Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 31 - 15. februar 2005 MARKNAÐARRÁK Hósdagin í farnu viku vísti amerikanski handilsjavnin fyri desembur eitt hall á 56,4 mia. dollarar. Tað var eitt sindur minni enn vænt- að, men er tó tað næststørsta mánaðarliga hallið nakran- tíð. Íleggjarar væntaðu, at hallið fór at minka í mun til novembur (59,3 mia.), og saman við ætlan forsetans um at minka gjaldsjavna- hallið í helvt komandi 5 ár- ini, hevði tað styrkt dollaran í fyrru helvt av vikuni úr 1,287 til 1,275 í mun til evr- una. Tá hallið varð kunn- gjørt, fekk tað tó dollaran at vikna aftur til 1,286. Sostatt løgdu íleggjarar størri dent á, at hallið var sera stórt, heldur enn at tað var minkað í mun til novembur. Sum heild kunngjørdi Ericsson ein vánaligan roknskap í farnu viku og lækkaði tí 8%. Roknskapir- nir hjá Dell og Cisco vóru misjavnir. Tann hjá Dell var góður, men framtíðarmet- ingarnar vónbrutu nakað. Cisco kunngjørdi góðar inntøkur, men sølutølini vóru minni góð. Danske Bank hinvegin kunngjørdi ein sera góðan roknskap, sum tó í stóran mun var merktur av eingangsinn- tøkum frá m.a. frá sølu av fastogn. Týdningarmiklasti roknskapurin hesa vikuna kemur frá Hewlett-Packard. Tó metir Kautphing, at Al- an Greenspan fer at hava størstu ávirkan á partabrøv- ini hesa vikuna. Hendan vikan verður væntandi hendingarík. Hópur av týdningarmiklum lyklatølum koma: Týskt BTÚ fyri 4. ársfjórðing og búskaparfrøðingaálit, BTÚ fyri 4. ársfjórðing úr ES, og úr USA koma smásøla, vinnuálit og framleiðslu- prísvøkstur. Týdningar- mesta hendingin hesa vik- una verður í USA miku- dagin, tá tjóðbankastjórin Greenspan fer at halda halda sína hálvárligu røðu í senatinum, har hann fer at tosa um framtíðarútlit og peningapolitikk. Marknaðirnir fara sum vant at sita undir hvørjum orði. Serligur áhugi er fyri, um hann enn einaferð fer at geva ábendingar um, at rentuhækkingarnar fara at halda áfram við 0,25%- stigum í senn, og hvat hann fer at siga um prísvøkstur. Nakrir tjóðbankalimir hava í seinastuni tosað um, at orðingin um áhaldandi smáar rentuhækkingar átti at verið strikað úr røðuni. Tað er tó ikki heilt greitt, um nevndarlimirnir meina, at renturnar skulu hækka meira enn 0,25%-stig, ella at tær áhaldandi rentu- hækkingarnar skulu steðg- ast í eina tíð. Tí er tað eisini sera áhugavert, hvat hann fer at siga um prísvøkstur- in. Um hann metir prís- vøksturin at vera nóg lágan, fer tað at halda lánsbræva- rentunum niðri. Greenspan í brennideplinum Rentur Partabrævavísitøl Renta Kursur +/- % Diskonto 2,00% 0,00% KFX, Danmark 305,0 2,6% 2 ára lánsbræv 2,40% -0,02% OMX, Svøríki 766,8 1,5% 5 ára lánsbræv 2,90% -0,05% Eurostoxx 50, Evropa 3.080,1 1,4% 10 ára lánsbræv 3,55% -0,04% S&P 500, USA 1.205,3 0,2% Íløgufeløg Gjaldoyru Kursur +/- % Kursur +/- % Lánsbrøv í DKK 107,36 0,2% USD 5,79 0,0% Evru Lánsbrøv 173,58 0,5% EUR 7,44 0,0% Norrøn Partabrøv 89,53 1,7% GBP 10,81 -0,4% Altjóða Vøkstur 61,62 2,0% NOK 0,88 -1,7% Renta og kursir kl 10 ígjár. Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. +/- %-stig Vika 31, 2005 www.kaupthing.fo