Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 31 - 15. februar 2005 - Erlendur var ein, ið vildi norðurlendska samstarvinum væl. Hann var ein stórur nordistur, segði Helvin Høst, tá hann leygardagin handaði Norðurlandahúsinum ein málning av hesum stríðsmanninum fyri norðurlendsk sam- starv MENTAN Snorri Brend snorri@sosialurin Leygardagin fekk Norður- landahúsið eina heldur sjáldsama gávu: Ein máln- ing av Erlendi Patursson, sum føroyski málarin Tor- bjørn Olsen hevur málað. Undir eini samkomu í Norðurlandahúsinum við hetta høvið handaði frá- farni formaðurin í stýrin- um, Helvin Høst henda málningin til nýggja stjór- an, Niels Halm. Við til samkomuna vóru m.a. eisini børnini hjá Er- lendur Patursson, ið andað- ist í 1986. Hann stríddist sum nakar fyri at fáa Norð- urlandahúsið til Føroyar, og eydnaðist tað honum eisini at síggja húsið í brúki. Í røðu síni segði Helvin Høst, at dreymurin hjá Erlendi var eitt útbygt og tætt samstarv millum Norð- urlond – á jøvnum føti og við somu korum. - Erlendur var ein, ið vildi norðurlendska sam- starvinum væl. Eingin ivi er um tað, segði Helvin Høst. Stýrið fyri Norðurlanda- húsið var savnað saman í farnu viku, saman við tí nýggja stjóranum, Niels Halm. Her fekk stýrið eis- ini nýggjan formann, sum nú eitur Lars Hjalén og kemur úr Srøvíki. Tað var í hesum sam- bandi at samkoman varð hildin í Norðurlandahúsin- um. Leitar eftir sínum javnlíka Helvin Høst segði í røðu sínari, at málningar og mat- ur hava tað til felags, at ein má bíða til tað er liðugt. Tað var kortini ein mun- ur, - at ein ikki altíð kundi siga við vissu, nær eitt málningaverk varð liðugt. - Men nú er málningurin hjá Torbirni Olsen liðugur. Seinasta pensla strokið er gjørt og nú kann so stýrið í Norðurlandahúsinum handa hesa gávuna, 20 ár eftir at húsið varð tikið í nýtslu, segði hann. Hann vísti til eina útsøgn frá kenda franska málaran- um Renoir, sum segði: "Eg havi upplivað, at onkur helt at verk míni vórðu ov skjótt liðug, og at modellið átti at sitið eina løtu ella báðar tvær aftrat. Hetta er tvætl. Eg veit best sjálvur, tá mítt arbeiði er liðug – til dømis er ein afturpartur liðugur, tá eg havi hug at kína hon- um!" Fyrrverandi formaðurin í stýrinum fyri Norður- landahúsið segði, at tað var ikki av tilvild at tey høvdu biðið júst Torbjørn Olsen um at mála henda málning- in. Hann er ein av fremstu føroysku listamonnunum, og hetta prógvaði hann ikki minst, tá hann málaði vøkru altartalvuna í Hal- dórsvíkar kirkju. - Síðani má ein siga, at sum portrett-málari leitar hann eftir sínum javnlíka. Her vísur hann sjáldsom evni til innliving og at vísa eyðkennini hjá tí, sum mál- aður verður, segði Helvin, sum í heyst sjálvur fekk møguleika at síggja eina av framsýningunum hjá Tor- birni Olsen í Keypmanna- havn. Ótroyttiligt arbeiði Í røðu síni vísti Helvin Høst á tann týdningin, Er- lendur Patursson hevði fyri samstarvið millum Norður- lond. – Erlendur var ein stórur nordistur. Hann hevði ein stóran og livandi áhuga í norðurlendska samstarv- inum. Ótroyttiliga skrivaði hann, tosaði hann og ar- beiddi hann fyri at fáa eitt føroyskt Norðurlandahús – heilt aftur frá 1971. - Tað skuldi altso ganga 12 ár áðrenn visjónir hans- ara gjørdust til veruleika. Og tíbetur fekk hann eisini sæð, at tað varð liðugt, segði Helvin Høst. Tí kundi Erlendur eisini í 1983 skriva hetta um húsið og plaseringina: "Den pragtfulde bygning, som nu er rejst med udsigt over Færøernes gamle hovedstad med det stolte navn, som er et af de mange vidnesbyrd om det færøske folks nordiske oprindelse – og det nordiske kulturelle og folkelige tilhørsfor- hold". Helvin Høst segði eisini, at stóri áhugin hjá Erlendi fyri tí norðurlendska sam- starvinum var tann sjálv- sagdi mótsetningur til hansara stríð fyri føroysk- um sjálvstýri. - Hansara dreymur var eitt útbygt og tætt samstarv millum Norðurlond – á jøvnum føti og undir somu korum. - Serliga hetta arbeiðið, hann gjørdi innan norður- lendskt samband er orsøkin til at vit standa her í dag, meiri enn 20 ára aftaná at Norðurlandahúsið varð tikið í brúk, segði hann, áðrenn hann avdúkaði málningin. Erlendur var ein stórur nordistur - Hóast mong ikki vóru fegin um at vit skuldu fáa eitt norð- urlandahús, so tók tað ikki mótið frá pápa okkara, Er- lendur Patursson, sigur Tórunn Paturs- son, ið er dóttir navn- frama føroyska mentamannin MENTAN Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tá tosið um eitt føroyskt norðurlandahús í síni tíð tók seg upp, vóru ikki allir føroyingar eins fegnir um tað. - Hetta tók tó ikki mótið og stríðsviljan frá pápa okkara. Hann stríddist fyri hetta, og í dag munnu allir føroyingar vera sera glaðir fyri Norðurlandahúsið, sig- ur Tórunn. Hon lýsir faðirin, Erlend Patursson sum ein mann, ið var framsíggin, og eisini sum ein íbirtara til tað, sum seinni gjørdist Norður- landahúsið í Føroyum. - Tað tók sína tíð at fáa tað bygt. Men hann sá alla tíðina fyri sær, at vit fóru at fáa eitt slíkt hús, sigur hon. Saman við hinum trimum systkjum sínum og fleiri øðrum var hon eisini við, tá myndin av Erlendi Paturs- son varð avdúkað leygar- dagin í Norðurlanda-húsin- um. - Eg eri sera fegin um hesa myndina, sigur hon. Ikki læsast inni At Norðurlandahúsið nú hevur fingið ein málning av Erlendi Patursson tekur hon sum eina viðurkenning av tí stóra arbeiðinum, hann legði eftir seg í norður- lendskum høpi. - Hann dugdi at síggja, at vit sum føroyingar kundu ikki steingja okkum inni frá umheiminum. Vit áttu eis- ini at fáa størri kunnleika til grannalond okkara – ikki bert til grannalondini, men til allan heimin, sigur hon. Tórun er tí onga løtu í iva um, at Norðurlandahúsið hevur havt og hevur ein sera stóran týdning fyri før- oyingar og ta føroysku mentanina. - Í dag eru øll glað fyri Norðurlandahúsið. Og eg trúgvi eisini, at øll hava havt gleði av virkseminum í og út frá húsinum, sigur hon. Helvin Høst avdúkar málningin av Erlendi Patursson, sum Torbjørrn Olsen hevur málað Mynd: Jan Muller – Pápi misti ikki mótið Tey fýra børnini hjá Erlendi Patursson avmyndað undir liðini av málninginum – Eyðvør, Tórhallur, Hildur og Tórunn Mynd: Jan Muller