Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 11 Hans Birgir Hansen H.A.F. limur í Havn Tað er avgerandi neyðugt at fáa framt dagføringar av teim galdandi donsku lóg- gávum/skipanum við kongaligari fyriskipan og anordning eins og tær útlendsku í dag! Tað er avgerandi neyðugt at fáa framt eina búskaparliga, samfelags, handils, vinnu- liga og útbúgvingarliga javnvág og hvat ið arbeiðs- vikutímatali viðvíkur! Tað er avgerandi neyðugt at fáa fyribeint forðingar, ið ar- beiðsleysu/tøku hava at dragast við undir Als- og Almannastovuskipanum, so øll sleppa aftur til ar- beiðis! Tað er eingin, ið doyr av at arbeiða/starva og vinna til lílvsins uppihald, ístaðin fyri at vera undir nevndu skipanum, ið skapa ar- beiðsleysu/tøku kreppur/ trupulleikar! Tað er einki framt av politiskum tiltøkum fyri at skapa javnvágina og mill- um heimini og arbeiðs- plássini, so vit fáa skapt tilverugrundarlig lønmót- takarar í Føroyum! Tað er tá slíkt er framt, vit skapa familjur og ein- støku fíggjarliga grundar- lagið og sosiala trygdarnet- ið og vælferðina skapa løn- móttakarar sjálvir í øllum Føroyum! Tað er funnist harðliga at fakfelags for- kvinnum/monnum/limum, ið ikki sýna nakran sam- huga, solidaritet við teim arbeiðsleysu/tøku limum í øllum Føroyum! Tað hevði einki arbeiðsloysi verið í øllum Føroyum, fingu vit greitt fakfelags ruðuleikar og steðgað teim, ið eru far- in tvørtur um øll fakmørk tíma/mánaðarløntu! Hetta er í stríð við fakfelagslógir/ viðtøkur hjá fakfeløgum tá óskipaðu/skipaðu í fakfe- løgum bera seg soleiðis at ið skuldu verði rend úr fakfeløgunum í dag! Eg síggi fleiri sjálvstøðugt vinnurekandi fólk taka í dag arbeiðir/størv frá ar- beiðsleysu/tøku saman við bíligu føroysku/útlendsku arbeiðsmegi í Føroyum! Eg komi at fylgja slíkum og øðrum sjónarmiðum upp í lesarabrøvum og kjaktorg- unum á interneti og úti í millum manna, tá kjakið skal vera seriøst skipað í dag! Firouz Gaini Í tí føroyska vinnulívin- um hava vit, sum blað- stjórin í Vinnutíðindum eisini hevur sagt, tvíbýtt monopol í nógvum vinnugreinum, t.v.s. at einans tveir stórir aktør- ar eru á marknaðinum; til dømis innan telesam- skifti, bankavirksemi, trygging og ølbrygging. Sama var galdandi í loftferðsluni, líka til Maersk gavst at flúgva til Føroyar í 2004. Best hevði verið at havt nógvar aktørar á markn- aðinum, tvíbýtt mono- pol er til at liva við, men rein monopolstøða er ikki ynskilig. Flestøll fegnast sjálv- andi um framgongdina hjá Atlantic Airways, at felagið veksur og opnar nýggjar flogrutur, men tað er púra burturvið, at ein (apex) ferðaseðil til Keypmannahavnar skal kosta umleið 3.400 krónur í 2005. Felagið hevur skund, nú skulu ferðafólkini fíggja stórar verkætlanir, og kapping- arneytar haldast langt vekk. Prísirnir eru farnir upp, hóast sagt varð, at teir helst fóru niður. Ein (retur) ferðaseðil úr London til Kina kostar tað sama sum ein Før- oyar-Danmark-ferða- seðil hjá Atlantic Air- ways! Og fyri somu upphædd kann ein fara einar 3-5 ferðir úr Keyp- mannahavn til London. Vónandi kemur okkurt íslendskt, danskt, norskt, ella annað flog- felag, at kappast við At- lantic á Føroyarutuni, tí tað eru vanligu ferða- fólkini (tey, ið betala úr egnum lumma), sum eru tapararnir sum støðan er nú. Príspolitikkurin hjá Atlantic er eisini alt annað enn rættvísur. Hvør er komin við tí tápuliga hugskotinum, at tvey fólk skulu noyð- ast at ferðast saman fyri at fáa lækkaðar ferða- prísir? Og hvussu ætlar Atlantic at verja, at til- boðini hjá teimum mangan bara eru gald- andi fyri ferðir annan vegin, til dømis til Dan- markar á jólum (og ikki til Føroyar)? Eg skilji væl, at felagið ynskir at fylla flogførini, men er hetta ikki samstundis at halda ferðafólkini fyri gjøldur? Er tað yvir- høvur lógligt? Vit kunnu bara sita og vóna at í minsta lagi eitt av hesum fer at henda skjótt: At Atlantic við- gongur, at umleið 3.400 og 2.600 krónur fyri ávikavist apex- og viku- skiftisferðir til Dan- markar, er alt ov dýrt. At annað felag tekur kapp- ingina upp við Atlantic. At ferðafólk fáa al- mennan studning til at sleppa av landinum. Í eini framkomnari tjóð eigur at vera lætt at sleppa til og úr landin- um. Og tað er ikki gald- andi fyri Føroyar anno 2005. Loftferðsla uttan kapping VIÐMERKINGAR Arbeiðs- & búskaparstøðan í Føroyum! Øssur Bæk og Jó- hannus Andreasen fara hesa vikuna at hava tvær konsertir TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Øssur Bæk og Jóhannes Andreasen eru millum fremstu tónleikarar okkara. Báðir hava teir, ávikavíst sum violin- og klaverleik- ari, bergtikið okkum sum solistar við m.a. Symfoni- orkestrinum og í úrmæl- ingabólkinum Aldubáruni. Báðir eru teir royndir tónleikarar við altjóða út- búgvingum og royndum. Øssur traðkaði sínar barnaskógvar sum Suzuki- næmingur í Keypmanna- havn, meðan Jóhannes byrjaði klaverspæl sítt hjá megnar kvinnuni Rigmor Restorff, sálu. Síðani førdi evni teirra til framhaldandi tónleikalestur kring Evropu. Øssur Bæk byrjaði á tónlistarskúanum í Odense og fór so víðari til navn- frama Liebermann í Ut- recht, har ið hann tók enda- ligt prógv. Jóhannes Andreasen læs í Wien og hevur hann m.a. nomið sær framhaldandi kunnleika hjá Feuchtwanger í London. Hóast hesir báðir hava verið víða um við list síni, so eru teir trúgvir móti føroyskum tónelikaum- hvørvinum. Báðir vóru við til at stovna yrkistón-lista- bólkin Aldubáruna og hava teir eisini fyrr spælt saman í Konsertfelagsins høpi. Hesaferð er tað m.a. stórverkið "Kreutzersonat- an" hjá Beethoven, ið er á skránni. Fyrra konsertin verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið, og seinna konsertin verður í Læraraskúlahøllini leygar- dagin. Atgongumerki til konsertingar fáast hjá kunningarstovunum kring landið. Húsið, sum hevur matstovu, kunning- arstovu, gávubúð og møguleikar at halda ráðstevnur, letur upp í summar FERÐAVINNA tíðindaskriv Í farnu viku varð húsið sum Partafelagið Vestmanna Ferðavinnufelag (Vest- manna Tourist Centre) byggir í Vestmanna, reist. Húsini standa við bátahylin Inni á Fjørð, júst har sum bátarnir sum sigla útferðir undir Vestmannabjørgini hava sínar fráferðir. Húsini eru stór, umleið 300 fer- metrar tilsamans í tveimum hæddum, og í matstovuni í neðra er pláss fyri umleið 70 fólkum. Ein spurnarkanning sum fyrireikararnir gjørdu millum ferðafólkini síðsta summar vísti, at stórur áhugi er fyri húsinum. Ætl- anin er at hava nógvan føroyskan mat í matstovuni so sum fisk og grind, sum ferðafólk fegin vilja royna. Men annar matur verður eisini at fáa. Í gávubúðini verða ymisk tinganeyst at fáa. Ætlanin er, at Vest- manna Tourist Centre skal lata upp 1.mai í ár. Klassiskar konsertir Ferðavinnumiðstøðin í Vestmanna reist Øssur Bøk og Jóhannuse Andreasen verða báðir roknaðir millum fremstu tónleikararnar her á landi Eftir ætlan skal nýggja ferðavinnumiðstøðin lata upp 1. mai