Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 31 H71-KÍF 25-22(12-12) Hoyvíkingar nærkast heiðursmerkjum Við einum uppiborn- um sigri á kollfirð- ingum syrgdu hoyvíkingar fyri, at teir nú aftur av álvara eru við í stríðnum um heiðursmerkir ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir at alt meiri ella minni steðgaði upp í eitt tíðar- skeið hjá hoyvíkingum, sær tað nú út til, at H71 aftur hevur fingið glið á spælið hjá sær, og hetta hevur ført við sær, at teir nú aftur fáa nøkur stig til høldar. Sunnudagin spældu teir móti KÍF í Hoyvík, og H71 vann uppiborið 25-22. Lítið skipað spæl Dysturin var einki serliga væl leiktur, og fyri tað mesta var talan um rættu- liga rótut spæl. Sum vant vardu kollfirðingar rættu- liga offensivt, og hetta gjørdi sítt til, at H71 ongan- tíð slapp at spæla nakað flótandi hondbóltsspæl. Verjan hjá KÍF gjørdi allatíðina sítt til, at rútman í álopsspælinum hjá H71 skuldi brótast, og tað eydn- aðist eisini teimum í ein ávísan mun. Hinvegin so hevur H71 rættuliga nógvar mans, ið megna at gera nakað einsa- mallir, og slíkir spælarar eru góðir at hava ímóti eini offensivari verju. Tískil fekk H71 rættuliga nógv av sínum málum eftir ein- mansavrik, og serliga var tað liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, og leikandi venjar- in, Henrik Gerster, ið stóðu fyri hesum avrikum. Í hinum endanum av vøllinum vardu hoyvíking- ar við flatari verju, og tá ið havt verður í huga, at koll- firðingar ikki eru av størstu monnum, tóktist hetta eisini skilagott, tí H71 hev- ur nógvar vælvaksnar leik- arar, ið gera tað trupult hjá einum skjútta at koma upp um verjuna til skot. Tað tóktist eisini sum um, at tað kostaði fleiri kreftir hjá KÍF at fáa bóltin í mál, og álopini hjá koll- firðingum vóru eisini væl longri enn tey hjá H71. Álopsspælið hjá KÍF var tungt, og tað var týðuligt, at teir høvdu trupulleikar við at finna hol í verjuni hjá H71. Nógvir brendir møguleikar Tað vóru hoyvíkingarnir, ið høvdu munin so at siga allan dystin, og uttan at taka nakað frá kollfirðing- um, so hevði sigurin hjá H71 verið nakað størri, um ikki teir høvdu brent so ómetaliga nógvar opnar møguleikar. Antin stóð Óla Kristjan fyri teimum, ella vóru teir bara ov ósketnir í sínum skotroyndum. Hjá H71 kemur tað dátt við, at sterki málverjin, Levi Nybo, er farin uttan- lands í arbeiðsørindum og ikki verður aftur fyrr enn um ein lítlan mánað. Tíbet- ur fyri hoyvíkingar eru teir í teirri hepnu støðu, at teir hava tveir nærum javnt góðar málverjar, ið báðir eru landsliðsmálmenn. Umframt Levi er talan um Jens Skipagøta, og sunnudagin vísti Jens í løt- um, hví hann verður rokn- aður sum ein av okkara allarbestu málverjum. Høvdu munin Sum áðurnevnt var H71 við yvirlutan bróðurpartin av dystinum, og hóast tað stóð á jøvnum 12-12 í steðgin- um, so hevði tú allatíðina varhugan av, at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru omaná. Í seinna hálvleiki løgdu teir seg eisini skjótt á odda aftur, og fleiri ferðir vóru teir á odda við fýra málum. Dysturin tóktist avgjørdur, men tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla, gjørdi KÍF ein vørr og minkaði um munin, so at H71 bert var á odda við einum máli, og so kom bráddliga eitt sindur av spenningi í aftur dystin. Men tá ið fyrst Rógvi Weihe og síðani Gert Han- sen hjá KÍF við stuttum millumbili fingu tveir min- uttir, fingu fyrst Høgni M. Joensen og síðani Henrik Gerster tryggjað hoyvík- ingum sigurin. Spennandi mikukvøldið Við sigrinum hevur H71 aftur lagt seg út í stríðið um heiðursmerkir, og í annað- kvøld skulu teir veruliga vísa, um teir møguliga ætla sær eitt sindur longur upp eftir stigatalvuni. Tá fáa teir nevnliga vitjan av odda- liðnum VÍF í Hoyvík. Hóast vestmenningar eru illa raktir av skaðum, so megnaðu teir sunnudagin at vinna á steypavinnarunum úr StÍF inni á Skála, og tað verður tí uttan iva ein trup- ul uppgáva hjá H71 at gera nakað við oddaliðið. Hinvegin hevur hetta hondbóltsárið ferð aftaná ferð víst okkum, at eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er leiktur, tí at øll liðini kunnu vinna á hinum. KÍF skal eisini spæla ein spennandi dyst í annað- kvøld. Teir skulu hitta Neistan í høllini á Hálsi, og tað er lítið at ivast í, at Neistamenn við sigrinum hava fingið eitt sindur av hart tiltrongdum sjálvsáliti, og tí verða teir óivað truplir at basa hjá KÍF. H71-KÍF 25-22(12-12) H71: Halgir Dahl Olesen 9(2), Henrik Gerster 5, Chr. Eli Zachariassen 3, Høgni M. Joensen 2, Johnny Dur- huus 2, Niels Viggo Niclas- sen 2, Esbern Patursson 1, Piti Negru 1 KÍF: Regin Petersen 5, Petur Martin Poulsen 4, Eddie Joensen 4(2), Gert Hansen 2, Arnbjørn Han- sen 2, Jóan Pauli Olsen 2, Mirko Milinkovic 1, Rógvi Weihe 1, Teitur Joensen 1 Brotskøst: H71 3(2), KÍF 2(2) Útvísingar: H71 4, KÍF 4 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen VB-Tjaldur 50-17(25-7): Skrædl í Vági Kvinnurnar fingu ein ordans lússing í Vági sunnudagin, tá ið tær vitjaðu gull- kandidatarnar úr VB, sum vunnu ikki minni enn 50-17 SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan er óivað um ein tann størsta sigurin í fremstu deildini í før- oyskum kvinnuhondbólti nakrantíð, og úrslitið sigur ikki so lítið um munin á toppinum og botninum í Sunset-kapp- ingini. Avgjørt beinanvegin Tað sást beinan vegin, hvønn veg tað fór at ganga. Heimaliðið ætlaði ikki at taka sær av løttum, sjálvt um tær vóru væl greiðar yvir, at mótstøðan var av teimum lættaru. VB gjørdi bart tíðliga í dystinum, og tað gekk so mikið skjótt fyri seg, at venjarin hjá Tjaldur, Henrik Daugaard, bað um time-out, longu tá ið ein- ans slakir seks minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá hevði heimaliðið eisini longu lagt seg á odda 8-0! Steðgurin tóktist hjálpa eitt lítið sindur upp á støðuna hjá Tjaldur, sum næstu løtuna fekk nøkur mál, men VB setti ferð á aftur, og munurin millum liðini bara øktist. Jacoba Langgaard hjá Tjaldur royndi tó nærum einsa- møll at bøta um støðuna hjá gestunum, og hon skeyt nærum helmingin av øllum málunum hjá Tjaldur. Í fyrra hálvleiki skeyt hon fimm av teim- um sjey málunum, sum gestirnir fingu. Tvær fingu fjúrtan mál Onkuntíð verður skrivað um, at onkur spælari í einum dysti hevur skorað 13, 14 ella fleiri mál, men tað má verða meiri sjáld- samt, at tveir liðfelagar í sama dysti skora ikki færri enn 14 mál hvør. Hetta var tó veruleiki sunnudagin, tá ið bæði Daiva Tomaite og Christ- ina Holm sendu 14 ferðir í netið hjá Tjaldur. Iva- samt er, um hetta man verða komið fyri áður. VB gjørdi undir øllum umstøðum sína skyldu sunnudagin, og tær prógvaðu eisini, at hóast mótstøðan er veik, so megna tær at halda kon- sentratiónina og koyra við fullari ferð allan dystin. Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, tí tá ið dystur- in var lokin, stóðu tað 50 mál til VB og 17 til Tjaldur. VB-Tjaldur 50- 17(25-7) VB: Christina Holm 14(4), Daiva Tomaite 14, Sólrun Krosslá 6, Aukse Vysniaskaite 6, Rannvá Augustinussen 4(1), Arn- leyð Hjelm 3, Laila Jesp- ersen 3 Tjaldur: Jacoba Lang- gaard 8(3), Anni Høj- gaard 2, Hanna Isaksen 2, Ellenbjørk Hammer 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1, Heidi Sevdal 1 Brotskøst: VB 6(5), Tjaldur 3(3) Útvísingar: Tjaldur 6 Dómarar: Dánjal Samu- elsen og Gunnar Gregori- ussen Hoyvíkingar vóru við yvirlutan í dystinum móti KÍF, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá H71 í annaðkvøld, tá ið teir fáa vitjan av oddaliðnum VÍF Mynd: Álvur Haraldsen