkin, í sjeyti árunum vóru tey umleið eitt fyri hvørt valdømi (7), og síðani er talið hækkað so við og við, inntil tað á seinastu valunum heilt er eskploderað. Hjálagda talva vísir talið av valevnum hjá hvørjum flokkin- um og tilsaman, hvussu nógvar kvinnur hava verið at valt ímillum, og hvussu stór vallut- tøkan hevur verið. Tilfarið er fingið til vega síðani valið týsdagin. Her er eingin niður- støða hesum viðvíkjandi. Men her eru tølini, og so ber til hjá áhugaðum at gera sær sínar Størri áhugi tá ið Men tað kunnu vera aðrar orsøkir til, at áhugin fyri fólkatingsvalinum er vorðin størri seinastu árini, eitt nú at fleiri kvinnur bjóða seg fram sum valevni At valevnini eru so nógv ber við sær, at floksleiðslurnar hava stórar trupulleikar at geva valevnunum ta rúm í miðlunum, sum tey rokna við at fáa, tá ið tey hava latið seg stilla upp Tal á valevnum og valluttøka A B C D E F O Íalt Kvinnur Valluttøka 1973 4 7 8 8 6 6 39 2 54,6 1975 7 7 8 8 30 1 56,4 1977 8 7 8 7 7 8 5 50 3 62,9 1979 8 8 10 8 9 8 51 8 65,4 1981 9 9 9 8 11 10 56 7 55,4 1984 10 8 9 9 12 48 6 61,0 1987 12 16 18 10 10 10 76 17 68,9 1988 14 25 17 15 1 15 10 97 14 70,3 1990 11 17 8 8 11 9 64 7 54,4 1994 11 25 9 8 12 17 3 86 12 62,3 1998 12 18 16 3 11 60 13 66,1 2001 17 26 19 3 20 7 92 21 80,0 2005 22 23 26 7 21 10 107 33 72,7 Lutfalsliga atkvøðutalið hjá nr. 1, nr. 1-2 og listanum 2005 2005 A (22) B (23) C (26) D(7) E (21) H (10) Nummar 1 54,7 24,6 21,5 38,0 44,4 43,2 Nr. 1-2 71,3 45,8 41,8 69,3 61,6 70,8 Listaatkv. 2,5 11,4 6,6 6,2 3,7 10,0 1973 A (4) B (7) C (8) D (8) E (6) F (6) Nummar 1 47,1 25,0 68,9 45,9 54,1 68,2 Nr. 1-2 80,9 41,9 76,6 65,5 70,3 75,6 Listaatkv. 7,4 17,7 6,1 10,7 6,2 5,8