týsdagur 15. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 31 - 15. februar 2005
Hjálptu
unglingum
til lands
Leygardagin vóru fólk frá
Trygdarmiðstøðini
í
Klaksvík á Borðoyavík
og hjálptu trimum ung-
lingum í einum lítlum
báti til lands. Trygdar-
miðstøðin hevur skjót-
gangandi bát, sum liggur
á Borðoyavík.
Teir ungu í bátinum
høvdu ilt við at vinna upp
land aftur, tí tað knapp-
liga var blivið illveður.
Leiðarin fyri Trygdar-
miðstøðina,
Marius
Magnusson, sigur, at hann
varð ringdur upp av einum
av foreldrunum, sum bað
hann fara at hjálpa.
– Vit vóru skjótir avstað,
og eftir einari lítlari løtu
vóru vit hjá bátinum. Tað
var eingin vandi á ferð,
og vit fylgdu bátinum
inn, sigur Marius Magn-
usson.
Skjótgangandi báturin
hjá
Trygdarmiðstøðin
hjálpti eisini einum øðrum
báti við einum einsamøll-
um manni í, sum hevði ilt
við at vinna upp land.
ek
Gjaldsstøð-
in inni í
tunlinum
Gjaldsstøðin í Norðoya-
tunlinum verður 1780
metrar inn í sjálvum tunl-
inum, hon verður ómann-
að, og annars verður hon
skipað á sama hátt sum í
Vágatunlinum.
Norðlýsið skrivar, gjalds-
støðin í Norðoyatunlinum
gevur eitt sindur av eyka
arbeiði í løtuni, tí tað skal
borast fyri henni langt inni
í tunlinum.
Gjaldsstøðin verður
slakar 1800 metrar inn í
fjallinum, og møguleikar-
nir at gjalda verða teir
somu, sum tað er í Vága-
tunlinum.
Tað vil siga, at fólk
kunnu keypa sær ein
kubba, og so verða túrar-
nir í tunlinum goldnir
umvegis hann.
Tað ber eisini til at koyra
uttan kubba, og tá kann
antin gjaldast á eini bens-
instøð beint eftir túrin
ella gjalda rokningina,
sum verður send við post-
inum. Skrásetingin av bil-
um uttan kubbar verður
gjørd við fototólum, og
síðani verður rokning
send eigaranum.
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í Norðoyatunnlin-
um, sigur við Norðlýsið,
at tað fer at bera til at
brúka sama kubba í báð-
um undirsjóvartunlunum.
ek
Fyrireikararnir av til-
takinum um tilbúgv-
ing í Norðoyggjum
eru væl nøgdir við
undirtøkuna, og teir
halda, at fundurin
tænti sínum endamáli
TILBÚGVING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
skipaði
Norðoya Bjargingarfelag
fyri einum tiltaki í og kring
KÍ-høllina, har tilbúgving í
Norðoyggjum stóð ovast á
breddanum.
Eini 350 fólk vóru til til-
takið, og tað eru fyrireikar-
arnir væl nøgdir við.
– Tað var eitt sera gott
kunnandi tiltak, sum náddi
sínum endamáli. Vit vildu
seta fokus á tilbúgving
uttan at ræða fólk, og eg
haldi, at tiltakið gav eina
breiða kunning um tilbúgv-
ingina, sigur Marius Magn-
usson, formaður í Norðoya
Bjargingarfelag.
Tyrla í túninum
Fleiri upplegg vóru frá
fólki, sum starvast innan
okkurt økið í tilbúgvingini,
og fundarfólkið hevði eisini
møguleikan at seta einum
paneli spurningar. Millum
annað var onkur spurningur
um tilbúgvingina í sam-
bandi við nýggja Norðoya-
tunnilin.
Uttan fyri KÍ-høllina var
eisini okkurt at fáa við. Ein
stórur bjargingarbátur varð
blástur upp, og tyrlan setti
seg á parkeringsplássinum.
Eisini vóru neyðsendar-
akfør at síggja.
– Tað vóru munandi fleiri
fólk til hetta tiltak, enn eitt
líknandi tiltak, sum vit
høvdu í fjør. Tað vóru ikki
bara fakfólk ella fólk innan
tilbúgving til tiltakið, men
ein breið umboðan av fólki
úr Norðoyggjum, hóast tað
vísti seg, at tað mesta var
mannfólk, sigur Marius
Magnusson.
350 til fund um tilbúgving
Fyri fyrstu ferð síðani
november mánað í
fjør hevur Torbjørn
Jacobsen fingið boð
til fund í tingbólkin-
um hjá Tjóðveldis-
flokkinum. Floksting
í flokkinum hevur
samtykt, at eysturoy-
artinglimurin skuldi
tveitast úr tingbólkin-
um, men góða fólka-
tingsvalið hevur eftir
øllum at døma gjørt
enda á stríðnum í
flokkinum
TJÓÐVELDIS-
FLOKKURIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í dag kann stríðið millum
formannin í Tjóðveldis-
flokkinum og tingmannin
Torbjørn Jacobsen verða av.
Torbjørn Jacobsen, sum
hevur verið úti í kuldanum í
flokkinum, síðani hann
skrivaði tvær hvassorðaðar
viðmerking um arbeiðs-
lagið hjá formanninum í
fjørheyst, er fyri fyrstu ferð
í fleiri mánaðir boðsendur
til fund í tingbólkinum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
– Hetta er tann vanligi
fundurin hjá tingbólkinum,
sum plagar at vera týsdag-
ar, men eg veit ikki, hvat fer
at henda. Hetta er í øllum
førum eitt tekin um, at
stríðið í flokkinum er um
av verða av, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Tobbi og Høgni vunnu
valið
Tað er líkt til, at veljararnir
hjá
Tjóðveldisflokkinum
týskvøldið í farnu viku
gjørdu enda á drúgva stríðn-
um millum Høgna Hoydal
og Torbjørn Jacobsen.
Tjóðveldisflokkurin
gjørdist fyri fyrstu ferð
størsti flokkur, og bæði
Høgni Hoydal og Torbjørn
Jacobsen høvdu óføra góð
val og gingu fram. Tað vóru
teir báðir fram um onnur,
sum syrgdu fyri, at Tjóð-
veldisflokkurin endurvann
sær sessin í fólkatinginum.
Hetta fekk formannin í
flokkinum at siga, at nú
mátti ein loysn finnast í
flokkinum, so at hann ikki
endaði aftur í sama ruðu-
leika, sum undan valinum.
Tað, sum áðrenn valið
varð kallað eitt timeout,
kann nú gerast til eina varð-
andi friðaravtalu millum
teir stríðandi partarnar í
flokkinum.
Veljarin segði sína
hugsan
Torbjørn Jacobsen er samd-
ur í tí, sum formaðurin í
flokkinum førir fram um, at
veljarin gav greitt til kenn-
ar, at báðir politikararnir
eiga at halda fram í flokk-
inum.
– Vit høvdu baðir fram-
gongd á valinum. Tjó-
veldisflokkurin stóð seg
lutvíst best í Eysturoynni,
og eg havi ongantíð áður
fingið so nógvar persónlig-
ar atkvøður har, sigur
Torbjørn Jacobsen.
– Tað var áðrenn valið
lagt upp til, at nú skuldi
veljarin døma í málinum,
og eg haldi, at hevur velj-
arin sagt sína hugsan um
stríðið. Um tað verður rætt
telvað nú, so er málið úti av
verðini.
Ein kúla byrjaði kríggj
Torbjørn Jacobsen heldur,
at stríðið millum hann og
formannin fór fullkomiliga
á glið, eftir at hann hevði
havt sínar viðmerkingar.
– Tað verður sagt, at
fyrsti veraldarbardagi byrj-
aði, tá ið prinsurin varð
skotin í Sarajevo. Tað var
ein kúla, sum byrjaði
kríggið, men síðani vóru
nógvar kúlur skotnar. Tað
hevur verið nakað tað sama
í hesum stríðnum, tí við-
merkingarnar hjá mær vóru
bara byrjanin, og tað hava
verið nógvar kúlur skotar
síðani.
– Stríðið fór fullkomiliga
á glið, og tað varð lagt nógv
meira í mínar viðmerking-
ar, enn eg sjálvur legði í
tær, serliga av fólki, sum
als ikki høvdu lisið við-
merkingarnar. Eingin fekk
steðgað málinum aftur,
sigur Torbjørn Jacobsen.
Valið skapti tveir
vinnarar
Tingmaðurin úr Eystur-
oynni heldur, at fólkatings-
valið kom væl við hjá
Tjóðveldisflokkinum.
– Stríðið var komið har-
til, at tveir persónar vóru
settir upp ímóti hvørjum
øðrum, og annar skuldi
vinna og hin tapa. Tað
merkisverda er tó, at valið
gjørdi báðar til vinnarar. Eg
eri sera fegin um hetta, tí
mín politiska hugsjón pass-
ar bara inn í Tjóðveldis-
flokkinum, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Fekst tú nakað burtur úr
tí, sum tú skrivaði?
– Eg haldi ikki, at nakar
hevur fingið nakað burtur úr
hesum stríðnum. Men vit
hava so avprøva nøkur mørk
í flokkinum, og hetta vísir
seg, at flokkurin er sera
sterkur. At ein flokkur klárar
eitt slíkt stríð vísir, at tað er
øgiligt seiggj í honum,
heldur Torbjørn Jacobsen.
– Nú fáa vit so at síggja,
hvat hendir á fundinum
týsdagin, og hvussu tað
verður við mínum leiklut í
tingbólkinum, og hvussu
annars flokkurin skal enda-
liga avgreiða hetta málið,
sigur hann.
Formaðurin
fáorðaður
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum,
er
fáorðaður, tá ið hann verður
spurdur um, hví Torbjørn
Jacobsen
hevur
fingið
fundarboð til fund í ting-
bólkinum hjá Tjóðveldis-
flokkinum, har hann sam-
bært eini samtykt í flokkin-
um skuldi útihýsast.
– Nú er valið av, og vit
fara av viðgera, hvat skal
henda víðari, sigur Høgni
Hoydal, og hann vil ikki
siga meira um, hví Torbjørn
Jacobsen
hevur
fingið
fundarboð til fundin í ting-
bólkinum týsdagin.
Høgni Hoydal segði tó
eftir valið, at nú skuldi ein
loysn finnast á stríðnum, og
hann vildi arbeiða fyri tí.
Tobbi boðsendur til
fund í tingbólkinum
– Stríðið var komið hartil, at
tveir persónar vóru settir upp
ímóti hvørjum øðrum, og
annar skuldi vinna og hin
tapa. Tað merkisverda er tó,
at valið gjørdi báðar til
vinnarar, sigur Torbjørn
Jacobsen