hósdagur 17. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
DIA MIDJORD
– Vit kunnu ikki hava eina
skipan, sum førir við sær,
at fiskur verður blakaður
aftur í havið, sigur Alfred
Olsen, løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin í Eystur-
oynni.
– Tað sigur seg sjálvt, at
trolbátarnir ikki koma til
lands við ov stóru hjáveið-
uni, um teir verða revsaðir,
sigur hann og leggur aftrat,
at hann í hesum sambandi
hevur hoyrt upphæddina
50.000 krónur nevnda.
Óliðilig skipan
Alfred Olsen sigur, at skip-
Trolbátarnir á landleiðini eru kroystir
at bróta lógina og kasta fisk útaftur,
tí myndugleikarnir standa fyri teim-
um, føra teir ov stóru hjáveiðuna til
lands
Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Eysturoynna, heldur, at
fiskidagaskipanin ikki er góð nokk, tí hon tvingar trol-
bátarnar at kasta ov stóru hjáveiðuna fyri borð aftur
DIA MIDJORD
Ein skerdur Tjóðveld-
isflokkur hevði vanlig-
an floksfund týskvøld-
ið. Frákoyrdi landsstýr-
ismaðurin
Signar
á
Brúnni var til staðar,
men málið um hann
bleiv kortini ikki við-
gjørt.
– Hvat, ið er hent aft-
an á kanningina, verður
viðgjørt á fundi seinni í
hesi vikuni, sigur for-
maður Tjóðveldisflok-
sins Høgni Hoydal.
Hetta var avgjørt eftir
einum ynski frá Signar
á Brúnni, tí floksfund-
urin týskvøldið ikki var
so væl mannaður.
Tjóðveldisflokkurin fer á fundi seinni í hesi
vikuni at umrøða málið um Signar á Brúnni
Signar á skránni
seinni í vikuni
Á fundi seinni í hesi
vikuni fer Tjóðveldis-
flokkurin at viðgera,
hvat er hent síðani
kanningin av Signari á
Brúnni var liðug
Trolbátar tvungnir
at bróta lógina
anin við fiskidøgum býtur
seg eitt sindur í stertin, um
trolbátarnir fáa bøtir fyri at
hava meir enn 25 prosent
av toski í hjáveiðu.
– Tískil má ein onnur
loysn finnast.
Hann sigur eisini, at trol-
bátarnir hava bjóðað seg til
at lata ov stóru hjáveiðuna
til Einkjugrunnin ella til
grunnin fyri óarbeiðsførar
fiskimenn. Men hetta er
sum at tosa fyri deyvum
oyrum.
– Í so máta er skipanin
eisini alt ov stirvin, sigur
hann.
– Eitt brek við útgerðini
kann føra til, at ov nógv av
toski kemur í trolið. Tá kann
tað ikki vera rætt at revsa
trolbátarnar, heldur Alfred
Olsen, løgtingsmaður fyri
Eysturoynna.
Mótsigandi skipan
Níggju av trolbátunum, sum
fiska á landleiðini innan fyri
tólvfjórðingar, vórðu kann-
aðir av Vaktar & Bjarging-
artænastuni fyrr í ár. Onkur
hevur fingið og aðrir fáa bót
fyri ov stóru hjáveiðuna.
Og júst henda bótin ger,
at trolbátarnir í dag eru
tvungnir at tveita ov stóru
hjáveiðuna fyri borð aftur.
Hetta er ikki í tráð við fiski-
dagaskipanina, tí grund-
tankin við henni er, at allur
fiskur skal førast til lands
og síðani tilvirkast.
Sethúsaprísirnir
pumpaðir upp
Innrás av ali- og
oljufólkum í høv-
uðsstaðnum ger,
at stór sethús við
góðum útsýni
fara fyri okurs-
prís. Hinumegin
tunnilin fara
líknandi hús fyri
bíligan penga
DIA MIDJORD
Sambært Jonhardi Dahl-
Jacobsen, húsameklara, er
prísurin á sethúsum í Havn
methøgur í løtuni.
– Serliga lætt er at selja
størri sethús í mið- og eyst-
urbýnum, sigur húsamekl-
arin.
– Fert tú ígjøgnum tunn-
ilin til Kollafjarðar ella Kví-
víkar, so er prísurin dump-
aður rættiliga nógv, sigur
hann og leggur aftrat, at
einar 700 túsund gott kunnu
verða á muni á nærum somu
húsum.
Og húsameklarin heldur,
at í Havn er tað kanska ov
nógv av tí góða.
– Tá eini 20 ára gomul
hús kosta meir enn eini
spildurnýggj hús, tá er okk-
urt galið, sigur húsamekl-
arin, ið er útbúgvin byggi-
frøðingur.
– Tú skalt minnast til, at
tá hús eru eini 25 ár, skulu
vindeygu, hurðar og annað
skikftast, sigur hann.
Sama mynstrið
Tað er einki at dylja yvir, at
innrásin av ali- og oljufólk-
um seinastu tíðina, hevur
sett ferð á sethúsaprísin í
høvuðsstaðnum. Og nøkur
hús fara fyri ein prís, sum
flestu bert kunnu droyma
um.
– Hetta er sama søgan,
sum
hetlendingar
vóru
ígjøgnum, tá oljan kom til
teirra land, sigur Jonhard
Dahl-Jacobsen.
– Eg veit um, at onkur hús
eru farin fyri dupultan prís,
og tað havi eg ongantíð
upplivað áður, sigur húsa-
meklarin.
Hann leggur dent á, at
dygdin ikki hevur tað nógva
at siga. Húsið skal vera
stórt, liggja væl fyri og hava
góðar atkomumøguleikar.
– Hetta eru hús, sum
skulu brúkast til bæði íbúð
og skrivstovu, sigur hann.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
Back-up!?
Sosialurin - 311820
Goym tíni dáta trygt á bandi,
33/66GB.
Nýggjasta, slóðbrótandi tøknin,
VXA frá Ecrix í Colorado, er nú
á goymslu í Føroyum.
Ring á tel. 221787, Sp/f Geymar.
Hygg eisini á www.ecrix.com
Aftan fyri Geymar eru Hans Eliasar, Herbein og Snorri Fjallsbak.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Tinghúsið aftur
fyri skotum
EFTIR øllum at døma er tað ein kongstanki
hjá formansskapinum í Løgtinginum, at løg-
tingshúsið skal broytast. Nú verður knappliga
farið at umvæla og umbyggja húsið, uttan at
Tingið sjálvt veit nakað um ætlanina. Eingin
nýggj kapping hevur verið um útsjónd, og
heldur ikki er arbeiðið boðið út alment.
SJÁLVANDI skulu vit hava eitt virðiligt tings-
hús og sjálvandi skal Tingið hava góðar og
sømiligar umstøður at virka undir. Tað var tí
rætt, at undanfarni løgtingsformaður tók spurn-
ingin upp at umbyggja ella byggja nýtt Løg-
tingshús. Tí varð eisini boðið til arkitektakapp-
ing, sum so føroyskt so føroyskt endaði við, at
einki varð bygt. Løgtingsmenn hveptu seg helst
við at fara at brúka einar hálvthundrað milliónir
krónur – ella allarhelst fleiri – til eitt nýtt løg-
tingshús. Helst tí at so nógv annað liggur á
láni.
HARAFTURAT tók ein mótstøða seg uppímóti
at ríva verandi hús niður. Eini 4-5000 túsund
fólk skrivaðu undir eitt mótmæli. Tað merkir, at
tað nærum var ein fólkarørsla ímóti at broyta
tinghúsið. Av hesi orsøk høvdu óivað tey flestu
roknað við, at tinghúsið fekk frið. Tað er fitt,
har tað stendur, og tað fellur væl inn í um-
hvørvið við Vaglið, hóast tað má ásannast, at
tað er ikki nakað arkitektoniskt prýði.
MEN hvat skal so gerast við tinghúsið? Tað
vita hvørki tingfólk ella almenningurin. Tað sigur
nakað um, at mannagongdin kann ikki vera
røtt. Hvørki nú, ella á sinni, tá arkitektakapp-
ingin varð lýst. Tá avgjørt var at hava eina
arkitektakapping, átti Tingið fyrst havt tryggjað
sær, at undirtøka var fyri at byggja húsið. Fyrst
og fremst millum løgtingsfólk, sum skulu játta
fígging, men eisini millum býráðslimir, sum
umboða fólkið í Havnini.
NÚ verður upplýst, at útsjóndin skal nærum
broytast til ta útsjónd, sum tinghúsið hevði
undan at tað varð bygt um í 1977. Skifurtak
skal leggjast á og vindeyguni skulu skiftast út
til vindeygu við smærri gluggum. Harafturat
skal tað málast grátt! Tá nú einki nýtt hús skuldi
byggjast, og fólk vildu varðveita tinghúsið sum
tað var, er spurningurin, hví húsið so skal
broytast og umbyggjast. Er flagtekjan ikki nóg
góð? Lekur hon ella rívur hon á vetri. Ella eru
vindeyguni longu rotin?
EITT er at sambyggja tinghúsið við bygningin
hjá Telefonverki Føroya Løgtings, sum bygn-
ingurin í síni tíð kallaðist, har skrivstovur skulu
gerast einaferð, eitt annað er at broyta broyt-
ingar fyri fleiri milliónir, sum eru óneyðugar.
Føroyingar vilja hava eitt gott ting, men Løg-
tingið verður ikki betri, hóast takið fær skifur
og húsið fær nýggj vindeygu.
STEFAN Í SKORINI
Framsýningin byrjaði týs-
dagin 15. august, seinasti
framsýningardagurin verð-
ur fríggjadagin 25. august.
Týskvøldið byrjaði fram-
sýningin við eini konsert
har Monika Stauss-Joensen
og Helene Ringgenberg
spældu verk eftir Schnittke,
Grieg, Balazs og Svendsen.
Monika er sveisari, men bú-
sitandi í Leirvík, og hon
spælir violin.
Eftir konsertina hildu
Willi Gohl og Ólavur Hátún
talu og settu harvið fram-
sýningina.
Í gjár var fyrsti dagur á
framsýningini, og Ása er at
hitta hjá teimum vitjandi
framsýningardagarnar.
Sunnudagin verður skip-
að fyri einum Føroya
kvøldi, har fyriskipararnir
borðreiða við føroyskum
mati, og eisini verður før-
oyskur tónleikur á skránni.
Frí atgongd verður til hetta
tiltakið.
Mikudagin 23. apríl fáa
tey vitjandi so møguleikan
at síggja, hvussu Ása Hátún
arbeiðir við ullini, tá ið hon
fer at siga frá sínum arbeiði.
Eisini fáa gestirnir møgu-
leika at arbeiða listaliga við
ull eins og Ása.
Framsýningin
endar
fríggjadagin 25. august.
JÓGVAN H. GARDAR,
OSLO
Norski ævintýrarin Ragnar
Thorseth liggur álvarsliga
skaddur á Regionssykehus-
et í Tróndheimi. Thorseth
var óheppin á hestbaki, og
datt og meiddi seg illa í
høvdið. Vakthavandi lækni
á sjúkrahúsinum, Johan
Arnt Heggvik sigur í sam-
røðu við tíðindastovuna
Ragnar Thorseth álvarsliga skaddur
Norski ævintýrarin og føroyavinurin Ragnar Thorseth liggur álvarsliga
løstaður á sjúkrahúsið í Noregi, aftaná at hava verið óheppin á hestbaki
NTB, at er støðan álvarslig,
men stabil. Thorseth var
seinnapartin týsdagin ikki
komin til vits aftur.
Ragnar Thorseth var fyri
fáum vikum síðani í Føroy-
um, ávegis til Íslands við
eini norskari stavkirkju.
Hetta var ein gáva frá
Noregi til Íslands í samband
við at tað eru 1000 ár síðani
Ísland bleiv kristnað. Hann
var tá skipari á Kvitserk, ið
er ein eftirgerð av einum
víkingaskipi. Hann er rætti-
liga vælkendur millum før-
oyingar, og hevur vitjað
Føroyar fleiri ferðir við sín-
um eftirgerðum av víkinga-
skipum. Best kenda fer
hansara var við Saga Siglar
fyri góðum tíggju árum síð-
ani.
Óheppin á hestbaki
Tað var sunnukvøldi at
Ragnar Thorseth var farin
út at ríða saman við tveim-
um øðrum. Sjálvur var
Thorseth nakað aftanfyri
fylgisveinarnar. Tá so hest-
urin hjá Ragnar Thorseth
kom einsamallur skiltu fólk
at okkurt var galið. Ragnar
Thorseth var funnin uttan
vit. Rokna verður við at
hann er dottin av hestinum
og høvdið hevur rakt við ein
stein ella ein betongkant.
Ása Hátún hevur
framsýning í Sveis
Ása Hátún úr Havn hevur hesa
vikuna eina framsýning í Wintherthur
í Sveis, har hon sýnir fram list, sum
hon hevur virkað úr ull
STEFAN Í SKORINI
Tilsamans veiddu útlendsk
skip 8215,9 tons í føroysk-
Russar veiddu mest í juli
Russisk skip
høvdu størstu
veiðuna í juli
mánaða, og
størsti parturin
var makrelur
um sjógvi í juli mánaða.
Fremst vóru russar, sum
fingu 3095,6 tons. Størsti
parturin var hjá russum var
makrelur, sum teir veiddu
2548,6 tons av, meðan
restin var svartkjaftur.
ES londini samanlagt
veiddu 2593,7 tons, og ís-
lendsk skip veiddu 1880
tons. Íslendingar veiddu
bara svartkjaft, meðan ES
londini høvdu lítið av øðr-
um fiskasløgum enn svart-
kjafti.
Av ES londunum var tað
Danmark, sum hevði størstu
veiðuna. 2120 tons av svart-
kjafti var danska veiðan í
juli mánaða. Hetta var eisini
størsta veiðan av teimum
fimm ES londunum, sum
hava roynt í føroyskum
sjógvi í ár. Tey eru Holland,
Danmark, Bretland, Týsk-
land og Frakland.
Í
føroyskum
sjógvi
veiddu tey útlendsku skipini
nógv mest av svartkjafti.
4547 tons av svartkjafti,
meðan 2548 tons vórðu
veidd av makreli.
Russar hava eisini veitt
mest
samanlagt
í
ár.
80553,9 tons eru tikin til
høldar í føroyskum sjógvi í
ár. Norðmenn eru næstir, og
teir hava veitt 46876,8. ES
londini og Ísland hava eina
veiðu á umleið 13000 tons
hvør.
Svartkjaftur hevur sum
vanligt verið mest veiddur
av útlendskum skipum í før-
oyskum sjógvi. 135.980
tons eru veidd av svartkjafti
í føroyskum sjógvi higartil
í ár.