leygardagur 12. februar 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2005
39
metingar um, um tað út frá
søguligu gongdini ber til at siga
nakað um, hvussu tað hevði sást
aftur í fólkatingsvalum í fram-
tíðini, um flokkarnir gjørdu
innanhýsis semju um at lækka
talið á valevnum. Løgmaður
nevndi fýra valevni í part, sum
er sama talið, ið var tað vanliga í
seksti árunum, og í prátinum
eftir valsendingina týskvøldið
helt onkur, at tað hevði verið
passaligt at havt sjey valevni á
hvørjum lista. Tað vil siga sama
talið, sum var tað vanliga í sjeyti
árunum.
Onkrar staðfestingar
Hóast hon ikki hevur verið støð-
ugt vaksandi, so er eyðsæð, at
áhugin fyri at taka lut í fólka-
tingsvalinum hevur verið vaks-
andi. Tað kunnu vera fleiri
orsøkir fyri hesum. Ein er, at
føroyingar sum heild tykjast
hava væl størri áhuga fyri at taka
lut í valum, enn teir áður hava
havt. Tað kann hava við tað at
gera, at fjølmiðlarnir draga
politikkin og politikkararnar
nærri veljarunum, enn teir áður
hava verið, og tað kann eisini
hava við tað at gera, at
føroyingar sum heild eru betri
útbúnir og harvið kanska
politiskt tilvitaðir nú, enn teir
áður hava verið. Ikki minst er
hetta galdandi fyri konufólkini.
Í 2001 var valluttøkan hægri,
enn hon nakrantíð áður hevur
verið á fólaktingsvalinum. Tá
hevði fullveldisætlanin verið
frammi í trý ár, uttan at veljarin
hevði havt møguleika at geva
sína áskoðan til kennar á løg-
tingsvalum ella fólkatingsvalum.
Tað varð mett sum ein av orsøk-
unum til, at áhugin var so stórur.
Hóast valluttøkan hesa ferð
var eitt sindur lægri, so var hon
stór, tá ið sammett verður við
nógv av undanfarnu fólkatings-
valunum. Hesa ferð ber ikki til
at siga, at føroyski veljarin hevur
verið svangur eftir at velja, um
tað ber til at siga tað soleiðis.
Kommunuval var í november, og
tað vóru løgtingsval bæði í 2002
og í 2004. At tað í Gallup kann-
ing varð roknað við, at
kappingin var tøtt um teir báðar
sessirnar, kann hava havt við
sær, at lut-tøkan var størri, enn
hon ofta hevur verið áður.
Umframt politiskar orsøkir so
kunnu í hvussu so er tvær aðrar
orsøkir verða til, at valluttøkan
er so nógv hækkað. Ein er, at
valevnini eru vorðin fleiri, og
ein onnur er, at talið á kvinnum,
sum bjóða seg fram á
fólkatingsvalunum, er økt nógv í
níti árunum.
Kvinnuligi parturin av valevn-
unum fer nevyan at minka.
Heldur fer gongdin at verða
tann, at eins nógvar kvinnur sum
menn fara at bjóða seg fram.
Spurningurin er, um valluttøk-
an fer at minka, um flokkarnir
finna fram til semju um, at talið
av valevnum skal verða lægri,
enn tað hevur verið tær seinastu
ferðirnar. Tað er ivaleyst
soleiðis, at tað í valstríðnum og
serliga millum tey ókendu og
óroyndu valevnini eru einstøku
valevnini, sum royna at fáa síni
næstu at fara á val. Í flestu
førum er ikki talan um skipað
floksapparat, men heldur er tað
soleiðis, at tað eru valevnini,
sum reka hvørt fyri seg. Eingin
vil vera lakastur í
atkvøðubýtinum, og tá ið tætt-
leikin er so mikið stórur, sum
hann ofta hevur verið millum
stóru flokkarnar, so kunnu tað
vera atkvøðurnar, sum tey, ið fáa
minst, skava saman, ið gera av,
hvør verður valdur.
nógv eru at velja í