týsdagur 15. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 31 - 15. februar 2005
Søgulig vitjan
Forsetin í Serbia-Monte-
negro, Boris Tadic, kom
sunnudagin á almenna
vitjan í Kosovo. Hann
er tann fyrsti serbiski
ríkisleiðarin, sum vitjar
Kosovo, síðani lands-
parturin kom undir ST-
eftirlit í 1999.
Undan borgarakríg-
num á Balkan búðu um-
leið 200.000 serbar í
Kosovo, men í dag eru
bara 80.000 eftir, tí teir
flestu valdu at búseta
seg í Serbia. Teir, sum
valdu at verða búgvandi
í Kosovo, liva undir ein-
ari støðugari hóttan frá tí
albanska meiriluitanum,
sjálvt um NATO-deild-
irnar hava lovað at verja
teir ímóti ágangi.
Tá hann kom til Ko-
sovo sunnudagin, segði
Boris Tadic, at hann var
komin hagar fyri at
minna umheimin á við-
urskiftini hjá tí serbiska
minnilutanum.
Hann
gjødi samstundis greitt,
at Kosovo er ein partur
av Serbia-Montenegro,
ikki bara sambært serb-
iskum lógum, men eisini
sambært altjóða fólka-
rættinum.
Mugu leggja
uppí
ST-aðalskrivarin, Kofi
Annan, vil hava NATO
og ES at leggja uppí fyri
at fáa enda á áganginum
ímóti sivilfólkinum í
sudanska landspartinum
Darfur.
– Fólk doyggja hvønn
einasta dag, tí vit megna
ikki at verja tey, og tey
hava tørv á verju alt fyri
eitt. NATO og ES eru før
fyri at taka neyðug stig,
og tey eiga tí at umhugsa
støðuna,
segði
Kofi
Annan í røðu síni á
einari trygdarráðstevnu í
Múnchen sunnudagin.
Afrikanski Eindarfe-
lagsskapurin
hevur
1.850 friðarvarðveitandi
hermenn í Darfur, og
Kofi Annan segði, at teir
gera eitt stórt arbeiði.
Men teir megna ikki at
loysa uppgávuna, og tí
mugu felagskapir sum
ES og NATO hjálpa
teimum, segði hann.
Kofi Annan legði aftur-
at, at fólk í tíggjutús-
undatali hava latið lív í
ófriðinum í Darfur, og at
1,6 millión fólk eru rikin
frá húsi og heimi.
Pávin eigur
at fara frá
Fyrrverandi
brasilski
erkabiskuppurin Cardi-
nal Paulo Evaristo Arns
heldur, at Jóhannes Páll
pávi eigur at leggja frá
sær.
Fyrrverandi
erka-
biskuppurin vísir á, at
pávin
hevur
verið
heilsuveikur í mong ár. Í
seinastuni er hann vikn-
aður uppaftur meiri, og
tí er tíðin nú komin til, at
hann eigur at fara frá,
sigur Cardinal Paulo
Evaristo Arns við tíð-
indastovuna AP.
– Eg haldi, at hann
eigur at fara frá, men
ivaleyst ætlar hann sær
at verða sitandi, til eftir-
maðurin er funnin, sigur
fyrrverandi
erka-
biskuppurin í Sao Paulo.
Tann seinasta
deyð
Í 1917 vildu tríggjar
portugisiskar smágentur
vera við, at Maria moy
hevði víst seg fyri teim-
um eina ferð um mánað-
in tað árið, og at hon
hevði sagt teimum, hvat
fór at henda í framtíðini.
Nú er tann seinasta av
teimum trimum deyð.
Tað var nunnan Lucia
Marto,
sum
doyði
sunnudagin. Hon var 97
ára gomul. Sum smá-
genta vaks hon upp í
bygdini Fatima, og í
1917 vildu hon og tvey
systkinabørn hennara,
tvíburðarnir Jacinta og
Francisco, vera við, at
tey høvdu sæð Mariu
moy tann 13. í hvørjum
mánað tað árið, og at
hon hevði sagt teimum,
hvat fór at henda.
Portugisiski forsætis-
ráðharrin, Pedro San-
tana
Lopez,
segði
sunnudagin, at deyðs-
boðini av Lucia Marto
vóru eini sera kenslu-
borin tíðindi.
Vandi var fyri, at tað
110 metrar høga
Windsor-háhúsið í
Madrid fór at rapa, tá
eldur kom í tað á
midnátt leygar-
kvøldið
ELDUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sunnumorgunin lá eitt tjúkt
roykskýggj
uppi
yvir
spanska
høvuðsstaðnum
Madrid, eftir at stór sløkki-
lið alla náttina høvdu roynt
at fáa tamarhald á eldinum
í tí 110 metrar høga háhús-
inum.
Myndugleikarnir
bóru
ótta fyri, at húsini fóru at
rapa, tí eldurin var so
ógvusligur. Tí varð øll
ferðsla steðgað, og fólk,
sum búðu nærhendis há-
húsinum, fingu boð um at
fara haðani.
Myndugleikarnir siga, at
eldurin kyknaði á 21. hædd,
og at minst 15 av teimum
32 hæddunum eru full-
komiliga oyðilagdar av eld-
inum, sum sambært borgar-
stjóranum er tann størsti,
sum nakrantíð hevur verið í
býnum.
Windsor-háhúsið hýsti
nógvum skrivstovum, men
eingin var til arbeiðis, tá
eldurin kyknaði, tí bygn-
ingurin hevur verið til
umvælingar í seinastuni.
Myndugleikarnir halda, at
eldurin stóðst av einum
skammlopi.
Amerikanska rúmd-
arumsitingin, NASA,
roknar við, at árið í ár
verður tað heitasta í
meiri enn hundrað ár
VEÐURLAG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
1998 var tað heitasta árið á
Jørðini í meiri enn hundrað
ár, og 2002 og 2003 vóru
næstan líka heit. Í fjør var
meðalhitin á Jørðini 14
stig, og tað var hálvtannað
stig oman fyri meðalhitan
miðskeiðis í farnu øld, og
2004 var tískil tað fjórði-
heitasta árið síðani endan á
19. øld, sigur NASA.
Men árið í ár verður tað
heitasta, siga amerikonsku
serfrøðingarnir. Orsøkin er
økt dálking frá eitt nú bil-
um og stórídnaði, sam-
stundis kyrrahavsfyribrigd-
ið El Nino verður veikt í ár.
James Hansen hjá NASA
sigur við Reuter, at ein onn-
ur orsøk til tann veksandi
hitan er, at Jørðin tekur
meiri orku frá sólini til sín
nú enn fyrr, og tí verður ein
minni partur av sólarorkuni
sendur út aftur í rúmdina.
Tað saman við einum veik-
um El Nino ger, at 2005
verður heitari enn tey bæði
seinastu árini og kanska
eisini heitari enn metárið
1998, sigur James Hansen.
Almenna
norska
olju-
felagið hevði eitt sera gott
ár í fjør.
Tað var ikki minst tí góða
oljuprísinum fyri at takka,
at Statoil hevði meiri enn
70
milliardir
norskar
krónur í avlopi í fjør fyri
skatt. Til sammetingar kann
nevnast, at avlopið í 2003
var 44 milliardir norskar
krónur fyri skatt.
Rakstrarinntøkurnar
í
fjør vóru 306 milliardir
norskar krónur.
UTTAN ÚR HEIMI
Háhús oyðilagt av eldi
Árið í ár verður tað heitasta
Statoil metgott úrslit
15 av teimum 32
hæddunum í háhúsi-
num eru oyðilagdar av
eldinum
Mynd: Reuters