týsdagur 15. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
5
Hans Arni Bert-
holdsen formaður
í ferðslunevndini
Vanliga er formaðurin í
teknisku nevnd býráð-
sins eisini formaður í
ferðslunevndini, men á
býráðsfundi í Klaksvík
mánakvøldið varð Hans
Arne Bertholdsen bý-
ráðslimur og limur í
teknisku nevnd valdur
sum býráðsins umboð í
ferðslunevndini. Nevnd-
in hevur skipað seg við
Hans Arna sum for-
manni.
Ferðslunevndin er nú
soleiðis mannað fyri
valskeiðið 2005-2008:
1) Hans Arne Berthold-
sen býráðslimur, for-
maður (umboð fyri bý-
ráðið)
2) Hans L. Djurhuus
sýslumaður (umboð fyri
løgregluna)
3) Gunnleyg K. Dánjals-
son tekniskur hjálpari
(umboð fyri teknisku
umsiting)
Hans L. Djurhuus og
Gunnleyg K. Dánjals-
son, ið eisini er skrivari
hjá ferðslunevndini, sótu
frammanundan í nevnd-
ini, meðan Hans Arne
Bertholdsen er nývaldur.
Hans Arni Berthold-
sen - sum eisini er ný-
valdur í býráðnum, har
hann umboðar Sam-
bandsflokkin - er føddur
og uppvaksin í Klaks-
vík. Hans Arni var út-
búgvin maskinsmiðjur í
1987, og hann tók víðk-
að maskinmeistaraprógv
í 1990. Hann hevur í 15
ár starvast hjá A. P.
Møller til fyri einum ári
síðan, tá hann fór í starv
hjá JFK Seafood sum
maskininspektørur.
Domus-vegurin
útboðin
Vegurin til nýggju íbúð-
irnar vestanfyri Helna-
brekku í Klaksvík verð-
ur í hesum døgum út-
boðin í almennari lisita-
tión. Talan er um ein 320
m langan veg, sum fer
oman av Helnabrekku-
vegnum nakað norðan
fyri húsini hjá Anskari
Hansen. Arbeiðið um-
fatar í stórum: jørð,
kloakk-, betong-, vatn-
og asfalt arbeiði.
Lisitatiónin verður 7.
mars 2005 kl. 15 á Tekn-
isku Umsiting. Tað er
Sámal Johannesen, ráð-
gevandi verkfrøðingur,
sum hevur gjørt útbjóð-
ingartilfarið í samráð
við Teknisku Umsiting.
Tær fyrstu íbúðirnar
hjá Domus verða ætl-
andi klárar at avhenda í
august/septembur 2005.
-ave-
Staðbundnu
nevndirnar
fullmannaðar
Á býráðsfundi í Klaks-
vík mánakvøldið varð
samtykt, at Kristian Eli
Zachariasen býráðslim-
ur verður umboðið hjá
minnilutanum í býráð-
num
í
staðbundnu
nevndunum, har Stein-
bjørn O. Jacobsen borg-
arstjóri er formaður.
Nevndirnar
kunnu
sostatt nú fara til verka.
Limirnir í staðbundnu
nevndunum fyri val-
skeiðið 2005-2008 eru
hesir:
Árnafjarðarnevndin:
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri (formaður)
Kristian Eli Zachariasen
býráðslimur
Tormóður M. Árnatón
Niclas F. Justinussen
Jóna S. Joensen
1 eykalimur: Teodor A.
Olsen
2 eykalimur: Olivar J.
Olsen
Mikladalsnevndin:
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri (formaður)
Kristian Eli Zachariasen
býráðslimur
Danial Eliasen
Jógvan A. Sørensen
Christian Andreasen
Trøllanesnevndin:
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri (formaður)
Kristian Eli Zachariasen
býráðslimur
Eyðun Eliassen
Mikkjal Joensen
Maud Østerø
- Tú fært herðaklapp-
ið fyri tað, tú ert og
hevur verið fyri tey
menningartarnaðu
ígjøgnum eitt heilt
lívsskeið, segði for-
maðurin í Javna, tá
hon fríggjadagin
handaði Ragnhild
Dahl Herðaklappi frá
Javna 2004
HERÐAKLAPPIÐ
FRÁ JAVNA.
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Eini 70 fólk mundu vera
savnað, tá Javni lat Herða-
klappið 2004 á samkomu
fríggjadagin. Ein samd
starvsnevnd hevði gjørt av,
at Herðaklappið hesuferð
skuldi fara til Ragnhild
Dahl, sum alt sítt lív hevur
arbeitt við at bøta um korini
hjá teimum menningar-
tarnaðu í Føroyum.
Eitt stás!
Malena
Arnholdsdóttir
fjaldi ikki yvir, at tað var
henni ein sonn gleði at
handa Herðaklappið 2004
til Ragnhild Dahl.
- Ragnhild og eg eru
bygdabørn – báðar úr
Fuglafirði og gingu í sama
flokki í Realskúlanum, so
eg kenni hana rættuliga
væl. Ragnhild hjá Bakka-
Pól er í dag Ragnhild Dahl
– men sama ger, hvat hon
kallast, hon hevur altíð
verið og er eitt stás!, segði
Malena og legði afturat, at
Ragnhild fekk herðaklapp-
ið ikki bara fyri tað, hon
hevur gjørt fyri tey menn-
ingartarnaðu í 2004, men
fyri alt sítt lívsstarv sum
ótroyttiliga
røddin
hjá
teimum, sum ofta standa
veikast.
Javni varð stovnað í mai
1971, og longu í apríl árið
eftir fór Ragnhild til Dan-
markar at læra til um-
sorgarassistent, sum út-
búgvingin
tá
kallaðist,
greiddi Malena frá og hug-
leiddi eitt sindur um hetta
gamla útbúgvingarheitið
- Umsorgarassistent - eitt
langt orð, men tó, hvat er
umsorgan veruliga? Eg
havi lisið mær eitt sindur
um hugtakið, men Ragn-
hild, hon lærdi og dugir tað.
Tað er grundleggjandi at
leggja lag í onnur fólk. At
geva sær far um, hvussu
onnur fólk hava tað. At tosa
ella hava samskifti við tey,
har tey eru.
Altíð tíð at lurta
Ragnhild valdi at fara til
Rødbygaard at læra, tí júst
har vóru teir flestu av henn-
ara landsmonnum, ið vóru
menningartarnað. Malena
vísti á, at hetta at Ragnhild
ynskir at vera nær hjá
teimum, ið hava menning-
artarn, hava tey og av-
varðandi teirra kent og
verið glað fyri øll árini – og
eru tað enn í dag.
31. mars í 1975 var
útbúgvingin liðug og 1.
apríl byrjaði Ragnhild at
arbeiða á deild 5. Í 1980, tá
ið Eirargarðar læt upp,
byrjaði hon sum deildar-
leiðari á Eirargarði 16 A. Í
1988 byrjaði hon sum
heimavegleiðari á And-
veikraverndini.
- Vit, ella eg,- sum
”nýggj” eru í Javna, - hava
hoyrt um, hvussu gott tað
var at vitja á Andveikra-
verndini. Eisini hvussu tey
við menningartarni fóru at
vitja hana. Hon gav sær tíð
at lurta og skilti tey -
kanska betri enn foreldrini
viðhvørt. Um tey ynsktu
tað, fór hon ein túr í býin at
fáa sær ein drekkamunn við
teimum eftir arbeiðstíð.
Kanska serliga starvið sum
heimavegleiðari,
hevur
verið tað, vit foreldur í dag
elska Ragnhild mest fyri -
og her møtti eg Ragnhild
aftur, tí eisini hjá mær
hevur hon verið á heima-
vitjan, og tað var mær ein
góð vitjan, segði Malena
Takk fyri tað tú ert
Malena greiddi frá, at
Ragnhild var við til at skipa
fyri teimum tá so kendu
summarlegunum bæði í
Føroyum og uttanlands.
Eisini tá Javni hevur skipað
fyri skeiðum, fundum og
øðrum
tiltøkum
hevur
Ragnhild altíð verið til
dystin fús. Í 1994, tá ið
Andveikraverndin
varð
løgd saman við Almanna-
stovuni, flutti hon eisini við
og er har enn. Ragnhild er
eisini formaður í frítíðar-
kubbanum og hevur verið
tað síðani hann byrjaði, so
hon hevur støðugt fingurin
á pulsinum hjá sínum kæru
– teimum í hava menning-
artarn, segði Malena og
legði at enda afturat
- Ragnhild dugir, sum
fáur at seta seg inn í støð-
una hjá teimum menningar-
tarnaðu, hon talar teirra sak
og virðir tey fyri tað, tey
eru, og stuðlar teimum, ið tí
tey ynskja. Aðalendamálið
hjá Javna er at stuðla fólki
við
menningartarni
og
teimum, sum av teimum
varða og fremja áhugamál
teirra.
Vit í felagnum royna at
arbeiða eftir hesari megin-
reglu. Men hetta er júst tað,
ið tú Ragnhild hevur gjørt
og ger hvønn tann einasta
dag. Tað er tað, ið vit
ynskja at geva tær Herða-
klappið 2004 fyri.
Takk Ragnhild fyri tað,
tú ert og tað, tú gert – vit
vóna at tú heldur á í nógv ár
afturat, segði Malena Arn-
holdsdóttir, og bað Ragn-
hild koma at taka ímóti
Herðaklappinum frá Javna
2004.
- Takk øll somul fyri
allar tær góðu løtur-
nar, eg eftirhondini
havi samlað mær sum
smáar, dýrabærar
perlur, segði ein rørd
Ragnhild Dahl mill-
um annað, tá hon tók
ímóti Herðaklappin-
um frá Javna
HERÐAKLAPPIÐ FRÁ
JAVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ragnhild Dahl var bæði
ovfarin og rørd, tá hon tók
ímóti Herðaklappinum frá
Javna. Hon hevði ongantíð
droymt um, at hon skuldi
verða heiðrað á henda hátt,
og visti heldur ikki, um hon
hevði uppiborið heiðurin.
Sjálv helt Ragnhild, at tað
mundu vera mong, ið held-
ur enn hon høvdu uppiborið
eitt slíkt herðaklapp. Men
tað var ongin ivi um, at
Ragnhild var sera glað og
takksom, tá hon nýtti høvið
at takka fyri herða-klappið.
Dýrabærar perlur
Í
takkarrøðuni
nevndi
Ragnhild fyrst av øllum, øll
tey fittu menniskju, hon
hevði lært at kenna ígjøg-
num hesi meir enn 30 árini,
og tað var neyvan eitt eyga
turt, tá Ragnhild setti orð á
sínar kenslur.
- Takk fyri, at tit hava
givið mær loyvi at fylgja
við í tykkara lívi, og takk
fyri alt, tit hava lært meg og
givið mær av góðum løtum,
upplivilsum
og
góðum
minnum, sum eg havi
samlað mær sum smáar
dýrabærar perlur. Eftir-
hondini havi eg eina langa
perlurekkju. Hesar perlur
taki eg mangan fram og
minni meg aftur á við gleði
og takksemi.
Eg vóni, at eg á onkran
hátt havi lønt tykkum tað
aftur og havi givið tykkum
kanska eina lítla perlu í
part, ella flutt onkur mørk
ella forðingar á tykkara
lívsleið, sum tit kunnu
minnast aftur á við gleði.
Vónandi koma vit at eisini
framyvir at hava nógvar
góðar løtur saman.
Stóra tøkk fyri.
Ragnhild fekk herða-
klappið frá Javna
Ragnhild Dahl:
Tit eru mínar perlur
- Ragnhild dugir, sum fáur, at seta seg inn í støðuna hjá teimum menningartarnaðu. Hon talar
teirra søk og virðir tey, sum menniskju, segði Malena Arnholdsdóttir millum annað, tá hon
handaði Ragnhild Dahl Herðaklappið 2004 frá Javna.