hósdagur 17. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
Nr. 156 - 17. august 2000
JAN MÜLLER
Nú landsstýrismaðurin í
oljumálum hósdagin fer at
handa fyrstu leitiloyvini til
oljufeløg
kundi
verið
áhugavert at trivið í nakað
av tí hann førdi fram undir
orðaskiftinum um løgmans-
røðuna. Eyðun Elttør boð-
aði tá m.a. frá, at arbeiðið
at viðgera 22 umsóknir frá
17 feløgum, sum dekkaðu
umleið helvtina av tí út-
bodna økinum, varð gingið
nógv betri enn mett, og bar
til at framskunda dagin at
lata hesi loyvi. Hann nam
so eisini við ta sera hørðu
kappingini, sum hevur verið
um teir bestu teigarnar.
-Tað er einki yvir at dylja,
at kappingin um ávís øki er
ógvuliga hørð og stór um-
skaring er millum ymisku
umsóknirnar. Samlaða økið,
sum søkt er um, er tí ikki so
stórt, sum talið av umsókn-
um kundi givið eina ábend-
ing um. Søkt er um umleið
eina helvt av økinum, sum
boðið varð út. Eisini er tað
hent, at onkur umsøkjari er
farin uppí bólk við øðrum
umsøkjara, og hevur tí tikið
sjálvstøðugu umsókn sína
aftur. Talið av veittum loyv-
um verður tí munandi lægri
enn talið av innkomnum
umsóknum.
Í útbjóðingarlógini varð
lagt upp til, at arbeiðast
skuldi við tveimum loyvis-
skeiðum, einum 6-ára loyv-
isskeiði og einum 9-ára
loyvisskeiði. Hetta var ein
ásannan av, at útboðsøkið
er sett saman av nøkrum
fáum teigum, har lítið ella
einki basalt forðar verulig-
ari oljuleiting, og eitt 6-ára
loyvisskeið tí er nóg mikið
til at fremja eina munagóða
leitiætlan.
Hinvegin vísti landsstýr-
ismaðurin á, so eru tíverri
flestu teigarnir klæddir við
tjúkkum basaltfláum, og har
er neyðugt við nøkrum
árum afturat til ymiskar inn-
leiðandi kanningar, áðrenn
støða verður tikin til møgu-
ligar leitiboringar. Í inn-
komnu umsóknunum gerst
tað púra greitt, at oljufeløg
bara eru sinnað at átaka sær
boriskyldur á teimum lut-
falsliga fáu teigunum, sum
Oljumálastýrið framman-
undan roknaði við.
Hornið er lopfjølin
-Lat meg beinanvegin gera
greitt, at hetta ikki merkir,
at føroyski landgrunnurin
sum heild ikki kann vera
áhugaverdur hjá oljuvinn-
uni. Tað kann hann uttan iva
sum frálíður, men hetta er í
ávísan mun knýtt at fram-
brotum innan seismiskar
kanningar, tøkni o.s.fr. Her
og nú er tað ógvuliga um-
ráðandi fyri føroysku olju-
menningina, at vit fáa í lag
eina munadygga leiting, t.e.
leitiboringar, eftir kolvetn-
um á teimum minni váða-
fullu økjunum, tí her liggur
lykilin til seinni at seta í
verk leiting, har basaltini
eru tjúkkri. Sagt við øðrum
orðum, so er landssynnings-
hornið av føroyska land-
grunninum lopfjølin inn í
eina møguliga oljuframtíð.
Landsstýrismaðurin vísti
annars á, at tað er ov tíðliga
at siga nakað endaligt um,
hvussu nógvar leitiboringar
talan kann gerast um, men
hann metti, at góðir møgu-
leikar eru fyri at fáa eina
skilagóða leiting setta í verk
og talan verður í hvussu er
um nakrar leitiboringar.
Roknað verður við, at fyrstu
boringarnar verða komandi
ár.
Í útlendskum fjølmiðlum,
sum skriva um oljuvinnu,
verður stundum skrivað um
leiting á føroyskum økjum.
Tað er einki yvir at dylja, at
úrslitini vestan fyri Hetland
»Gullhornið« lopfjølin
inn í eina oljuframtíð
Tað er ógvuliga umráðandi fyri føroysku oljumenningina, at vit fáa í lag eina munadygga leiting, t.e. leitiboringar, eftir
kolvetnum á teimum minni váðafullu økjunum, tí her liggur lykilin til seinni at seta í verk leiting, har basaltini eru
tjúkkri. Sagt við øðrum orðum, so er landssynningshornið av føroyska landgrunninum lopfjølin inn í eina møguliga
oljuframtíð sigur landsstýrismaðurin í oljumálum Eyðun Elttør, nú føroyingar standa á gáttina til eina ta størstu og mest
spennandi avbjóðingina í landsins søgu.
og Hebridurnar hava verið
lakari í ár, enn menn høvdu
vónað. Okkurt tíðarrit hevur
tí nevnt, at vónirnar til
Atlantsmótið nú eru knýttar
at boringum á føroyskum øki
komandi ár.
Til hetta segði Eyðun
Elttør, at tað kann nú vera at
so er, men úrslitini higartil í
ár eiga eisini at minna
okkum um, at hóast olju-
vinnan og okkara egnu jarð-
frøðingar meta tað sannlíkt,
at olja fjalir seg í undir-
grundini, so er júst ikki talan
um annað enn møguleikar
ella sannlíki til oljan er
funnin og staðfest er, at
nøgdirnar eru somikið stór-
ar, at framleiðsla spyrst burt-
urúr. Vanliga útsøgnin um,
at »oljufeløgini høvdu ikki
verið her, um tey ikki vistu
okkurt« dugir ikki til at
byggja sína framtíð á, tí
oljuvinnan er altíð á veiðu-
ferð eftir nýggjum oljukeld-
um at seta í staðin fyri tær
gomlu.
-Hjá okkum ræður fram-
haldandi um, at fyrireika
okkum sum um tað er olja,
men bera okkum at sum um
hon ikki er.
Fyritøkur fyrireika seg
Fleiri føroyskar fyritøkur
hava longu fyrireikað seg
væl til avbjóðingarnar, ið
oljuvinnan setir. M.a. hava
nakrar
fyritøkur
fingið
góðskustýringsskipanir fyri
at nøkta krøvini, ið oljuvinn-
an setir til sínar veitarar, og
dømi eru um, at føroyskar
fyritøkur longu nú arbeiða í
bretsku
og
norsku
oljuvinnuni. Hendan gongd-
in vísir, helt landsstýr-
ismaðurin fyri, at føroyskt
vinnlív tekur við møguleik-
unum, sum nýggja vinnan
gevur og hann helt fram:
-Oljuleitingin, sum nú
byrjar á føroyskum øki,
gevur føroyskum vinnulívi
nakrar nýggjar møguleikar,
hóast vit rokna við, at virk-
semið fyrstu árini verður
bæði avmarkað og óstøð-
ugt. Landsstýrið leggur
stóran dent á at tryggja, at
føroyskar fyritøkur sleppa
uppí part, tá talan verður
um veitingar til loyvishav-
arar á føroyskum øki. Sam-
stundis leggja vit stóran
dent á at tryggja, at loyvis-
havarar á føroyskum øki
JAN MÜLLER
Eyðun Elttør nam eisini
undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni við tað drúgva
fyrireikingararbeiðið, sum
er gjørt undan fyrstu loyvis-
gevingini. Hann vísti á, at
tað frá almennari síðu eru
gjørdar nógvar fyrireiking-
ar til oljuleiting, ikki bara í
Oljumálastýrinum og Jarð-
frøðisavninum, men í um-
sitingini sum heild. Her
kann serliga verða nevnt ar-
beiðið, sum í løtuni verður
gjørt í sambandi við til-
Hava fyrireikað
okkum væl
eru við til at fjøltátta og
altjóðagera føroysku vinn-
una, soleiðis at partar av
okkara vinnulívi kunnu
klára at kappast um arbeiðs-
uppgávur í oljuvinnuni í
okkara grannalondum.
Málið eigur at vera, at
leitiskeiðið — um oljufram-
leiðsla ikki spyrst burturúr
— førir til eina burðardygga
førleikamenning, ið kemur
at lætta um atgongdina hjá
føroyskum fyritøkum, tá ið
tær søkja sær marknaðir utt-
anfyri Føroyar. Í treytunum,
sum verða settar loyvishav-
arum á føroyskum øki, er tí
ásett, at skipast skal fyri før-
leikamenning í føroyskum
vinnulívi.
búgvingarætlanina. Talan
er um eina rættiliga fjøl-
broytta verkætlan, ið flestu
aðalstýrini onkursvegna eru
uppí, t.d. verður ætlanin
fyriskipað av Vinnumála-
stýrinum, Fiskimálastýrið
hevur ábyrgdina av tilbúgv-
ingini til havs, Almanna- og
heilsumálastýrið av m.a.
sjúkrahústilbúgvingini,
Løgmansskrivstovan
av
møguligum lógarbroyting-
um og millumlandaviður-
skiftum, meðan Oljumála-
stýrið hevur ábyrgdina av tí
partinum, sum beinleiðis
hevur við frálandsvirksemið
at gera. Sum heild gongur
hetta arbeiðið væl, men tal-
an er um eina stóra upp-
gávu, sum krevur gott sam-
starvsstev millum allar teir
luttakandi partarnar segði
landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um
fyrsta útbjóðingarumfarið
varð latið løgtinginum sein-
asta heyst helt landsstýris-
maðurin ein fund við reið-
ara- og manningarfeløgini,
har greitt var frá útboðsøki
og væntaðum virksemi. -
Tað er sera umráðandi, at
vit allatíðina kunna um olju-
virksemið, soleiðis at fiski-
vinnan og oljuvinnan kunnu
samstarva so skynsamt sum
møguligt. Ætlanin er tí
seinni í heyst at skipa fyri
líknandi fundi, har greitt
verður frá, hvørjar avleið-
ingar oljuleitingin, t.e. bæði
leitiboringar og seismikkur,
kann hava fyri fiskiskap á
leiðunum, har leitað verður.
Møguliga eigur eitt fast sam-
starvsforum at verða skipað.
Sambært
kolvetnislógini
skal ein endurgjalds- og
skaðabótanevnd setast við
umboðum fyri fiskivinnu-
feløgini og loyvishavarar
til oljuleiting. Oljumála-
stýrið fer at taka stig til, at
henda
nevndin
verður
mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini
skal
landsstýrismaðurin
annaðhvørt ár lata løgting-
inum eina frágreiðing, ið
skal vera grundarlag undir
einum oljupolitiskum orða-
skifti á løgtingi. Tá útbjóð-
ingarlógin varð løgd fyri
løgtingið í fjør, nevndi
Eyðun Elttør, at hon kom
ístaðin fyri frágreiðingina,
sum av røttum átti at verið
løgd fram fyrstu ferð í
1999. Samstundis varð
nevnt, at ætlanin var at lata
løgtinginum eina frágreið-
ing, tá leitingarloyvini eru
latin. Miðað verður eftir at
gera eina frágreiðing, sum
kann fevna eitt sindur
breiðari enn bara um sjálva
loyvisveitingina. Ætlanin er
at greiða frá tí sum longu er
hent á oljuøkinum, t.d. um-
hvørviskanningum, gransk-
ingarætlanum, útbúgving-
um, vinnumenning o.s.fr. Í
øðrum londum verður ætlað
um ókendu kolvetnisnøgd-
irnar — t.e. nøgdir, ið ikki
eru staðfestar við boringum
— men nøgdir, sum mettar
verða at fjala seg í undir-
grundini. Slíkar metingar
hava vit higartil ikki gjørt í
Føroyum, m.a. tí torført er
at ætla um hesi viðurskifti
á basaltøkjunum.
Frágreiðingin í heyst fer
at geva eitt boð uppá, hvørj-
ar kolvetnisnøgdir talan
kann vera um í pørtum av
føroyska økinum.
Tað ljóðar, at blokkarnir 16 og 17 í syðsta enda av
landssytnningshorninum tætt við oljuleiðirnar á bretskum
øki eru teir mest umbidnu
JAN MÜLLER
Tað hevur ikki gingið so
væl við oljuleitingini á
Atlantsmótinum ella rættari
vestari fyri Hetland hetta
seinasta árið. Hetta og tann
sannroynd, at ætlaða út-
bjóðingin í bretskum øki er
vorðin nakað seinkað hava
gjørt, at oljuídnaðurin ikki
minst í Bretland eygleiðir
komandi leitisgeving á før-
oyskum øki við stóru áhuga.
Tað eru tey, sum siga, at
hava oljufeløgini ikki eydn-
una við sær á føroyska part-
inum av Atlantsmótinum,
so fer altjóða oljuheimurin
at avskriva Atlantsmótið
sum eina komandi oljuprov-
ins. Hinvegin verður eisini
mett, at leiting og fund á
føroyskum øki, kunnu birta
nýggjar vónir til alt økið.
Í fjør vórðu boraðir fimm
kanningarbrunnar á djúpum
vatni vestan fyri Hetland,
og allir vóru teir turrir. Fel-
øgini, sum boraðu, vóru
Enterprise,
Marathon,
Texaco og Agip. Hetta eru
somu feløg, sum vit finna
millum umsøkjararnar á
føroyskum øki.
Hóast hesi vána úrslit er
tað kortini ein boring, sum
er í gongd í løtuni, ið vekir
rættiliga stóran áhuga. Tað
er oljurisin ExxonMobil,
sum borar við pallinum
Jack Bates triðja árið á rað
í blokkinum 214, ið liggur
norðan fyri verandi oljufelt-
ini Foinaven og Schiehalli-
on og so tætt upp at før-
oyska markinum hugsast
kann. Keldur, sum Sosial-
urin hevur tosað við, halda,
at tað er ikki útilokað, at
ExxonMobil í fjør gjørdi
eitt risastórt gassfund júst á
hesi leiðini. Felagið hevur
tó einki viljað sagt. Í olju-
heiminum verður júst hetta
møguliga fundið mett at
kunna fáa lív í aftur Atlants-
mótið.
Tað eru funnin fleiri
smærri gassfelt vestan fyri
Hetland so sum Victori og
Torridon, men tað skal eitt
stórt gassfund til fyri at fáa
eina lønandi framleiðslu í
gongd. Tað liggur eisini ein
umfatandi verkætlan og
bíðar, sokallaða Aurora-
projektið, um stórar nøgdir
av gassi verða funnar. Tá er
so ætlanin at knýta ymsu
gassfeltini saman og flyta
gassið til eina støð í Skot-
landi, har tað verður við-
gjørt til víðari nýtslu. Hava
Atlantsmótið
á vegamóti
Boringar á leiðunum millum Hetland og Føroyar seinastu
tíðini hava ikki givið nøkur úrslit, tó er stórur spenningur
um eina boring hjá ExxonMobil tætt upp at føroyska
markinum. Keldur vilja vera við, at felagið hevur gjørt eitt
risastórt gassfund. Nú eru so flestu eygu vend móti Føroyum
og fyrstu útbjóðingini.
ExxonMobil gjørt eitt stórt
gassfund, so kann henda
verkætlanin gerast veru-
leiki.
Clair spøkir aftur
Annars verða stórar vónir
settar til eina útbygging av
Clairfeltinum, sum varð
funnið í 1978 men sum or-
sakað av ymsum forðing-
um, sum tó við nútímans
tøknini í dag ikki eru so
stórar, ongantíð er sett at
fara undir framleiðslu. Nú
er øðrvísi. BP og onnur fel-
øg arbeiða í løtuni við at
velja
millum
ymsar
palloysnir,
og
roknað
verður
við,
at
ein
framleiðsla kann byrja frá
hesum
risastóra
olju-
feltinum um eini trý ár. Tað
kann so aftur fáa stóran
týdning fyri alt økið sum tað
er.
Eisini verður arbeitt við
eini ætlan at leggja eina rør-
leiðing frá Foinaven og
Schiehallion feltunum at
flyta gass fyrst til lands í
Hetlandi og síðani víðari til
oljufeltið Magnus í Norð-
sjónum. Endamálið við hes-
um er fyri tað fyrsta at loysa
trupulleikan við avlopsgass-
inum og síðani at brúka
gassið frá hesum feltum til
at trýsta upp oljuna í
Magnusfeltinum.
Tað er greitt, at verður
nakað av øllum hesum og
verður olja og gass funnið
við Føroyar, so kann hetta
samanlagt skapa eina heilt
nýggja og týðandi oljupro-
vins á Atlantsmótinum, sum
so aftur fer at draga mong
onnur av heimsins stóru
oljufeløgum til økið við
íløgum.
Men tað kann ganga báð-
ar vegir. Hinvegin er eingin
ivi um, at vit í løtuni eru á
einum týðandi vegamóti.
Og nettupp dagurin 17.
august, sum verður hildin í
Norðurlandahúsinum, við
handan av fyrstu loyvunum
á føroyskum øki, er ein av-
gerandi partur av hesum
vegamóti.
SVEINUR TRÓNDARSON
Skála: Nú fer arbeiðið við
at vaksa um kirkjugarðin á
Skála, at nærkast endanum.
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við at byggja garðin út, men
um eina góða viku verður
arbeiðið liðugt, sigur Símun
Pauli Berg, bygdaráðsfor-
maður.
- Tað var ætlanin, at
arbeiðið skuldi vera liðugt
um mánaðarskiftið august
september og tað fer at vera
á góðari leið, sigur hann.
Tað er ikki av ongum, at
kirkjugarðurin
á
Skála
verður bygdur út. Tað var
vorðið heldur enn ikki
trongligt í verandi garði, og
tí var neyðugt at fara undir
útbyggingina.
Bygdaráðsformaðurin vil
ikki siga nakað endaligt um,
hvussu nógv útbyggingin
kostar, tí tað hava tey ikki
yvirlit yvir enn.
- Tað er tí, at kostnaðurin
hongur saman við talinum
av kubikkmetrum og tað
kenna vit ikki nágreiniligt
enn.
Men
kostn-
aðarmetingin segði umleið
eina hálva millión, og tað
fer ivaleyst at vera á góðari
leið, sigur Símun Pauli.
Annars rendu teir seg í ein
trupulleika eftir at farið var
undir
útbyggingina
av
kirkjugarðinum. Ov lítið av
mold var í lendinum og tí
var neyðugt at fara út at leita
eftir mold. Tað er synd at
siga,
at
tað
er
stórt
byggivirksemið í bygdini,
so har var eingin mold at
heinta. Tí vóru einastu
ráðini, sum vóru til at taka,
at
fáa
loyvið
frá
Vaksa um kirkju-
garðin á Skála
Um eina góða viku verður arbeiðið við at vaksa um
kirkjugarðin á Skála liðugt
Meinigheitshúsinum,
at
grava moldina av teirra
stykki, longri inni í bygd-
ini, og tað loyvið fekk
bygdaráðið uttan stórvegis
hóvasták.
Er so nóg mikið av mold
til taks, tá tað stykkið er
avgrivið?
- Til tann partin av garð-
inum vit gera nú er tað,
sigur
bygdaráðsformað-
urin.
- Tað hevði ikki verið nóg
mikið um vit bygdu alt út,
sum møguligt er, men til
henda partin er tað, sigur
Símun Pauli.
Hann greiðir frá, at
sandur verður blandaður
upp í moldina, og tí fer at
vera akkurát fyri tá liðugt
er.
Vanliga verður sagt, at tá
ein ger kirkjugarð, so skal
garðurin liggja órørdur í
tvey ár. Sambært bispi er tað
ikki nøkur kirkjulig treyt, at
kirkjugarðurin liggur, men
tað er nokk meira siðvenja
og so tann veruleiki, at
moldin søkkur rættuliga fitt
eftir at hon er løgd út. Tí er
skilagott at lata garðin
liggja eina tíð, soleiðis at
moldin er fallin upp á pláss,
og vandin fyri at tað gerst í
grynra lagið er burtur.
Á Skála vita tey kortini
ikki, um tað verður neyðugt
at taka garðin í nýtslu áðr-
enn tvey ár eru farin, men
tað er veruleiki, at tað er
trongligt í verandi garði,
staðfestir Símun Pauli Berg.
Arbeiðið við at byggja út kirkjugarðin á Skála er nú komið
so langt, at bygdaráðsformaðurin væntar at tað verður
liðugt um eina viku ella so. Og so verður aftur pláss í
kirkjugarðinum.
Mynd: Sveinur Tróndarson
Skála: Hóast tað ikki var ætlanin at byrja beint nú, so eru menn byrjaðir at grava út fyri
nýggja meinigheitshúsinum á Skála. Ov lítið var av mold í kirkjugarðinum, sum verður
bygdur út í løtuni, og tí mátti kommunan fáa sær mold aðrastaðni frá. Meinigheitshúsið
verður væntandi liðugt um eitt ár, ella so.
Mynd: Sveinur Tróndarson