hósdagur 17. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
Nr. 156 - 17. august 2000
EDVARD JOENSEN
Á Reynsbakka:
Gravimaskinan og onnur út-
gerð til vegagerðina í sam-
band við undirsjóvartunn-
ilin undir Vestmannasund,
er komin í land í Vágum og
fer at byrja at arbeiða bein-
anveg.
Klokkan 17 seinnapartin
týsdagin kom Siri við
einum flaka upp á síðuna í
fylgi við tveimum smærri
førum hjá byggifelagnum J
& K Petersen norður gjøg-
num Vestmannasund og
legði inn móti helluni við
Reynsbakka nakað væl
sunnanvert Fútaklett.
Hetta vóru fyrstu amboð-
ini til vegagerðina á Vága-
landinum. Sum einasti fjøl-
miðil var Tíðindablaðið So-
sialurin á staðnum, tá hend-
an stórhendingin í føroysk-
ari
samferðslusøgu
fór
fram.
Tað stendur við klettin á
Fútakletti, tá bilurin verður
parkeraður við gomlu lend-
ingina. Útgerðin verður
løgd í ein ryggsekk, og so
verður farið til gongu suður
við bakkanum.
Tað er friðaligt her suður
við fjøruni. Tó so. Fuglur
er nógvur her. Tað skilst á
øllum brøgdum, at væl av
æti er í sjónum, tí hann
veiðir mestsum alla tíðina.
Tá hann annars ikki situr á
klettinum ella leikar í og
skeldar hendan fremmanda-
mannin, sum púra óboðin
kemur dreivandi hesar leið-
ir, har annars vanlig manna-
gongd ikki er.
Tað flóta nakrar æður fyri
landi, og á klettinum situr
ein flokkur av ternum. Ikki
so fáar í tali, og nógvar pisur
ímillum. Tað boðar frá góð-
um.
Tveir másar gera øgiligan
gang, sum skuldu teir havt
ungar. Men skurarnir flúgva
hjá teimum, so teir vilja
helst bara ikki hava fólk at
ganga her.
Lætt er at finna suður
hagar, maskinan væntandi
kemur í land um eina løtu.
Vegurin er stungin út, so tað
er bara at fylgja teimum
reyðu træpettunum, sum
sett eru í jørðina.
Ája, eg komi suður, men
her er einki skip komið enn.
So eg setist at lurta eftir
friðinum her burturi í
óbygdum.
Tað flýtur ein bláur bátur
við húsinum framman nak-
að sunnan fyri meg. Mað-
urin heldur snøri. Men
hvussu fiskiskapurin er, er
helst óvist, tí hann flytir í
meira lagi. Rákið er link-
andi, og kyrrindini áttu at
verið nú hvørja løtu, so
Maskinan komin í land
hann skuldi helst ligið still-
ur nú. Og teir áttu eisini at
farið at komið nú hvørja
løtu við maskinuni. Tí skila-
gott er helst at fáa hana í
land á kyrrindunum.
Ein stórur, svartur grúkur
stingur seg knappliga upp
beint fyri helluni, har eg siti.
Ein rættiliga stórur kópur.
Hvat man hann vilja? Man
hann vera komin at siga far-
væl til friðin her suðuri?
Man hann vita nakað í, her
hann stendur og gløðir at
mær og líkasum tykist fáa
sær yvirlit yvir støðuna, nú
áðrenn fjøran og lendi her á
leiðini verður broytt av
maskinum,
førdar
av
mannahondum?
Eg veit tað ikki, og kóp-
urin fer spakuliga undir og
kemur upp aftur nakað væl
syðri. Hann svimur móti
rákinum!
Tað hoyrist hvølt motor-
ljóð. So munnu tað vera teir
við maskinuni, sum koma.
Men nei. Tað var Skurin,
sum var liðugur at lossa
fiskafóður til alibrúkini á
Vestmanna og nú helt suður
gjøgnum Sundið.
Men so kom Siri undan
har suðuri. Hon hevur ein
flaka heftan í síðuna. Og á
flakanum er maskinan, sum
alt snýr seg um í dag. Fyrsta
maskinan, sum kemur at
gera veg í samband við fasta
sambandið um Vestmanna-
sund. Hesum sambandi,
vágafólk, og mong onnur,
bíða so ótolin eftir.
Teir leggja inn móti hell-
uni við flakanum. Teir halda
honum við einum lítlum
báti við øgiligari maskin-
orku. Ein størri sleipari er
eisini við, men tað er stjórin
í byggifelagnum sjálvur,
sum skipar fyri í lítla bátin-
um. Hann er allastaðni og
arbeiðir dúgliga. Hann er
ivaleyst líka spentur, sum
øll hini.
Tað gongur væl at fáa ta
løttu útgerðina í land. Ein
skúrur, ein oljutangi, nakað
av timbri, nakrir stórir sekk-
ir við sandi og ein skúrur
aftrat við bukkuni í.
Men tá maskinan skal í
land, er ikki so lætt. Fjøran
er helst ikki so sløtt, sum
teir hava roknað við. Og
sum maskinførarin sigur:
»Óhappið hendir bara
einaferð«.
Hann er skilagóður og fer
ikki í land við maskinuni,
fyrr enn hann er vísur í, at
tað er trygt at fara av flak-
anum inn á helluna.
So royna teir ymsar
møguleikar, Teir leggja
flakan ymsar vegir, Teir seta
føturnar á botn og loysa
aftur. Stóru sandsekkirnir
verða lagdir á helluna at
koyra eftir.
So er næstan í lagi. Nei,
nú var flakin ov høgur, so
tað var helst ikki ráðiligt at
fara av honum við maskin-
uni. Hon fór at standa ov
nógv upp og niður.
Og soleiðis gekk tíðin.
Kyrrindini eru langt síðan
farin, og æðurnar, sum sam-
an við ternunum flýddu
undan larminum, tá allur
flotin kom, koma so spaku-
liga rekandi suður aftur við
landinum. Tó steðga tær á,
áðrenn tær koma ov nær.
Tað fløðir alsamt, og nú
er farið at taka í útgerðina,
teir settu á land, beinanveg
teir komu. Men samstundis
hava teir eisini fingið arbeitt
so, at nú halda teir ráðiligt
vera at seta maskinuna upp
á helluna.
Hetta er ein spennandi
løta.
Spakuliga fer hon út av
kantinum
á
flakanum.
Stendur mestsum beint upp
og niður eina løtu, so tú
heldur ondini uppi á landi.
Hvussu man hetta fara at
ganga?
So vendir førarin húsin-
um og leggur skuffuna nið-
ur á dekkið á flakanum. So
man hann fara at venda
aftur kortini.
Men nei. Í staðin fyri at
hála seg í land við at taka í
helluna við skuffuni, velur
hann at trýsta seg í land av
flakanum. Og tað gongur
fínt. Hann hevur verið í lót-
um fyrr, er lætt at síggja.
Tað er rímiliga skjótt, at
hann hevur fingið alla út-
gerðina
flóðfría.
Men
maskinan verður standandi.
Bakkin er ov høgur til, at
hon kemur upp fyri, sum er.
Teir noyðast at spreingja, og
tað verður ikki gjørt í kvøld,
skilst.
So fyrsta skuffan varð
ikki sett í vegagerðina í dag
kortini. Men nú er útgerðin
komin, og so er arbeiðið
upp á fasta sambandið um
Vestmannasund av álvara
byrjað.
Gravimaskinan,
sum skal byrja
vegagerðina í
samband við
Vágatunnilin,
kom í land í
Vágum týs-
kvøldið
Gravimaskina til vega-
gerðina í sambandi við
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund kemur í
land við Reynsbakka
norðan fyri Kálvadalsá í
Vágum
Mynd: Edvard Joensen
Nýggja og
gamla tíðin
møtast í
Vágum
Mynd:
Edvard
Joensen
RÚNAR REISTRUP
81 ára gamli Hans Christian
Høier er ikki ein maður,
sum ger serliga nógv fyri at
vera sjónligur í danska
listaheiminum.
Í sínum egna heimi hevur
hann eitt, hann kalllar verk-
stað sítt, har ung listafólk
fáa undirvísing og vegleið-
ing um, hvussu tey á bestan
hátt fáa brúkt síni listarligu
evnir. Lýst verður als ikki
við verkstaðnum, enn ikki
á uppsløgum á listaskúlum.
Tískil er tað bert ígjøgnum
junglutrummurnar, ella so-
kallaða munn-til-munn hátt-
in, í donskum listaumhvørvi
at tað hoyrist um hendan
verkstað hjá listamannin-
um, ið er nógv virdur mill-
um næmingar sínar.
Nú hava tveir av hansara
føroysku
næmingum
á
verkstaðnum, møbeldesign-
arin Jógvan Biskopstø og
keramikarin Vígdis Peter-
sen fingið eina listaframs-
sýning í lag í Føroyum, har
verk hjá Høier verða sýnd
fram.
Tey eru bæði útbúgvin á
Danmarks Designskole, og
tað var eisini har, at Vígdis
hitti Hans Christian Høier,
sum undirvísti á skúlanum.
Soleiðis kom hon inn á
verkstaðin. Jógvan kom síð-
an á verkstaðin umvegis
Vígdis.
Havt nógvar føroyskar
næmingar
Høier er fjølbroyttur í síni
list. Umframt tekningar,
málningar, akvarellir og
grafikk hevur hann eisini
gjørt fleiri skulpturar og ein
altarvegg. Ein av skulptur-
um hansara er springvatnið
framman fyri Nimb í Tivoli
í Keypmannahavn.
Á framsýningini í Føroy-
um verða tó bert akvarellir,
skitsur og grafikkur sýnd
fram.
Millum føroyskar lista-
menn er Høier ikki heilt
ókendur. Hann gekk í síni
tíð á Kunstakademinum í
Danmark samstundis sum
Ingálvur av Reyni.
Millum mongu føroying-
arnar, hann hevur undirvíst,
teljast Tróndur Patursson, ið
hevur verið næmingur á
verkstaði hansara, og Ed-
vard Fuglø, ið hevði Høier
sum undirvísara á Dan-
marks Designskole.
Verk úr Føroyum
Hans Christian Høier hevur
verið í Føroyum tvær ferðir,
og nógv av hansara verkum
eru av føroysku náttúruni.
Harumframt hevur hann
ferðast nógv í øðrum norð-
urlondum, og verk hansara
byggja í stóran mun á íblást-
ur hagani.
Tey bæði Vígdis og Jógv-
an hava onkuntíð roynt at
róð upp undir fyri Høier, at
hann átti at vitjað Føroyar
aftur. Men tann 81 ára gamli
Høier hevur borið seg und-
an við teirri grundgeving, at
hann er komin ov langt upp
í árini.
Men tá Vígdis einaferð
kom fram við at tað kundi
verið stuttligt at gjørt eina
framsýning í Føroyum við
verkum hansara, bar hann
seg ikki undan.
Endin var at teir báðir før-
oysku fyrrverandi næming-
arrnir tóku eitt heilt kuffert
av hansara akvarellum,
skitsum og grafikkverkum
til Føroya, og í vikuni hava
tey arbeitt við at velja lista-
verk út og seta tey saman
til framsýningina.
Í kuffertinum var so at
siga alt lívsverkið hjá lista-
manninum, so tað hevur
verið eitt stórt arbeiði at seta
verk samaan og velja onnur
út undan framsýningini.
Sjálvur
kemur
Hans
Christian Høier til Føroya
fríggjadagin í sambandi við
framsýningina, ið letur upp
leygardagin.
Musikalsk strika
Á framsýningini vera tey
flestu av teimum verkunum,
ið listamaðurin hevur gjørt
við íblástri úr Føroyum, at
síggja. Hetta eru tekningar
og akvarellir, ið eru sera
friðarligar á at líta.
Litirnir í akvarellunum
eru dempaðir, og kantarnir
eru lítið markantir. Tekn-
ingarnar og skitsurnar eru
framdar við einari lættari
striku.
Tey bæði Jógvan og
Vígdis kalla strikuna hjá
Høier musikalska og greiða
frá, at hann brúkar nógv
tónleikin í sínum arbeiði við
myndlist.
Hetta sæst aftur í nógvum
av myndunum, ið onkuntíð
minna eitt sindur um musi-
kalsku myndirnar hjá Willi-
Framsýna verk
eftir lærara sín
Komandi leygardag verður framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík við verkum hjá danska listamanninum Hans
Christian Høier. Tað eru tveir av føroysku næmingum
hansara, ið hava tikið stig til framsýningina og sett hana
upp.
ami Heinesen.
Framsýningin av verkum
hjá Hans Christian Høier
letur upp í Smiðjuni leyg-
ardagin klokkan 14.00.
Opið er fram til hósdagin
24. august. Allar dagar er
opið millum klokkan 14.00
og 19.00.
Ein av
musikalsku
tekningum
Hans
Christian
Høiers
81 ára gamli listamaðurin Hans Christian Høier kemur til Føroya fríggjadagin í
sambandi við at tveir av føroysku næmingum hansara seta upp framsýning í Smiðjuni
við verkum hansara.