týsdagur 15. februar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 31 - 15. februar 2005
Kend og minni kend andlit og onkur
tómur stólur
Tvey av limafeløgun-
um vóru ikki umboð-
að á FSF aðalfundin-
um. Nógvir gamlir
kenningar sóust, men
hjá fleiri feløgum
vóru tað aðrir enn
formenninir, sum
vóru á fundi
FSF AÐALFUNDAR
UMBOÐINI
Jóannes Hansen
Á aðalfundinum hjá Fót-
bóltssambandinum leygar-
dagin vóru tað tvey av
teimum 22 limafeløgunum,
sum ikki vóru umboðað.
Tey vóru Nólsoyar Ítróttar-
felag, NÍF, sum annars
hevur boðað frá, at teir ætla
sær at taka lut í kappingini í
ár, og Eiðis Bóltfelag. EB
og Streymur eru felags um
fleiri lið. Men í FSF høpi
eru tað tey bæði móðurfel-
øgini hjá EB/Streymi, EB
og Streymur, sum eiga
limaskapin. Streymur var
umboðað á fundinum, men
tað var EB ikki.
Oftast plagar tað at vera
soleiðis, at feløgini eru
umboðað av formanninum
og so onkrum nevndarlim-
um ella venjarum aftrurat.
Sjálvandi kann tað koma
fyri, at tað ikki ber øllum til
at møta, men hesa ferð var
tað merkisvert, at fleiri for-
menn ikki vóru á ársaðal-
fundinum.
Millum teirra, sum plaga
at vera, og sum aftur vóru
hesa ferð, vóru eitt nú
Niclas Davidsen úr B68,
Tórálvur Stenberg úr AB,
Birgir Enghamar úr HB og
Jákup Mortensen úr NSÍ.
Onkrir formenn, sum í
mong ár hava verið við til at
mynda teirra felag, vóru
ikki á fundinum leygardag-
in. Ein teirra var Kristian á
Neystabø, sum í eitt manna-
minni hevur verið formaður
í B36. Hann hevur sitið í
nevndini saman við Kjartani
Mohr, kassameistaranum,
sum taldist millum B36
umboðini hesa ferð.
Kristian er framvegis
B36 formaður. Felagið hev-
ur aðalfund í annað kvøld.
Tað
hevur
ljóðað,
at
Kristian ætlar at leggja frá
sær á aðalfundinum hesa
ferð. Um hesi tíðindini fara
at gerast til veruleika fæst
at vita eina ferð mikukvøld-
ið. Tað hevur áður ljóðað, at
Kristian skuldi fara frá,
men hann hevur kortini
verið drúgvur.
KÍ formaðurin, Gestur
Hovgaard, var heldur ikki at
síggja á aðalfundinum. Í
staðin var tað formaðurin í
fótbóltsdeildini,
Símun
Gullaksen, sum var einsa-
mallur at umboða stóra fel-
agið í Klaksvík. Gestur er
framvegis KÍ formaður, og
hann verður eisini formað-
ur í Klaksvík í hvussu so er
eitt ár afturat. KÍ hevur að-
alfund í hesi vikuni. Tveir
starvsnevndarlimir - Karl
Birgir Isaksen og Nichels
Lützen - standa fyri vali.
Einki var heldur at síggja
til arbeiðssama TB for-
mannin, Sofus Laðanberg.
Hann er framvegis TB for-
maður. Jóan Petur Olgar-
son, sum hevur verið við
leingi, og sum er formaður
í
ungdómsdeildini,
var
einsamallur um at umboða
aldursforsetan í føroyskum
fótbólti á aðalfundinum.
Tað hevur ljóðað, at hann
ætlar at taka seg aftur úr
fremsta politiska fótbólts-
sessinum á Tvøroyri, tá ið
TB fer at hava aðalfund
næsta leygardag. Eingin
roknar við, at Sofus fer at
taka seg heilt aftur við
arbeiðnum at halda elsta
fótbóltsfelagnum í Føroy-
um millum tey fremstu, og
tað eru tey, sum siga seg
ivast í, um nú Sofus fer at
leggja formanssessin frá
sær seinni í hesi vikuni.
Sagt verður, at tað fer at
vera stórur smeitur fyri TB,
um Sofus fer at taka seg
aftur.
B71
formaðurin,
Eli
Hentze, var heldur ikki á
aðalfundinum. Einsamalla
umboðið fyri felagið var
nevndarlimurin og sam-
skiparin Ragnar Fossdalsá.
Einki hevur kortini verið at
hoyrt um, at B71 formaður-
in ætlar at leggja frá sær -
hvørki sum formaður ella
spælari!
Borð vóru eisini til um-
boð fyri ÍSF, venjarafelagið
og fótbóltsdómarafelagið.
Umboð fyri hesar partar
plaga at vera á fundinum,
men eingin teirra var í FSF
húsinum leygardagin.
Men feløgini søgdu
nei til uppskotið hjá
FSF um at avtaka
uppflytingardystir-
nar, eftir at feløgini,
sum hava teirra besta
lið í næstbestu deild-
ini, høvdu givið til
kennar, at tey vóru
ímóti, at skipanin
varð broytt
LANDSKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki verið frítt, at
eitt sindur av undran og
kanska
eisini
misnøgd
hevur verið at sæð við
ætlanirnar og uppskotið hjá
Fótbóltssambandinum um
at víðka um landskapping-
ina í bestu deildini úr 18 og
upp í 27 umfør og harvið at
fara undir landskappingina
síðst í mars og at halda
fram inntil síðst í oktober.
Málið var ikki á skránni á
aðalfundinum leygardagin.
Men tað vóru fleiri, sum út
frá orðaskiftinum undan
aðalfundinum høvdu rokn-
að við, at málið fór at verða
reist. Soleiðis var tað ikki.
Tann einasti, sum nevndi
broyttu kappingina í bestu
deildini, var FSF formaður-
in Óli Holm. Í munnligu
frágreiðingini tók hann
soleiðis til:
– Tað eru sjálvsagt ym-
iskar áskoðanir, um leistur-
in er tann rætti, um tíðin er
búgvin, og um broytingin
er nóg væl umhugsað, men
vit mugu - fyrr ella seinni -
taka eina støðu. Føroyskur
fótbóltur hevur ment seg so
mikið nógv seinast árini, at
tað er trupult at síggja,
hvussu vit koma longur
ávegis, um vit ikki broyta
grundleggjandi viðurskifti,
segði FSF formaðurin og
sipaði ivaleyst til øktu
landskappingina.
Tað var møguleiki at gera
viðmerkingar til formans-
frágreiðingina og harvið til
tað, sum varð sagt um
broyttu landskappingina.
Men eingin tók orðið í
hesum sambandinum.
Tá ið tað snúði seg um
steypakappingina, sum nú
verður broytt frá bólkaum-
fari og til cup kapping frá
fyrsta umfari, segði for-
maðurin soleiðis:
– At broyta steypakapp-
ingina tykist mest sum ein
formalitetur, tí flest øll eru
samd um, at fóru vit ikki
aftur til cup skipanina, vildi
áhugin
fyri
kappingini
fánað burtur.
Tey næstbestu søgdu
nei
FSF nevndin hevði skotið
upp, at møguleikin hjá
næstaftastu liðunum at flyta
niður og hjá teimum næst-
bestu at flyta upp skuldi
strikast. Skipanin við upp-
og
niðurflytingardystum
hevur verið galdandi síðani
í 1995, og FSF nevndin helt
royndirnar vera, at tað bara
hevur verið í hendinga før-
um, at liðið í lægru deildini
hevur megnað at koppa
liðnum úr ovaru deildini.
Hetta saman við at nevndin
helt tað hava verið torført at
finna dystardagar var or-
søkin til, at FSF nevndin
bað feløgini samtykkja at
strika skipanina.
Men hesum tóku feløgini
ikki undir við. Serliga vóru
tað feløgini, sum nú hava
sítt besta lið í næstbestu
deildini, og sum kunnu
roknast at teljast millum
teirra, ið fara at stríðast um
uppflytingina, sum góvu til
kennar, at tey vóru ímóti at
broyta ásetingarnar.
AB, B68, FS Vágar og
B71 talaðu ímóti uppskot-
inum, og tað endaði við, at
FSF nevndin tók uppskotið
aftur.
Ikki eitt orð um nýggju kappingina