týsdagur 15. februar 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2005
33
Tað eru ov fáir dóm-
arar, sum hava tol at
bíða, til dystir í fyrstu
deild gerast veruleiki,
heldur Eiler Rasmus-
sen
FÓTBÓLTSDÓMARAR
Jákup Mørk
– Tað er einki at ivast í, at
ein slíkur sáttmáli er týdn-
ingarmikil hjá okkum at fáa.
Soleiðis staðfesti næstfor-
maðurin í fótbóltsdómara-
felagnum, Eiler Rasmussen,
eftir at felagið fríggjadagin
hevði gjørt stuðulsavtalu við
Føroya Bjór.
– Størsta uppgávan hjá
okkum er, at arbeiða fyri
verandi og nýggjum dóm-
arum, og bara tann parturin
í sjálvum sær fyllir ríkiliga
nógv hjá okkum. Ikki
minst, tí tað hjá so nógvum
er nógv lættari at vera dóm-
ari uttan fyri vøllin, heldur
enn inni á vøllinum, heldur
hann speiskliga fyri.
– Tí er tað av alstórum
týdningi, at vit fáa lætt so
nógv sum gjørligt um um-
støðurnar hjá dómarunum,
og her eru búnar ein háttur.
Ov stórt fráfall
Men tað eru ikki bara bún-
ar, sum eru týdningarmiklir
hjá felagnum. Hóast eingin
verður upplýst, so gevur
stuðulsavtalan
sjálvandi
eisini nakað av peningi, og
teir eru eisini kærkomnir
hjá dómarunum. Tí tiltøk-
ini, sum eru í umbúna, eru
nógv í tali.
– Vit royna støðugt at gera
tað meira áhugavert at verða
dómari. Stóri trupulleikin er
helst tann, at tað er so stórur
aldursmunur frá teimum rut-
ineraðu dómarunum í bestu
deildini og niður til okkum
aðrar. Og tað ger, at rekrut-
tering av nýggjum dómarum
er altavgerandi í løtuni. Ikki
minst, tí hesir kunnu læra
eina rúgvu, um teir sleppa at
arbeiða nøkur ár saman við
teimum eldru dómarunum.
Tað er eitt mál, sum eftir
míni fatan hevur lágan
prioritet hjá feløgunum, tí
hugburðurin tykist ofta vera
tann, at »dómararnir bara
koma av sær sjálvum«.
– Vit hava so roynt at bøtt
um hetta við at halda fyri-
reikandi skeið kring landið,
og her hevur uppmøtingin
eisini verið heilt hampulig,
men trupulleikin er bara, at
hóast fleiri eru til hesi
skeið, og hóast fleiri taka
dómaraprógv, so eru tað ov
fáir, sum gerast dómarar,
heldur hann.
Ikki minst heldur Eiler, at
vantandi tol er ein trupul-
leiki í hesum.
– Tað eru ov nógvir dóm-
arar, sum fella frá, tí teir
ikki hava tol at bíða. Tað er
nú einaferð so, at royndir-
nar eru at kalla altavger-
andi, um tú skalt døma dyst
í bestu deildini. Tí eru
fyrstu árini sum dómari
gjarna so, at dømt verður
ein rúgva av dystum í triðju
deild og í kvinnudeildini,
og ikki fyrr enn eftir hetta,
verður roynt at seta dómar-
arnir við í hægru deildun-
um. Tað eru tað fleiri, sum
ikki tíma at bíða eftir, og
tað er helst ein orsøk til
stóra fráfallið.
Collina er dreymurin
Heilt svart er tað kanska
ikki hjá annars svørtklæddu
monnunum. Í øllum førum
fegnast Eiler sjálvur um, at
FSF tykist leggja stóra orku
í at betra um dómarastøð-
una, og talan er eisini um
spennandi tiltøk, sum liggja
fyri framman.
– Eitt, sum vit hava roynt,
er at halda skeið av ymsum
slag. Fyri nøkrum árum
síðani var Peter Mikkelsen
her uppi, og seinsta í hesum
mánaðinum kemur so hol-
lendski Van der Ende at
halda skeið. Tað eru tiltøk,
sum ikki vóru komin í lag
uttan hjálp frá FSF, og vit
eru fegnir um, at teir so-
leiðis hava stuðlað okkum.
Spurdur, hvørt talan eis-
ini verður um aðrar navn-
framar dómarar, sum koma
hendanvegin, sigur Eiler, at
tað veit hann ikki við vissu
enn, men at hetta er nakað,
sum tað støðugt verður
arbeitt við.
– Dreymurin er sjálvandi
Collina, men higartil haldi
eg kortini, at vit hava verið
hepnir. Bæði Peter Mikkel-
sen og Van der Ende hava
verið á heimstindinum í
dómarayrkinum, og tað
kann bara inspirera, um
slíkir menn koma hendan-
vegin, staðfestir hann.
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
2
2 - 0 - 0
527
312
215
17
2 Stjørnan
1
1 - 0 - 0
385
290
95
15
3 Neistin
2
1 - 0 - 1
445
356
89
12
4 Søljan
2
2 - 0 - 0
429
368
61
12
5 VÍF
1
0 - 0 - 1
350
351
-1
5
6 StÍF
2
0 - 0 - 2
359
426
-67
5
7 Kyndil
2
1 - 0 - 1
321
430
-109
5
8 Tjaldur
2
0 - 0 - 2
254
537
-283
0
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
5
4 - 0 - 1
445
400
45
16
2 Kyndil
5
2 - 0 - 3
445
370
75
12
3 H71
5
2 - 0 - 3
436
441
-5
9
4 KÍF
5
2 - 1 - 2
378
406
-28
9
5 StÍF
5
2 - 2 - 1
395
427
-32
9
6 Neistin
5
1 - 1 - 3
414
469
-55
6
Ov fáir hanga í
Fótbóltsdómarafelagið og
Føroya
Bjór
skrivaðu
fríggjadagin undir spon-
sorsáttmála fyri komandi
kappingarár.
Hetta er næsta ferðin, at
fótbóltsdómarar gera slíkan
sáttmála. Fyrra ferðin var
fyri tveimum árum síðani,
tá LÍV gjørdist stuðul hjá
dómarunum. Ætlandi skal
nýggi sáttmálin eisini fevna
um tvey ár, men í fyrstu
atløgu fevnir undirskriftin
so bara um hetta eina árið.
Tá dystir verða leiktir,
verður tó ikki heilt so sjón-
ligt, hvør er stuðul hjá
dómarunum. Fótbóltsregl-
urnar siga, at tað bara er
loyvt at hava lýsingar á
ermuni á búnanum, og tí
verður tað bert her, at jolly-
logo’ið sleppur framat á
sjálvum dómarabúnanum.
Hinvegin eru ongar áset-
ingar fyri, hvussu venjing-
arbúnin hjá dómarunum
kann síggja út, og tí verður
hetta helst meira sjónligt
her.
-jm
Danmark sett upp á pláss
Todi Jónsson var ikki
við, tá ið FCK bara
megnaði javnleik í
Parkini ímóti Tromsø,
og Brøndby tapti stórt
í Göteborg
ROYAL LIGAN
Jóannes Hansen
Tað hilnaðist illa hjá teim-
um fýra donsku feløgunum,
tá ið tað í vikuskiftinum
aftur gjørdist álvari. Talan
var um fjórða av seks
umførum í Royalu liguni.
FCK var á heimavølli í
Parkini ímóti norska Trom-
sø. Uppgerðin var søgulig á
tann hátt, at hetta var fyrsta
ferðin yvirhøvur, at takið
var á undir fótbóltsdysti, so-
leiðis at Parkin harvið varð
størsta innandura høllin
yvirhøvur í Danmark.
Úrslitið varð 2-2, eftir at
Tromsø eitt skifti í 1. hálv-
leiki hevði verið framman-
fyri við tveimum málum.
Zuma og Álvaro Santos
vóru í FCK álopinum, og
teir skoraðu hvør sítt mál.
Álvaro
skoraði
einasta
málið í 2. hálvleiki við
brotssparki. Hóast FCK í 28
minuttir spældi ellivu móti
tíggju, so eydnaðist teimum
ikki at skjóta sigursmálið.
Einki sást til Toda Jóns-
son. Hann var ikki við, tí
hann hevði ein lítlan løst at
dragast við.
– Talan er ikki um skaða
av tí slagnum, sum so ofta
og leingi hevur hildið mær
burtur frá fótbóltinum. Eg
fekk í vikuni ein lítlan
vøddaskaða frammanfyri á
lærinum, og tað varð hildið
óneyðugt at taka nakrar
kjansir, sigur Todi Jónsson
á heimasíðuni hjá sær.
Næsti dysturin hjá FCK
verður hóskvøldið, tá ið teir
skulu spæla ímóti Brøndby.
Um møguleikin at halda
fram í kappingini framvegis
skal vera veruleiki, so
verður neyðugt við trimum
stigum. So í hvussu so er
annað
felagið
fer
úr
kappingini hóskvøldið.
Hjá Brøndby hilnaðist
tað illa, tá ið teir sunnu-
dagin vóru í Göteborg og
spældu ímóti IFK. Úrslitið
á tunga og óslætta vøllinum
var 3-0 til heimaliðið, sum
gjørdi øll málini undan
nógva
vindinum
í
1.
hálvleiki.
Halmstad vann á heima-
vølli 2-1 á OB, og í Trónd-
heimi vann Rosenborg 1-0
á Esbjerg. Í Malmø var
eingin slingur í valsinum
hjá heimaliðnum, sum vann
2-0 á Brann úr Bergen.
Máltindarnir
Kvinnur:
Daiva Tuomaite
VB
162 (52)
Nicoleta Radu Hansen
Søljan
161 (22)
Ioana Rápa
VÍF
125 (30)
Simona Petersen
Neistin
114 (29)
Lina Andriulyte
Søljan
95 (13)
Randi Wardum
Kyndil
91 (16)
Aukse Vysniaskaite
VB
89 (4)
Rebekka Justinussen
StÍF
85 (9)
Marjun Tróndarson
Neistin
76 (16)
Sunfríð B. Jacobsen
StÍF
76 (30)
Poula D. Olsen
StÍF
70
Rannvá Augustinussen
VB
70 (1)
Heidi Maria Akselsen
Søljan
70 (7)
Ása Dam á Neystabø
Neistin
65 (2)
Katarina Stepanov
Stjørnan
62 (7)
Menn:
Halgir D. Olesen
H71
103 (13)
Ingi Olsen
VÍF
99 (26)
Damir Oros
Neistin
98 (18)
Sveinur Justinussen
StÍF
91 (7)
Áki Mørk
Neistin
80 (7)
Agnar Joensen
VÍF
78 (6)
Leivur Justinussen
StÍF
77 (14)
Piti Negru
H71
76 (5)
Regin Petersen
KÍF
74 (5)
Høgni Klein
Kyndil
70 (3)
Henrik Gerster
H71
68 (6)
Josef Abrahamsen
Kyndil
67 (13)
Alexandur Johansen
StÍF
64 (21)
Jakob Jónsson
Kyndil
61 (2)
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
54 (7)
Dómararnir skulu jolla sær
Petur Jacobsen og Eiler Rasmussen taka lógvatak, nú nýggjur sponsorsáttmáli er skrivaður
Mynd: Álvur Haraldsen