Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 Fleyr a og b skuldi avgera finaluna hjá yngstu gentunum TB a vann kappingina fyri gentur 12 ár Í bólkinum, gentur 14, vann SÍ KÍF varð besta liðið í gentur 16 TB vann hjá kvinnuunglingum Sí var besta liðið í bólkinum, dreingir 12 Fleyr vann bólkin, dreingir 14 Vinnari í dreingir 16 gjørdist Fram TB vann kappingina í yngsta dreingjabólkinum Fram vann eisini kappingina fyri mansunglingar Flogbóltskapping í Klaksvík Vegna plásstrot var ikki rúmd fyri øllum liðmyndunum, tá vit í blaðnum í gjár høvdu frásøgn um flogbóltskapping- ina, Gullkonto Cup 2000, sum varð hildin í Klaksvík um vikuskifti. JÁKUP MØRK MYNDIR: SÁH & JP Sum nevnt í blaðnum í gjár, so var stór flogbóltskapping fyriskipað í Klaksvík um vikuskiftið. Tilsamans høvdu 75 lið boðað frá luttøku, og hóast onkur teirra noyddist avstað í úrtíð, til tess at náa ferða- sambandið heim aftur, so vórðu flestu dystirnir av- greiddir í øllum góðum Til tess at avgreiða allar dystirnar, gjørdist neyðugt at nýta heili fýra leikstøð, og vórðu dystir sostatt leik- tir í KÍ-høllini umframt skúlunum á Ziskatrøð, Fossanesi og Viðareiði. Plásstrot var í blaðnum í gjár, og tískil var tað ikki gjørligt at hava myndir av vinnandi liðunum í tí blað- num, men beur seint enn ongantíð, sum orðafellið sigur.. SVEINUR TRÓNDARSON ÍF-Fleyr 1-2 (21-18, 11-21, 7-5 9-21, 8-21, 5-15) Hóast tað var stórur stiga- munur í teimum settunum, sum Fleyr vann, so eydn- aðist tað kortini fuglfirðing- um at vinna fyrra hálvleik. Tá samanumkom, var kort- ini einki at gera hjá fugl- firðingum, tí tá oddaliðið í meistaradeildini fekk ferð á spælið, var einki at gera hjá ÍF. Sambært skránni átti dysturin millum ÍF og Fleyr at verið leiktur sunnudagin, men av ymsum orsøkum var hann fluttur til fríggja- kvøldið ístaðin. ÍF hevði undan dystinum bara tað eina stigi og tí var ikki væntað, at teir skuldu gera stórvegis um seg móti Fleyr, sum liggur klárt á odda í meistaradeildini. Men, sum so ofta tá dyst- ur er millum topp og botn, so tekur oddaliðið sær ov nógv av løttum, og tí endaði tað eisini við, at ÍF tók sær av fyrra hálvleiki, fyri nøs- ini á havnamonnum. Ikki heilt á berum Sum kunnugt, so er tað ÍF, sum er meistari í løtuni, men av tí at teir hava mist nógv fólk, eru umstøðurnar hjá teimum ikki so góðar. Kortini skal hetta ikki misskiljast, tí á liðnum eru fleiri leikarar, sum eru stak góðir flogbóltsleikarar. Tru- pulleikin er bara, at liðið er ikki spælt saman enn. ÍF hevur m. a. við sig- rinum á Mjølni fyrr í kapp- ingarárinum víst, at teir kunnu taka stig frá teimum góðu liðunum, og tí skal einki lið taka sær av løttum. Serliga ikki tá spælt verður í høllini á Kambsdali. Um Fleyr leikararnir høv- du gloymt hetta ella um tað var tí, at spælið ikki fekst at koyra í fyrsta setti skal vera ósagt, men endin var, at ÍF vann fyrsta sett 21-18. Hvøkkurin hevur uttan iva gjørt sítt til, at Fleyr er vaknað við kaldan dreym, tí í øðrum setti smurdu teir ÍF av. Settið endaði við greiðum 21-11 sigri til Fleyr, og so mátti javnbrót- ari til. Her var ÍF omaná, og tí- skil fóru teir til hávleik við leiðslu. Lótu aftur Men tað var so at siga tað, sum var at síggja til ÍF. Aft- an á steðgin kom Fleyr aftur sum eitt óløgið, og tað hevði við sær, at teir vunnu tey bæði næstu settini 21-9 og 21-9. Í veruleikanum kann sigast, at hesi settini veru- liga vísa munin, sum er á liðunum, tá Fleyr fær sítt spæl at ganga eftir vild, tí tá er spælið hjá teimum ein frægd fyri eyga. Hinvegin hava teir í løt- uni ein motivatiónstrupul- Fleyr heldur áfram Flogbóltur: Enn einaferð eydnaðist Fleyr at vinna dyst, har teir ikki alla tíðina leiktu upp til sítt besta. Men teir taptu annan hálvleikin móti ÍF leika av tí, at teir eru so langt frammanfyri hini lið- ini í deildini. Kortini eigur slíkt ikki at henda fyri eitt oddalið, sum í veruleika- num hevur framúr spælarar á hvørjum einasta plássi. Eftir fjórða sett stóð á jøvnum og tí mátti seinasti javnbrótarin til fyri at finna eina avgerð, og heldur ikki her var nakar slingur í vals- inum. Fleyr vann ruddiliga 15- 5 og harvið dystin 2-1. Við sigrinum fór Fleyr SVEINUR TRÓNDARSON ÍF-Mjølnir 0-2 (17-21, 15-21 11-21, 5-21) Úrslitið av dystinum mill- um niðasta og ovasta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum gjørdist beint sum væntað. Mjølnir vann ruddilig- an 2-0 sigur og tað var ongantíð upp á tal, at sig- urin var í vanda. Í fyrra hálvleiki fekk ÍF ávikavist 17 og 15 stig, men tað var kortini ikki upp á tal, at tær komu klaksvíkskvinnum upp til kníggja. Fleiri longdir frammanfyri Sum kappingin hevur gingið higartil í ár, er tað eingin, sum hevur kunnað gjørt nakað sum helst við Mjølnir. Gamaní, tær hava tapt ein dyst, men tann dystin sná- vaðu tær og síðani eru tær farnar frá sigri til sigur. Tí kann kanska setast spurnartekin við støðuna hjá kvinnuflogbóltinum í Føroyum. Vit vita, at føroyska landsliðið er Oyggjaleika- meistari, men tað er so langt frá nakað, sum sæst aftur í heimligu kappingini. Ikki tí, liðini vísa vilja, men tíverri mugu vit staðfesta, at støði er ikki tað, tað hevur verið í meistaradeildini hjá kvinnum. Í veruleikanum er tað ein stórur spurningur, um Mjøl- nir yvirhøvur fær nakað sum helst burtur úr at spæla í landskappingini, so stórur er munurin. Einki stuttligt at fáa bank Hesi orðini, sum standa beint omanfyri, skulu ikki misskiljast, tí tað sigur seg sjálvt, at tað ongantíð er stuttligt at tapa. Men tað sum býr undir er, at tað als ikki er stuttligt at spæla, tá ein bókstaviliga verður hølvaður ígjøg- num. Tað er støðan í løtuni, tá kvinnurnar hjá Mjølni standa øðrumegin netið - og so kann tað gera tað sama, at eitt nú fuglfjarða- kvinnur gera sítt ítarsta. Tað er verri enn so nóg mikið til bara at hótta Mjølnir eitt lítið sindur. Tað er bara at vóna, at tað kemur eitt sindur meira av »futti« í hini lið- ini, soleiðis at vit í fram- tíðini aftur fara at síggja eina spennandi kapping. ÍF hevur í ár roynt sítt og tað hava tær gjørt hóast útgangsstøði ikki var ser- liga gott at byrja við. Eingin tekur Mjølnir Flogbóltur: Eingin klárar at gera nakað sum helst við Mjølnir, sum tykist at vera fleiri longdir frammanfyri hini liðini í bestu flogbóltsdeildini SVEINUR TRÓNDARSON Fleyr-Dráttur 0-2 (13-21, 15-21 21-13, 18-21, 5-7) Eftir at hava havt trupul- leikar at manna lið móti TB vikuskiftið undan hesum, bar aftur til at manna kvinnuliðið hjá Fleyr til dystin móti Drátti. Seinast hesi liðini leiktu móti hvørjum øðrum í Havn vann Dráttur dystin, og tí- skil átti Fleyr hevnd til- góðar. Men lítið hjálpti. Dráttur endurtók meistarastykkið frá seinast og vann ein greiðan 2-0 sigur tá til stykkis kom. Lítið fantilsi í Tað man vera meiri enn ó- hugaligt at vera partur av Fleyrliðnum í løtuni, tí tað gongur alt av skriðuni. Ein- gin ivi er um, at leikararnir royna at gera sítt ítarsta fyri at fáa vent gongdini, men tað tykist sum er alt runnið í stein. Tapa dystir á heimavølli, sum tær eins væl kundu vunnið, og tá dystirnir á útvølli eru javnir, koppar tað eisini í fleiri førum ø- vugtan veg. Tá so er, skal lítið til at leikararnir missa móti, og nú sjúka og annað forfall eisini hevur spælt inn, er lítið gott eftir. Úrslitið av dystinum sunnudagin hevur við sær, at Fleyr eftir øllum at døma skal avskrivast sum heið- ursmerkjalið, hóast tað bara er tað eina stigið upp til TB. Tvørágentur hava nevniliga leikt ein dyst færri enn Fleyr, og tískil kann mun- urin saktans gerast trý stig eftir einum dysti. Hinvegin skulu havnar- kvinnurnar nú til at hyggja niðureftir. ÍF, sum er einasta liðið, sum er aftanfyri Fleyr, hevur nevniliga 1 stig færri enn Fleyr, fyri líka nógvar dystir. Tí mugu vit staðfesta at Fleyr, fyri fystu ferð í nógv, nógv harrans ár, er botnlið í meistaradeildini hjá kvinnum. Dráttur er omaná Hinvegin sær alsamt bjart- ari út hjá Drátti. Seinastu árini hava tær havt trupul- leika at vinna teir torføru útidystirnar, men sigrar sum hesir, skulu uttan iva geva teimum blóð á tonna. Við sigrinum sunnudagin eru vágagenturnar nummar tvey við seks stigum, men tær hava leikt tveir dystir fleiri enn TB, sum er tvey stig aftanfyri. Hvussu leikur ferð mill- um hesi bæði liðini, mugu vit bíða eftir at síggja, men vit kunnu nú av álvara ganga út frá, at tað verða hesi bæði liðini, sum fara at kappast um annað- og triðjaplássi í meistaradeild- ini hjá kvinnum í ár. Dráttur vann aftur á Fleyr Flogbóltur: Tað gongur av skriðuni hjá Fleyrkvinnunum, sum hetta vikuskiftið leiktu á heimavølli móti Drátti. Vágakvinnur vunnu dystin 2-0 seks stig fram um næsta lið- ið í deildini, sum er Fram. Teir liggja í løtuni við 6 stig- um - ájavnir við Mjølnir, sum kortini hevur leikt ein dyst fleiri. SVEINUR TRÓNDARSON Mjølnir-SÍ 2-0 Mest positiva liðið í kappingini higartil í ár hevur verið SÍ. Eftir at hava hingið við einum á- vísum likamsluti í vatn- skorpuni í fjør, gjørdu teir bart næstan frá byrjan í ár, og ta einu tíðina vóru teir enntá nummar tvey í kappingini. So kom stígur í, og síð- ani hava ungu sørving- arnir havt ilt við rættuliga at fóta sær ímóti ovaru liðunum. Seinasta vikuskiftið, tá teir vóru í Havn og leiktu móti Fleyr, vunnu teir fyrra hálvleik, og tí var kanska væntandi, at teir fóru at gera eitt sindur um seg í dystinum móti Mjølnir, sum varð leiktur sunnudagin. Men so var ikki, tí Mjølnir vann greiðan 2- 0 sigur. Løgdu sjógv ímillum Hóast tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Mjøl- nir í ár, og heldur ikki eftir at teir hava fingið jugoslaviskan leikandi venjara, so var eingin ivi um, at klaksvíkingar høv- du sett sær fyri at henda dystin skuldu teir vinna. Teir løgdu sjógv mill- um seg og SÍ í byrjanini av hvørjum einasta setti, og eftir tað ráddi bara um at halda fast. Hetta gjørdu teir á best- a hátt, og tískil varð ong- antíð talan um ein spenn- andi dyst. Sum dysturin leið, minti tað mest um eina avgreiðslusøk, tí ungu sørvingarnir fótaðu sær als ikki móti klaksvík- ingum, sum stýrdu øllum. Úrslitið hevði við sær, at Mjølnir nú er ájavnt í stigum við Fram, men kortini fyri ein dyst fleiri enn havnarmenninir. Um tað so eisini hevur við sær, at Mjølnir gerst nummar trý og Fram nummar tvey í kapping- ini, kunnu vit bara gita um. Liðini hava ein sína- millum dyst eftir, og hann verður í Klaksvík. Flogbóltur: Klaksvíkingar komu aftur á beint í dystinum móti SÍ sunnudagin. Teir vunnu 2-0 í ein- um lítið áhugaverdum dysti Á slóðina Líkt er til, at hini liðini í fyrstu deild bert kunnu royna at verja fyri, tá Fleyr stendur hinu megin netið