týsdagur 15. februar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 31 - 15. februar 2005
StÍF-Neistin 19-25 (10-9):
Meira enn Simona
Tað vardi ein hálv-
leik, áðrenn Neistin
fekk skil uppá spælið,
men seinasta hálva
tíman var ikki ivi um
úrslitið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Neistin stendur og fellur
Simonu«. Soleiðis hevur
ljóðað fleiri ferðir í ár, tá
tosað hevur verið um
steypafinalistarnar úr Neist-
anum. Simona Petersen
hevur støðugt verið stóra
skothóttanin hjá liðnum, og
við at kveita at mál-
tindinum, sæst eisini, at
nakað hevur verið um tosið.
Tí mundu fleiri á Skála
helst eisini halda, at tað fór
at skapa trupulleikar hjá
Neistanum, nú litaviski
stórskjúttin mest sum ikki
var tøk til dystin móti StÍF.
Gaman í var Simona við í
hópinum, men fyri tað allar
mesta varð hon sitandi á
beinkinum, og tað gav til
tíðir stórar trupulleikar hjá
liðfeløgunum.
Fyri stðgin tóktist hetta
eisini skula kosta stig. Tað
leikaði javnt á, men StÍF
var fyri tað mesta eitt vet
frammanfyri, og tó at
Neistin royndi at hanga í,
so eydnaðist teimum ikki
at halda fast.
Hetta broyttist tó í seinna
hálvleiki. Fyrst og fremst,
so fingu tær bláu verjuna at
koyra. StÍF slapp als ikki
sama
mun
fram
til
møguleikar, og við Helenu
Dam Poulsen í málinum,
skal eisini meira enn bara
ein hálvhjartað skotroynd
til, áðrenn mál verður
skotið móti Neistanum.
Góða
verjuspælið
gav
eisini fleiri møguleikar til
mótálop, og so hvørt, sum
minuttirnir gingu, øktist
munurin millum liðini.
Eitt skifti var tó um
reppið, at StÍF fekk sam-
band aftur. Tær minkaðu
munin niður í 18-19, men
so var eisini liðugt. At liðið
bara hevði átta leikarar á
dómaraseðlinum
tóktist
eisini merkja kropsligu
javnvágina
á
liðnum.
Leikferðin fór alsamt niður,
samstundis sum mistøkini
øktust í tali, og so kundi
Neistin staðfesta sigurin.
Tær halda við hesum eisini
framvegis fast um bronsu-
krónurnar, og í løtuni er ilt
at síggja, at nakar skal taka
hesar frá teimum.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 19-25 (10-9)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen
6, Poula D. Olsen 6, Malan
Petersen 3, Sunfríð B.
Jacobsen 2(1), Paula B.
Jacobsen
Neistin: Marjun Tróndar-
son 10(6), Ása Dam á
Neystabø 4, Mildrið Jacob-
sen 4, Annika Thomsen 3,
Kára á Dunga 1, Simona
Petersen 1, Lív Reynheim
1
Brotskøst: StÍF 1, Neistin
7
Útvísingar: StÍF 3
Dómarar: Uni Wardum &
Hannis Wardum.
Neistin gjørdi bart í
grannauppgerðini í
Havn sunnudagin og
basti føroyameistar-
unum úr Kyndli, sum
harvið mistu eitt týð-
andi fet á leiðini móti
at endurvinna meist-
araheitið
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var eitt ógvuliga upp-
sett neistalið, sum fór á
vøllin sunnudagin. Neistin
hevur verið í framgongd
seinnu umførini, og tað
tykist sum um, at teir bláu
úr Havn nú av álvara hava
fingið sjálvsálitið aftur. Tað
var undir øllum umstøðum
sjón fyri søgn, at Neista-
liðið var nógv meiri tendr-
að enn Kyndlaliðið, tá ið
liðini hittust sunnudagin.
Undirmettir
Seinast hesi bæði lið hittust
vann Kyndil stórsigur 42-
21, og spurningurin er, um
hesin stórsigur sat í bak-
høvdinum á teimum grønu,
soleiðis at skilja, at teir
høvdu hug til at undirmeta
grannarnar. Um so var, so
var tað eitt stórt mistak, tí
man skal aldrin undirmeta
eitt lið, sum hevur so mikið
frægar leikarar sum Áka
Mørk, Damir Oros, Blagoje
Buha og unga Trónd Krage-
steen.
Tað skal eisini sigast, at
hjá Kyndli var eingin Jakob
Jónsson við, og hetta er
sjálvsagt ein smeitur fyri
liðið, men hinvegin so hev-
ur Kyndil so mikið breiðan
hóp, at aðrir kunnu taka við
í hansara stað.
Talan gjørdist um ein
sera javnan og spennandi
dyst sunnudagin. Liðini
fylgdust væl, men tað var
Neistin, sum so at siga
allan dystin hevði munin,
og tað var í veruleikanum
bert eina ferð í dystinum, at
Kyndil var á odda.
Jota í essinum
Ein tann sjónligasti leikarin
á vøllinum sunnudagin var
neistamálverjin, Jota, sum
hevði ein av sínum heilt
góðu døgum. Hann tók
fleiri upplagdar málmøgu-
leikar hjá Kyndli, og ikki
minst royndist hann væl, tá
ið Kyndil hevði brotskast.
Hetta noyddust Jónleif Sól-
sker, Josef Abrahamsen,
Hans Áki Dal-Christiansen
og Janus Einar Sørensen at
staðfesta, tá ið teir sóu
vælleikandi málverjan taka
teirra royndir.
Álopsspælið hjá Kyndil
kom ongantíð av álvara í
gongd í dystinum, og flata
verjan hjá Neistanum hevði
sera gott tak á Kyndli.
Einasti maður hjá teimum
grønu, sum fleiri ferðir
megnaði
at
berja
seg
gjøgnum bláa verjumúrin,
var ungi Rókur Akralíð.
Tað er undrunarvert, at ein
bert 17 ára gamal drongur
skal hava so stóran týdning
á einum liði, sum liggur og
stríðist fyri at gerast føroya-
meistari. Rókur er ein sera
evnaríkur leikari, sum kann
koma langt innan fyri
hondbóltin.
Tað sama kann sigast um
javnaldran hjá Róki, Trónd-
ur Kragesteen, á neistaliðn-
um. Tróndur er ein spenn-
andi leikari, ið kann spæla
á fleiri plássum. Sunnu-
dagin var hann fyri tað
mesta nýttur sum striku-
spælari, men hann royndi
seg eisini sum bakspælara.
Neyvari atsóknir
Sum áðurnevnt gekk tað
rættuliga javnt á í dystin-
um. Neistin hevði kanska
munin, men fleiri bóru ótta
fyri, at tað fór at enda galið
hjá Neistanum, tá ið stór-
skjúttin Damir Oros beint
fyri hálvleik fekk sína
næstu
útvísing.
Hetta
merkti, at antin valdi
Neistin framhaldandi at
hava Oros í verjuni og
harvið verða í vanda fyri at
fáa reyða kortið, ella nýttu
teir hann bara í álopinum,
hóast hann er sterkur
verjuspælari.
Sámal
Johansen,
neistavenjari,
valdi at Oros einans skuldi
verða við í álopinum, og tí
var ungi Roar Dalsgarð
settur inn í verjuna, og hann
royndist væl.
Eitt skifti var Kyndil tó
við at venda dystinum, tá ið
teir fyri fyrstu og einastu
ferð í dystinum, fingu
leiðsluna. Tað var tá ið
Rókur Akralíð legði teir á
odda 22-21 tíðliga í seinna
hálvleiki.
Men
Neistin
svaraði skjótt aftur, og tað
lá líkasum í luftini, at hetta
fór at verða dagurin hjá
Neistanum. Tað var tað
eisini, og tá ið Helgi Mich-
elsen legði Neistan á odda
30-28, og bert ein hálvur
minuttur var eftir at spæla,
var dysturin avgjørdur.
Tað
tóktist
eisini
á
Kyndlaleikarunum, at teir
vóru ikki so motiveraðir, og
stríðsviljin var at kalla ikki
til staðar.
Stríðsviljin var hinvegin
so avgjørt til staðar hjá
Neistanum, og hóast talan
var um eitt framúr liðavrik
hjá botnliðnum, so slepst
ikki undan at nevna Jota í
málinum og eisini vong-
spælaran Helga Michelsen.
Helgi mundi spæla ein tann
besta dystin, ið hann nakr-
antíð hevur spælt á besta
liði Neistans.
Sigurin móti Kyndil hev-
ur óivað givið neistamonn-
unum nýtt sjálvsálit, og
spennandi verður at síggja,
hvussu tað fer at ganga í
annaðkvøld, tá ið Neistin
fær vitjan av kollfirðingum.
Kyndil skal hinvegin veru-
liga taka seg saman, um teir
framhaldandi ætla at verða
við í kappingini um meist-
araheitið. Hóskvøldið fáa
teir møguleikan fyri at fáa
uppreisin fyri ósigrarnar í
seinastuni, tá ið teir fáa
vitjan av steypavinnarunum
úr StÍF.
Kyndil-Neistin 28-
30(16-17)
Kyndil: Rókur Akralíð 8,
Høgni Klein 7, Hans Áki
Dal-Christansen 3, Janus
Einar Sørensen 3(1), Ragn-
ar Stakksund 2, Josef Abra-
hamsen 2(1), Jónleif Sól-
sker 2, Finnur Hansson 1
Neistin: Damir Oros 8, Áki
Mørk 6, Helgi Michelsen 6,
Blagoje Buha 5, Tróndur
Kragesteen 4, Ólavur Brim-
nes 1
Brotskøst: Kyndil 6(2)
Útvísingar:
Kyndil
1,
Neistin 6
Dómarar: Kári og Dánjal
Hansen
Kyndil-Neistin 28-30(16-17)
Botnliðið koppaði føroyameistarunum
Við einum framúr góðum
liðavriki eydnaðist tað
sunnudagin Neistanum at
koppa grannunum úr Kyndli,
og harvið tryggjaði Neistin
sær tvey kærkomin stig.
Mynd: Álvur Haraldsen