týsdagur 15. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 31 - 15. februar 2005
Føroyski marknaðurin í Bretlandi er viknaður nógv sein-
astu árini, men tað verður trupult at byggja ein føroyskan
marknað upp aftur, vísir ein frágreiðing, sum John
Ranani, sendifulltrúi, hevur gjørt. Bretski marknaðurin
var einaferð álitið hjá føroyskum fiskaútflytarum, men nú
eru nøgdirnar ikki bara minkaðar, men harafturat fer ein
stórur partur sum óvirkaðar ella hálvvirkaðar fiskavørur.
Og prísirnir verða tí lágir.
Sum dømi kann nevnast, at samstundis sum íslendingar
fáa hálva triðju krónu fyri íslendsku hýsuna, fáa føroyskir
útflytarar bara gott og væl 1,80 krónur í meðal fyri kilo.
Meginparturin av teimum 16.000 tonsum, føroyingar
fluttu úr til Bretlands ífjør, eini 13.000 tons, var heil, ísað
hýsa. Taka vit toskin, var ein triðingur av útflutninginum
fryst fløk, samstundis sum tveir triðingar var heilur, ísaður
toskur.
Ein reyður tráður í kanningini er, at vit fá ov lítið fyri okk-
ara dýrabara tilfeingið, sum átti at fingið ein nógv betri
prís, tá vit hugsað um, at fólk, ella brúkararnir, gerast alt
meira og meira tilvitandi um heilsu og hvussu gott tað er
at eta fisk, um vit samanbera við kjøt og ymiskar skund-
verðar.
Íslendingar hava tí lagt á ein annan bógv í Bretlandi og
hava ment sín marknað har. Teir hava síni egnu virki, sum
virka fisk og fiskavørur til tey stóru handilshúsini, sum
hava deildir kríng alt landið.
Tilmælið hjá sendifulltrúanum er, at vit virka hýsuna og
toskin meira og øðrvísi, soleiðis at vit fáa meira fyri
okkara tilfeingi. Hesum kunnu vit taka undir við, og fyri
so vítt er hetta ikki nakað nýtt, men eitt evnið, sum Sosial-
urin ferð eftir ferð hevur tikið fram seinastu 25 árini.
Ofta í orðaskifti við gomlu Fiskasøluna og stjóran har,
Birgir Danielsen, sála, sum eftir okkara tykki viðhvørt
kundi tykjast í so afturhaldssinnaður, tá tað snúði seg um
spurningin at virðisøkja fiskin meira. Men tá høvdu vit so
eina Fiskasølu, sum eisini sá týdningin at hava eitt virki
nærhendis marknaðinum, og tí bygdi upp fiskavirkis-
fyritøkuna Chaldur í Stórabretlandi.
Nú verður ásannað, at vit áttu havt eitt líknandi virki nærri
marknaðinum. Eisini mugu vit ásannað, at føroyingar
bóru seg illa at, tá virkið í Bretlandi glapp av okum av
hondum í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni í 90-
arunum, tá fyrst Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya
Banka, og danski virkiseigarin, Uhrenholdt, keyptu virkið
og seinri seldu tað aftur til íslendska Coldwater.
Seinastu dagarnar er fleiri ferðir staðfest, at Realurin legði
seg eftir at bjarga skipum, so øll tey góðu skipini ikki fóru
av landinum. Tíverri mugu vit ásnna, at tað sama hendi
ikki við hesum virðunum, Fiskasølan hevði bygt upp í
Onglandi, hóast røddir ávaraðu ímóti tí, at virkið glapp
okkum av hendi.
Hetta er søga nú, og vit eiga at taka orðaskifti upp um,
hvussu vit aftur kunnu byggja upp ein góðan marknað við
vørum, sum vit fáa meiri fyri, so íkastið til føroyska
búskapin verður størri, tí tað er neyðugt, vit skulu skapa
ein sjálvberandi búskap. Um hetta mugu land og vinna
samstarva, sum John Rajani so greitt mælir til.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Søgulig misgerð hevnir seg -
Mugu byggja upp av nýggjum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sólvit Simonsen
Eg síggi nú í bløðunum, at
tú er mestsum í villareiði av
ítróttarhøllini, ið ætlanin er
at byggja. Eg skilji hetta
ikki so væl við tað, at nú er
nokkso long tíð fráliðin,
síðan tú fortaldi fyri mær,
at tú hevði sjálvur verið í
landsstýrinum og ornað
paragraffin og nú var klárt
at undir høllina. Nú er
drúgv tíð gingin, síðan
farið varð undir fyrireik-
ingar til Ítróttarhøllina, so
tað mátti borið til at sett
pengar av til verkið. Hvat
innlit tú hevur í Sands
kommunu veit eg ikki, men
tú eigur at finna tær sann-
leikans keldur, tí Sands
kommuna er opin. Vit fáa
referat frá øllum komm-
unufundum, somuleiðis fáa
allir borgarar roknskap, so
halt teg til sannleikan.
Skopunar kommunu veit
eg ikki beskeð um, so har
gangi eg út frá at tú sigur
sannleikan. Eg havi kannað
prísin á einari ítróttarhøll
og er hasin prísurin, sum tú
upplýsir, ikki skrivaður við
penum penni.
Tað er annars gleðiligt
við tí góða samstarvi í
oynni, har hvør svarar
hvørjum sítt. Jú Gerhard,
vit eiga øll í oynni ein
fagran ungdóm, tú skuldi
verið við til dystirnar á
Meginskúlanum og sæð
hesar ungu skopuningarnar,
hvussu raskir teir eru at
spæla fótbólt, so hevði tú
helst havt hug at givið
teimum betri umstøður.
Víðari skrivar tú, at tú
ætlar ikki at avreiða tína
heimbygd, tað er soleiðis
vorðið við avreiðing, at tað
krevur ein dugnaligan skip-
ara at standa við róðrið fyri
at leggja í fisk; men liggur
tú við turrum dekki, so er
ikki nógv at avreiða.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
At borgarstjórin óbeinleiðis
hóttir, havi eg fullan rætt til
at halda, tá ið eg lesi grein-
ina í Sosialinum tann 22.
januar og við at lesa grein-
ina hjá borgarstjóranum í
Dimmu 8. februar, undir-
byggir tað bert mína fatan
av óbeinleiðis hóttanum.
Óalmennur
býráðsfundur?
At samla alt býráði til ein
óalmennan fund fyri at
viðgera mína grein frá 24
januar í fjølmiðlunum,fati
eg sum, at onkur følir seg
raktan av greinini.
Síðani hendur tað marg-
háttliga, at referat frá ein-
um óalmennum fundi kem-
ur í fjølmiðlarnar, har
nøvnini hjá øllum býráðs-
liminum uttan navni hjá
borgarstjóranum
standa
undir.
Tað verður áhugavert at
síggja tey komandi fýra
árini, hvat kemur út frá bý-
ráðsskrivstovuni til fjøl-
miðlarnar, frá óalmennum
býráðsfundum á Tvøroyri,
har persónsmál verða við-
gjørd.
Óbeinleiðis hóttan
Hvat er nú tað. Jú, eg lesi
tað sum eina óbeinleiðis
hóttan, tá ið borgarstjórin
22. januar sigur, at tað er
ikki fremjandi fyri sam-
starvið,
at
Hvalbiar-og
Fámjins kommunur við-
gera
eina
áheitan
frá
Landsstýrinum og í Dimmu
8. februar skrivar, at bý-
ráðslimir á Tvøroyri skulu
umhugsa sýna støðu í bý-
ráðnum, tí teir gera við-
merking til grein undir
heitinum "Borgarstjórin á
Tvøroyri hóttir als ikki
nakrar kommunur í Suð-
uroy."
Eftir hesari greinini frá
borgarstjóranum fær mann
tað fatan, at gera býráðs-
limirnir ikki sum borgar-
stjórin dikterar, ja, so blíva
teir blakaðir úr samgong-
uni.
Men tað er hóast alt seks
býráðslimir og bert ein
borgarstjóri í samgonguni.
Livst so spyrst
Framferðarhátturin hjá borgarstjóranum
á Tvøroyri
Góði Gerhard