týsdagur 15. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
35
Landskappingin á veg í sjónvarpið
Í FSF verður arbeitt
við at finna høvuðs-
stuðul til landskapp-
ingina og møguleik-
anum fyri, at ein
dystur í hvørjum um-
farinum skal sjón-
varpast
FSF AÐALFUNDUR
Jóannes Hansen
Tað ljóðaði fyri nøkrum ár-
um síðani um hetta. Tá
spurdist einki burturúr,
men nú er tað aftur á
skránni. Sambært frágreið-
ingini, sum FSF formaður-
in Óli Holm helt á aðal-
fundinum leygardagin, so
er ætlanin hjá FSF, at lands-
kappingin skal eiga ein
høvuðsstuðul. Tað fer at
hava við sær, at landskapp-
ingin fer at hava nýtt heiti á
sama hátt sum kapping-
arnar í hondbólti fyri stutt-
um fingu tað, og sum tað
seinnu árini er vorðið van-
ligt í fótbóltskappingum í
øðrum londum.
– Arbeiðið við hesum
gongur sum ætlað, og vit
vóna at koma undir land
við eini loysn innan alt ov
rúma tíð, upplýsti FSF
formaðurin.
Sambært ársfrágreiðing-
ini so hevur FSF havt sam-
band við Sportfive, sum er
felagið, ið eigur rættindini
at sjónvarpa frá landdyst-
unum hjá Føroyum, og SvF
við tí í hyggju at fáa í lag
sjónvarping frá 1. deild hjá
monnum. Televarpið hevur
eisini víst ávísan áhuga fyri
ætlanini.
– Í fyrsta umfari er
ætlanin hjá okkum at fáa
sent beinleiðis frá einum
dysti í hvørjum leikumfari,
og at hetta skal ganga upp á
skift millum feløgini, segði
Óli Holm.
FSF vil hava loyvini
Enn ber ikki til at siga nak-
að um, hvussu fíggjarligu
viðurskiftini verða í hesum
sambandi. Tvær høvuðs-
treytir mugu fáast upp á
pláss, áðrenn tað fer at bera
til at fara víðari við ætl-
anini.
Onnur er, at feløgini geva
FSF sjónvarpsrættindini til
1. deildardystirnar, soleiðis
at tað fer at bera til hjá FSF
at gera serstaka avtalu við
Sportfive, sum síðan fer at
gera avtalu við sjónvarps-
støð.
Hin treytin er, at pening-
ur verður fingin til vega,
soleiðis at tað fer at bera til
at gera íløgu í ein SNG
vogn, sum tað verður nevnt
í frágreiðingini. Hetta er
stóri bilurin, sum altíð er at
síggja uttanfyri, har tað
verður sjónvarpað frá eitt
nú fótbóltsdystum. At fáa
ein sovornan bil við neyð-
uga innihaldinum er for-
treytin fyri at verða førur
fyri at senda beinleiðis og
við tí dygdini, sum er neyð-
ug. Einki verður í frágreið-
ingini sagt um, hvussu stór
tann íløgan verður roknað
at verða.
FSF fer heilt skjótt at
venda sær til feløgini, sum
eru umboðað í 1. deild, har
heitt fer at verða á feløgini
um at geva FSF sjónvarps-
rættindini.
Tað var um reppið, at
kvinnurnar hjá
Kyndli syrgdu fyri
einum ógvuliga
óvæntaðum úrsliti
sunnudagin, tá ið tær
høvdu vitjan av Sølj-
uni úr Sandavági
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Søljan var stórfavorittur, tá
ið tær sunnudagin dystað-
ust við Kyndil í høllini á
Hálsi í Havn. Kyndil liggur
næstaftast í deildini og hev-
ur í veruleikanum bert ikki
verið nær námind av at fáa
stig móti liðunum í ovaru
helvt av deildini higartil í
ár, men sunnudagin var um
reppið, at tær fingu stig
móti Søljuni, sum roynir at
vinna seg upp á eitt heið-
ursmerkjapláss.
Gestirnir løgdu
bragdliga fyri
Í byrjanini av dystinum sá
tað annars út til, at tað
Søljan fór at vinna ein
rímuliga lættan sigur, tá ið
tær eftir lítlari løtu løgdu
seg á odda við fýra málum.
Men Kyndil svaraði aftur
og upp á fimm minuttir
vóru tær komnar upp á
javnt. Tað hevur styrkt um
Kyndlaliðið, at veteranurin
Lotte Sørensen er komin
aftur á liðið, og millum
annað prógvaði hon sunnu-
dagin, at hon framvegis er
ósvikaliga trygg, tá ið tað
snýr seg um brotskøst.
Fyrri hálvleikur var rættu-
liga javnur, og hóast gestir-
nir úr Søljuni vóru á odda
við tveimum málum stutt
fyri hálvleik, so fekk Kyndil
við einum sprelli beint fyri
steðgin syrgt fyri, at tað
vóru tær, ið fóru til hálv-
leiks við einari 13-12
leiðslu.
Var tað javnt fyri steðgin,
so var tað ikki minni javnt í
seinna hálvleiki. Tað var
ongantíð meiri enn tað eina
málið á muni fyrstu longu
løtuna av hálvleikinum,
men tá ið farið var undir teir
seinastu tíggju minuttirnar,
gjørdi Søljan ein vørr, sum í
veruleikanum
tryggjaði
teimum sigurin. Kyndil var
á odda 19-18, men við trim-
um málum á rað kom Søljan
á odda 21-19, og hóast
Kyndil minkaði niður í 21-
20, so kom havnarliðið
ongantíð upp á javnt aftur,
og harvið reyk møguleikin
fyri einum ella tveimum
óvæntaðum
stigum
til
Kyndil. Hinvegin vóru tær í
Søljuni ógvuliga fegnar um,
at tað eydnaðist teimum
eftir tógvið stríð at fáa sig-
urin til høldar. Neyvan
høvdu tær væntað sær so
mikið harða mótstøðu, sum
tær fingu frá vertunum.
Kyndil-Søljan 21-
22(13-12)
Kyndil:
Lotte Sørensen
6(4), Randi Wardum 4,
Súsanna Petersen 3, Anja
Midjord 3, Linda Weihe 2,
Ann-Mari Wang 1, Kari-
Ann Petersen 1, Hildur
Høghamar 1
Søljan:
Nicoleta Radu
Hansen 6(1), Lina Andriu-
lyte 5, Jana Jacobsen 3,
Hertha Jónsdóttir Simon-
sen 3, Heidi Maria Aksel-
sen 3, Fía Selma Nielsen 1,
Kristianna Petersen 1
Brotskøst:
Kyndil 5(4),
Søljan 1(1)
Útvísingar:
Kyndil
3,
Søljan 4
Dómarar: Kári og Dánjal
Hansen
Kyndil-Søljan 21-22(13-12)
Um reppið hjá Kyndil
Søljan slapp at arbeiða
nakað væl harðari enn ætlað
fyri stigunum, tá tær vitjaðu
Kyndil sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Í FSF rokna teir við,
at UEFA um eitt
hálvt ár fer at hava
góðkent føroysku
venjaraútbúgv-
ingina á A støði, og
Jákup Mikkelsen og
Jens Martin Knud-
sen fara nú at standa
fyri skeiðum rættað
móti málverjum
FSF AÐALFUNDUR
Jóannes Hansen
Í formansfrágreiðing síni
á friðarliga aðalfundinum
leygardagin
visti
Óli
Holm at siga, at tað um
ikki so langa tíð fer at
verða møguleiki fyri at
fáa prógv sum A venjari í
Føroyum. Higartil hevr B
venjaraprógvið verið tað
hægsta, sum tað hevur
borið til at lokið í
Føroyum.
– Miðvíst verður arbeitt
við at fáa UEFA góðkenn-
ing av A-stignum í FSF
venjaraútbúgvingini. Um-
sókn er send UEFA um
hetta, og tað verður roknað
við góðkenning í seinasta
lagi í summar. Ætlanin er,
at tað skal farast undir A
venjaraútbúgvingina
í
heyst, og fyrsta próvtøkan
ætlast at verða á heysti í
2006. Fyri at røkka minstu
krøvunum hjá UEFA er
tað avgerandi, at venjarar
við A prógvi verða settir
við næstu árini, segði Óli
Holm.
Í 2004 var fyrsta B
próvtøkan sambært UEFA
góðkenning í Føroyum.
Grundskeið vóru á Tvør-
oyri, í Havnimi og á Toft-
um, og harafturat vóru
eisini skeið í B1 og B2 og
Slóðarin.
Áhugin fyri at taka lut í
venjaraskeiðunum tykist
vera góður. Í grund-
skeiðunum luttóku 44, í
Slóðaranum luttóku 8, á
B1 skeiðnum vóru 29, í
B2 skeiðnum vóru 18, og
12 vóru til B próvtøku.
Sjey instruktørar eru í
venjaraútbúgvingini hjá
FSF. Teir flestu hava før-
leika til einsamallir at
taka sær av B skeiðum.
Útbúgvingarnevndin
gjørdi í fjør av at fara
undir skeið fyri málverjar.
Landsliðsmálverjarnir
báðir - Jákup Mikkelsen
og Jens Martin Knudsen -
eru nú instruktørar í
skeiðum fyri málverjar.
Talan er um tvey skeið,
sum verða nevnd M1 og
M2, og fyrsta skeiðið
verður í vár.
A venjarin
verður veruleiki
Áðrenn farast kann undir eina møguliga sjónvarpan av
dystum, skal FSF hava loyvi at senda frá hesum, staðfesti Óli
Holm á aðalfundinum
mynd: www.football.fo