týsdagur 15. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 31 - 15. februar 2005
Teir 250 menninir,
sum fóru til Íslands at
gera flogvøllin í
Reykjavík í 1944, ætla
nú at hittast aftur. Nú
verður leitað eftir
monnunum, sum
vóru við
ENDURSAMEINING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tíðliga á sumri 1941
stevndu 250 mans úr øllum
Føroyum av Havnini til
íslands. Har arbeiddu, ótu
og svóvu teir saman í
tríggjar mánaðir.
Síðani hava teir ongantíð
sær hvønn annan aftur.
Men nú leita hesir gomlu
íslandsfarararnir
eftir
hvørjum øðrum.
Eyðvitað eru fleiri av
teimum farnir undir grønu
torvu, men nú verður leitað
eftir teimum, sum eru eftir.
Eftir øll hesi árini er nú
ætlanin at hittast okkurt
kvøld at minnast gamlar
dagar.
Tað var í mai mánaði í
1941 at Løgtingið lýsti í
føroyskum bløðum eftir
heili 800 føroyingum at
fara til Íslands at arbeiða.
– Ætlanin var at vit
skuldu arbeiða upp á veg og
annað fyri bretsku hermeg-
ina í Íslandi, sigur Thor-
bjørn Lisberg í Trongis-
vági, sum er ein av monn-
unum sum var við í Íslandi.
Hann er eisini ein av
teimum, sum nú eftir hesi
64 árini, hevur tikið stig til
at savna allar hesar gomlu
íslandsfararnar aftur til eitt
hugnakvøld.
Lønin, sum hesir menn
skuldu fáa, var tann sama,
sum íslendskir arbeiðs-
menn fingu og tað var 196
íslendsk oyru um tíman.
Men so fingu teir eisini
stór tjøld at sova og bú-
leikast í. Matin máttu teir
sjálvir betala, men bretska
hervaldið hevði kokkarnar
til taks.
Ferðin aftur og fram við
skipi var ókeypis og teir
sum komu av bygd, fingu
eisini ókeypis ferðaseðlar
til Havnar.
Bara menn í góðum árum
úr 20 upp í nøkur og 50 ár
kundu søkja og teir skuldu
vera
fult
arbeiðsførir.
Áhugaðir skuldu møta í
sjónleikarahúsinum í Havn
og teir máttu sjálvir hava
proviant til ferðina yvir til
Íslands og til nakrar dagar
afturat.
Hvør maður fekk eisini
tvey teppi at hava við til
Íslands.
Umframt arbeiðsmennin-
ar, var eisini Joen Rasmus-
sen, løgtingsmaður úr Sør-
vági við sum alment umboð
fyri Føroyar.
Hann hevði eisini ein
skrivstovumann við sær
umframt Jacob Bernhard
Joensen, sum skuldi verða
eitt slag av politisti á
ferðini - men honum var
ongantíð brúk fyri, tí allir
samdust avbera væl.
Thorbjørn Lisberg sigur,
at hann var staddur í
Sumba, tá ið pápi hansara
ringdi suður og fortaldi
honum, at lýsing hevði
staðið í bløðnum, har søkt
varð eftir monnum at fara
til Íslands.
– Tosað var nógv um
hetta og endin var, at Thor-
bjørn Lisberg søkti, saman
við rættiliga nógvum øðr-
um suðuroyingum.
Tilsamans fóru 250 før-
oyingar til Íslands í hesum
sambandi og teir fóru til
Íslands við einum enskum
krússara.
Teir loystu frá landi, men
vendu aftur og endaði á
Skálafjørðinum, har teir
lógu í nakrar dagar.
Orsøkin var, at týskarar
høvdu søkt stóra, bretska
krígsskipið, Hood, í Grøn-
landsfjørði og av tí sama
vóru rættiliga nógv herskip
vestan fyri Føroyar.
Teir loystu kortini aftur
frá landi nakrar dagar
seinni, tá ið tað varð blivið
meiri friðaligt og teir komu
til Íslands í øllum góðum.
Gjørdu flogvøll
Í Íslandi skuldu teir gera
flogvøllin
í
Reykjavík
størri, tí teir høvdu brúk
fyri hann til hernaðarflog-
før og tað var hann ov lítil
til.
Har vóru hundraðtals ar-
beiðsmenn, men vit vórðu
býttir sundur í fleiri lið og
har vóru vanliga bæði før-
oyingar, íslendingar og
nakrir onglendingar í hvørj-
um liði.
Teir búðu allir í tjaldi
ímeðan teir vóru í Íslandi,
fimm, seks mans í hvørjum
tjaldi. Tjaldlegan stóð beint
við har, sum Perlan í
Reykjavík er nú.
Thorbjørn hevur bara alt
gott at bera bretunum, tí
teir vóru góðir at arbeiða
við.
Á tí eina liðnum vóru so
nógvir suðuroyingar, at tað
varð bara rópt Suðuroyar-
liðið.
Thorbjørn minnist at
tíðin í Íslandi var góð. Teir
arbeiddu nógv, men tá ið
teir høvdu frí, plagdu teir at
fara inn í býin og serliga
væl dámdu teimum at fara í
biograf í Reykjavík ella
enntá í Havnarfjørði.
Serliga væl minnist Thor-
bjørn ein eldri ongilskan
heryvirmann, sum varð so
ógvuliga góður við føroy-
ingarnar - og teir við hann.
– Hetta var ein ógvuliga
dámligur og smílandi mað-
ur og tá ið vit skuldu fara
heimaftur, hevði Niclas
Jensen úr Hvalba yrkt ein
sang til hendan bretska
yvirmannin.
Sangurin var yrktir til
lagið á enska tjóðsanginum
og hann dugur Thorbjørn
uttanat enn. hann ljóðar
soleiðis:
Nu skilles vi fra jer,
vi mødes aldrig mere,
i verden her.
Tak for de minder kær,
alt vi har lært af jer
vi glemmer aldrig jer,
hav tak for alt.
Farvel vor ven så god
Nu drager við imod,
vort fædreland.
Når minder strømmer frem,
vi tænker tit på Dem,
vi glemmer aldrig jer,
hav tak for alt.
Johan Andreas Sunberg úr
Vági, var stinnur í enskum,
týddi sangin til enskt, so vit
sungu hann fyri hesum
vældámda, enska yvir-
manninum,
áðrenn
við
fóru.
– Tá var hann rørdur,
sigur Thorbjørn Lisberg.
Teir komu aftur til Før-
oya við norska amerika-
bátinum, Bergensfjord. Tað
vóru heili 4000 fólk við úr
Íslandi hesa ferðina.
Umframt føroyingarnar
og hermenn, var eisini ein
týskir
krígsfangar
við.
Talan var um manningina
av eimum kavbáti, sum
bretar høvdu søkt undir
Íslandi.
Teir vóru ikki heilt álvi-
ligur við standin og tað
varð nógv tosað um vandan
frá minum og flogførum.
Tá ið teir sigldu heim,
leikaði kríggið á sum harð-
ast og skipini sigldu bøla-
myrk.
Ætlanin var, at teir skuldi
sigla á Havnina. Men tá ið
teir nærkaðust Føroyum,
óraðu menninir ilt, tí ein
norskur yvirmaður spurdi
ein av føroyingum, hvat tað
var fyri nes, skipið skuldi
sigla framvið á veg til Før-
oyar.
Tá vistu teir, at alt ikki
gekk eftir ætlan, tí einasta
nes, sum talan kundi vera
um, var Mykines.
Og rætt fingu teir, tí teir
endaðu í Skotlandi í einum
lítlum býi tætt við Glasgow.
Har lógu teir aftur í nakrar
dagar til eitt annað skip
kom eftir teimum og førdi
teir heimaftur.
Ætla at hittast
Nú halda teir, at tað er
spell, at hetta brotið í Før-
oya Søgu skal fara í
gloymskuna og tí ætla teir
at hittast.
Teir, sum vóru við í
Íslandi og hava hug at hitta
gomlu starvsfelagar aftur,
kunnu ringja til Thorbjørn
Lisberg í Trongisvági á
telefon 37 11 50 ella við
Jákup Michael Mikkelsen á
Toftum á telefon 44 74 45.
Hava ikki sæð hvønn annan í yvir 60 ár
Thorbjørn Lisberg var ein av teimum 250 føroyingum, ið fóru til Íslands í 1941 at gera flogvøll í Reykjavík og hann hevur alt gott at bera teimum, hann var
saman við. Nú ætla hesir gomlu íslandsfarararnir at hittast aftur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.