týsdagur 15. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
3
Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041
rs@reyniservice.fo • www.reyniservice.fo
Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta
meira enn 85.000,-
Garanti skipanin, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-,
fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eygsæð ikki skyldast
nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi
tænastueftirlit.
Eingin gandur og eingir smáir bókstavir.
Kom og vitja okkum · landsins fremstu bilasølu.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prentvillum.
- Eg vóni, at eg kann
geva mítt ískoyti til at
føroysk mentan verð-
ur kend uttanfyri
Føroyar, sigur nýggi
stýrisformaðurin,
Lars Hjaltén úr
Svøríki.
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fyri stuttum fekk Norður-
landahúsið nýggjan stjóra.
Og nú hevur stýrið fyri
húsið eisini fingið nýggjan
formann.
Hesi seinastu árini hevur
danin Helvin Høst verið
formaður, men varð nú
avloystur av Lars Hjaltén úr
Svøríki. Hann er tó ikki
ókendur við arbeiðið, tí
hann sat í stýrinum framm-
anundan.
Ein tann seinasta upp-
gávan hjá Helvin Høst var
at avdúka ein málning av
Erlendi Patursson, sum
stríddist manniliga fyri at
fáa føroyingum eitt slíkt
mentanarhús.
Lars er fult greiður yvir
tann týdning, sum Norður-
landahúsið hevur havt, og
kemur at hava í framtíðini
fyri føroyingar.
- Eg haldi, at Norður-
landahúsið hevur virkað
væl síðani tað kom.
- Og í dag kann ein siga,
at Norðurlandahúsið ikki
einans er ein mentanardepil
í Havn, men eisini er ein
mentanardepil fyri allar
Føroyar, sigur Lars Hjaltén
í stuttum viðtali.
Báðar vegir
Norðurlandahúsið hevur nú
meiri enn 20 ár á baki, og
hevur veruliga prógvað at
tað var ein heppin avgerð at
tað varð bygt í Havn.
Arbeitt hevur allatíðina
verið fyri at geva føroying-
um innlit í norðurlendska
mentan, og at virka soleiðis
fyri, at føroysk mentan
eisini gjørdist kend í hinum
Norðurlondum.
- Eg haldi, at hetta ar-
beiðið hevur eydnast sera
væl. Og eg vóni, at tað eis-
ini fer at verða soleiðis í
framtíðini,
sigur
Lars
Hjaltén við Sosialin, beint
áðrenn hann skuldi fara við
flogfarinum til Danmarkar
fyrrapartin ígjár.
Hann er ættaður úr
Svøríki, og væntar tí at
hann fer at kunna geva sítt
ískoyti til at vísa fram
svenska mentan í Føroyum.
Og øvugt!
- Eitt stórt arbeiði hevur
verið gjørt, til tess at fáa
allar føroyingar at kenna
Norðurlandahúsið sum sítt.
Og tað arbeiðið haldi eg
hevur eydnast sera væl
higartil, sigur Lars Hjaltén.
Eitt annað arbeiðið hjá
stýrinum fyri húsið verður
at virka soleiðis fyri, at
tann nýggi stjórin, Niels
Halm so skjótt sum tilber
kann koma inn í øll viður-
skifti í húsinum.
- Vit gleða okkum sera
nógv til samstarvið við
hann, sigur Lars.
Teir tríggir sum hava stjórnað ella stjórna Norðurlandahúsinum í dag – f.v.: Niels Halm, stjóri;
Lars Hjaltén sum er nýggjur stýrisformaður og Helvin Høst, fráfarni formaður
Mynd: Jan Müller
– Norðurlandahúsið
er fyri allar Føroyar
– Torbjørn Olsen dugir sum fáur at lýsa eyðkennini hjá teimum, hann málar, segði Helvin
Høst, tá hann helt røðu í sambandi við avdúkingina
Mynd: Jan Muller