týsdagur 15. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
LIST
Snorri Brend
Veðrið var ikki av tí besta,
men tað helt kortini ikki
tveimum
listakønum
monnum aftur í at fara út úr
bilinum eina løtu.
Seinnapartin leygardagin
hittust listamaðurin, Hans
Pauli Olsen og Helgi Fossá-
dal, nýggjur listarligur leið-
ari í Listasavninum.
Teir skoðaðu eitt av
mongum verkum hjá Hans
Paula
–
standmyndina
»Fría Fríða« sum varð av-
dúkað í juni mánaði í fjør.
hon stendur á tí vakra økin-
um nærhendis Skansanum í
Havn.
Hans Pauli er í Føroyum í
løtuni í samband við annað
arbeiði.
Teir báðir hava helst
mangt at práta um.
Í døgunum frá 8. til 20.
februar 2005 skipar Tórs-
havnar Kvøld- og Ung-
dómsskúli
fyri
trimum
framsýningum undir heit-
inum »Spírandi list« í
Smiðjuni í Lítluvík.
Leygardagin 12. februar
lat onnur framsýningin upp
í Smiðjuni.
Opið
er
soleiðis:
Leygardagin
10-18,
sunnudagin,
15-18,
mánadag - mikudag 12-18
Næmingarnir ganga á
Tórshavnar
Kvøld-
og
Ungdómsskúla í Havn og í
Kollafirði.
Teir skoða verkið
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
Onnur av trimum framsýningum í Smiðjuni
Tey sum sýna fram í
Smiðjuni. f.v. Eigil Lyngsø,
Havn, Trygvi F. Guttesen,
Havn, Louisa A. Fjallsbak,
Havn, Anna Hansdóttir,
Havn, Charlotta Rasmussen,
Funningsfjørður, Ólavur
Thomsen, Havn, og Randi
Gunnarsdóttir, lærari, úr
Havn
Hesi vanta á myndini: Anna
Maria Nyby, Havn, Hans
Poulsen, Havn Heidi Joensen,
Havn, og Ingrid Gregersen úr
Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Frítíðarfelagið »Føroyskir
Mærsk Siglarar« hevði
ársaðalfund á Føroya Sjó-
mansskúla leygardagin 12.
februar.
Á aðalfundinum var mill-
um annað ásetan av navni
og búmerki til felagið á
skránni.
Í fjør var navna og bú-
merkjakapping
útskriva
ímillum limirnar og komu
fýra uppskot til navn og
búmerki inn.
Aðalfundurin samtykti at
taka eitt av innkomnu upp-
skotunum, og hevur Felag-
ið nú broytt navn til Frítíð-
arfelagið Antares.
Somuleiðis hevur Felagið
fingið
búmerki,
sum
ímyndar navn felagsins og
eina kumpassrósu í før-
oyskum litunum
Eisini var nýggj nevnd
vald á fundinum og hevur
nývalda nevndin skipa seg
við Meinhard Jacobsen
sum formanni, Andras S.
Gregersen og Jørgen F.
Andreasen sum næstfor-
monnum, Thomas Lamba-
stein
sum
roknskapar-
leiðara og Martin Frederik-
sen sum skrivara.
Frítíðarfelagið Antares,
hvørs endamál er at røkja
felags áhugamál, hjá teim-
um føroyingum, ið starvast
A.P. Møller – Mæarsk A/S,
var stovna seinasta summ-
ar, og hevur í dag góðar 100
limir.
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ
Snorri Brend
Eitt av málunum á stýris-
fundinum í Norður-landa-
húsinum í farnu viku var
ein spennandi ætlan, sum
verður í Føroyum í næstum.
Hetta er ein ætlan, sum
upprunaliga er sett í verk av
ST-stovninum UNESCO.
Sum ein part av víttfevnda
arbeiði
sínum
arbeiðir
stovnurin eisini við at
menna kynstrið at siga frá
søgum.
- Hetta er nakað sum er
horvið í mongum londum,
men hetta finst enn her í
Føroyum. Tað mugu gera
alt fyri at varðveita her,
sigur Niels Halm, stjóri í
Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er her at fara inn
í eitt samstarv við m.a.
Rithøvundafelagið
og
Grímu um at skipa fyri
hesum tiltakinum, sum
kallast "World Storytell-
ing" og sum verður fyri-
skipað í næsta mánaði.
Ætlanin er at fáa søgu-
fróð fólk úr Danmark at
koma hendavegin í sam-
bandi tiltakið. Hesi kunnu
so saman við fróðarfólki
her, tosa saman um, hvussu
vit kunnu varðveita hetta
serstaka kynstrið í fram-
tíðini.
Siga frá søgum í Føroyum
Maersk varð til Antares