hósdagur 17. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 156 - 17. august 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Norðoyggjar
Lesið
-tað
loysir
seg
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
Oyrarbakka
X-RAYS
sp¾la
X-RAYS
sp¾la
Dansur verður
leygarkvøldið
19/8
Mat-
seðilin
Hósdagin 17. august:
Kalkunschnitzel
Fríggjadagin 18. august:
Nakkasteik
Leygardagin 19. august:
Enskan búff
Mánadagin 21. august:
Gjørd hara
Týsdagin 22. august:
Revelsbein
Mikudagin 23. august:
Milliónbúff
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Kaggin
ARIA
ARIA
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja-og
leygarkvøldið
spælir
DJ er
MAGGI
Sosialurin - 311820
Opið er frá
kl. 17.00 við 5'ara
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Dansur við
"plátuvendara"
verður
leygarkvøldið
19. august
Eysturoy
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Hvør stýrir í veruleikanum
andstøðuni í Føroyum
Vilja Jóannes Eidesgaard og
Edmund Johannesen veru-
liga við sínum ræðumynd-
um um at Føroyar ikki
kunnu, ella eru førar fyri, at
vera eitt sjálvstøðugt land
og fólk juridiskt, javnsett
við Danmark og tess fólk í
ríkinum, sum er meiningin
við fullveldisavtaluni, og so
saman við Poul Nyrup Ras-
mussen, sum nokk hevur
aðrar hensiktir at hugsa um,
enn teir báðir fyrst nevndu,
men stuðulin er óavmark-
aður, hvat so er og ikki, frá
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum.
At noyða føroyingar at
atkvøða ímóti sínum yvir-
bevísningi og tvinga føroy-
ingar at verða verandi undir
Danmark og tess yvirvaldi
við at hótta við at taka
blokkstuðulin burtur eftir 4
árum, og alt tað sum hini
norðurlond eru samd um
við sínámillum avtalum,
bæði í skúla- og sjúkrahús-
málum v.m. Hetta við skúla-
og sjúkrahúsmálunum v.m.
hoyrir man bert frá Sam-
bandsflokkinum og Javn-
aðarflokkinum, »tí tað er
tað Jóannes Eidesgaard og
Edmund Joensen fortelja
føroyingum í Føroyum,
men ikki eitt orð frá dønum
um tað í Danmark«. Hesir
menn kunnu ikki hava høg-
ar tankar um føroyingar, og
teirra evnir í forhold til onn-
ur fólk, sjálvt um teir eru
valdir politikarar í Føroy-
um, »hvør hevur bygt hetta
land, danir«?
Kann ein lygn veruliga
fáa so sterkt fótafesti í ein-
um parti av fólkinum, at tá
ið sannleikin verður sagdur
verða øll djevulsk kneb
brúkt til at oyða tann, sum
sigur sannleikan, sannleik-
an um at Føroyar og Føroya
fólk bert eru eitt tillegg til
tað ektaða Danmark. Jú,
danski Javnaðarflokkurin
og Vinstra stýra sínum und-
irsáttum í Føroyum væl.
Hatta við blokkstuðlinum
er løgið, tá ið Danmark
hevur rópt um frælsið fyri
tey nýggju londini í fyrr-
verandi Sovjet og fyrrver-
andi Jugoslavia, og sam-
stundis givið milliardir til
hesi lond eftir at tey hava
fingið frælsi, tá ið føroyska
landsstýrið sigur eftir max.
15 ár skal Danmark ikki
gjalda meira til Føroyar,
»Føroyar eru enn ein partur
av ríkinum, um fullveldis-
avtalan verður sett í verk,
men sum líka partur«.
Men um føroyingar halda
fram sum nú, ella bert við
sjálvstýri, so skal Danmark
jú gjalda, siga Sambands-
flokkurin og Javnaðarflokk-
urin, tað sama sum nú, og
kanska meira um Sam-
bandsflokkurin fær makt
aftur, »tí hjá teimum eitur
einki identitetur og sjálv-
bjargni, bert nýta og einki
ýta, men danir siga nakað
annað«.
Fleiri og fleiri danskir
politikarar siga við hørðum
orðum, at tað er ikki rætt
fyri tann danska skattgjald-
aran, at gjalda eitt yvirfor-
brúk í Føroyum, og at før-
oyingar gjalda minni í skatti
enn danir, teir siga, at um
føroyingar skulu verða ver-
andi í ríkinum, (um tað
verður við heimastýrislóg-
ini ella sjálvstýrislóg), so
skal skattaprosentið upp á
danskt niveau, so at blokk-
urin skal vekk í hvussu er,
sjálvt um føroyingar bert
velja sjálvstýri. Tí 77% av
dønum vilja at blokkurin
skal burtur, og so er ongin
ivi um, hvat donsku politik-
ararnir gera, tí danir eiga jú
blokkin, og politikararnir
skulu eisini veljast inn aftur
á fólkating, »tá slaktar man
gjarna kúnna, um hon so
eitur Føroyar ella føroy-
ingur, tí tað hava vit sæð
fyrr«.
Ikki skal eg siga nakað
ringt um tann vanliga dan-
an, uttan fyri tað politiska,
men hann veit meira um og
interesserar seg meira fyri
peruindiánaranum enn fyri
føroyingum.
Tá ið man lesur í donsku
bløðunum og sær í sjón-
varpinum um tey flottu hús,
sum tey byggja í Føroyum,
og teir flottu bilar, sum har
koyra, sum danir siga seg
vera við til at gjalda, men
hvat skal tann almindiligi
danin halda, hann hevur
bert bløðini og sjónvarpið
at skapa sær kunnleika um
Føroyar, og tá ið so meira
enn helvtin av danska
blokkstuðlinum til Føroyar,
sum føroyingar ikki hava
brúk fyri, verður fluttur úr
Føroyum aftur í útlendskar
bankar at renta, so hava teir
fingið nokk, og pluss ta
snúltaramynd, sambands-
flokkarnir geva her í Dan-
mark av føroyingum í Før-
oyum, at teir ikki kunnu ella
eru førir fyri nakað uttan
Danmark.
Sum sagt eru uml. 77%
av dønum fyri at taka blokk-
in av, og tað kann ikki vera
nakar ivi um, hví teir halda
tað, tá Føroyar eru millum
7. til 10. ríkastu lond í heim-
inum nú, og bert brúka ein
minni part av blokkstuðl-
inum og hava eitt yvirskot,
sum er langt størri enn tað
danska.
Sum
danski
fíggjar-
ministarin Mogens Lykke-
toft einaferð segði, »tað
finst neyvan nakar økonom-
ur við síni fullu fimm, sum
ikki kennir søguna um Jósef
frá gamla testamenti um tey
7 góðu árini og tey 7 ringu
árini. Høvdu allir føroyskir
politikarar havt hesa hugsan
sum sín grundtanka, hann
fáa teir bert við at taka
ábyrgdina av landinum, og
ikki sum nú, »kanska, nei,
vit tora ikki álíkavæl«. Men
sum var og sum nokk verð-
ur aftur, um okkara polit-
iska støða í Føroyum ikki
verður broytt alvorliga í for-
hold til Dnamark, so koma
andstøðuflokkarnir (Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin) til at koyra í
sama spori sum fyrr og sum
Lesarabræv
nú, uttan at hava ábyrgdina
av sær sjálvum, við einum
sórum minni um 80‘ini og
tí oyðsli, sum har fór fram,
»onga ábyrgd tak«, tað er
danskt í síðsta enda, ja, tað
er tað teir gera, fyri at
tryggja Danmark yvirvaldið
yvir
Føroyum
og
at
ómynduggera føroyingar
totalt, sum sambandsflokk-
arnir hava klárað so væl
higartil.
Merkiligt at hesir báðir
flokkar ikki hava kunnað
arbeitt meira saman enn teir
hava higartil Ȓ einum
landsstýri« tá teir nú eru so
einigir um alt tá tað snýr seg
um danskt yvirvald yvir
Føroyum, ella man tað vera
sum nógv bendir á, at boð-
ini frá Poul Nyrup og An-
ders Fogh eru »at teir skulu
vera einigir«.
Latið ræðumyndina tilhoyra
teimum, sum skapa hana.
Teir skapa eina ræðumynd
av øvund, tí teir ikki eru
førir fyri at standa fyri at
skapa frælsi, teir eru ikki
førir fyri at ganga í hansara
skugga,
»frælsisins
skugga«.
Frælsi er ikki bert ein
dreymur fyri politikarar,
men fyri fólkið, sum skuldi
átt landið, har tey búgva, og
ikki teir, sum siga »tað er
okkara ábyrgd, við okkara
góðgerðum, at tey hava tað
so gott, har í Føroyum«.
Latið dreymin og veru-
leikan blíva eitt, ein vón um
ein nýggjan start, fyri fólk
og land, »fyri føroyingar og
Føroyar«. At skapa frælsi
skulu menn og kvinnur,
sum trúgva uppá tað, at
vinna sær sjálvum ein
identitet.
Latið ikki trælabandið
verða tað sterka bandið, ikki
sterkari enn tjóðskapur og
trúgv.
12. august 2000
Dánial Jákup Jakobsen
Daddellunden 12, 3t.h.
Esbjerg
Aftursvar til Ólavur Petersen
Fríggjadagin tann 30. juni í
ár, var ein grein í Dimma-
lætting til Arnbjørn R.
Thomsen undir teiginum
Meining.
Yvirskriftin var so and-
styggilig, at hana seti eg
ikki upp á prent.
Tað er so nógv hent síðan
tá.
Arnbjørn er ikki longur á
lívi, og nú vit eru komin eitt
sindur frá tí skelki og sorg,
loyvi eg mær sum leiðari á
Blákrossheiminum at gera
nakrar viðmerkingar.
Við tað at Blákrossheimið
varð álopið av grovari út-
spillan
undir
dulnavni
»keldan« í Oyggjatíðindi
(eitt lítið petti í Dimmu,
sum váttar tað sum stendur
í Oyggjatíðindi eisini undir
dulnavni) og til seinast tann
hóttan um at klaga var send
Landsstýrið, varð ovboðið
hjá Arnbirni.
Arnbjørn var, sum vit
onnur sum arbeiða har, sera
harmur um viðferðina Blá-
krossheimið hevur fingið.
Hann var vitandi um
gongdina á Blákrossheim-
inum, tí leggur hann sjálvur
rygg til fyri at reinsa út-
spillanina av Blákrossheim-
inum, og tað sigur hann
sjálvur í sínum skrivi, at
hann tekur fulla ábyrgd av.
Sum tað sæst í skrivinum
frá Ólavi, so er hann eisini
væl vitandi um gongdina á
Blákrossheiminum.
Tú
veist, nær brævið er skrivað
og sent, og hvat hevur stað-
ið í tí. Og um tú ikki sært,
hvør ið hevur spískað blý-
antin hjá viðkomandi, so
sigur tað meiri um teg enn
um tann, ið skrivað hevur
klaguna.
Tú sigur millum annað at
nógv vita hvønn Arnbjørn
sipar til, tá ið hann skrivaði
grein sína 23. juni, men tú
gloymir, at tín útgreinan av
viðkomandi persóni er so
tíðulig, at nú ivast eingin,
hvør ið tað er.
At brot á tagnarskylduna
er álvarsamt, tað taki eg fult
undir við, og tað eigur at
fáa fylgir.
Eg skrivi hetta mest fyri
at afturvísa tína ótrúliga
ljótu yvirskrift um Arn-
bjørn. Og meini persónliga
at innihaldið í greinini hjá
tær Ólavur er vamlisligt og
heilt burturvið.
Tíbetur so hevur Føroya
fólk fingið sannleikan um
Arnbjørn við teimum nógvu
góðu minningarorðum frá
ymiskum fólkum.
Heilsan
Sólborg Dulavík
Tá eg hugdi í bløðini leyg-
ardagin 12. august, sá eg,
at borgarstjórin í Klaksvík
takkar Tórbirni Jacobsen
fyri at hann hevur flutt
heilsurøktarskúlan úr Havn-
ini og suður til Tvøroyrar.
Tað er sjálvandi gleðiligt
og fjálgt at síggja eina slíka
positiva heilsan.
Samstundis virkaði hetta
eitt sindur øvugt, at tað er
borgarstjórin í Klaksvík
sum takkar. Er tað virkuliga
so gali, at eingin suðringur
hevur sett eina grein saman
og takka fyri tað sama??
Eftir at hava hugsa meg
eitt sindur um, kom mær til
hugs, at tað hóast alt var ein,
sum hevði havt eina grein
við tøkk til Tórbjørn, og tað
var býráðslimurin á Tvør-
oyri, Finnleif Durhuus, og
tøkk fái hann fyri tað, tí
hann er helst tann einasti.
Vónandi geri eg ongum
órætt.
Á jú, nú minnist eg. Ein
heilsan kom eisini úr Lopra.
Hesa heilsan, ella lat meg
kalla hana eitt spark, vildu
Ein tøkk til Tórbjørn
vit øll hampafólk her suðuri
veri fyri uttan. Tann sum
fær seg at festa slíkt ótespil-
igt á blað, má heilt avgjørt
líða av tí tey kalla fyri
Kroytzfeldt-
JÁKUP-
sjúkuni.
Tær grunnu, fyri ikki at
siga tápuligu arfinningarnar
sum ávísar fakfelagsfor-
kvinnur høvdu í bløðunum
í síðstu viku, eru ikki verdar
at gera viðmerkingar til. Tað
undrar meg bara, at tær ella
í hvussu so er tann eina av
teimum, nú er vorðin so góð
við hendan skúlan??!!
Eg vil hervið takka tær
Tórbjørn, fyri at tú tók hetta
stig, sum er í samsvari við
samgonguskjalið, um at
menna útjaðaran. Sambært
býráðsformanninum
á
Tvøroyri er skúlin vælkom-
in har. Og eftir hvat eg veit
er húsarúmd bæði fyri
skúla, næmingum og pláss-
um til starvsvenjing.
Vinarligast
Kai Vágfjall
Skeiðsdepilin á Langasandi
byrjar annað starvsárið um
tvær vikur. Góða umdømið
frá seinastu vetrarhálvu
hevur við sær, at fleiri
skeiðsrøðir eru um fulltekn-
aðar. Enn ber tó til at tekna
seg, bæði bólkar og einstak-
lingar.
Tað er ikki einans enskt,
fólk kunnu læra seg á
Skeiðsdeplinum,
hóast
flestu luttakarar seinasta
starvsár tóku lut í júst skeið-
um, sum endaðu við al-
tjóðaligu Cambrigde-próv-
tøkunum í enskum á ymisk-
um stigum.
Tí eisini ber til at taka
skeið í føroyskum á sama
hátt, tað er at siga 6 ferðir
2-3 dagar í tíðarskeiðnum
september 2000 til mars-
apríl 2001. Røðirnar verða
hildnar
í
vikuskiftum,
fríggjakvøld til sunnudag,
ella miðvikur, týskvøld til
hósdag. - Øll fáa próvbræv,
tá ið lokið er.
Skeiðsrøðir
Næsta mánað byrja sostatt
hesi
vikuskiftisskeið:
»Enskt
byrjanarskeið«,
»Enskt lágstig«, »Enskt
framhaldsskeið«, »Føroyskt
fyri øll« og »Faroese for
non-Nordic Speakers«. -
Eisini verður røð, skipað í
modul, sum eitur »Hvussu
menna vit smávirki og -fyri-
tøkur á bestan hátt?«, ætlað
handils- og vinnulívsfólki,
serliga teimum, sum royna
at víðka, økja og menna
virkið ella fyritøkuna; ætlað
øllum á slínum fyritøkur,
t.e. 8–10 fólkum.
Miðvikurøðirnar fevna
um »Enskt hástig«, »Enskt
í Altjóða Samskifti og
Handli og Umsiting«, »Al-
tjóðaligt læraraskeið í ensk-
um« og »Enskt í ferðavinn-
uni« - Skeiðini eru øll vist-
arskeið.
Umframt hetta leggur ný-
valda leiðslan á Skeiðs-
deplinum, vald á ársaðal-
fundi týskvøldið, dent á
samstarv og samskifti við
virki, stovnar, fyritøkur og
einstaklingar. Og tikið verð-
ur fegin við uppskotum og
ynskjum um onnur, serstøk
skeið, sum gjørt var í sein-
asta starvsári. Luttararar á
øllum skeiðum eru 8–12.
Goldið verður fyri 8, eru
færri.
Nýgerðir - samstarv
Frá hesum starvsári fer
depilin undir fjarlestur um
teldu. Millum tey einstøku
skeiðini í røðunum stendur
luttakarum í boði at senda
inn avrik til rættingar og
viðmerkingar, eins og fáa
ávísa frálæru tann vegin.
Saman við KT 2000 verð-
ur arbeitt við at útbyggja
skipanir, so fólk kunnu taka
ymiskar lærugreinir, seinni
heilar útbúgvingar, sum
fjarlestur, t.e. um teldu.
Hetta, ið á enskum eitur
»Distance Learning«.
Somuleiðis fer fram sam-
starv við Atlantic Airways
um at veita luttakarum á
ensktskeiðum
okkara
møguleikan at taka part, ella
nakrar fáar dagar, av skeiði-
num í Aberdeen.
Á hesar hættir roynir
Skeiðsdepilin alsamt at
menna, víðka um og bøta
tilboð síni. - Heimasíðan er:
www.depilin.fo
Skeiðsdepilin
byrjar annað
starvsárið