hósdagur 17. august 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
Nr. 156 - 17. august 2000
Til minnis um
Gudrid Jacobsen
Fødd hin 22. apríl 1940; deyð hin 6. juli 2000
Tung og sorgmil vóru boðini, eg fekk hósdagin 6.
juli. Gudrid fastur var farin, bert 60 ára goul. Hetta
var óskiljandi, tað vóru bert fáir dagar síðani, at vit
høvdu vitjað hana suðuri í Vági, og vit gleddu okk-
um at fáa hana norður at vitja; hon segði okkum tá,
at hon skuldi fara norður mikudagin at vitja Jóhan
Martin, og at hon væntaði at koma ein túr til okkara
eisini. Men so skuldi ikki verða.
Gudrid var eitt ótrúliga hjartagott menniskja. Eg
minnist frá barnaárum, hvussu gleðiligt tað var at
fara suður til Vágs at ferðast við pápa. Altíð kendi
ein seg vælkomnan, og mangan mundi húsið hjá
Gudrid og Hendrik vera karmur um skemtiligar løtur.
Tað vóru eisini løtur, tá ið vit vóru í lítla báti og
neyvan mundi nakar ansa betur eftir okkum, enn júst
Gudrid; mangan hevur hon staðið og kikað eftir
bátinum. Gudrid var altíð so bangin um tey, sum vóru í
báti.
Mong við mær kunnu siga, at Gudrid var ein húsmóðir
í orðsins rætta týdningi. Hon vartaði upp við øllum góðum,
og sjálvt um vit onkuntíð vóru 18 fólk í húsi, so sveik
Gudrid ongantíð; hon tjúklaði um okkum øll, og eigur hon
mikla tøkk fyri tað.
Tá ið pápi so brádliga doyði í 1984, gjørdist tað ein
meira tung byrða at fara til Vágs. Pápi hevði altíð verið
hann, sum fekk okkum at koma við suður, og nú hann ikki
var longur, tyktist tað meiningsleyst at fara til Vágs. Men
aftur her vísti Gudrid sítt góða hjarta; sjálvt um hon hevði
mist bróður sín, so slepti hon ongantíð okkum. Hon gjørdi
alt til at varðveita tey bond, sum vóru – og eru – knýtt
okkara millum; hon ringdi trúfast til okkara, og altíð kendi
tú til umsorgan og gleði frá Gudrid.
Seinastu trý árini hava vit vitjað aftur í suðri; tó, vit
hava ferðast á Økrum, har sum Gudrid var ættað, men
at kalla hvønn dag meðan vit hava ferðast í suðri, hava
vit vitjað Gudrid, og altíð hava vit kent okkum hjartaliga
vælkomin. Onkran dagin var hon einsamøll í húsi; teir
báðir Hendrik og Birgir vóru á útróðri, og tá var Gudrid
kanska serliga glað um at fáa vitjan.
Nú Gudrid ikki telist millum okkara longur, verður
tað tómligt at vitja í Vági. Tað er so torført at skilja, at
tá tú kemur á gátt hjá Hendriki, so er ongin Gudrid;
men, Harrans vegir veit ongin um, og er tað hjá Honum,
Gudrid nú er.
Góði Hendrik, tað man tykjast torført og kanska
vónleyst at fata, at tú hevur mist tína elskaðu konu.
Sorgin og saknurin er stórur og orð gerast fátøk. Lít tú
á Harran, Hann veiti tær styrk til at koma yvir saknin
og sorgina. Og tit, Jóhan Martin, Mary Ann, Leila og
Birgir, tit hava mist eina mammu, sum elskaði tykkum
nógv. Hjá tykkum, eins og hjá pápa tykkara, kennist
løtan tung og sorgmikil. Tað er mín vón, at tit við
stuðli frá Haranum koma ígjøgnum hesa tíð.
Friður veri við minninum um fastur mína Gudrid
Jacobsen.
Hvíl í friði, góða Gudrid.
Andrass
“Lær teg enskt” er ætlað
undirvísingini í skúlaverk-
inum: framhaldsdeild fólka-
skúlans, miðnámsskúlum
og hægri skúlum, men hon
er eisini væl hóskandi til
sjálvlestur hjá teimum, sum
vilja læra seg enskt.
Hjá lærarum og næming-
um í enskum hevur tað ver-
ið ein stórur meinbogi bara
at hava útlendskar mállærur
at leita til. Við hesum í huga
fóru Ása Hátun, lærara-
skúlalærari í Havn, og Una
Poulsen, fólkaskúlalærari í
Vestmanna, undir at skriva
enska mállæru ætlað før-
oyska skúlaverkinum.
Arbeiðið við mállærun-
um hevur rokkið um nøkur
ár, og tilfarið hevur verið
roynt í fólkaskúlanum og
Lær teg enskt
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út “Lær teg enskt”
eftir Ásu Hátún og Unu Poulsen.
læraraskúlanum.
Úrslitið gjørdist tvær bøk-
ur: Ensk mállæra, sum
kom út í 1995, og nú Lær
teg enskt, sum eisini er
mállæra.
Ensk mállæra er ætlað
næmingum í fólkaskúlan-
um og er skipað soleiðis,
at hon lýkur krøvini til frá-
faringarroynd fólkaskúl-
ans við grundleggjandi
reglum og bendingum.
Men í 9. og 10. flokki eru
nógvir næmingar á rætti-
liga høgum støði, og hava
hesir tørv á meiri víðfevnd-
ari mállæru.
Lær teg enskt miðar ímóti
hesum endamáli, og hon er
skrivað út frá royndum hjá
høvundunum sum lærarar
í fólkaskúla og lærara-
skúla.
Bókin er skipað á vanlig-
an hátt, har ið orðaflokk-
arnir verða viðgjør-dir hvør
sær. Føroyskt og enskt verð-
ur samanborið, tá ið hetta
er gagnligt, og bygt verður
á tann málkunnleika, sum
næmingarnir hava úr før-
oyskum.
Bókin byrjar við einum
stuttum yvirliti yvir ljóð-
læru og almennar stavset-
ingarreglur. Má-llærureglur
standa í littum ka-ssum, og
har tað hevur borið til,
standa dømi út fyri kass-
unum. Tekningar stuðla
dømunum. Aftast í bókini
eru leitorð, sum vísa til
greinar.
Olivur við- Neyst hevur
teknað myndirnar. Kápuna
Tung og ófatulig vóru boðini, eg fekk ólavsøku-
aftan, júst sum eg stóð og læt meg og børnini í
føroyska búnan.
Edvard var deyður, eg skilti tað ikki og eg skilji
tað ikki enn.
Mikudagin var hann púra livandi, eygu hansara
brosaðu og vit koyrdu ein langan biltúr. Í nakrar
tímar vóru vit saman hendan dagin og einki bar
tekin um, at hetta fór at verða seinastu ferð, vit
sóust. Ólavsøkan stóð fyri durum og Edvard skuldi
hoyra hýruvogn og nógv var, sum skuldi fáast av
skafti.
Gott, at eingin veit frá at siga, nær løtan er komin,
har Harrin loysir ein úr jarðarinnar pínufulla lívi.
Edvard var ein persónur, sum kendi allar tær
sorgir, lívið kann veita einum menniskja. Hóast
hann var bert 58 ára gamal, hevði hann óivað
upplivað meira enn tey flestu av okkum nakrantíð
koma til. Hann hevði havt nógvar sorgir og eisini
nógva gleði. Hóast alt tað pínufulla, var hann eitt
ljós millum menn. Hann var ein flottur persónur og
mann hann óivað hava knúst mong kvinnuhjørtu
Til minnis um
Edvard Niclassen
og eisini glett fleiri.
Eg eri sera fegin um at vera ein av teimum, sum fekk
Edvard sum rættan vin. Hann var altíð fúsur at hjálpa og
var okkurt (tað hendi sjáldan) hann ikki kláraði sjálvur, ja,
so kendi hann rætta persónin, ið kundi. Tann stóri fólka-
skarin í kirkjugarðinum vísti, at nógv vóru, sum kendu
Edvard, og óivað hevur hann rætt mongum av okkum
eina hjálpandi hond. Hóast hetta vóru ikki nógv, ið vitjaðu
hann í vakra heimi hansara.
Tvillingasysturin Ebba, sum býr í Noregi og júst hevði
verið í Føroyum, búði tá hjá Edvardi, tit prátaðu so væl
saman um alt.
Guðrið og Nanna vóru komnar heim til Føroya at búgva
og tað frøddist Edvard um.
Jóannes, yngsti sonurin, fekk húgvuna í summar og
Edvard var stoltur av at skula niðan í Viðarlundina til
hátíðarhaldið.
Hesi vóru tey, ið lívið hjá Edvardi snúði seg um. Í hansara
hjarta stóð altíð fremst ynski um, at tað mátti ganga teimum
væl, ið hann var góður við. Hetta merktu vit eisini í tí
dagliga.
Edvard var lættur í sinni, hann dugdi væl at læra frá sær
og ein kundi ikki lata vera við at fylgja ráðum hansara,
tí um nakar, ja so kendi hann til lívið og til nær tingini
eydnaðust og nær tey ikki eydnaðust.
Í Auto var Edvard kendur sum ein góður arbeiðs-
felagi og bæði starvsfólk har og viðskiftafólk koma at
sakna henda blíða, róliga og altíð fryntliga bilførara.
Edvardi dámdi væl alt føroyskt, honum dámdi væl
at lesa føroyskar bókmentir, at hoyra føroyskan tón-
leik og kvæðir, honum dámdi sera væl ta føroysku
náttúruna og føroyskan mat. Hann plagdi at siga: »Tá
føroyingar fara at liva av pizza og pasta, tá er alt far-
ið«.
Nógv er at minnast aftur á og keðiligt, at vit ikki
kundu fáa fleiri góð ár saman við Edvardi. Hóast alt
hevur hann megnað at geva mær og mínum so nógvan
kærleika, hann hevur lært okkum, hvat rættiligt vinarlag
er og vit eiga nógvan vísdóm eftir hann.
Mugu øll góð minni um Edvard liva víðari í hjørtum
okkara.
Seinast ynski eg tykkum, Ebba við familju, Guðrið
og Nannu og Jóanisi troyst og styrki í sorg tykkara og
eg veit, at nú gerandisdagurin aftur byrjar, fara vit
veruliga at merkja, hvussu stóran týdning Edvard hevði
fyri okkum, sum vóru góð við hann.
Altíð vil eg goyma og ikki gloyma minnið um teg,
Edvard.
Heilsan,
ein vinkona
hava Ingi Joensen -og
Olivur við Neyst gjørt.
Satsur,
umbróting
og
prentumsiting
hevur
Hestprent staðið fyri.
Lær teg enskt er 192 síð-
ur og kostar 140,- kr.
EDVARD JOENSEN
Sandur: Komandi viku-
skifti fer B 71 at selja luta-
seðlar, har vinningurin er
ein livandi tarvur.
Men tað verður ikki Nota-
rius Publicus, ið, sum van-
ligt er, fer at finna hepna
vinnaran. Tað avger tarvur-
in sjálvur. Ella rættari sagt
ein neytalortur.
Tíðindablaðið Sosialurin
frættir av Sandi, at tey hava
hegnað eitt stykki inni, sum
so aftur verður býtt sundur
í 400 smærri lutir. Hvør lut-
ur fær so eitt nummar.
Seldir verða so 400 luta-
seðlar á kr. 100,-, svarandi
EDVARD JOENSEN
Sund:
Føroyingar
eru
vorðnir meira at sær komn-
ir, tá hugsað verður um um-
hvørvið. Í hvussu er, um far-
ast skal eftir nøgdini av
gomlum jarni, sent verður
av landinum.
Mánadagin
lá
eitt
farmaskip á Sundi og lastaði
gamalt jarn frá Kommunalu
Orku og Brennistøðini á
Sandvíkahjalla.
Kommunala Orku og
Brennistøðin sendir reglu-
liga gamal jarn av landin-
um. Higartil í ár eru farin
fýra túsund tons, sigur
Mikkjal Absalonsen, stjóri
á Kommunalu Orku og
Brennistøðini. Hann roknar
við, at samlaða nøgdin fer
at liggja umleið tey seks tús-
und tonsini, tá árið er farið.
Hetta er ein tíggjufald-
ing, síðan byrjað varð mið-
skeiðis í nítiárunum, tá ár-
liga nøgdin var seks hundr-
að tons, sum avskipað
vórðu í bingjum. Tað var
skjótt, at tað gjørdist ov
trongligt, og teir fóru at
leiga smærri farmaskip.
Síðan eru skipini vaksin. Í
dag lasta skipini eini túsund
tons hvørja ferð, sigur
Mikkjal Absalonsen, stjóri
á Kommunalu Orku og
Brennistøðini.
Hann sigur, at alt kemur
ikki frá teimum sjálvum
kortini. Teir fáa eisini jarn-
burturkast frá IRF brenni-
støðini í Leirvík.
Tað er ikki tí, at tað loys-
ir seg fíggjarliga at senda
gamalt jarn av landinum,
sigur Mikkjal Absalonsen.
Prísurin er tengdur at prís-
inum á heimsmarknaðinum.
Og hann er lágur í løtuni.
Tað fáast bara einar trý-
hundrað krónur fyri tonsið
í løtuni, meðan teir onkun-
tíð hava fingið fimm-
hundrað krónur fyri tonsið.
Men brennistøðin fær
eitt ávíst gjald fyri at taka
gamlar bilar inn og beina
teir burtur. Og tað er hetta
gjaldið, sum rindar fyri tæn-
astuna, teir gera føroyska
umhvørvinum við at senda
Avskipa gamalt jarn
Nøgdin av gomlum jarni, sum flutt verður av landinum er tíggjufaldað, síðan
byrjað varð
øll hesi tonsini av brúktum
jarni av landinum.
Merginparturin verður
sendur til Skotlands, sigur
Mikkjal Absalonsen, stjóri
á Kommunalu Orku og
Brennistøðini á Sandvíka-
hjalla. Hann sigur, at skotar
gera okkurt smávegis við
jarnið, sum síðan fyri tað
mesta verður sent til Spania,
har tað verður endurnýtt.
Neytalortakapping
Komandi vikuskifti kann ein heppin
sandingur fáa ein heilan tarv fyri 100,-
krónur. Um tarvurin bara er so vina-
ligur at skíta á stykkið hjá honum
til numrini á jarðarlutunum.
Tá allir seðlarnir eru seldir,
verður tarvurin, sum buirt-
urlutaður verður, sleptur inn
á innhegnaða stykkið, með-
an vakt verður hildin yvir
honum. Tí hetta er alvorligt,
skilst.
Tað er nevniliga so, at
tann, sum eigur tann jarðar-
lutin, sum fær ta æru at
verða tann fyrsti, tarvurin
skítur á, vinnur tarvin.
Sum skilst heiman av
Sandi, vænta tey ikki, at tað
fer at standa á at sleppa av
við allar 400 lutaseðlarnar,
hóast teir kosta 100,- krón-
ur.
Havnin í oljusamstarv við Stavanger
Endamálið við samstarvinm er at fremja búskapar- og vinnulívsmenning í báðum býnum í sambandi møguligan
oljuídnað í Føroyum
EYÐUN KLAKSTEIN
Tórshavn:
Tórshavnar
kommuna og Stavanger
kommuna fara í næstu viku
at skriva undir samstarvs-
avtalu.
Undirskrivingin fer fram
í
sambandi
við
olju-
stevnuna, sum verður í
Stavanger frá týsdegnum til
fríggjadagin í næstu viku.
Samstarvsavtalan
skal
hava við sær búskapar- og
vinnulívsmenning í báðum
býunum,
um
veruligur
oljuídnaður tekur seg upp í
Føroyum.
Býirnir ætla eisini at
samstarva
um
mentan,
útbúgving og ítrótt.
Skriva undir
mikudagin
Tað verða borgarstjórarnir í
Havn og Stavanger, Leivur
Hansen og Leif Johan
Sevland, sum fara at skriva
undir
avtaluna
á
eini
samkomu á ráðhúsinum í
Stavanger mikudagin. Til
staðar verða eisini Jan
Christiansen,
Heðin
Mortensen og umboð fyri
fyrisitingina hjá Tórshavnar
kommunu.
Tórshavnar
kommuna
gjørdi í fjør eina líknandi
avtalu við Aberdeen, og
ætlanin er, at ítøkilig úrslit
av hesum samstarvinum
skulu á borðið á felagsfundi
í Aberdeen í oktober og í
Havn í juni næsta ár.
Við
avtalunum
við
størstu oljubýirnar í Europa.
Eisini list
Á oljustevnuni í Stavanger
í næstu viku verður eisini
eitt
mentanartiltak
á
havnalagnum
í
norska
býnum.
Har
sleppa
samstarvsbýirnir
hjá
Stavanger at marknaðarføra
seg á ymsan hátt.
Bingjulistaverkið
hjá
Tróndi Patursson fer at
standa
við
síðuna
av
tjaldinum há Havnini, og
Tróndur er eisini boðin við
sum luttakari. Hann fer at
halda fyrilestur um arbeiði
sítt sum listamaður og um
ævintýrferðir sínar.
Umframt Havnina fara
eisini býir sum Perth í
Australia, St. Johns í New
Foundlandi og Kristiansund
at vísa ymiskt fram undir
tiltakinum á havnalagnum
Stavanger og Aberdeen
hevur
Havnini
fingið
samstarv í lag við báðar teir