Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 156 - 17. august 2000 Nr. 156 - 17. august 2000 Danska landsliðið á Tórsvølli mánadagin Mánadagin vandi danska landsliðið á Tórsvølli, og áhugin var sera stórur at síggja donsku stjørnurnar venja HEINI Í SKORINI Tað er ikki hvønn dag, at ein hevur møguleikan at síggja Peter Schmeichel, Allan Nielsen, Thomas Hel- Heini í Skorini - Tað er eingin ivi um, at tað verður ein torførur dyst- ur, er Feyenoord áleyparin Jon Dahl Tomasson skjótur at svara, tá hann verður spurdur, hvat hann væntar av dystinum í kvøld millum Føroyar og Danmark. Jon Dahl sigur, at føroy- ingar hava fingið nøkur sera góð og imponerandi úrslit í EM undankappingini, og sipar hann her til EM und- andystin millum Føroyar og Skotland, sum endaði 1-1, tá Hans Fróði Hansen skall- aði bóltin í netið í síðstu minuttunum á Svanga- skarði. - Eitt, sum eg havi lagt til merkis, er, at vøllurin er lít- il, sum vit fara at spæla á, og tað er avgjørt ein fyri- munur fyri teir, sigur Jon Dahl Tomasson. Hann leggur dent á, at um føroyingar fara at spæla ver- jukendan fótbólt, er tað ein Jon Dahl Tomasson: Vit hava virðing fyri føroyingum Núverandi toppskjúttin á danska landsliðnum, Jon Dahl Tomasson, sigur, at teir hava virðing fyri føroyska landsliðnum fyrimunur at vera á einum lítlum vølli, tí tá verður tor- førari hjá dønum at spæla seg ígjøgnum føroysku ver- juna. Spurdur, hvat hann kennir til føroyska landsliðið, sigur Jon Dahl, at sum hann seg- ði, hava teir fingið góð úrslit í seinastu kapping, og veit hann eisini eitt sindur um leikararnar sum spæla í Danmark. - Eg veit, at teir leikarar sum spæla í Danmark, eru sera góðir, og teir kunnu geva okkum trupulleikar í kvøld. Jon Dahl sigur, at enda- málið við dystinum í kvøld, er at fáa roynt nýggjar leik- arar, nýggja liðuppstilling og nýggjan taktikk, tí tað er um tvær vikur, at tað veru- liga gerst týdningarmikið . - Og so skulu vit sjálvandi eisini vinna dystin, Leggur Jon Dahl Tomasson afturat. Tá prátið kemur inn á EM í Belgia og Hollandi í summar, verður Jon Dahl spurdur, um teir ikki hava nakað at prógva eftir eitt miseydnað EM, har danir taptu allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum. - Nei, tað haldi eg ikki. Europameistaraheitið í Vegna plásstrot komu greinarnar um landsdystin ikki við í mikudagsblaðið. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar veg og aðrar fótbóltsstjørn- ur venja í Gundadali, men mánadagin var møguleikin Páll givin Íslendska DV skrivar í dag, at Páll Guðlaugsson ikki longur er venjari hjá Kaflavík JÁKUP MØRK Sambært íslendska blað- num gjørdi leiðsla felags- ins av siga Páll ur starvi, eftir at Keflavík í steypa- kappingini mátti lúta fyri FH. Páll er annar venjarin í Íslandi, og hin fyrsti í bestu deildini, sum er far- in úr starvinum í úrtíð hetta kappingarárið. Páll Guðlaugsson er ikki longur venjari hjá Keflavík summar er av, og nú ræður um hjá okkum at koma víð- ari og ikki hugsa um tað longur. Vit hyggja frameftir, og nú vilja vit hava stig í komandi dystum okkara, sigur Jon Dahl Tomasson at enda. til staðar hjá fólki, sum vóru stødd í Havn, tí tá vandi danska landsliðið nevniliga á Tórsvølli í Gundadali. Áhugin var sum sagt sera stórur, at síggja donsku stjørnurnar venja á gras- inum í Gundadali, tí fleiri fólk vóru komin saman at hyggja at teimum leikarum, vit vanliga bert síggja í sjón- varpinum. Umframt allar á- skoðararnar á áskoðara- plássunum, vóru donsk fjøl- miðlafólk í hópatali til stað- ar, av tí at hetta jú er fyrsti dystur hjá danska landslið- num undir nýggju venjaru- num Morten Olsen og Michael Laudrup. Tann fyrsti ein bar eyga við, tá hann kom inn á Tórs- vøll, var sjálvsagt stóra mál- verjan Peter Schmeichel, sum stóð og dirigeraði liði sínum, og hetta hava fót- bóltsáhugað so ofta sæð hann gjørt bæði á danska landsliðnum, og tá hann leikti við ensku risunum Manchester United. Morten Olsen er „boss“ Mong eygu vóru eisini vend móti venjarunum Morten Olsen og Michael Laudrup, sum báðir hava verið stórar fótbóltsstjørnur í síni tíð. Morten Olsen spældi sín seinasta landsdyst í 1989, meðan Michael Laudrup var við á landsliðnum fyri seinastu ferð í HM í Frak- landi í 1998. Morten Olsen er høvuðsvenjarin, og tað var ta myndina áskoðararnir fingu, tá teir hugdu at ven- jingini. Morten Olsen var „bossurin“ undir venjing, tað sást skilliga, meðan Michael Laudrup virkaði sum tann meiri afturhald- andi av teimum báðum. Størstu stjørnurnar á dan- ska landsliðnum, sum í løt- uni vitja í Føroyum, eru málverjin Peter Schmei- chel, sum umframt at hava vart málið hjá Manchester United, eisini var valdur til heimsins besta málverja. Síðani er tað Thomas Helveg, sum dagliga spælir á høgra vongi hjá italska stórfelagnum AC Milan, Shalke 04 áleyparin Ebbe Sand, og Jon Dahl To- masson, sum í løtuni er toppskjútti á danska lands- liðnum og dagliga spælir við hollendska stórfelag- num Feyenoord. Aðrir spennandi leikarar vit m.a. kenna frá EM í summar, eru René Henriksen frá Pana- thinaikos, Thomas Grave- sen, sum júst er farin til Everton og Jan Heintze, sum spælir við hollendsku meistarunum PSV Eind- hoven. Allar hesar stjørnur vóru sostatt at síggja mána- dagin, og spennandi verður at síggja, hvussu føroysku leikararnir fara at fóta sær í kvøld móti dønum. Áhugin fyri at tosa við donsku stjørnurnar, toktist sera stórur. Hetta var ikki minst galndandi fyri nýggja venjaraparið Mynd: Álvur Haraldsen - Tað er eingin ivi um, at tað verður ein torførur dystur, heldur Jon Dahl Tomasson Mynd: Jonhard Hammer Kunngerð Hin árliga kappsiglingin á Skálafirði, ið Lions Club Eysturoy skipar fyri við 4- og 5-mannaførum, verður sunnudagin 27. august 2000 Luttakarar, ið ynskja at vera við í siglingini, skulu tekna seg hjá Símun Rasmussen, Strendur, tlf. 447165, John Rasmussen, tlf. 448641, ella Jóannes Niclassen, Skála, tlf. 441249, í seinasta lagi fríggjadagin 25. august. Samstundis verður hetta seinasta siglingini hjá felagnum »Seglið« í ár, hvar Føroyameistararnir verða funnir. Siglingarnevndin dan-Job søger unge piger til vintersæson 15.12.2000 til skirestauranter i Schweiz. Flere af vore kunder søger personale (30–40) til køkken, værelse, service og afrydderjobs i Schweiz vintersæson 2000/1. www.danjob.dk · Tlf. 0045 75 7110 00 KUNNGERÐ Um framløgu av byggisamtykt fyri Oyndarfjarðar kommunu Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at byggisamtykt fyri Oyndarfjarðar kommunu 2000-2001 verður løgd fram til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni í Oyndarfirði frá 21. august 2000 til og við 08. september 2000. Tó skal verða gjørt vart við, at skrivstovan bert er opin mánadagar millum kl. 17.00 og 19.00, men kunnu áhugað um neyðugt seta seg í sam- band við bygdaráðið fyri at fáa atgongd til málið aðrar tíðir. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyt- ingaruppskot til hetta, ið skulu vera skrivlig, skulu vera Oyndarfjarðar bygdaráð í hendi í seinasta lagi 20. november 2000 kl. 16.00. Oyndarfjørður, tann 14. august 2000 Oyndarfjarðar bygdaráð Bilur við skaða til sølu Merki: VW Bora 1,9 TDI Árg.: 1999 KM: 22.500 Eyka- útgerð: El-rútar, sentrallás, síðu airbag, 5 gear, metall lakk, diff. sperru el. og 1896 ccm. TDI motor. Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast á Bilasøluni hjá Øssur Johannesen, Vegurin Langi, 188 Hoyvík. Beinleiðis tlf. 34 57 28 - fartelefon 21 57 28 fax nr. 34 56 07 Magni Petersen at hitta millum kl. 13.00–15.00 NÝGGJ KIROPRAKTOR OG AKUPUNKTUR KLINIKK NÝGGJ KIROPRAKTOR GGJ KIROPRAKTOR OG AKUPUNKTUR KLINIKK OG AKUPUNKTUR KLINIKK letur nú upp á Norðurstíggi 11 á Argjum og í Heilsumiðstøðini í Runavík. Viðtala fæst á tel. 32 02 12 ella 44 81 02. Ári Rasmussen Sosialurin - 311820 Skeið í veving Lært verður at tekna mynstur, rokna út, gera renning, seta í vevin og veva turrikløð, teppir o.a. Skeiðið verður hesar dagarnar: 4/9 - 5/9 - 6/9 - 11/9 - 13/9 - 15/9 - 18/9 - 20/9 og 22/9 Undirvísari: Jacobina Heinesen Tilmelding á tlf. 455278 Kosnaður: 400,- + tilfar Skeið í broderí Lært verður at : Brodera/montera turriklæði, fyriklæði og kýsa til føroysk klæðir. Bodera vest til føroysk klæðir. At gera bregdað-, hosu- og tólvtáttabond. Skeiðið verður hesar dagarnar: 1/9 - 15/9 - 29/9 - 6/10 - 20/10 - 3/11 - 17/11 og 1/12 Undirvísari: Paulina Eliasen Tilmelding á tlf. 456614 Kosnaður: 400,- + tilfar Skeið í tøving Lært verður at tøva stykkir og at forma til ymiskar brúkslutir. At prýða við broderí og bondum. Formtøva hattar, húgvur, skógvar, taskur o.a. Lita ull, tøva myndir og prýða við broderí. Skeiðið verður hesar dagarnar: 5/9 - 6/9 - 19/9 - 20/9 - 3/10 - 4/10 - 17/10 - 18/10 og 31/10 Undirvísarar: Anna Evensa Abrahamsen og Paulina Eliasen. Tilmelding á tlf. 457152 Kosnaður 400,- + tilfar Skeið í knipling Grundskeið í knipling. Skeiðið verður hesar dagarnar: 14/9 - 21/9 - 28/9 - 5/10 - 26/10 og 16/11 Undirvísari: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding á tlf. 457152 Kosnaður 300,- + tilfar Skeið í garving Lært verður at garva skinn og roð Undirvíst verður í viku 43 (23/10 til og við 27/10) Undirvísari: Karin Jacobsen Tilmelding á tlf. 455598 Kosnaður 300,- + tilfar Skeið í seyming Lært verður at seyma veitsluklæðir til vaksin fólk. Undirvíst verður í viku 45 ( 6/11 til og við 10/11 ) Undirvísari: Ruth Laksafoss Tilmelding á tlf. 455264 Kosnaður 300,- + tilfar Føroya Handarbeiðsskúli heystið ár 2000 Tilmeldað skal verða 14 dagar áðrenn skeiði byrjar. Um tilmeldað verður til meir enn eitt skeið verður avsláttur latin. Undirvíst verður hvønn dag frá kl. 8.00–14.30 Føroya Handarbeiðsskúli Bøgøta 3 · FO 700 Klaksvík · Korttelefon 456674 Um skúlan: Skúlin byrjaði í 1995. À skúlanum hava verið nógv ymisk skeið, longri og styttri. Skúlin er ein dagskúli. Um tað eru einstaklingar ella bólkar, ið hava onkur serstøk ynskir um skeið, kunnu tit ringja á tlf. 457152 - 455278 - 456614