týsdagur 15. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 31 - 15. februar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. februar, Faustinus, deyður umleið ár 120. Brøðurnir Faustinus og Jovita í
Brescia í Norðuritalia vórðu píndir og tiknir av døgum.
Góða Másomma. Eg vil byrja við at
takka tær fyri alt tú hevur verið fyri meg
og okkum øll í húsinum. Takk fyri at tú
vart hjá okkum í 10 ár og passaði meg
tá, eg var lítil, so mamma kundi arbeiða.
Tú hevur lagt nógv gott í meg og hini
ommubørnini. Eg havi so nógv góð og
rík minnir um teg, sum vit báðar hava
havt saman. Minnist aftur á, hvussu ofta
eg var í Sumba við tær og ferðaðist.Tað
var so stuttligt at sleppa at hoyggja
saman við tær eysturi í Rætt. Eisin
dámdi mær altíð so væl at lurta eftir, tá
tú fortaldi um hendingar frá gomlum
døgum av, og hvussu tað var at liva tá í
tíðini. Tú dugdi so væl at greiða frá, at
man sá alt so livandi fyri sær.
Másomma, eg sakni teg so ómetaliga
nógv. Nú stendur Billhús í Sumba tómt.
Minnist hvussu fjálgt tað var at koma
suður til tín. Tú dámdi so væl at fáa vitj-
an av tínum kæru, og føldu vit okkum
øll sum heima hjá tær. Blíðskapurin var
stórur og nýttu vit hvørja løtu saman við
tær. Hjá tær vóru øll vælkomin. Hóast tú
treivst væl norðanfjørðs, so lá Billhús
tær altíð nærmast at hjarta.
Másomma, tú vart ein Gudrøkin kvinna,
sum eg altíð minnist lesa úr Guðs Orði.
Minnist hvussu væl tú dámdi at fara til
Nesvíkar við Sjómanskvinnuringinum í
Sumba á legu. Ja sjálvt um tú vart blivin
gomul av árum, so gleddi tú teg sum eitt
barn og livdi leingi uppá tey upplivilsir
tú fekk har. Tær dámdi so væl at verða
har, sum Guds orð var at hoyra. Tað var
uttan iva tín sterka trúgv, sum helt tær
uppi, tí tað var ikki altíð so nemt hjá tær
omma. Tú komst ikki gjøgnum lívið,
uttan at hava upplivað djúpar sorgir tætt
inn at tær, hugsi um at tú misti ein son
og einastu dóttir tú fekk, bæði sum smá-
børn. Eisini bleivst tú einkja fyri nógv-
um árum síðan, hvar tú bleiv bæði
mamma og pápi at synum tínum.
Sjálvt um tú vart blivin gomul, so
vildi tú klára teg sjálva, og tað
gjørdi tú eisini avbera væl. Heim-
ið var altíð væl ansað. Tú vart tann
typan, sum ikki dámdi at verða
bundin av nøkrum. Ein sterk
kvinnu-fyrimynd, vart tú! Hend-
urnar hevði tú sjáldsama góðar og
eisini fylgdi tú so væl við í øllum
samfelagsviðurskiftum, so tú
kundi snakka við um alt, bæði
politik og ítrótt.
Tú hevur altíð fylt so nógv í
familjuni, tí øll hava verið so góð
við teg og tú við okkum. Tað var
so deiligt at hava teg millum
okkum, tí tað var altíð okkurt á
skránni, tá tú vart nær. Nógvar
stuttligar løtur hava verið, tí
omma tú vart altíð so kvik í
orðum, lívsglað og skemtilig. Tað
umsorgan tú hevði til okkum øll í
familjuni, boðar frá tínum hjarta-
lag og kærleika til hvønn einstak-
an av okkum. Minnist hvussu tú
altíð ringdi norðureftir fyri at vita,
um øll høvdu tað gott.
Kamarið, sum var títt kamar hjá okkum,
stendur tómt nú. Tað kennist tungt at
vita, at tú aldrin kemur aftur á vitjan,
sum tú vart so von við, men nú vart tú
blivin troytt omma. Aldurin var farin at
krevja sítt, og var tað tungt at síggja teg
vikna burtur, eftir at tú fekk heilabløð-
ing. Tó fingu vit mangar góðar løtur
saman við tær undir sjúkraleguni. Sjálvt
um tú onki fekk sagt, dugdi tú at vísa
okkum hvat tú meinti við. Ja sjálvt með-
an tú lá á Røktarheiminum, sýndi tú
okkum tann vælkenda kærleika og um-
sorgan, sum er stórliga saknaður nú tú
ikki ert millum okkum meir. Um eg var
kedd, so kelaði tú mær eftir kjálkanum
og turkaði okkurt tári burtur, tí tað var
mangan hart at síggja teg vikna burtur
omma. Tú vart ein klók kvinna og dugdi
uttan iva at síggja, at tað gjørdi okkum
kedd og royndi tú at gera títt fyri at ugga
sum best, sum tú altíð vart klár til. Tá vit
komu at vitja teg, so tók tú í hondina á
okkum og smíltist. Ja tú dugdi at vísa, at
tú kendi okkum væl, sjálvt um tú ikki
fekk sagt tað.
Tað var so nógv annað eg kundi nevnt,
men velji at steðga nú. Hóast stóran
sakn eftir teim sum eru farin undan
okkum, so er uggi at finna, at ein dag,
so hava vit øll møguleikan at síggja
okkara kæru aftur heima hjá Gudi. Til
endans vil eg siga tær takk fyri allan
kærleika, umsorgan og fyri at vit altíð
kundu líta á teg í øllum. Takk fyri alt,
góða Másomma!
Við virðing
Ása
Í dag, týsdagin 15. februar,
fyllir Pætur Hjørtur Háberg
í Hoyvík 50 ár.
Pætur er havnarmaður,
sonur Hjørdis, f. Næssaa,
og Petur W. Háberg.
Eftir lokna skúlagongd
fór hann á háskúla í Haslev.
Áðrenn tað hevði hann sum
15 ára gamal longu verið
ein túr til skips við gomlu
Sólborg. Leiðin gekk síðani
á handilsskúla í Danmark.
Hann var eisini nakrar túrar
til skips í hesum tíðarskeið-
inum.
Hann fór síðani í skriv-
stovulæru á Føroya Fiski-
mannafelag. Síðan 1. mai
1980 hevur hann starvast á
Elektron, har hann í ár kann
halda sín 25 ára starvsdag.
Hann er giftur við Annu,
f. Eldevig, úr Fuglafirði.
Børnini eru: Petur, Krist-
ina, Guðrun og Hjørtur.
Pætur er musikalskur
sum fáur, og hevur hann sín
heilt serliga stíl. Tú lærir
nógv av at sita og lurta eftir
tónleiki saman við honum,
og tað er eins og ein heilt
annar tónleikaheimur opnar
seg fyri tær. Ein lærir at
lurta øðrvísi. Hettar sæst
best á hansara yngsta soni,
sum kann sita saman við
pápanum og lurta, spæla og
syngja løg eftir Steely Dan.
Pætur hevur spælt nógv
saman við Nicodemussang-
bólkinum, sum var í 70 og
80-unum. Í dag spælir
hann mest í samkomuni
Lívdini, har tey í 2003 vóru
á eini sera góðari konsert-
ferð í Írlandi. Eisini var
hann ein dyggur stuðul við
útgávuni av fløguni »Eg eri
ein K«, har hann við sínum
kræsna musikalska oyra
stuðlaði til, at framleiðslan
bleiv so góð sum gjørligt.
Pætur hevur eisini stóran
áhuga fyri fótbólti. Í ensk-
um fótbólti heldur hann við
Liverpool, og innan før-
oyskan fótbólt er hann íðin
HB viðhaldsmaður.
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 50 ára degnum.
X.
Minningarorð
um elskaðu ommu mína
Thomasia Kjærbo
Sumba
Pætur Háberg 50 ár
Lag: Klynke og klage
1
Sorgarboð tungu nú ganga um landið,
ei er tað fyrstu ferð, at hetta sker,
slitið bleiv kærasta hjúnabandið,
sonur við pápa í ferðini er.
2.
Tveir vóru bundir við brøðranna bandi,
fýra í tali var manningin øll,
um middag »Louisa« hon legði frá landi,
klikkini hoyrast so títt og so snjøll.
3.
Gingu tey saman í svikaráðum
stormurin sterki og aldan harvið,
týna vit skulu alt manndómsins verkið,
ikki eitt borð lata eftir eg vil.
4.
Brúsandi aldan móti klettinum brýtur,
sigrandi hásong hon syngur í dag,
vinmaður hennara stormurin súsar,
verk teirra fella so væl tá í lag.
5.
Østust tey upp tá í megi og veldi,
ongin á foldini sá teirra neyð
uttan tann skúmandi – froysandi bára
og onkur fuglur á leiðini fleyg.
6.
Manga tit veiðina drógu av grunni,
tykkara lutur at fiska jú var,
hana so væl tú í skutunum goymdi,
til hon sum silvur á støðini lá.
7.
Veðrið tað versnar, sum dagurin líður,
tá kvøldið er komið, tá vorðin er ónd,
barnið tað trýstir andlit mót rúti,
starir ta út í ta kolasvørtu nátt.
8.
Báturin var millum okkum eitt prýði
stórur og sterkur og vakur hartil,
aldurnar skar hann og streymarnar stríðu,
mangur í bygdini sakna hann vil.
Christian M. Christiansen
Sorgardagurin 14. februar 1944
Tann 14. februar 1944 var
sorgardagur fyri Porkeris
bygd, tá maskinbáturin
»Louisa« gekk burtur við
fýra monnum, og teir vóru:
Dánjal Pauli Veihe (Palli í
Køkini) og sonur hansara
Símun og so brøðurnir á
Heyggi, Hans og Johannes
Godtfred.
Tá 50 ár vóru liðin í febr-
uar 1994, var minningarfrá-
søgn um hesa hendingina
og somuleiðis tveir sangir,
sum vóru yrktir í 1944 um
skaðatilburðin.
Men seinni er tað komið
fram, at ein triði sangur
eisini varð yrktur um hesa
vanlukkuna, men hann er
ongantíð komin alment
fram, og tann sum yrkti
henda sangin var abbi okk-
ara, Christian M. Christian-
sen, Porkeri.
Soleiðis sum pápi okkara
Johan Christiansen, Por-
keri, nú 93 ár, minnist
sangin, verður hann prent-
aður her.
Er tað onkur, sum hevur
henda sangin í varðveitslu
ella minnist okkurt brot,
sum ikki er við her, verður
viðkomandi
vinarligast
biðin um at gera vart við
seg.
Heilsan
Kristina Magnussen
Vágur 7. febr. 05