týsdagur 15. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
9
– Vit meta, at hetta er
einasti máti at loysa
ósemjuna millum
feløgini – um hon
loysist yvirhøvur.
Hetta er ein nýggj
leið, vit hava valt at
ganga, tá ið ræður um
lønarspurningin, og
eg vóni, at hon førir á
mál, sigur Jákup
Sólstein
SAMRÁÐINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Reið-
arafelag, Jákup Sólstein,
kennir tað ikki sum eitt nið-
urlag, at tey átta limafel-
øgini í reiðarafelagnum nú
skulu samráðast hvørt sær
um lønarspurningin við
Føroya Skipara-og Nav-
igatørfelag.
– Nei, tað geri eg ikki. Vit
hava tosað nokso leingi um
hetta, og tað er fyri so vítt
nevndin, sum eigur upp-
skotið.
Jákup vísir á, at tað
verður reiðarafelagið, sum
fer at koordinera samráð-
ingarnar, sum hann tekur
til.
– Men eg vænti, at tað
verða umboðini fyri hvørt
einstakt felag, sum sjálvi
fara at sita við samráðing-
arborðið, tá ið samráðing-
arnar verða tiknar uppaftur.
Sum formaður í Føroya
Reiðarafelag sigur hann seg
ganga út frá, at verandi
sáttmálar verða grundar-
lagið undir teimum sam-
ráðingum, sum nú standa
fyri framman.
– Tað vóru ikki felags-
reglurnar, sum eru galdandi
fyri fiskimenn, ið skiltu
partarnar. Tí vænti eg ikki,
at hetta verður tann stóri
trupulleikin at loysa, sigur
hann.
Vantandi forstáilsi
Jákup sigur, at orsøkin til,
at nevndin í reiðarafel-
agnum heldur hesa leiðina
– kanska – vera gongda, er,
at tað tykist so ógvuliga
torført at vinna undir land
við øllum feløgunum undir
einum.
– Umstøðurnar eru so
ymiskar, og tí skal forstáilsi
til, um lønarsáttmáli skal
kunna gerast við øll fel-
øgini undir einum.
Formaðurin í reiðara-
felagnum dylur ikki, at
hansara áskoðan er, at
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag ikki hevur víst
neyðuga forstáilsi í hesum
samráðingunum.
– Vit meta tí, at hetta er
einasti máti at loysa ósemj-
una millum feløgini – um
hon loysist yvirhøvur. Hetta
er ein nýggj leið, vit hava
valt at ganga, tá ið ræður
um lønarspurningin, og eg
vóni, at hon førir á mál,
leggur hann aftrat.
Spurdur, hví feløgini nú
skulu samráðast hvørt sær,
tá ið tað onnur ár hevur
eydnast at vunnið undir
land við ølllum feløgunum
undir einum, sigur Jákup:
– Ja, tað er nú einaferð
soleiðis, at einki stendur í
stað, og soleiðis sum støðan
er vorðin, vilja vit vita, um
hetta er ein máti at loysa
knútarnar millum feløgini.
Ísfiskaflotin
Formaðurin í Føroya Reið-
arafelag sigur, at tá ið
verkfall er, verða ísfiska-
skipini altíð rakt beinan-
vegin, meðan eitt nú lang-
faraflotin og pelagisku
skipini í fleiri førum kunnu
sigla, sum um einki var
hent, tí tey antin eru so
langt burtur – ella tí, at tey
kunnu
landa
veiðina
aðrastaðni.
Vit spurdu eisini Jákup
Sólstein, hvussu tað gekst
at fáa Føroya Skipara-og
Navigatørfelag at ganga við
til nýggju leiðina og at
leingja verandi sáttmála
fram til 1. apríl í ár.
– Vit skutu upp at leingja
verandi sáttmála fram til 1.
mars, men eftir uppskoti frá
FSN samdust partarnir
saman við semingsstovnin-
um um at leingja sáttmálan
fram til 1. apríl, sigur for-
maðurin í Føroya Reiðara-
felag.
– Vit viðgjørdu sem-
ingsuppskotið gjølla,
men her var einki at
gera. Tað var ein
samd nevnd, sum
vrakaði tað, sigur
Regin Nónstein, næst-
formaður í Føroya
Skipara-og Nav-
igatørfelag
SAMRÁÐINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Regin Nónstein, næstfor-
maður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag, sigur, at
felagið var slett ikki nøgt
við semingsuppskotið, sum
semingsmenninir, Terji Sig-
urðsson og Jóannes Djur-
huus, løgdu fyri partarnar í
seinastu viku, og sum bæði
FSN og Føroya Reiðara-
felag vrakaðu.
– Nevndin í FSN við-
gjørdi uppskotið gjølla,
men her var einki at gera.
Tað var tí ein samd nevnd,
sum vrakaði tað. Á fundin-
um hósdagin, tá ið vit
skuldu svara semingsstovn-
inum, høvdu vit eitt bræv
við okkum, har vit søgdu,
hvørji viðurskifti vit vóru
sinnaðir at tosa nærri um.
Sostatt vrakaðu vit upp-
skotið, men høvdu sam-
stundis eina hurð á gloppi.
Vit vildu lika sum vísa á
eina gongda leið, um sam-
ráðingarnar hildu fram.
Føroya Reiðarafelag av-
gjørdi eisini á limafundi
hósmorgunin at vraka sem-
ingsuppskotið, men skjeyt
upp, at tey átta limafeløgini
hvør sær tóku upp samráð-
ingar við Føroya Skipara-
og Navigatørfelag.
Úrslitið varð, at feløgini
samdust um at leingja ver-
andi sáttmála fram til 1.
apríl í ár og at taka samráð-
ingarnar
uppaftur
sum
skjótast.
Langt ímillum
Regin Nónstein sigur, at
feløgini hava staðið langt
frá hvørjum øðrum í hesum
samráðingunum, og at tað
serliga er luttøkan í øktum
oljuútreiðslum og sáttmálin
um teir stóru flakatrolarar-
nar, eins og sáttmálin um
ídnaðarskipið,
Sheanne,
sum skilti partarnar.
– Skálaberg hevur havt
ein sersáttmála, men Før-
oya Skipara-og Navigatør-
felag vil hava allar teir
stóru
trolararnar
undir
somu viðurskifti, bæði tá ið
roynt verður í Barentshav-
inum og í Irmingarhav-
inum.
Hann vísir á, at Sheanne
siglir eftir ídnaðarsáttmál-
anum, ið varð gjørdur fyri
teir smáu bátarnar, sum
royndu í Norðsjónum. Hes-
ir høvdu einar 4-6 mans
umborð, men manningar-
talið umborð á Sheanne
liggur millum 9 og 10.
– Tað er krav, at Sheanne
hevur tveir stýrimenn, men
ídnaðarsáttmálin er ikki
gjørdur til tveir stýrimenn.
FSN vildi tí hava, at
Sheanne kemur undir sama
sáttmála sum gamli Jupiter
sigldi undir.
Felags viðurskifti
Regin vísir á, at tað eru
fleiri viðurskifti, sum eru
galdandi fyri øll manning-
arfeløgini, og her er eitt nú
talan um uppsagnarreglur,
avskeiðing og endurgjald.
Somuleiðis er kryvjimask-
inan ein partur.
– Í sáttmálanum millum
Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag er
gjørt eitt protokollát, sum
bert kemur í gildi, um øll
manningarfeløgini kunnu
semjast um tey viðurskifti,
sum eru í protokollátinum,
og her er eitt nú talan um
luttøku í øktum oljuút-
reiðslum og kryvjimask-
inan, sum ætlandi verður
ein frádráttur av óbýttum,
sigur hann.
Nú eingin nýggjur sátt-
máli er gjørdur millum FSN
og limafeløgini hjá Føroya
Reiðarafelag, eru nevndu
viðurskifti
í
umrødda
protokolláti ikki galdandi.
Kom óvart á
Sum
skilst
á
Regini
Nónstein, kom tað púrasta
óvart á Føroya Skipara-og
Navigatørfelag, at Føroya
Reiðarafelag á fundinum
hósdagin skjeyt upp, at tey
átta limafeløgini hvørt sær
skuldu samráðast við FSN
um nýggja sáttmálan.
– Nei, hetta høvdu vit slett
ikki væntað, sigur hann.
Næstformaðurin í FSN
sigur seg ikki duga at meta
um útlitini, nú farið verður
undir nýggjar samráðingar.
– Eg kann tó hugsa mær,
at
onkrar
samráðingar
verða lættari enn annars,
men hinvegin verða felags
reglurnar ivaleyst nøku-
lunda tær somu fyri allar
sáttmálarnar.
Væntaðu samtykki
Regin sigur annars, at FSN
ikki hevði væntað, at
Føroya Reiðarafelag fór at
vraka seinasta semingsupp-
skotið.
– Í okkara leiri lá tað í
luftini, at reiðarafelagið
helst fór at samtykkja
semingsuppskotið, men tað
gjørdi felagið so ikki,
leggur hann aftrat.
Næstformaðurin í Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
vil einki siga um, hvørt
felaga hansara er nøgt við
royndirnar hjá semings-
stovninum í hesum sam-
ráðingunum.
– Nei, tað vil eg einki
siga um, tí hesar samráð-
ingarnar hava verið rætti-
liga truplar, sigur Regin
Nónstein, sum at enda vísir
á, at felagið áður hevur havt
góðar royndir við Terja
Sigurðssyni og Jóannesi
Djurhuus, tá ið farmaskipa-
sáttmálin varð gjørdur.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag:
Vrakaðu – men høvdu hurð á gloppi
– Tað kom óvart á, at Føroya
Reiðarafelag skjeyt upp at
lata limafeløgini samráðast
hvørt sær við okkum, sigur
Regin Nónstein, næstformað-
ur í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag
Mynd: Jens Kr. Vang
Reiðarafelagið samskipar samráðingarnar