Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 31 - 15. februar 2005 Eftir at hava funnist hvassliga at øðrum liðum fyri at flyta dystir, noyddist Stjørnan um viku- skiftið at flyta sín dyst. Orsøkin var, at mest sum allur hóp- urin var seingjar- liggjandi FLYTING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Tá man spælir í tí bestu deildini – og tað er líka- mikið, um tað er í Føroyum ella í Danmark – ja, so møtir eitt lið upp til sínar dystir, og tað er tað« Somikið greiður var venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, tá trætumál í vetur tók seg upp um, hví kvinnuliðið hjá Kyndli ikki var møtt til dyst í Klaksvík. Ta ferðina var stjørnu- venjarin í øðini um, at Kyndil vildi flyta dystin, men um vikuskiftið var støðan nakað øðrvísi. Undrandi venjari Ásetti dysturin millum VÍF og Stjørnuna varð nevnliga av ongum, tí Stjørnan hevði biðið um flyting. Orsøkin var, at stórur partur av leikarahópinum var seingjarliggjandi við krími, og kappingarstjórin hjá HSF eftirlíkaði ynskin- um um at flyta dystin. Ein avgerð, sum venjarin hjá VÍF, Sophus Dal Christi- ansen, ikki var heilt nøgdur um. – Fyrst av øllum, fær VÍF ein teldupost fríggjadagin at dysturin er útsettur og eingin frágreiðing um or- søkina til tess. – Eg ringdi til kapping- arstjóran hjá HSF, hann greiddi frá, at alt Stjørnu- liðið var rakt av krími og allir 17 leikarnin í hopinum lógu meir ella minni í seingini, eisini var venjarin seinglarliggjandi, sigur Sophus. Víðari sigur hann, at hann eftirfylgjandi hevur fingið at vita, at tvær av leikarunum hjá Stjørnuni vóru uttanlands í arbeiðs- ørindum, og at eftir tí, sum hann hevði hoyrt, vóru langt ífrá allar á liðnum seingjarliggjandi við krími. – Og eg veit væl, at vit hava verið í líknadi støðu. Vit útsettu ein dyst í vetur, tá báðar málverjarnir vóru sjúkrameldaðar. Men eg kann so eisini leggja aftur- at, at vit í ein mánað oper- eraðu við átta leikarum – íroknað málverja – og tá spældu vit so allar dystir- nar, sigur Sophus Dal Christiansen, sum annars undrast á, at hópurin hjá Stjørnuni eftir einari viku minkaði úr 17 niður í færri enn sjey leikarar. Støðan var akutt Men sambært Rógva Niel- sen, so var støðan heilt akutt hjá hansara liði. – Eg má bara siga, at eg ongantíð hava upplivað slíkt áður. 11 av teimum leikarum, sum vóru á dóm- aralistanum til steypafin- aluna, lógu í seingini. Tað er altso nakað, sum eitur force majoure, og eg trúgvi ikki, at nakað lið í land- inum hevði staðið seg, um teimum vantaði 11 leikarar. Tað er rætt, at tvær av leikarunum vóru burtur- staddar, men var tað einasti trupulleikin, so skuldu vit nokk spælt dystin. Veru- leikin er, at meginparturin av hópinum lá í seingini, og tá kanst tú altso ikki spæla nakran dyst. – Og læt meg so leggja afturat, at flytingin av dyst- inum varð gjørd í sátt og semju við HSF, sum er myndugleikin hesum við- víkjandi. Alternativið var, at vit skuldu hava undantaksloyvi til eina rúgvu av 16 ára gomlum gentum, og eg eri ikki vísur í, at tað vildi verið tað rætta at gjørt, staðfestir hann. Eftir at Jógvan Greger- sen hevur lagt frá sær, hevur fyrrverandi næstformaðurin nú sett seg í ovasta fót- bóltssessin í Sarpu- gerði, og setningurin hjá honum og hinum í nevndini og øðrum kring felagið verður at hava skil í pengunum, samstundis sum ar- beitt verður miðvíst við at røkka so høgt, sum tað á nakran hátt ber til GÍ LEIÐSLAN Jóannes Hansen GÍ hevur fingið nýggjan formann. Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum, sum varð í FSF húsinum leygar- dagin, taldist Jógvan Greg- ersen, sum hevur verið for- maður í GÍ í fleiri ár, ikki millum GÍ umboðini. Or- søkin til tað er, at Jógvan Gregersen á ársaðalfundin- um hjá GÍ, sum varð miku- kvøldið í næstsíðstu viku, bar seg undan afturvali í GÍ nevndina. Har hevur Jógvan í hesum umfarinum verið formaður síðani 2001. Tá tók hann við aftur, eftir at hann ikki hevði verið í nevndini tey fýra árini, meðan hann var bygdaráðs- formaður í Gøtu. Framman- undan skeiðnum í komm- unalpolitikki hevði hann í fleiri ár verið formaður og uppaftur fleiri ár næstfor- maður í Gøtu Ítróttarfelag. Nýggjur formaður í Gøtu er Brandur Jacobsen. Hann hevur seinastu árini verið næstformaður í GÍ. Brand- ur er glyvramaður, men hann býr í Syðrugøtu, hag- ani mamman er ættað, og har hann í piltaárunum ofta vitjaði. Sum smádrongur spældi hann eitt sindur í NSÍ, men hann gavst tíð- liga, og nógvu tey seinnu árini hevur eingin ivi verið um, at hann - á sama hátt sum eldri beiggin, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður - er GÍ viðhaldsmaður um ein háls. Saman við Brandi Jacob- sen vóru Janus Rasmussen og Jeffri Olsen GÍ umboð á FSF aðalfundinum. Teir eru báðir nývaldir í GÍ nevndini, sum nú sær soleiðis út. Brandur Jacobsen er for- maður, Janus Rasmussen, sum er nýggjur í nevndini er næstformaður og skrivari, Regin Gregersen er fram- vegis peningarøkil, og nýggir nevndarlimir eru Jeffri Olsen og Elias Han- sen. Nýggi formaðurin vónar, at tað fer at eydnast honum og nýggju nevndini í Gøtu at halda fram við góðu menn- ingini, sum fótbólturin í Gøtu aftur tykist at vera í, eftir at talan onkur av árun- um eftir gyltu níti árini hev- ur verið um soltna úrtøku: – Broytingin hevur verið ógvuslig seinastu árini. Pengarnir hava fingið stóran leiklut, men eingin í felagnum kann liva við, at tað ikki er javnvág millum inntøkurnar og tað, sum verður brúkt í vónini um at røkka góðum úrslitum. Eingin kann liva við fíggjarligum trupulleikum. Tað kunnu nevndin og spælararnir ikki, og tað kunnu vanligu viðhalds- fólkini og aðrir fíggjarligir stuðlar heldur ikki, stað- festir Brandur Jacobsen, tá ið vit ynskja honum til- lukku við nýggja sessinum. Fara tit so ikki at miðja eftir toppinum, har GÍ so ofta hevur verið? – Vit fara sum altíð at spæla fyri at vinna hvønn einasta dyst. Vit vóna at røkka í hvussu so er fram millum fýra tey bestu, og vit miðja eisini eftir at verða partur í steypafinaluni. Hava tit ráð til tað? – Tað ræður um at fáa sum frægast burturúr. Í Gøtu hevur solidariteturin millum bygdafólkið altíð verið stórur. Flestu spælar- arnir halda seg til felagið, og tað ræður um hjá felagn- um at vera við til at gera tað áhugavert hjá spælarunum at trívast. Vit hava sett okkum fyri at styrkja um ungdómsdeildina. Í fjør var tað betri, enn tað hevur verið, og vit vóna, at tað aftur í ár verður talan um framgongd. Men tit dúva eisini upp á fremmanda arbeiðsmegi? – So at siga alla tíðina, síðani GÍ fyri 25 árum síðani flutti upp í fremstu deildina, hava tað verið einstakir spælarar aðra- staðni frá, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini at verða. Fólkagrundarlagið er so mikið avmarkað, at tað ofta fara at vera pláss, sum tað verður torført at finna fólk til í felagnum, og so verður leitað aðra staðni. Hesum er einki forgjørt í. Tað, sum ræður um, er, at tað er samsvar millum tað, sum kostnaðurin av rakstrinum er og tað, sum fæst í inntøkum. Er tað realistiskt at rokna við, at GÍ fer at teljast mill- um tey fremstu í landskapp- ingini, og at GÍ er kandi- datur til steypafinaluna? – Vit halda okkum hava fólk til lið í javnvág. Vit hava nógvar gøtumenn, ein- stakar fremmandar spælar- ar, og vit hava royndar og minni royndar spælarar. Felags fyri teir allar er, at teir í vetur undir leiðslu av Popczynski hava arbeitt miðvíst fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til undir umstøðunum, sum eru. Vit rokna við, at tað skal bera til hjá teimum at vera við at seta dám á. Hvussu væl hetta fer at eydnast, valdast eisini um, hvussu tað fer at verða við skaðum og leik- bannum. Fólkagrundarlag- ið er ikki størri enn so, at tað fer at koma illa við, um onkur av lyklaspælarunum verður skaddur, sigur Brandur Jacobsen, nýggi formaðurin í Gøtu Ítróttar- felag. Hann vísir á, at tá ið GÍ var upp á tað besta, høvdu teir ikki altíð so nógv fólk: – Teir vóru væl fyri og tískil ikki so nógv skaddir, leikbannini vóru fá, og so høvdu teir Jens Martin í málinum. Avbjóðingin er kortini eitt sindur størri og øðrvísi nú, tá ið landskapp- ingin verður væl longri, enn hon plagar at vera. Stjørnan útsetti Brandur nýggjur bossur í Gøtu Aftur hetta vikuskiftið varð kvinnukappingin rakt av dystarflyting. Hesaferð var tað Stjørnan, sum bað um útsetan