Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 JÁKUP MØRK Spennandi sær tað út, nú seinnu hálvfinalurnar hjá monnum skulu leikast. Í báðum teimum fyrru dyst- unum var eittans mál á muni, so ilt er at taka dagar ímillum, hvørji lið vera at meta sum favorittar til fi- nalusessirnar. Dystirnir Í kvøld kl. 19.00 verður dysturin millum Neistan og StÍF, sum liggja á ávíkavist øðrum og triðja plássi í landskappingini við sama stigatalið. Liðini hava hitt hvørt annað tríggjar ferð í hesum kappingarárinum, og av hesum hava teir báðir seinastu dystirnir verið sera javnir, meðan StÍF vann fyr- sta dystin í landskappingini sera sannførandi.. Stutt fyri jól endaði lands- kappingardystur teirra mill- um við javnleiki, og fyri tveimum vikum síðani varð dysturin avgjørdur við ein- um beinleiðis tríggja metra kasti frá John Petersen. Hóskvøldið kl. 20.00 verður so seinasta hálvfinalan leikt, og eru mótstøðuliðini í hes- ari teir báðir risarnir, Kyndil og VÍF. Higartil hevur ikki skorist serliga væl hjá Kyndli í landskappingini. Ov nógvir dystir eru taptir, men fyri flestu av tapunum er gald- andi, at hesi hava verið við minst møguligum muni. Eitt nú hava teir tríggjar ferð leikt móti vestmenningum í landskappingini, og eru tveir av hesum dystum tap- tir við ávíkavist einum og tveimum málum, meðan triði dysturin endaði við javnleiki, eftir at Kyndil hevði havt greiða leiðslu fyrr í dystinum. Í steypakappingini gekst tó betur, og fyrru hálvfina- luna í Vestmanna megnaðu kyndilsmenninir at vinna við einum máli. Spurning- urin er so, um hetta er nóg mikið til at tryggja teimum finalusessin. Kyndilsliðið er eisini skert nakað, tí topp- skjútti teirra, Bjarni War- dum, hevur leikbann, orsak- að av reyða kortinum, sum hann fekk í seinasta dyst- inum. Lítið er tó at ivast i, at hetta verður ein rokmikil dystur, tí hvørgin parturin vil lúta, og serliga fyri kyndilsliðið má sigast, at finalusessurin er av alstór- um týdningi, nú tað longu er líkt til, at teir hava útspælt sín leiklut í landskapp- ingini. Finaluluttakararnir skulu finnast Í kvøld og í annakvøld verða tær báðar seinnu hálvfinalurnar hjá monnunum leiktar uppi á Hálsi, og líkt er til, at tal- an gerst um tveir sera spennandi dystir JÁKUP MØRK Flestu fótbóltsáskoðarar munnu minnast myndirnar frá seinasta heysti, tá KÍ á heimavølli vann FM-heitið. Vunna FM-heitið var tó ikki høvuðsorsøkin til, at hesin dysturin gjørdist so minnisríkur, tí umstøðurnar, sum dysturin varð leiktur undir, gjørdust eitt nógv heitari samrøðuevni enn sjálvur dysturin. Vatnpolo Somikið illa var statt, at út- varpsmaðurin helt, at spælið var mest álíkt vatnpolo, og eftir dystin vóru røddir eis- ini frammi um, at var tað ikki fyri týdningin, sum dysturin hevði, so varð hann útsettur. Orsøkin til nógvu og stór- u hyljarnir er heilt einfalt, at skúmlagið, sum er undir sjálvum graslíkinum, er ov tætt, og at vatnið tískil ikki setur ígjøgnum vøllin, tá nógv avfall er. Okkurt graml hevur verið um, at dreniskipanin á vøll- inum ikki hevur verið nóg góð. Núverandi dreniskip- anin er tó hin sama, sum var undir gamla vøllinum, so tað er ikki hesum, trupul- leikin viðvíkur. Hetta er kanska ikki nakar trupulleiki, tá slíkur vøllur verður gjørdur til týsk við- urskifti, men Føroyar eru nú ikki Týskland, og krøvini til ein fótbóltsvøll eru tí eisini ymisk. Nýggjan vøll Í seinastu útgávu av Norð- lýsinum viðgerð blaðið hetta mál, og hava teir í hes- um sambandi tosað við Jógvan við Keldu, býráðs- formann í Klaksvík. Okkum hevur ikki eydn- ast at fáa fatur á Jógvani, men í samrøðuni við lokala blaðið sigur hann, at teir í næstum skulu hava fund við týska Polytan, sum hevur latið vøllin. Jógvan sigur víðari, at málið í longri tíð hevur verið á samráðingarstøði í umsitingini hjá býráðnum, men at hetta hevur gingið ov trekt. Tískil krevur bý- ráðið nú, at nakað skal henda í málinum, soleiðis at trupulleikin kann loysast. Um einki gerst, ætlar bý- ráðið í seinasta lagið at krevja nýggjan vøll, sigur Jógvan við Keldu at enda við Norðlýsið. Fyrr hevur verið tosað um, at hol skulu borast í vøllin, so vatnið kann seta ígjøgnum, men sum skilst, verður hetta ikki mett at ver- a ein haldgóð loysn. Vónandi fæst greiða á hesum máli, soleiðis at tað aftur gerst spælandi í Klaks- vík, hóast tað av og regnar nakað illa. Slíkar umstøður, sum gjørdu seg galdandi seinasta ár, tæna í hvussu so er ikki fótbólti okkara Trupulleikin skal loysast Eftir at tað seinasta ár vísti seg, at vatnið ikki setur nóg væl frá vøllinum í Klaksvík, hevur býráðið nú tikið stig til at loysa trupulleikan Umstøðurnar at leika avgerandi dystin um FM-heitið vóru alt annað enn góðar. Sum sæst á myndini, vóru stórir hyljar allastaðni á vøllinum Mynd: Jan Müller Ítróttin kanst tú eisini lesa á alnetinum: www.sosialurin.fo Seinast teir hittust, fingu báðir reytt kort, men Ingi sat yvir sunnudagin, og er tískil tøkur hóskvøldið, meðan Bjarni má sita uttan fyri hesu ferð Mynd: Álvur Haraldsen Dagfinn Olsen Sviar hava veri› framma- liga á altjó›a tónleikapalli- num og ta› eru teir enn. Teir hava í stóran mun megna› ta›, i› granna- londini bert hava droymt um. Nøvn sum ABBA, Roxette og Ace of Base siga eitt sindur um dygd og dugnaskap svia. Tó at vit í Føroyum hoyra fitt av norskum tón- leiki, ser ikki nógv at hoyra av svenskum - um vit ikki telja Vikingarna vi›. Ein n‡ggj fløga kallast Bananrepubliken og er vi› Petter. Hetta er svenskur rapp- tónleikur á svenskum. Ein sera egin fløga. Hon sving- ar væl. Rútmurnar eru ta›, i› summi kalla »feitar«. Tónleikarar tosa er um »groove« og at ta› »groov- ar«. Ta› ger tónleikurin á hesi rapp-fløguni. Tó. Ta›, sum ger, at hon er so egin, er vali› av ljó›- førum. T.d. er til tí›ir ein urga langt frammi í ljó›- myndini. Sum ein stovu- urga. Ta› er ikki júst ta›, i › ein er vanur at hoyra í rapp-tónleiki. Men ta› riggar. Henda fløgan er til teirra, i› dáma væl rapp. Eingin ivi um ta›. Til teirra, i › dáma rapp og hav ahug at kunna seg vi› svensku greinina av hesum tón- leikaslag Prince kenna tey flestu. Og tey flestu hava eisini eina meining um hann. Summi meta hann sum flogvit. Onnur eru meira varin í sínum metingum. Men sí›ani hann í áttati- árunum kom fram vi› Purple Rain, hevur hann megna› at veri› áhaldandi millum stjørnurnar á tón- leikahválvinum. Millum tey stóru nøvnini. So óiva › er gó›ska í. Um hann nú eitur Prince ella hatta tekini i› ver›ur nevnt »love sign«, veit eg ikki. Á hesi n‡ggju fløguni stendur, at tekini er tann, i › framførir og hevur skriva › løg og tekst. Hin vegin er ta› Prince, i› hevur fram- leitt (producer). Stílurin er, sum vant, forvitnisligur poppur. Prin- ce er Prince. (Ella er hann »love sign«). Hann skuffar ikki. Gó›ur og vælfram- leiddur tónleikur og hann, Prince, setir síni fingra- merki á. Solei›is er ta›. Og so- lei›is skal ta› vera. Petter Bananrepubliken Eitt stórt og kent navn. Eg kenni tíverri líti› til Enigma. Hetta er teldutónleikur. Ofta er hetta sagt vi› nega- tivum undirtónum. Ta› kann tó ikki sigast um Enigma. Hetta er stórfingin tónleik- ur vi› sera vælljómandi kór- útsetingum, sum t‡dningar- miklum parti av tónleikinum. Stórt kór. Flott kór. Djúpur teldubassur og gó›ar trummur. Óiva› ein fløga, i› hóskar stak væl, um ein eigur stórt og dygdargott fløguanlegg. Framúrskarandi gó›ska. So er ta› meira upp til hin einstaka, um hugurin stendur til teldukendan tónleik. Synth. Men ein flott framlei›sla. Og havni› Enigma er ikki ókent, hóast ta› ikki er um- bo›a› í mínum savni og ikki sigur mær so nógv, so er slík framlei›sla frægd fyri oyr- uni. Rave un2 the joy fantastic Enigma The screen behind the mirror