Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 7 Býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba faranú at kalla allar kommunur í Suðuroy saman at tosa um at leggja kommunur saman KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður ein roynd gjørd afturat at fáa gongd á ar- beiðið at leggja kommunur- nar í Suðuroy saman. Í tí sambandi fara fara býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba í næst- um at kalla allar hinar fimm kommunurnar í oynni saman á fund at tosa um møguleikarnar fyri at leggja kommunurnar í oynni saman. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri, væntar, at hesin fundurin verður fyrst í mars. – Á tí fundinum er ætlan- in at vita um hinar komm- unurnar eru áhugaðar fyri at leggja kommunurnar í oynni saman, sigur borgar- stjórin á Tvøroyri. Hava gjørt fleiri royndir Tað er ikki av ongum, at býráðið í Sumba og bygda- ráðið í Sumba taka hetta stigið í felag tí í spurning- inum um kommunusam- anlegging hava tær báðar kommunurnar staðið sam- an. Í báðum kommununu- stýrunum er ongin ivi um, at greið undirtøka er fyri at leggja allar Suðuroy í eina kommunu. Og tað hava kommunu- stýrið í Sumba og á Tvør- oyri eisini fingið fulla heimild til frá sínum borg- arum. Samstundis sum kommunuvalið var í no- vember, var eisini fólkaat- kvøða í Sumba og á Tvør- oyri um at leggja alla oynna í eina kommunu og báða staðni var heilt greiður meiriluti fyri at øll oyggin skuldi vera ein kommunua. Tá vildu hinar kommun- urnar í oynni ikki hava fólkaatkvøðu um komm- unusamanlegging. Men úr- slitið var, at Sumbiar- og Tvøroyrar kommuna ar- beiddu við at leggja tær báðar kommunurnar sam- an. Tær komu tó ikki á mál, tí mitt í øllum setti lands- stýrið tíðarfreist fyri, nær kommunur skuldi leggja saman fyri at tað skuldi fáa gildi frá 1. januar, tá í nýggju kommunustýrini tóku við, og tað tíðarfreist- ina kláraðu býráðið á Tvør- oyri og bygdaráðið í Sumba, ikki at halda. Og í sambandi við fólka- tingsvalið, heitti Tvøroyrar kommunua aftur á hinar kommunurnar í oynni um at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegg- ing. Men ongin kommuna tók undir við áheitanini. Tær søgdu, at skotbráið var ov stutt og summar kommunur hildu eisini, at ein saman- legging mátti fyrireikast betri. Eitt nú hildu kommunur, at tað var neyðugt at fáa eina lýsing av fyrimunum og vansum við eini saman- legging, so at borgarin hevði eitt haldgott grundar- lag at taka støðu útfrá. Hetta er seinasta royndin – Eg skal viðganga, at skotbráið var nakað stutt. Men nú gera vit so eina roynd afturat fyri at vita, hvat kommunurnar halda, sigur Kristin Michelsen. – Tað er ongin sum sigur, at vit skulu leggja saman nú. Men lat okkum arbeiða miðvíst við málinum, so at vit kunnu leggja saman um fýra ár, tá ið hetta val- skeiðið endar 31. desember 2008. – So ber til at fyrireika málið væl og virðiliga og at fáa ein so góðan sáttmála um samanlegging sum gjørligt. Hann leggur afturat, at í hesum sambandi ber eisini til at fáa eina lýsing av fyrimununum og vansunum við eini samanlegging. – Norðanfyri hava nógvar kommunur lagt saman og tað ber til at fáa at vita, hvørjar royndir, tær komm- unurnar hava gjørt og kanska hvørji mistøk tey hava gjørt, sigur borgar- stjórin á Tvøroyri. Hann vísir eisini á, at hetta er eitt gylt høvi hjá suðuroyingum at tosa um kommunusamanlegging, tí samanlegging er eitt av teimum10 punktunum í Suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum. Tí heldur hann, at tað er ongantíð meiri umráðandi enn nú hjá suðuroyingum at draga eina línu fyri at fáa sum mest burturúr suður- oyarætlanini hjá landsstýr- inum. Samstundis vísir hann á, at allir serfrøðingar við skili fyri slíkum viður- skiftum, vísa á, at tað ein- asta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Men hann leggur eisini afturat, at spyrst heldur onki burturúr hesum fund- inum, sum bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvør- oyri nú fara at kalla komm- unurnar saman til, fer Tvør- oyrar býráð ikki at brúka meiri orku uppá spurningin um samanlegging. – Vilja kommunurnar framvegis ikki taka stig til at leggja kommunurnar í oynni saman, geva vit ikki meiri við málið, sigur Kristin Michelsen. Ein roynd afturat at leggja kommunur í Suðuroy saman – Vit gera nú eina seinastu roynd at fáa gongd á kommunusamanlegging í Suðuroy, sigurKristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Miseydnast hendan royndin eisini, fara vit ikki at brúka meiri orku uppá spurningin um samanlegging, leggur hann afturat Tveir mótkoyrandi bilar stoyttu frontalt saman í Eysturoynni leygardagin. Ein kvinna í øðrum bilinum og ein maður í hinum bilinum sluppu bæði við beinbroti, hóast tilburðurin sá nógv ógvusligari út. Annar bilurin mátti klippast sundur fyri at fáa kvinnuna leysa FERÐSLUÓHAPP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Um hálvgum eitt tíðina leygardagin hendi eitt ógvusligtferðsluóhapp á landsvegnum innan fyri Skipanes í Eysturoy. - Boðini, vit fingu, vóru, at fólk sótu føst í báðum bilunum. Tí boðsendu vit sløkkiliði við útgerð at klippa sundur og at sløkkja, tí vandin fyri eldi er stórur í slíkum føri, sigur vakthav- andi á Politistøðini í Runa- vík. Annar oman av vegnum Bilarnir komu koyrandi hvør sín veg, út og inn eftir Skálafjørðinum í Eysturoy, tá teir stoyttu saman innan fyri Skipanes. Annar bilur- in varð standandi á veg- num, meðan hin varð slongdur oman í bøin. Kvinnan í bilinum, ið stóð eftir á vegnum, sat føst í bilinum, meðan tað eydn- aðist at fáa mannin leysan í hinum bilinum. Hóast tað sá rættuliga ógvusligt út, sluppu fólkini lutvíst lætt við beinbroti. - Eitt beinbrot er sjálv- andi ringt nokk, men tá vit hava í huga, hvussu tað kundi endað, so er tað rættuliga væl sloppið, sigur vakthavandi á Politstøðini í Runavík. Nógvir bilar bíðaðu Tað tók eina góða løtu at fáa kvinnuna úr bilinum, og landsvegurin varð tí stongdur. Vegurin er einasta bindilið millum økini, og tí stóðu rættuliga nógvir bilar í bíðirøð, eisini bussar við áskoðarum til flogbólts- finalurnar í Havn. Politiið hevur ikki enda- ligu niðurstøðuna um or- søkina enn, men annar bilurin hevur eftir øllum at døma koyrt í skeivari síðu. Koyrilíkindini vóru góð. Bilførarar sluppu við beinbroti