Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 156 - 17. august 2000 Nr. 156 - 17. august 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Bátur Heimstaður stig Hoyvíksbáturin Hoyvík 69 Leivur Kollafjørður 63 Búgvin Toftir 57 Thyra Strendur 54 Gjáarbáturin Kollafjørður 54 Sníkur Kollafjørður 51 Koltursbáturin Kollafjørður 47 Mia Glyvrar 42 Helga Kaldbak 40 Vinur Tórshavn 40 Ternan Hósvík 35 Sigmundur Br. Tórshavn 34 Lítlibátur Hósvík 32 Svanur Skála 32 Falkurin Strendur 31 Birgishamar Kollafjørður 26 Dúgvan Glyvrar 26 Niels í Nesinum Tórshavn 21 Olivia Kollafjørður 21 Miðgerð Kollafjørður 21 Guðrið Saltangará 20 Thorshavn Argir 17 Lítli Lundi Skála 16 Conny Saltangará 14 Sildin Hoyvík 13 Sørin Kollafjørður 10 Góðadalsbáturin Saltangará 9 Rakul Toftir 7 Heykur Kolbanargjógv 2 Æðan Norðskáli 1 Elisa Strendur 0 Havgásin Hósvík 0 Føroyameistari skal finnast Hóast kappróðurin so at siga er av á hesum sinni, verður fram- vegis siglt við seglum JÁKUP MØRK Seinasta kappsiglingin í ár verður leygardagin 27. august, tá stóra kappsigl- ingin hjá Lions Club í Eysturoynni er á skránni. Undan hesari hava bát- arnir kappast á eystan- stevnu í Runavík, á sundalagsstevnu í Kolla- firði, á Strandastevnu og á Hvítanesi. Alt eftir, hvussu ymsu bátarnir hava staðið seg, hava teir fingið stig í hvørjari kapp- ing, og eftir seinastu sigl- ingina, verður so føroya- miestarin kosin. Til samans hava 32 bát- ar tikið lut í kappingu- num, og verður støðan undan seinastu siglingini prentað niðanfyri. SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftið var Flog- bóltssamband Føroya vertur fyri fundi hjá norðurlendsku flogbóltsleiðarunum. Hesin fundur verður hildin upp á skift í teimum ymsu lond- unum, og í ár stóðu føroy- ingar fyri tørni. Øll tey norðurlendsku flogbóltssambondini uttan tað grønlendska og íslend- ska høvdu sent umboð til fundin, sum tí var væl mannaður. Nógv ymisk mál vóru á skránni á fundinum, sum byrjaði fríggjakvøldið og helt fram allan leygardagin. Størsta málið av føroyskum áhuga er norðurlendskur stuðul til uppskotið, sum verður lagt fyri aðalfundin hjá CEV, sum er evropeiska flogbóltssamgongan. Tað uppskotið gongur út upp á, at CEV veitir fíggj- arligan stuðul uppá 50 tús- und CHF til hvørt av fyri- reikaralondunum, sum átak- a sær at skipa fyri C-und- ankappingini. Tað er tann kappingin, sum fyrr kall- aðist smálandakappingin, men sum nú er vorðin ein almenn innleiðandi kapping til kappingina um evrope- iska meistaraheitið í flog- bólti. Tað er sera dýrt at skipa fyri slíkum kappingum og tað er torført at fáa fíggj- arligan stuðul til allar út- reiðslurnar og tí halda lond- ini í C-bólkinum at CEV eigur at lata fyrireikarunum fíggjarligan stuðul. Norðurlendskt samstarv Annað mál á fundinum var gjøgnumgongd av ársfund- inum hjá altjóða flogbólts- samgonguni FIVB. Tann fundurin varð hildin í Se- ville í Spania í døgunum 2. til 4. august í ár, og tá vóru flestu norðurlendsku sam- bond, harímillum tað før- oyska til staðar. Tað hevur sermerkt norð- urlondini, at tey hava havt eitt sera gott sínamillum samstarv í altjóða høpi. Tað hevur stóran týdning fyri londini, at tey halda saman, og tí tey gerast ein sera áhugaverdur partur í tí høga ítróttarpolitiska spælinum, sum m. a. fer fram í gongini, tá fundur er. Næsta ár skal nýggjur for- maður veljast í CEV, og tí varð á fundinum í Havn tos- að um, hvussu norðurlond skulu fyrihalda seg í tí spæl- inum. Niclas Joensen, for- maður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur við Sosialin, at eingin norðurlendingur verður uppstillaður til for- mansstarvi, men kortini er tað ein áhugaverdur spur- ningur, hvørjum norður- londini »halda við«. Nú- verandi formaðurin í CEV er týskari og eitur Rolf Andressen. Norðurlond hava annars umboðan í bæði CEV, FIVB og í undirnevndum hjá báðum samgongunum. Finnin Santallainen situr í FIVB nevndini meðan Lasse Svensson, sum er sera áhugaður í føroyskum við- urskiftum, situr í CEV. Har situr eisini ein dani, sum eitur Max Kjær. Hann situr í dómaranevndini hjá evro- peiska felagnum. Opnar NM-kappingar Niclas Joensen greiðir frá, at tey eisini tosaðu um, hvussu NM-kappingarnar í flogbólti skulu skipast framyvir. Higartil dags hava bert norðurlond havt atgongd til kappingina, men tað er ikki óhugsandi at tað verður ein farin tíð, áðrenn langt um líður, sigur Niclas Joensen. - Ein møguleiki er at gera NM til opnar kappingar. Her er ein møguleiki at hava átta lið við. Tá fáa norð- urlond fyrst møguleika at tekna til, og eftir tað verður so fylt upp til átta við serliga innbodnum londum, greiðir Niclas frá. Hesin háttur at skipa fyri »opnum« NM-kappingum upp á er ikki føroyingum ókendur. Fyri stuttum var kappaðust U-16 liðini í fót- bólti um júst eitt slíkt opið NM, saman við Onglandi og Skotlandi. Flogbóltslýsingar síggjast betri Eitt av teimum minnu, men fyri flogbóltsfyrireikarar sera áhugaverdu evnunum, var finska framløgan av eini kanning av lýsingarvirði- num til ymsar ítróttir. Finnar hava kannað, hvussu væl lýsingarnar kring vøllin síggjast meðan dysturin gongur, og har ha- va teir funnið fram til, at onkrar lýsingar síggjast í 70 prosent av senditíðini, tá lýst verður í flogbólti. - Hetta er ein sera áhuga- verd kanning, sigur Niclas Joensen, sum sigur, at hetta er eitt gott amboð at brúka í sambandi við landsdystir og í sambandi við steypakapp- ingar. Tá fundurin var liðugur fór ferðalagið við FBF á odda til Kirkjubøar, har før- oyingarnir vóru vertir við ein døgverða. Fleiri av út- lendsku gestunum høvdu verið í Kirkjubø áður, men tey spurdu um tey ikki kun- du sleppa hagar einaferð afturar. Norðurlendsku gestirnir fóru av aftur landinum sunnudagin. Norðurlendskur flog- bóltsfundur í Føroyum Flogbóltssamband Føroya var um vikuskiftið vertur fyri norðurlendskum leiðarafundi Eftir fundin vórðu norðurlendsku gestirnir bodnir til Kirkjubøar Mynd: sveinur Vit eru farin niðanfrá — farin niðan á Skarð, meðan flytifuglurin ger seg til reiðar at fara um høv til fremmandar strendir. Steinstólpan við driftinivel situr á kollinum á sátubørnum og erpar sær. Hetta ger hon ár um ár, tá ið kyllingar og sátubørn eru komin upp at standa. Með- an hetta er, fara vit niðan á Skarð 1. sunnudag í august — og heilsa upp á varðan uppi á Skarði, syngja og lýða á røðu. Hetta er so fimta ár á rað, at svá er. Skuldi tú yvir á Rustina, Góðadal ella í Skarðhaga varð farið niðan á Skarð. Skarðið var portrið til henda óspilta og dragandi heim. Varðin á Skarðinum er ein tann prúðasti í landinum. Tú eigur ein part av honum. Tey vaksnu bóðu okkum kasta trýggjar steinar á varðan, meðan teskað varð: Gud fader, Guds søn, Gud den helligånd. Hevði varðin kunnað tal- að, hevði hann sagt tær, hvussu mangar steinar, tú hevur og onnur hava lagt aftur- at hesari steinarúgvu. Farvegurin lá um Skarðið. Varðin vísti vegin. Slóðin av seyði, neytum og fólki hevur sett síni sporð her líka úr fjørukletti og niðan á Skarð. Niðri við sævarklettin er bygdin - Fuglafjørður. Hon er ein land- námsbygd. Her hava ættarlið eftir ættarlið búð, hugt niðan á Skarð, niðan á fjalla- røðirnar og hava verið pílagrímar í hesum tíðarhavi. Ì 1000 ár hava vit verið kristi fólk og hava vit gjørt sum Dávid kongur hugt upp ímóti fjallarøðunum: Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kem- ur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapari himmals og jarðar. Dávid kongur hevur hugt upp eftir fjallasíðuni, og eygu hansara fóru longur upp í ta alstóru rúmd. Hann hevur í skaldskapi lætt ljóðið av og givið til kennar gudsótta sín. Har uppi úr tí bláu rúmd eru slóðir, sum vit lítið fata av. Ofta er tað vatnið, sum er knýtt til symbolir í mytum frá aldargomlum frásagnum og guðamynd- um, eitt kosmiskt hav, sum røkkur út ímillum stjørnurnar. Tú kanst ganga fram við Skarðsá, áðrenn tú kemur niðaná. Keldurnar til hesa á eru her uppi. Her hevur vatnið runnið í milliónir av árum. Áin, vatnið kundi eisini sagt frá, og tað ger tað eisini. Minnið um eitt kosmiskt hav sæst enn á himmalhválvinum í stjørnumyndum t. d. Fiskurin, Hvalurin, Suðurfiskurin og Hydra (ella Vatnormurin). So er tað áin Eridanus, sum hevur keldu sína við føtur Orions og hvørvur suðuryvir við sínum stjørnuvatni. Hetta er so vakurt sagt, at tú steðgar á, og fert at hugsa. Tað gjørdi Dávid kongur, tá ið hann hugdi upp eftir fjallasíðuni og tað hava føroyingar eisini gjørt t. d. Mikkjal á Ryggi í yrkingini: Kom upp á fjallatind. Mytirnar siga okkum nógv um líkheit- ina millum tíð og vatn. Tíðin er áin, sum er allastaðni, elementið sum slítir og terir . Tíðina síggja vit ikki við okkara egnum eygum, men hevur eina ímynd av einari kosmiskari á, sum rennur gjøgnum meg og teg, ber okkum burt og tínir okkum, men samtíðis er tað tíðin, sum ger at skapanin heldur á fram, tíðarinnar á sum er okkara lív og okkara týning. Kanska tí hava teir gomlu stjørnugranskarnir nýtt havið, vatnið til eina ímynd, tá ið teir hava granskað stjørnuhválvið Ofta er tað soleiðis, at mytirnar bera ein sannleika við sær, sum tú kanst undr- ast yvir. Babylonar søgdu um Procyon: Stjørnan við flógvan í Hundinum stóra. Flógvin, vatnið, sum stjørnan lýsti yvir, hevur óivað verið Vetrarbreytin. Annars sæst henda bleiktrandi, gulhvíta stjørnan vestan til á himmalinum í stjørnumynd- bar kenslu av tí miklu ferð, ið jørðin hevur. So stórur sum heimurin er, so lítlan kennir tú teg og til seinast ert tú horvin, sum eitt lítið støvkorn í hesum veldugu rúmdarhavi. Vit komu niður á Góðadal henda morg- un, gróvu út úr bólunum og fóru oman í Bispagarðin og fingu okkum ein munn, áðrenn vit tóku okkum niðan á Háls aftur. Arnold Øre hevur havt sína gongd her. Hann fór ígjøgnum tíðarhavið sum ein gongustjørna. Hann hevur verið her og sett sítt navn í steinar og grýti yviri á Góðadali. Hann var sum víkingurin, ið kom til Konstantinopel, sum ein dag stóð í Soffiu kirkjuni - kanska undir eini guðs- tænastu og keddi seg fyri 1000 árum síðani og risti navn sítt í marmorið uppi á pulpiturinum í Suffiukirkjuni: Hálvdan. Hesin víkingur var á ferð. Hann sleit seg leysan úr tí tryggu heimbygdini — eins og Sirius. Ikki vildi hann verða heim- føðingur, men fór sína longu gonguferð til Istanbul, og boðini vóru : Eg, Hálvd- an havi verið her. Hetta er til sjæls enn tann dag í dag. Kanska var hesin víkingur úr Íslandi ella Føroyum. Hvør veit? Á einum steini omanvert rættina á Góðadali hevur Hans David í Skúlanum – Gamli skúli, ið var lærari her í bygdini, ritað navn sítt í henda stein 9. Mei 1892. Liðin eru meira enn 100 ár síðani hann hetta gjørdi, og óiva eigar hann ikki so fáar steinar í rúgvuni undir varðanum á Skarðinum. Hans David í skúlanum hev- ur verið her! Søga okkara er ung — Sirius er aldar- gomul, mytirnar um tað kosmiska himm- alhavið eru gamlar, orð Dávids eru gom- ul, Húsini á Høvdanum eru gomul í okk- ara verð, staðarnøvnini eru gomul, Arnold Øre hevði fylt 77 ár í ár, um hann hevði livað, men Petur Martin er ungur enn. Tað er gott at fara niðanfrá og lata fjallakvirruna og tann kosmiska andan tala til okkara og vísa okkum a hvussu sárbart alt er á hesi gonguferðini í okkara umhvørvi og ta ævigu fer úti millum stjørnur og stjørnudust, men tað sum hevur týdning er, at vit lata ein boðskap eftir okkum, sum sigur: at vit hava verið her. Frits ini: Hundurin lítli. Eitt arabiskt ævintýr fortelur, at Sirius og Procyon hava verið tvíburðastjørnur, men at Sirius fór frá systir síni og fór og legði seg í stjørnumyndina: Hundurin stóri. Í dag kann vísindin prógvað, at so er. Sirius er farin tvørs av vetrarbreytini í 10.000 ár og vitjað Procyon og er í dag ein partur av stjørnumyndini: Hundurin stóri. Fólk hava sitið nátt eftir nátt og gransk- að stjørnuhimmalin og gjørt sínar met- ingar- latið hetta í skaldskap. Satt at siga er skaldskapurin ofta framman fyri vísindina — nógv dømi er um tað, og undrast kunnu vit, at Babylonar og Arab- ar langt fyri okkara tíð, hava gjørt sínar metingar um slóðir á himmalhválvinum, sum vit í dag kunnu ávísa eru rættar. Tú ert her eina skamma stund. Stjørn- urnar hava sínar slóðir, sínar aldargomlu søgu, sum vit við okkara djúpu tonkum kunnu grunda yvir. Vit eiga at seta hal- koytur í og ansa eftir at týningin ikki bara fer aftur við borðinum, og einki stendur eftir. Tey, sum tóku seg niðan frá við Petur Martini, sóu nú at húsini á Høvdan- um eru komin upp aftur at standa oman fyri Bókasavnið. Hetta er ímillum elstu hús í Eysturoynni. Tey hava staðið meira enn hundrað ár Norðuri á Høvda, og uml. 50 ár Vesturi í Húsi. Tey vóru flutt úr Lamba inn til Fuglafjarðar uml. 1835. Tá hava tey staðið nøkur ár á Kinn í Lamba, áðrenn tey komu til Fuglafjarðar. 200 ár eru ikki so nógv, men er hetta millum elstu fornminni í bygdini. Eg kann ikki siga annað enn Fuglafjarðar fornminnis- felag við Petur Martini á odda takk fyri hetta verk, sum her er avrikað. Leggjast kann afturat um hesi hús, at tey hava verið sum ein gongustjørna — flutt seg úr einum stað í annað. Sirius hevur fingið sína legu og tykist at vera nøgd við rásina, sum hon nú hevur. Vón- andi fara Høvdahúsini at festa rót, hvíla og vera eitt gott støði undir mentan okk- ara og lýsa sum Procyion yvir Vetrar- breytina í mentanarlívinum. Sirius hevur hevur sett síni sporð í rúmdarsøguna og Høvdahúsini hava gjørt sína rás í síni 200 ára søgu og fer við síni slóð at geva okkum uppaftur meira. Tað er okkara vón, at svá er. Mannavegurin niðan á Skarð hevur sína gøtu og ber boð um, at her hava fólk gingið í fleiri hundrað ár. Tey hava givið steinum, homrum, túvum, heyggjum, dølum, bólum, gilum, tangum, tindum og fjøllum nøvn. Fyri einum ári síðani, tá ið Hellurnar fyltu 150 ár, kom bóklingur út við staðanøvnum her um vegir. Alfred Klein er rithøvundirin og Petur Martin hevur savnað. Hesin bóklingur, sum er ein glampandi stjørna í okkara mentanar- verð, er nú farin sína leið til Lærda há- skúlan í Oslu og er nú savninum á hesum stað við staðarnøvnum víða um úr Noregi. Hesin lítli bóklingur, henda fitta gongustjørnan hevur týdning, hon er ikki farin av leið, nei hon hevur funnið seg til rættis ímillum tað stjørnuhav av staða- nøvnum, sum eru allastaðni, hvar fólk hava búð og búleikað, og tað skulu vit vera fegin um, at henda slóð røkkur líka til Oslu, og ikki minst at hetta er savnað í hesum fitta bóklingi. Tú kennir fløvan av teimum fólkum, sum vit hava kent, ið gingið hava hesa leið. Mangur, sum var á foldum fyri fimm árum síðani, hvílir nú undir mold- um. Eg hugsi um Arnold Øra, sum dag- liga hevði sína gongd niðan á Háls og yvir á Góðadal. Góðadalur var heimur hansara, og gjørdist tað tómligt í bispa- garðinum við Góðadalsrætt, tá ið hann ikki var meira. Mær untist at ganga á fjall við honum í eini 25 ár og røkta við Ar- noldi eini trý fýra ár. Hetta var ikki so nógv, men tann rás, ta slóð, sum hann vísti á, er tinnuglóðir í hugans heimi í umfarinum av stjørnudusti frá farnum døgum. Gamalt var at seyðurin á Góðadali skuldi hava tað gott um jólini, tí var dúg- liga vitja yvir á dalin fyri jól. Upp undir jól 1983 var einki undantak. Arnold var fyrivarin. Farast skuldu varliga avstað. Frost var, og var rásin niður av Hálsi sum á einum kalvabaki. Hóast høgt var dúg- liga slapst ikki niður fyri jól. Hetta nívdi Arnold, at hann ikki fekk grivið út úr bólunum, so seyðurin hevði tað gott á jólum. Lat meg siga tað, at seyðamenn høvdu sínar eygleiðingar. Var kavi, men tátt úti undir Eið, kundi sleppast niður av Hálsi, men var frost á Traðargøtu slapst ikki niður. Arnold helt, at var gott veður triðja jóladag, skuldi vit fara tíðliga avstað. Sum sagt so gjørt. Tað var slíkt findar- veður - kavi, klárt og stilt. Dávid kongur hugdi upp eftir fjallasíðuni og undraðist. Mikkjal á Ryggi undraðist eisini.. her lyftist upp vár andi ….. Babylonar og arabar sótu eisini og undraðust, tá ið leitað var upp í hæddirnar, men hesin morgun, triðja jólamorgun 1983 var hvirran eins sum á Bethlehems fløtum, tá ið hirðarnir sóu stjørnuna og fylgdu henni til fjósið í Betlehem. Tú hoyrdi onkran jólamann niðri í bygdini leita upp hús og hvørva í onkrum skoti og syngja : Stjørnulýsi jólanátt…. Komin niðan á Háls, lótu Norðoyggar seg í veikt, purpurlitt morgunljós og morgunstjørnan, Venus damlaði vestan fyri sólarneystið. Hon kann síggjast bæði sum morgunstjørna og kvøldarstjørna. Eftir sólsetur sæst hon standa beint eystan fyri sólina. Hon er bjartasta gongustjørnan og er týggju ferðir bjartari enn Sirius og liggur 47 stig frá sólini. Hesin morgun er ein tann fagrasti, eg havi livað. Tú ert á einari lítlari gongu- stjørnu eina skamma stund, men angin av tí ævigu rúmd henda morgun burtur í oyðuni, kendist so nær og tættur, at tú næstan kundi taka í hann. Tann óendaligi meldurin, sum vit bert eru eitt dism av, Tala, hildin uppi á Skarðinum sunnudagin 6. august 2000 Vit eru farin niðanfrá