leygardagur 12. februar 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Við tað at vit bert
hjálpa, tá ið talan er um
jarðskjálvtar, flóðaldur
og aðrar natúrólukkur,
kanst tú líka so væl
tveita táravátu
útgávuna av Schindlers
List, og Bíbliuna, á bálið
NEYÐHJÁLP
Agga Niclasen:
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Johan í Kollafirði, Noomi á Válin-
um, Sanna á Løgmansbø og Dagmar
Clothier, øll pedagoglesandi á
Læraraskúlanum í Havn, vóru so
sanniliga í filosofiskum hýri sum
flóðaldusunnudagurin stundaði. "Tað
er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla
sær í vanlukkuni", greiddu tey lesar-
um hjá Sosialinum frá. "Hví skulu
fyritøkur og handlar lýsa við, at tey
geva so og so nógvan pening til
neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar
ikki í stillum flyta pengarnar á
kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at
vit kunnu sáa iva um handilsligar
baktankar við neyðhjálpini".
Teirra innantóma ‘perspektivering’
er ikki óvanlig: at taka til at blanda
vinnulívspening saman við menn-
iskjaligari armóð vil altíð vera eitt
illgrunasamt fótafet. Men eg kann
ugga hasi–hvørs samvitskubit mót-
vegis "at handlar tilvitað misnýta
flóðalduna til at marknaðarføra seg
... og tá er erligheitin við innsavn-
ingini vekk" er um at fara upp-
frá–við at borðreiða ein óreingjandi
roynveruleika: tey neyðstøddu í Ásia
leggja líka í um reina vatnið, tey
drekka, er keypt fyri pening við
"handilsligum baktankum"; og at tey
í armadømi ynskja nógv fleiri
"handilsligar baktankar" og "óerlig-
heit", um hetta ber við sær fleiri
litrar av vatni og nógv størri nøgdir
av anti-biotika–hvat tað sjálvandi
ger.
Fullkomiligt falsloysi er altíð
eftirynskjandi. Kortini, í besta føri er
hetta ein luksustrupulleiki, fólk við
avlopsorku megna at savna seg um.
Tí tekur tað neyvan nakran á bóli, at
marglætiskvíðanin fyri manglandi
reinlyndi í føroyskum fyritøkum
kemur frá føroyskum pedagogles-
andi, frammanundan tryggjað ímóti
at dumpa og enn fullvís í at har er
ein haldgóð heimspeki í Harry Potter
og Ringanna Harra–hvat tað sjálv-
andi ikki er.
Tann trúliga órógvandi parturin í
teirri fráboðan um yvirskipaða rætt-
leikan í einhvørjari neyðhjálparinn-
savnan er ikki endiliga at finna í
hvussu-, men hvar-partinum. Onk-
ursvegna, eins og Svenning av Lofti
hevur, hava teir fýra komandi
pedagogarnir klárað at billa hvørj-
umøðrum inn, at tað saktans, og við
óskaddum morali, ber til at "venda
høvdið inneftir" og soleiðis javnseta
trupulleikarnar hjá illa støddum
ásiatum og, trúgv tí ella ei, illa
støddum føroyingum.
Vildi javnsetingin ikki vigað
tyngri um hon heldur setti inn illa
staddar darfurbúgvar, sum ikki eiga
sýru í vegg og hvørs armóð er
menniskjaskapt? Eg hugsi–hóast
staddur mitt í eini flóðaldu vildi tað
verið ein væl meira lagalig avbjóð-
ing at billað meg inn ta eginligu
kombi-gravskriftina hjá Adolf Hitler
og Che Guevara: "Væl drap hann
milliónir av fólki, men hann var síni
elskaðu trúgvur; og Che, nei, ongan-
tíð kláraði hann at drepa líka nógv
sum hann, sum við síðuna av honum
liggur... men hinvegin, so var hann
ikki síni elskaðu trúgvur. Muga tit
báðir tveir, oooh! tykkara jassar, so
ymsir, og tó, so líkir, hvíla í friði".
Ella kanska telur tað ikki við, um
vanlukkan bert er menniskjaskapt;
altso, ein ikki-náttúruvanlukka?
Flóðaldan fekk meg annars at
hugsa um akkurát hvussu tú velur
hvørji orð at brúka aftaná eina
vanlukku av hesum slag. Eg kom til
ta niðurstøðu, at heila lortið má vera
samskipað, tí annars hevði ein øgilig
skammdeiling tikið seg upp. Tú
hevði havt Dánjal Højgaard frá tíð-
indunum lisið upp: "Jóannes
Ejdesgaard hevur lýst vanlukkuna í
Ásia verandi, og eg siteri, "van-
lukkuliga"", við bispi–yvirav
útvarpsmanninum í sjálvari útvarps-
stovuni–mælandi: "Hatta er ikki
rættvíst, eg vildi eisini kalla van-
lukkuna vanlukkuliga... so nú eri eg,
sum ikki einaferð, fastur í "ræðulig".
Men, lat fara, tí sanniliga sigi eg
tykkum, vanlukkan í Ásia var
ræðulig". Og uttan so at samvitsku-
samu myndugleikarnir skiftast at
greiða frá hvussu keddir teir eru um
vanlukkuna, hevði ein frásøgn ljóðað
nakað soleiðis: "Reyðikrossur Før-
oya bleiv illa við í morgun, tá ið
Suni Vinther segði, at vanlukkan var
ein "miskunnarleys náttúrugerð"... til
hr. Vinther fekk at vita, at presturin í
Adventskirkjuni longu hevði sagt, at
vanlukkan var ein "miskunnarleys
náttúrugerð". Suni Vinther hevur
biðið um umbering og segði at, "nú,
tá ið eg hugsi meg gjøllari um, var
vanlukkan í Ásia skakandi og ótta-
sláandi".
Kanska hava teir bara eina ein-
falda kotu: "syrgiligt" innan føroyskt
sjómark fyri 1-3 lívlát; fyri 4-6, far
til "ræðuligt". Kortini, um vanlukka
er í fýrverksbýnum Kolding ella, ja,
sjálvt fiskabýnum Hirtshals, røkkur
"syrgiligt" fyri upp til 15 lívlát. Men
um vit so flyta okkum út úr javn-
borna ríkinum til pitsabýin Napoli,
er "syrgiligt" nóg mikið at siga fyri
upp til 120 lívlát; í Miðeyst-
uri–undantikið Ísrael, sjálvandi–
røkkur "syrgiligt" fyri upp til 500
lívlát og um vanlukka er í Afrika,
íðan, tá er eingin reaksjón neyðug
uttan so at lívlátini náa tey 1000.
Sæð í ljósinum frá hesum var
viðmerkingin hjá Bob Geldof,
tónleikari og átaksleiðari, "The
tsunami is an act of God, an act of
nature. Africa is an act of man", eitt
viðursvet meira uppfinningarsom.
Men, ikki bara er hon meira upp-
finningarsom, eisini er hon meira
viðkomandi. Og átrokandi. Bjørn
Lomborg, vinmaðurin, talaði í eini
tíðargrein í enskum álvarablaði
aftaná ólukkuna ímóti at gera íløgu í
eina ávaringarskipan so at minka um
menniskjaligu týningina. Hetta, tí
flóðaldur so ógvusligar sum hon, vit
vitnaðu herfyri, eru so øgiliga sjáld-
samar, og fáa vit tí væl meira
burturúr peninginum um brúktur
aðrastaðni; um brúktur í sudanska
landslutinum, Darfur.
Sum tú slapp eina 20-krónu ella
trokaði 200-krónu seðilin í reyðu
bússuna føroyska flóðaldusunnu-
dagin, vórðu fólk har vesturi í Sudan
nevniliga skorin á háls, neyðtikin og
jagstrað av arábisku Janjaweed
militsuni. Alain de Botton, ein nógv
brúktur heimspekingur í Englandi,
hevur helst rætt í at "calm is only an
interval between chaos", men hatta
‘intervallið’ er so nógv minni fyri
ikki-náttúruvanlukkur enn náttúruv-
anlukkur–fyri ikki at siga støðugt.
Og, í sama andaræli, jú, tað er lætt at
gerast vanlukku-pøstur, serliga av
ikki-náttúruvanlukkum. Tá ið eg
kjakist við aðramáta vælupplýst fólk
um hetta, svara tey ofta: "Jú, men
forferdilig ting henda altíð,
onkustaðni, ikki so"?
Hetta er nakað annað. Hetta er
øðrvísi. Hetta er, tíanverri fyri tey í
Sudan, kanska, ikki ein náttúru-
vanlukka. Hetta er ein ikki-náttúru-
vanlukka. Men hetta er heldur ikki
hasar regluligu og lágligu meinsókn-
irnar, ið henda–jú, tíanverri–altíð,
hvønn dag. Hetta er ikki Teiland,
Haiti ella Kuba. Hetta er ein
uppaftur meira tilvitað skarnsgerð;
ein roynd at viska burtur eitt heilt
fólk, teir myrku íbúgvarnir í Darfur.
Hetta er manngjørt. Tølini verða í
heilum modifiseraði, men talið á
slaktaðum er, sambært Human
Rights Watch, komið upp á
70.000–og talið á slaktaðum gerst
størri sum eg skrivi. Hetta er eitt
blóðbað. Hetta er eitt holokaust.
Hin 30. juli gav Sameindu Tjóðir
sudansku stjórnini eina lokafreist:
Steðga fólkadrápinum í Darfur og lat
hjálparfólki inn innan 30 dagar,
annars! Aftursvarið? Harðræðið í
Khartoum flennir at ST; hópdrápið
er ikki hildið uppat. Janjaweed-
militsin slaktar enn, systematiskt,
heilar bygdir.
Mær vitandi var ST stovnað so at
hindra slíkum. Í 1948 samtykti
stovnurin–sum ein fylgja av nazist-
anna hópmorð av jødum–at um eitt
fólkadráp varð ígongdsett, skuldi
uppílegging uttanífrá ikki einans
vera ráðgevandi, men áleggjandi.
Meira enn eitt tylft av fólkadrápum
eru síðani farin framvið uttan at ST
fór uppí. (Tá ið 800.000 fólk høvdu
verið hakkaði til deyðis innan 6
vikur í Ruanda í 1994, ljóðaðu
lyftini og pliktanirnar hjá ST sum
sjúkligt skemt.) Men tað er ikki
endiliga sjálvum stovninum, nakað
bilar, men teim londunum, ið mynda
hann. Jú, Amerika hevur oftani havt
eina óneyðugani einsíðaða atgongu
til uttanríkispolitikk, men vit onnur
fara–vísir tað seg–bert uppfrá, tá ið
jarðskjálvtar, flóðaldur og aðrar
natúrólukkur oyðileggja. Men so tá
ið ólukkur eru manngjørdar, verða
fólk sitandi; tú skuldi nærum trúð,
onkur ordiliga tungur sat á teimum,
so líkasæl tey tá tykjast at vera. Tað
er, viðurkennandi, eitt val–men í so
føri kanst tú líka so væl tveita
táravátu útgávuna av Schindlers List,
og Bíbliuna, á bálið.
Tá ið tú hugsar um hvat ST ger
við fólkadrápið í Darfur–einki–má
niðurstøðan vera, tá ið tað kemur til
friðarvarðveitan, at stovnurin er
nyttuleysur. Í høvuðsheitum fáa ST-
friðarherlið ikki lagt uppí og hindrað
neyðtøkuni, pínsluni, slaktanini og
tvingsilsflytanini, tí at ein limur í
trygdarráðnum, Kina, er bangið fyri
amerikanskari útbreiðslu og tí at
fólkaríka landið hevur góð handils-
viðurskifti við Sudan... og vil ikki
góðtaka uppílegging. Tað er ússaligt.
Politiskir leiðarir eru ikki fittir,
sjálvt ikki í demokratium. Fólka-
valdir vilja vanliga tíggja sær
ósjálvsøkið bara um vit–fólkið–
kraftagott streingja á teir at gera tað.
So hvar er fólkið? Hvar er fólksins
ástreingjan so at fáa okkara politik-
arar at steðga sudanska holokaustið?
Í Føroyum–einki, vit tosa um Suður-
oynna, lurta eftir "útvarpi" framleitt
á bygd. Í Englandi–bert okkurt
bjálvað mótmælismjarr. Í Dan-
mark–tey eru ov upptikin at tosa um
hvørt tey nú "hava ‘overskud til’ at
praktisera seg sjálvan og minka um
‘omgangskredsen’". Orsøkin, bæði
til vinstru og høgru, er høgligheit og
rasisma.
Men rasisman, ikki føroyskt
vættraradio og danskt yvirskot, er
avgerandi faktorurin. Um meira enn
50.000 fólk høvdu verið myrd í
einum næstan líka fjarlagdum
landi–latið okkum siga, Ísrael–hevði
føroyski høgravongurin vamlast av
at vit ikki høvdu farið inn og hjálpt
teimum. Tak bara bløðini her heima,
Dimmalætting og Sosialurin. Bæði
halgaðu týðandi "oddagreinina"
vanlukkuna í Beslan, har eini
hundrað hvítir russarir vórðu myrdir.
Og Darfur, har okkurt um 300 ferðir
so nógv fólk longu eru myrd? Lítið
og einki–um yvirhøvur nakað. Eisini
tað er ússaligt.
Men rasisma høgrumegin-frá er
sjálvandi minni undranarverd enn
tann roynveruleiki, at kongshúsið hjá
Margretu er akkurát líka fucked up
sum tað hjá Elizabeth. Nei, tað er
væl torførari at svara spurninginum:
Hvar eru øll tey vinstravendu? Hvar
er føroyska friðarrørslan? Hvar eru
øll hasi, ið mótmæltu krígnum at
Irak?
Um tey vóru so forsumpaði, so
niðurfyrikomin um lutfalsliga fáu
andlátini sum úrslit av eini innrás í
Irak, íðan, hví tá ikki eisini–í mun til
Irak–fleirfaldaðu andlátini sum úrslit
av einum fólkadrápi í landslutinum
Darfur? Ella snúði tað seg ongantíð
um lívlát hjá hasum niðri á Vaglin-
um; snúði tað seg kanska heldur um,
eins og hjá Kina í Darfur, misplaser-
aða haturið at "amerikanskari
útbreiðslu"; um "svart gull".
Um myrk fólk høvdu verið niður-
stungin í Texas við blatantum stuðuli
frá neo-konservativu bastardunum í
Washington DC, íðan, tá høvdu vit
vitnað eina aldandi vinstrasinnaða
herseting á Vaglinum varandi líka
inntil Ólavsøku. Ikki tí, soleiðis skal
tað vera. Men hvat við Darfur?
Einki.
Men vit kunna halda á. Hvar eru
okkara prestar? Hvar er Amnesty
International Føroyar–eiheldur tað
hevur blunkað sum islamo-fasistiska
Janjaweed slaktar seg ígjøgnum
landslutin. Og Reyðikrossur Føroya?
Hvar eru hasar bússurnar–hava
framleiðarirnir av bússunum hjá
Suna Vinther kanska patenterað tær
til náttúruvanlukkur eina. Har eru
fleiri hundraðtúsund fólk, ókey,
muslimar–men tað vóru tey í Irak
eisini: jagstrað, heimleys, uttan reint
vatn at drekka, neyðtikin ella pínd,
sálarliga klovnað og í ferð við at
doyggja í hungri. Hava ikki eisini
hesi eina hjálpandi hond uppiborna?
Eina 20-krónu? Eina 10-krónu,
kanska... í morgin? Nei, opinberiliga
ikki!
Men tey neyðstøddu í Darfur eiga
so fáa eina frágreiðing–tað er tað
minsta! "Góðu tit, tit hava jú ikki
verið fyri eini flóðaldu, eini
náttúruvanlukku, tit hava verið fyri
eini ikki-náttúruvanlukku, og so eru
tit eisini ikki-hvít. So, orsaka, vit
hugsa um tykkum í tykkar sváru
neyð, men hjálpið tykkum sjálvi.
Gott nýttár, forrestin, og Harrin signi
tykkum".
Tað einasta landið at senda herlið
til Darfur hevur verið Ruanda; tey
kenna aftur eitt fólkamorð, tá ið tey
síggja eitt. Har er tó ein vaksandi
semja um at ST barasta ikki riggar í
leiklutinum sum heimspoliti, effinett
tí at tað verður lagt fótonglar
fyri–eins og í Darfur. Nakrir áhugað-
ir partar tosa um eina sameining av
fólkaræðisligum londum–harímill-
um, sjálvandi, Amerika, sum er tað
einasta landið viljað til ítøkiliga at
fíggja slíkt virksemi. Men miseydn-
aðu royndirnar hjá demokratiskum
londum at finna saman og ‘takkla’
teirra egnu langtíðartrupulleikar
sigur mær, at sjálvt fólkaræði ikki er
nøkur allra meina bót.
Hetta við regluligum vali hevur
lyndi til at fáa fólkavald at savna seg
um stuttfreistað úrslit sosum at
"nøkta tørvin"; játta IVF-pening;
"taka sær av" teimum heimleysu í
Havn, í Føroyum–eitt feitt!–og
syrgja fyri at øll pedagoglesandi
"klára tað, tá ið tey ístaðin burdu
verið givin fleiri tímar so at tey ikki
fingu stundir at gera táputryggjaðar
komparasjónir. Óansæð, sjálvt Kina,
við sínum europeiseraða handilshug-
burði, vísir tess kraftamiklu fatan av
varandi útsøgnini hjá Clinton, "It’s
the economy, stupid".
So tað er ikki bara Bob Geldof, ið
kann vera uppfinningarsamur.
Dagmar Clothier, Sanna á Løg-
mansbø, Noomi á Válinum og Jóhan
í Kollafirði eru minst líka upp-
finningarsom–minst. Tí tey síggja,
eftir øllum at døma, "handilsligu
baktankarnar" og tað, at tey "veru-
liga halda tað vera gott, at pengar
fara til tey neyðstøddu" sum ein
bardaga millum "góðar kreftir og
óndar kreftir".
So at hjálpa teim neyðstøddu í
Ásia hava vit ikki brúk fyri einum
heri at skipa fyri og ómoralskum
peningi so at keypa reint drekkivatn
og anti-biotika fyri; nei, vit hava
brúk fyri einum fanans vættri... úr
Hirtshals.
Helst ímynda tey sær at náttúru-
vanlukkan stýrir ímóti eini stór-
finalu, við teimum og Suna Vinther
frammanfyri kapitalistiska andanum,
ið kann umskapa seg til hvat sum
helst skapilsi, honum dámar, og
dunar við eini djúpari, ekkóandi
rødd, "Tykkara dólgar, vit kundu
tikið lógvatak saman, sameint
megina, útvegað óendaliga nógvar
pengar og seinni–hvør veit–stýrt
stjørnubreytini. Men nú má eg drepa
tykkum, skaðiligu penga-
moralistar". Men tey pedagoglesandi
froysa útur, "Tú ert rotin", og
Vinther skoytir uppí, "Tú misbjóðar
alt, ið er fólkaligt". Síðani mutla tey
til hvønn annan, at um tey bert
stappa hugan við jaligum tankum, ja,
so verður mátturin hjá kapitalistiska
andanum ‘neutraliseraður’.
Og soleiðis kláraði gongustjørnan
tað, tey heimleysu í Havn tað, tey
sálarsjúku í Føroyum tað og tey
neyðstøddu í Darfur tað ikki–alt
meðan tey neyðstøddu í Ásia ikki
fingu fatur í hasum ómoralska
peninginum, peningur frá "handils-
ligum baktankum". Gott nýttár, gott
klárað!
Flóðalduhjálpin er neyðug og vælkomin,
men hvat við ikki-náttúruvanlukkum?