týsdagur 15. februar 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
37
Havnin tók gullið
Í finaludystinum
eydnaðist tað havnar-
monnum at vinna á
klaksvíkingum og
harvið gerast føroya-
meistarar
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Støðan var 2-1 til havnar-
menn ímóti oddaliðnum úr
Klaksvík. Kravið varð 3-1,
um FM-heitið skuldi fara
til Havnar. Martin Poulsen
og Ólavur Simonsen sótu
eftir á fyrsta borði og
stríddust fyri hvørt sítt lið.
Martin hevði fyrimun í
talvinum, men hervilig tíð-
arneyð argaði báðar telv-
arar. Ein rúgvismikil kjøt-
rond kringsetti hendan gýs-
ara, ið endaði við, at Ólavur
akkurát ikki náddi at leika
sín leik nr. 40 og tapti tí
talvið uppá tíð. Tískil
vunnu Martin og Havnar
Telvingarfelag
føroya-
meistaraskapin 2005.
Sæð við uttanveltaðum
brillum,
kundi
eingin
ynskja sær ein betri kapp-
ingarenda enn tann í Argja
skúla leygardagin. Meira
spennandi gerst tað ikki.
Tað má sjálvsagt tykjast
tungt hjá klaksvíkingum,
sum síðani fyrsta umfar
høvdu havt leiðsluna við
tryggari og nærum ósvika-
ligari telving. Í seinni helvt
høvdu klaksvíkingar Heina
Olsen á liðnum, men hann
luttekur í løtuni saman við
Flóvini Tór Næs í einari
IM-kapping í Dionulund á
Sælandi, og varð tí ikki
tøkur at veita eina hjálpandi
hond á seinasta leikdegi.
Eftir eina óstøðuga kapp-
ingarbyrjan, bygdi havn-
arliðið seg spakuliga upp
og fóru av álvara at hótta
tað annars suvirena odda-
liðið, KTF. Undan seinastu
tveimum
umførunum,
høvdu klaksvíkingar eina
leiðslu uppá hálvttriðja
stig, men tað varð kortini
ikki nóg mikið. Havnar-
menn vístu format í enda-
spurtinum.
Manningin við topptelv-
arunum Martin Poulsen og
Olaf Berg á ovaru borðun-
um og tí roynda Boga Ziska
og evnaríka Helga Dam
Ziska á aftaru borðunum,
varð ein optimal blanding
eitt lið kann ynskja sær.
Uppgerðin um
toppskoraraheitið
Helgi Dam Ziska og Wille
Olsen leiktu ein skjótan
javnleik á 4. borði. Einki
stórvegis hendi í tí talvin-
um og støðan var mest sum
læst, tá friðarsemjan varð
undirskrivað. Eisini Bogi
Ziska og Rani Nolsøe leikti
ein relativan skjótan javn-
leik á 3. borði.
Olaf Berg og Finnbjørn
Vang høvdu ikki bert før-
oyameistaraskapin at berj-
ast fyri, men eisini ein inn-
anhýsis dyst um heiðurin at
gerast toppskorari. Undan
seinasta umfari var Finn-
bjørn toppskorari við 8,5
stigum, meðan Olaf hevði
skavað eins imponerandi 8
stig saman. Olaf gjørdi bart
og vann talvið, sum er við í
blaðnum, og gjørdist tí
toppskorari í 1. deild. Sam-
stundis legði Olaf FM-
lagnuna í hendur Martins,
sum jú loksins vann talvið
ímóti Ólavi Simonsen.
Martin hevur sum odda-
maður á havnarliðnum í ár
fingið sera góð úrslit. Eitt
nú tapti hann einki talv, og
hann vann báðar uppgerðir-
nar móti vinmanninum
Hans Kristian Simonsen.
Apropos Hans Kristian,
so hevði hann eitt skuffandi
kappingarár við 4,5 stigum
av 10 møguligum á koll-
fjarðaliðnum. Eisini gekst
illa í hond hjá Ólavi Simon-
sen, sum hevði sítt higartil
nógv ringasta úrslit í lið-
kappingini við 4,5 stigum
av 9. Óhoyrt er, at Ólavur
tapur fýra talv við hvítu
fólkunum í somu kapping.
Toftamenn flyta niður
Isoleraðir í botninum vórðu
toftamenn. Jens Kristian
Hansen var burturstaddur
alt kappingarárið og hetta
ávirkaði sjálvandi úrslitini
hjá toftamonnum í ár. Í
løtuni megna teir als ikki
uppgávuna í 1. deild, og tí
eru teir neyvan serliga
keddir av at flyta niður.
Hvalvíkingar
vunnu
bronsuna, hóast vestmenn-
ingar vunnu stórsigur á
teimum í seinasta umfarin-
um. Nevnast skal, at bæði
Finnbjørn Zachariassen og
Martin Brekká vantaðu á
liðnum í dystinum ímóti
vestmenningum. Rógvi W.
Rasmussen mátti lúta á
fyrsta sinni ár, tá hann tapti
ímóti John Rødgaard.
Tvey klaksvíkslið í 1.
deild
Komandi kappingarár vera
tvey lið úr Klaksvíkar Talv-
felag í 1. deild. Klaksvíks-
liðið í 2. deild vann trygt á
kollfirðingum og sanda-
vágsmenn fingu ein ordans
lúsing móti Havnini A, 0-4
(Haldur Suni Johansen
vann á Torkil Nielsen).
Tískil vunnu klaksvíkingar
deildina við hálvumøðrum
stigi niður til havnarliðið.
Gøtumenn vunnu 3. deild í
harðari kapping við havnar-
menn og vestmenningar.
Gøtumenn verða tí aftur at
síggja í næstfremstu deild-
ini komandi kappingarár.
Klaksvíkingar vunnu sum
væntað unglingadeildina, tá
teir vunnu á nærmastu
kappingarneytunum
úr
Sandavági á seinasta leik-
degi.
Hóast felagið ikki vann
1. deild, kann Klaksvíkar
Talvfelag fegnast yvir góð
úrslit í kappingarárinum
2004/2005.
Føroyameistarar seinastu 10 árini
1996: Klaksvík
1997: Klaksvík
1998: Kollafjørður
1999: Klaksvík
2000: Havnin
2001: Havnin
2002: Vestmanna
2003: Havnin
2004: Klaksvík
2005: Havnin
Talvið hesa vikuna
Olaf
Berg
(2222)
-
Finnbjørn Vang (2059)
1. deild (10. umfar)
12.02.2005
1.d4 d5 2.c4 e6 3.cxd5
exd5 4.Ric3 Rif6 5.Bg5
Be7 6.Rif3 0—0 7.e3 Be6
8.Bd3 Ribd7 9.h3 Re8
10.0—0 c5 11.Rc1 h6
12.Bf4 c4 13.Bb1 a6
Svartur kann ikki klaga
um byrjanarspælið. Støð-
an tykist rættiliga jøvn
14.Rie5
Rc8
15.Bh2
Rixe5? Óneyðugt. b5 er
væl betur. Nú fær hvítur
lættari spæl og álop
16.dxe5 Rih7 17.Fc2 Rif8
18.Rcd1
b5
19.Rie2
Møguligt var at leika
Rixd5 og síðani e4, men
Olaf valdi aðrar vegir
19...Bc5 20.Rid4 Fg5 Nú
biðjur Finnbjørn um ein
finnustorm... 21.f4 Fh5
22.f5 Sjálvandi, pust the
pawn! 22...Bd7 23.Rf3
Svartur er í trongum
skóm, ringt er at finna ein
góðan leik. 23...Bc6 Men
hetta var nú ikki sterkasti
leikur. b4 var ein betur
roynd 24.Rixc6 Rxc6
25.Rxd5 f6 26.Fe4! Ein
sentraliserað frúgv, ið
stendur trygt og sum
samstundis er álops-
sinnað 26...Rih7 27.Rd7!
Rcc8 28.Fb7 g4 hevði
fangað frúnna innan fáar
leikir, men Fb7 vinnur
eisini 28...Rig5 29.Rxg7+
Kf8 30.exf6 Nú er støðan
fullkomiliga
tapt
hjá
Finnbirni, men sum Olaf
segði eftir talvið, so hevði
talvið nógv at siga og
skilti tí væl at Finnbjørn
helt fram 30...Rixf3+
31.gxf3 Bxe3+ 32.Kg2
Bc5
Støðumynd eftir 23...Bc5
33.Rg8+! Kxg8 34.Fg7
skák mát. Gott telvað av
Olaf. 1—0
Úrslit og endaligar støður
1.deild
10. umfar
Havnin
Klaksvík
3-1
Martin Poulsen
Ólavur Simonsen
1-0
Olaf Berg
Finnbjørn Vang
1-0
Bogi Ziska
Rani Nolsøe
0,5-0,5
Helgi D. Ziska
Wille Olsen
0,5-0,5
Kollafjørður
Toftir
3-1
Hans Kr. Simonsen
Andreas Andreasen
0,5-0,5
Bernhard Thomsen
Helgi Joensen
1-0
Jón Olsen
Jústinus Hansen
0,5-0,5
Margeir Zachariassen
Oddmar Andreasen
1-0
Hvalvík
Vestmanna
0,5-3,5
Rógvi W. Rasmussen
John Rødgaard
0-1
Sámal Christiansen
Jákup á Rógvi Andreasen0,5-0,5
Gunnar Joensen
Samson Højgaard
0-1
Kári Petersen
John Jacobsen
0-1
Endaliga støðan
1. Havnin
28,5
2. Klaksvík
28,0
3. Hvalvík
20,5
4. Vestmanna
18,5
5. Kollafjørður
17,0
6. Toftir
6,5
2. deild
10. umfar
Sandavágur
Havnin a
0-4
Kollafjørður
Klaksvík
0,5-3,5
Havnin b
Vestmanna
3-1
Endaliga støðan
1. Klaksvík
29,5
2. Havnin a
28,0
3. Sandavágur
24,5
4. Havnin b
14,0
5. Vestmanna
13,5
6. Kollafjørður
7,5
3. deild
1. Gøta a
31,5
2. Vestmanna a
29,0
3. Havnin a
28,0
4. Havnin b
26,5
5. Sandavágur
23,0
6. Rókur
21,5
7. Klaksvík
16,5
8. Eiði
15,0
9. Vestmanna b
10,0
10. Gøta b
5,5
Unglingar
Endaliga støðan
1. Klaksvík
24,5
2. Sandavágur
22,0
3. Havnin
14,0
4. Gøta
13,5
5. Miðvágur a
12,0
6. Rókur
10,0
7. Vestmanna
9,5
8. Miðvágur b
1,5
Toppskoraralistin í 1. deild
1 Olaf Berg
(HT)
9,0/10
2 Finnbjørn Vang (KTF)
8,5/10
3 Rani Nolsøe (KTF)
7,0/8
4 Bogi Ziska (HT)
7,0/10
5 Martin Poulsen (HT)
6,5/9
6 John Rødgaard (VT)
6,0/9