hósdagur 17. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
Nr. 156 - 17. august 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Tvær tær fyrstu roynd-
irnar at bjarga manning-
ini, sum er strandað um-
borð á russiska kavbáti-
num Kursk, sum er sokk-
in í Barentshavinum,
miseydnaðust.
Í gjár fóru russar undir
triðju royndina, og hesa-
ferð søgdu myndugleik-
arnir seg vera meira bjart-
skygdar fyri, at bjarging-
in skuldi eydnast.
Ovastin í sjóverjuni,
Vladimir
Kurojedov
segði í gjár fyri fjølmiðl-
unum, at teir 116 menn-
inir umborð á Kursk hava
nóg mikið av súrevni til
at klára seg til fríggja-
dagin.
Eingin leki
Manningin á Kursk hevur
kunnað givið boð frá sær
við at banka á skrokkin á
kavbátinum, men russ-
iska sjóverjan sigur nú, at
nú er lítið at hoyra frá
Gongur undan
við súrevni
Manningin umborð á Kursk hevur
nóg mikið av súrevni til at yvirliva
til í morgin
manningini. Helst er
hetta tí, at teir vilja spara
súrevni, og tí ikki vilja
gera ov nógv av.
155 metra langi Kursk
liggur á 108 metra dýpi í
Barentshavinum , og nú
roynir russiska sjóverjan
at fáa eitt bjargingarhylki
niður til Kursk.
Norska tíðindastovan,
NTB, sigur, at einki
óvanligt
geislavirkni
kann málast í Barents-
havinum. Kursk er kjarn-
orkudrivin, men russiska
sjóverjan tvíheldur um, at
reaktorurin umborð varð
sløktur eftir forskrift-
unum, og at eingin vandi
er fyri leka.
– Havið tolir nógv av.
Um geislavirkin evni leka
út í havið, so skal nógv
til, áðrenn nakar vandi
stendst av hesum, sigur
Ole Harbitz, sum starvast
fyri
norsku
Kreppu-
nevndina fyri Kjarnorku-
óhapp
Tingfundur verður í dag
klokkan 10.00. Á skránni
eru tvey mál, umframt
framløga.
Fyrst skal tingið taka
Viðgera vinnuliga fiskiskapin
støðu til, um Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, skal svara
einum fyrispurngini frá Lis-
beth L. Petersen um setan
av nevnd at leggja til rættis
tiltøk fyri at økja lutin hjá
kvinnum í politisku støðu-
takanini.
Síðani fer tingið at hava
triðju viðgerð av av upp-
skotinum til løgtingslóg um
broyting í løgtingslógini um
vinnuligan fiskiskap.
Eftir tað er framløga á
skránni.
ek
ÓLAVUR Í BEITI
Mamy Dahl Sørensen, løg-
tingsmaður, hevur sett Finn-
boga Arge, samferðslu-
málaráðharra fyrispurning,
og spyr Mamy Dahl Søren-
sen, nær tunnlarnir og vegir-
nir millum bygdirnar í Kals-
oynni verða liðugtgjørdir.
Nær verður farið undir at
gera ferjuleguna á Syðra-
dali? Og hvørjar ætlanir eru
gjørdar um vegin frá
bryggjuni/ferjuleguni
á
Syðradali
og
niðan
í
bygdina, og hvar skal veg-
urin verða?
12 ár síðan
Í viðmerkingunum, sigur
Mamy Dahl Sørensen, at
Tunnlarnir ikki alment tiknir í brúk
Hvørjar ætlanir eru gjørdar um vegin
frá bryggjuni á Syðradali og niðan í
bygdina, og hvar skal vegurin verða,
vil Mamy Dahl Sørensen millum
annað hava at vita frá landsstýris-
manninum í samferðslumálum
fyri tólv árum síðan gledd-
ust kalsingar og allir norð-
ingar um, at loksins varð
vegasamband
bygdanna
millum í Kalsoy. Men
tunnlarnir eru ongantíð
alment tiknir í brúk, tí teir
als ikki eru búnir til tað. Í
grundini er koyribreytin at
sammeta við gomlu upp-
dyrkingarvegirnar, sum so
dánt kundu brúkast til
rossavognar.
– Á hvørjum ári kemur
tilfar í oynna og koyrt á veg-
in millum Húsar og Knúks-
dal, men áðrenn asfalt kem-
ur á, er tilfarið fokið burtur
til ampa fyri tey, ið skulu
gera nýtslu av bønum. Sein-
asta summar kom asfalt í
oynna, men tað liggur enn,
sum tað varð lagt í dunga í
Knúksdali.
Ferjulega
–Tá ferjulega er gjørd á
Syðradali verða møguleik-
arnir at búleikast í Kals-
oynni broyttir í avgerandi
mun. Bæði vinnumøguleik-
arnir í oynni, og møgu-
leikarnir hjá teimum, sum
hava sítt arbeiði ella vinna
sær handliga- ella mið-
námsútbúgving aðrastaðni
bøtast so avgerandi, at Kals-
oyggin veruliga fær møgu-
leikar at mennast.
– Vegur er ongantíð
gjørdur frá lendingini niðan
í bygdina. Tað ber nóg illa
til hjá einum ungum røskum
pápa ella gubba at bjarga
einum barnavogni frá »Bar-
skor« niðan til húsa. Koyri-
stól er ikki hugsandi at fáa
fram tann vegin, í hvussu
ikki á hjólunum. Vegurin
má gerast beinanvegin, tí
tað kann ikki góðtakast, at
Syðradalsfólk ikki sum
onnur hava koyriveg, sum
farandi er eftir. Tað er ikki
meira enn rímuligt, at vega-
sambandið verður frá lend-
ingini suður um og bein-
Mamy Dahl Sørensen,
tingmaður, spyr nú Finn-
boga Arge, landsstýris-
mann í samferðslumálum,
nær vegirnir og tunnlarnir
millum bygdirnar á Kals-
oynni verða gjørdir lidnir
leiðis niðan í sjálva bygd-
ina, sum er stytsta farleiðin.
– Tað er prógvað ferð eftir
ferð, at fólk hava sýnt dirvi
og hegni at fara undir og
reka vinnu, tá tað ber til.
Men skal dirvið og hegnið
ikki verða køvt í føðingini,
so má eitt minstamark av
sambandi verða til staðar.
Hesin partur av útoyggja-
politikkinum kann loysast
fyri Kalsoynna, um oman-
fyrinevndu
spurningar
kunnu svarast positivt, og
positivu svarini verða til
veruleika og ikki sum so
ofta til orð og orð og aftur
orð, men einki hendir í
verki, sigur Mamy Dahl
Sørensen í viðmerkingu-
num og samtykt er at lands-
stýrismaðurin skal svarað
fyrispurninginum.
ÓLAVUR Í BEITI
Lisbeth L. Petersen, løg-
tingsmaður, hevur spurt
løgmann, um hann fer at
taka stig til at seta eina
nevnd við umboðum úr
teimum politisku flokk-
unum, javnstøðunevndini
og kvinnufeløgum við tí ar-
beiðssetningi at leggja til
rættis tvørpolitisk tiltøk fyri
at økja lut kvinnunar í tí
politisku støðutakanini ?
Í viðmerkingunum vísur
Lisbeth L. Petersen til, at á
ársfundi Ùtnorðurráðsins í
Íslandi í august 1999 var
soljóðandi rekommandatión
nr. 1 samtykt: Vestnordisk
Råd
godkender
den
fremlagte rekommandation
om at, Rådet henstiller til
Færøernes Landsstyre og
Grønlands Landsstyre at
nedsætte et udvalg i deres
respektive lande med re-
præsentanter fra alle polit-
iske partier, ligestillingsud-
valget/rådet og fra centrale
kvindesagsorganisationer
for at planlægge tværpolit-
iske tiltag til at øge kvinders
andel i den politiske be-
slutningsproces.
Fleiri kvinnur í politikk
Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vil hava løgmann at seta eina nevnd við
umboðum úr politisku flokkunum, Javnstøðunevndini og kvinnufeløgunum
12%kvinnur
Grundarlagið undir sam-
tyktini varð lagt á ráð-
stevnuni »Kvinnupolitiskur
Verkstaður«, ið var hildin í
Føroyum á sumri 1999. Á
ráðstevnuni luttóku fakfólk
úr Føroyum, Grønlandi og
Íslandi. Ráðstevnan var
hildin eftir tilmæli frá pol-
itikarum í Útnorðurráðnum.
Víst
verður
í
við-
merkingunum til fyrispurn-
ingin til hesar viðmerkingar
til uppskotið: På Færøerne
er kvinders andel i Lag-
tinget kun 12% og i Grøn-
land er kvinders andel i
Landstinget kun 14%. I
Island var kvindernes andel
i Altinget kun 25% i peri-
oden 1995-1999. Ved Al-
tingsvalget i maj 1999 blev
der valgt 35% kvinder ind
på Altinget. Dette kan i høj
grad tilskrives, at der blev
nedsat et udvalg i Island
med det formål at plan-
lægge tværpolitiske for-
anstaltninger for at øge
kvinders andel i politik. Råd
mener, at det, for at øge
kvinders
andel
i
den
politiske beslutningsproces
i Grønland og på Færøerne,
er vigtigt, at der nedsættes
udvalg i landene for at plan-
lægge tværpolitiske tiltag i
ovennævnt sammenhæng,
ligesom man gjorde i Is-
land.
Løgtingið samtykti á
tingfundi 18. november
1999 við akvøðutalinum
27-0-1 at taka undir við
nevndu tilráðing frá Út-
norðurráðnum, verður sagt
í viðmerkingunum.
Lisbeth L. Petersen
ÁKI BERTHOLDSEN
Leygarkvøldið 19. august
verður stór dansinátt í Øra-
vík.
Tað eru tey fýra dansi-
feløgini í Suðuroynni, ið
skipa fyri tiltakinum, sum
verður á hotellinum í Øra-
vík. Men tey leggja dent á,
at tiltakið er alment, so at
ein og hvør, sum hevur hug
til føroyskan dans, er væl-
komin við.
Tey, sum eru limir í onk-
rum av teimum fýra dansi-
Dansinátt í Øravík
feløgunum melda seg til hjá
teimum.
Tey, sum ikki eru limir í
nøkrum dansifelag, kunnu
melda seg til beinleiðis hjá
hotellinum í Øravík. Sein-
asta freist at melda til er
fríggjadagin á miðdegi.
Dansináttin byrjar við
døgverða á hotellinum kl.
20.00, har fólk kunnu velja
ímillum tríggjar høvuðs-
rættir, lambasteik, oksasteik
ella fleskasteik. Tað, sum
tey vilja hava útyvir tað, be-
tala fólk sjálvi.
Annars kostar atgongu-
merkið 100 krónur og tað
er galdandi fyri bæði døg-
verða og dans. Tey, sum bar-
a bara fara í dans, betala 50
krónur. Sjálvur dansurin
byrjar kl. 22.30.
Tey fýra dansifeløgini í
Suðuroy eru Sumbiar Dans-
ifelag, Jómsvíkingar í Vági,
Tvøroyrar Dansifelag og
Suðuroyar Norðara Dansi-
felag. Tað er tó eingin treyt,
at fólk eru limir í nøkrum
av dansifeløgunum fyri at
vera í dansinum.
Nú fríggjadagin fáa sandoy-
ingar og onnur áhugaði høvi
at uppliva eitt heldur øðrvísi
tiltak. Fótbóltsfelagið B71
skipar fyri einum tiltaki, ið
teir kallað
neytalorta-
kapping.
Økta virksemi í frítíðarfe-
løgunum kring landið krev-
ur, at fleir pengar skulu í
kassan. Hetta krevur so aft-
ur økta arbeiðsorku hjá
teimum, ið standa frammi.
Tíðum má høvdið leggjast í
blot fyri at røkka ásettum
pengaupphæddum á fíggj-
arætlanum.
B71 er eitt av teimum minn-
Neytalortur gevur
pengar til B71
u fótbóltsfeløgunum her á
landi, men hevur í mong ár
talst millum tey fremstu.
Fyri at verða við millum tey
fremstu krevst nógv av fe-
lagnum ikki minst pening-
aliga. Í vikuskiftinum skipar
áhugafelagið hjá B71 fyri
einum B71 vikuskiftið við
nógvum ymiskum á skránni
allar vikuskiftisdagarnar.
Fríggjadagin kl. 17.00 skal
neytalortur fyri fyrstu ferð
skal tryggja B71 pengar í
kassan. Ein tarvur verður
sleptur inn á eitt 400 fer-
metrar stórt øki niðri á
Sand. Økið er býtt í 400
puntar, (hvør puntur 1 fer-
metur) ið eru seldir sum
lutaseðlar. Ein lutaseðil
kostar 100 kr. Nú í vikuni
hava og fara fólk at selja
hesar 400 lutaseðlarnar.
Vinningurin er tarvurin. Og
vinnarin er hann, ið taruvrin
vísir miskunsemi við at skít-
a í tann punt, viðkomandi
hevur ognað sær fyri ein
100 krónuseðil. Við øðrum
orðum - fyrsti lorturin frá
tarvinum útloysir vinningin.
So er bert eftir at vóna fyri
fyrireikararnar, at tarvurin
ikki fær ein ferðil av renni-
katrinu og skítur all over the
place_. Tá má helst ein
”lortadómari” koma upp í
leikin. Livst so spyrst!!
HEINI Í SKORINI
Áhugin var sum vera man
stórur
undan
dystinum
mikukvøldið á Tórsvølli
millum Føroyar og Dan-
mark. Reint ítróttarliga er
áhugin stórur, men orsøkin
er eisini hon, at tað er eitt
ávíst politiskt undirspæl í
hesum dysti. Vit spurdu tí
til stuttleika nakrar av okk-
ara fyrrverandi løgmonn-
um, núverandi løgmann og
varaløgmann,
hvat
teir
væntaðu sær av dystinum,
um teir vóru til staðar á
Tórsvølli, og um teir løgdu
nakað politiskt í dystin.
Jógvan Sundstein: Eg
vænti, at endaliga støðan
gerst 2-1 til Føroyar. Eg
haldi, at møguleikin er altíð
til staðar fyri einum sigri,
og eg ætli mær eisini at
hyggja at dystinum á Tórs-
vølli.
Todi Jónsson segði her-
fyri í eini samrøðu við við
danska blaðið BT, at tað
hevði verið hansara størsta
fótbóltsupplivilsi, um hann
vann á dønum, og tað eri eg
samdur við honum í.
Eg leggi ikki nakað ser-
ligt politiskt í dystin, men
tað hevði verið ómetaliga
stuttligt, um føroyingar
megnaðu at vinna.
Atli Dam: Eg tippi 3-1 til
Danmark, og eg ætli mær
sjálvur at hyggja at dyst-
inum.
Eg haldi ikki, at eg leggi
meiri í henda dystin enn
nakran annan dyst, sæð frá
politisku síðuni, men við at
spæla móti liðum, sum á
pappírinum eru sterkari enn
vit, er hetta ein frálíkur
møguleiki hjá føroyska
landsliðnum at fáa góða
venjing.
Pauli Ellefsen: Eg haldi, at
danir síggja ótrúliga bangnir
út, so um teir ikki royna at
lumpa okkum, kundi tað í
hvussu so er enda 1-1.
Eg havi ongantíð tíð at
fara at hyggja at fótbólti, so
eg verið ikki til staðar á
Tórsvølli í kvøld.
Burtursæð frá tí, at eg
slettis ikki eri áhugaður fyri
fótbólti, so vildi eg ynskt,
at vit á hesum øki bankaðu
danir sundur og saman.
Anfinn Kallsberg: Eg
vænti, at dysturin endar 3-1
til Danmark. Tíverri eri eg
ikki í Havn mikukvøldið, so
eg fari ikki at hyggja at dyst-
inum.
Eg haldi ikki, at ein eigur
at blanda politikk og fótbólt,
og ítrótt sum heild, saman.
So eg leggi ikki nakað po-
litiskt í henda dystin, hóast
tað eru Føroyar og Dan-
mark sum spæla.
Høgni Hoydal: Eg tippi 2-
1 til Føroyar, tað er avgjørt
mítt ynski fyri dystin í
kvøld.
Eg fari heilt víst til dystin,
og satt at siga havi eg sjál-
dan verið so spentur í mín-
um lívi. Eg var niðri í Park-
ini í Keypmannahavn í
1990, tá Føroyar og Dan-
mark spældu, og tað var eitt
satt upplivilsi, so eg gleði
meg avgjørt at hyggja í
kvøld.
Ein skal ongantíð politi-
Bjartskygdir undan dystinum
Undan dystinum millum Føroyar og Danmark spurdu vit til stuttleika núverandi løgmann, varaløgmann og nakrar
fyrrverandi løgmenn, hvat teir vænta sær av dystinum
sera ítrótt, men tað er klárt
at bæði okkara avrik og
okkara úrslit, hava ótrúliga
stóran týdning fyri sjálvs-
álitið hjá føroyingum. Tað
hevur eisini stóran ment-
unarligan týdning fyri tjóð-
ina, men eg vil ikki taka
einkarætt uppá okkara fót-
bóltslandslið sum allir før-
oyingar eiga, uttan mun til
um tey stuðla fullveldi ella
ikki.
Jógvan Sundstein:
2-1 til Føroyar
Atli Dam:
3-1 til Danmark
Pauli Ellefsen:
javnleikur 1-1
Anfinn Kallsberg:
3-1 til Danmark
Høgni Hoydal:
2-1 til Føroyar
B71 Ítróttardagar
B71 Ítróttardagar
Áhugafelagið og B71 skipa fyri ítróttardøgum
heima á Sandi vikuskiftið 18.08 - 20.08.00 við hesi skrá:
Fríggjadagin 18.08.00
kl. 17.00
Neytalortakapping niðri á Sand
kl. 21.00
Barnadiskotek
Leygardagin 19.08.00
kl. 09.30
Fótbóltur: FM-bólkur - a. piltar
kl. 11.30
Fótbóltur: Gentur12-14
kl. 13.30
Fótbóltur: Gentur10-12
kl. 15.00
Skrúðgonga úr skúlanum út til virkið
Emil Nólsøe setir stevnuna
kl. 16.00
Hoppiborg - Hamarslag - Seymsláing -
Skjóting - Matsøla - Køkutombula
(í Virkinum og uttanfyri)
kl. 17.00
Rulluskoytukapping
Byrja verður úti í Støð og norður til Virkið.
Aldursbólkarnir eru 6-8 ár, 8-10 ár, 10-12 ár,
12 ár og eldri (hjálmur er kravdur)
kl. 18.00
100 m. kapprenning
Byrja verður við Virkið. Aldursbólkarnir eru: 6-8 ár,
8-10 ár, 10-12 ár, 12-16 ár, 16ár og eldri
kl. 23.00
Høgni Hoydal flytir fram røðu
kl. 24.00
Cocktail spælir til dans
Sunnudagin 20.08.00
kl. 13.00
Fótbóltur B71- AB
2. deild kvinnur
kl. 15.00
Fótbóltur B71- B68
1. deild
kl. 17.00
Fótbóltur B71- B68
3. deild
kl. 19.00
Rimmar BINGO í Virkinum
Øll eru hjartaliga vælkomin!
ÁHUGAFELAGIÐ B71
Sosialurin - 311820