Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 31 - 15. februar 2005 StÍF-VÍF 22-26 (12-11): VÍF hevði viljan Við góðum liðavriki og einum framúr- skarandi málmans- avriki eydnaðist VÍF at hevna finaluósigur- in móti StÍF. Og sum bonus eru teir gulu nú heilt væl fyri í oddastríðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinsta vikuskifti staðfestu strandingar enn einaferð, at tá talan er um steypahond- bólt, eru tað fá - um nakað - lið í landinum, sum standa teimum kurl. Onkursvegna er tað, sum um hetta slagið av dystum lyftir liðið upp á eitt hægri støði, har talan er um »ein fyri allar og allar fyri ein«. Eitt spæl, har samlaða lið- avrikið verður sett oman- fyri alt, og har uppgávurnar verða loystar, mest sum líkamikið, hvussu svart tað sær út. Eginleikar, sum seinnu árini hava lyft hondbóltin har um leiðir til at vera nak- að av tí besta, sum føroysk- ur hondbóltur hevur at bjóða, og sum ferð eftir ferð hevur drigið mann av húsum, tá dystur er í høllini. Bensin ella diesel Men hóast liðið nú í fleiri ár hevur prógvað hesar egin- leikar, so er staðfestingin samstundis, at tað er so sera sjáldan, at liðið hevur sýnt somu dygdir í landskapp- ingini. Her er tað meira tað seiga trekkið, sum skal til, um gullkrónurnar skulu ger- ast veruleiki. Her er tað gjarna ein tungur diesel- motorur, sum skal draga lessið, og ikki kvika bensin- útgávan við innspræning, sum strandingar tykjast eiga. Og júst munurin millum hesar bæði motor-sløgini, var eyðsýndur, tá VÍF vitj- aði á Skála sunnudagin. Vestmenningar hava ikki vunnið steypafinaluna síð- ani 1999, men í landskapp- ingini hava tær á hvørjum ári síðani hetta verið við til seinasta leikdag. Nakrar ferðir sum vinnarar - aðrar ferðir sum taparar. Men fram um alt, so hava teir verið »tann« dominerandi faktorurin í landskapping- ini seinasta tíggju ára skeiðið ella so. Vónirnar fyri, at tað aftur skuldi verða soleiðis í ár, hava annars fingið eini trý skot fyri bógvin seinastu vikurnar, so hvørt sum stuðulsleikarar eru falnir frá. Eftir steypafinaluna varð eisini tosað um, at hetta fór at vera dýrt fyri VÍF, og kanska høvdu áskoðararnir eisini sæð hendan partin va veruleik- anum í eyguni. Í øllum før- um var stuðulin hjá liðnum ikkieins manssterkur, sum hann so oftani áður hevur verið til útidystir. StÍF var betri Og fyrra hálva tíman var heldur líkt til, at her var stórvegis hjá VÍF at koma eftir. Hóast munurin á mál- talvuni ikki var tann stóri, so bendi dysturin tann veg- in, at StÍF ikki skuldi hava stórvegis trupulleikar. Teir á heimaliðnum tóktust brúka munandi færri kreftir til sítt spæl, sum eisini gekk munin skjótari. Nakað, sum ikki minst kom til sjóndar, tá talan gjørdist um yvi- rtalsstøður. Og VÍF var eisini skert, tá tosast skal um skotstyrki. Við eini bak-ketu, sum var samansett av Sámal Joen- sen, Daniel Rápa og óroynda Sjúrði Poulsen, tóktust teir snøgt sagt ikki hava neyðuga power’ið til at avgera dystin. StÍF hótti eisini fleiri ferðir við at renna avstað, men spakuliga kom hiti í diesel-motorin hjá vest- menningum. Seinastu lítlu løtuna undan steðginum togaðu teir seg upp á javnt, og tó at strandingarnir tog- aðu seg framum aftur, so var sálarligi týdningurin av hesi løtuni helst stórur. Momentið var avgerandi Og eftir steðgin kom av álvara munur á. Momentið hjá vestmenningunum tókt- ist vera væl størri, enn tað var hjá vertunum. Eli Müll- er fann satt stórspæl fram í málinum. Johnny Joensen sum eittari tók broddin av álopsspælinum hjá StÍF. Og ikki minst, so prógvaði Sjúrður Poulsen, at hóast tað kann síggja svart út, so kemur maður í mans stað. Í bestu deildini hevur hann ikki gjørt nakað um seg, hóast evnini hava verið til tað í fleiri ár, men sunnu- dagin tók hann fyri stóran part pallin. Ikki minst var tað imponerandi at síggja, hvussu hann úr spískum ferð eftir ferð sendi bóltin framvið kanska besta mál- verjanum í landinum, og hetta var eisini kraftiga við- virkandi til, at StÍF noydd- ist at verja breiðari, heldur enn bara at hugsa um støðuna mitt fyri málið. Og so hvørt, sum urið nú gekk móti teimum 30, so stóð alt meira greitt, at stigini ikki skuldu verða á Skála. Spælararnir megn- aðu ikki - eins og teir gera í steypakappingini - at toga avrikið upp á tað maksi- mala. At kalla eingi mót- trekk vóru funnin til um- skipaðu VÍF-verjuna, og tá skotstyrkin hjá Justinussen beiggjunum ikki var nóg stór til at vinna vegin fram- við stórspælandi Eli Müll- er, so gjørdist einki. At munurin ikki vaks nakað stórvegis seinastu 10 min- uttirnar, var meira eitt mát fyri, at VÍF nú spældi meira kontrollerandi, enn at StÍF hevði fingið takið, og so kundu gulu armarnir fara í loft, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Hava allar møguleikar Og sum hini úrslitini lag- aðu seg, so er eisini øll or- søk til at halda, at VÍF’ar- arnir framhaldandi kunnu halda ørmunum á lofti. Gaman í eru framvegis fimm dystir eftir at spæla, men tapið hjá Kyndli hevur í øllum førum við sær, at VÍF nú er fýra stig á odda. Megna teir at fáa fult í komandi dystunum, sum eru móti H71, Neistanum og KÍF, so eiga teir í minsta lagi tveir matchbóltar til seinastu umførini. Og tað er so treytað av, at Kyndil vinnur sítt. So hóast tapið í steypfi- naluni, og hóast fráveru av stuðulsleikarum, so síggja komandi vikurnar kanska heilt bjartar út fyri VÍF kortini. Seigtrekkið í diese- il-motorinum er ikki soleiðis at forkasta! Fakta um dystin StÍF-VÍF 22-26 (12-11) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen 6(3), Bent Djurhuus 4, Leivur Justinussen 2, Bárð- ur Danielsen 1, Borgar Danielsen 1 VÍF: Agnar Joensen 7(4), Sjúrður Poulsen 5, Sámal Joensen 4(1), Johnny Joen- sen 4, John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 1, Rúni Joensen 1, Daniel Rápa 1 Brotskøst: StÍF 4, VÍF 5 Útvísingar: StÍF 1, VÍF 6 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum. Linjan var alla tíðina løtt at fylgja, og tí gjørdist talan ongantíð um spentar støður, sum annars eru heilt vanligar í slíkum dystum. Strandingar nýtt 5-mannafar Kappróðrarfelagið Strálan av Strondum hevur fingið eitt nýtt 5-mannafar til komandi kappingar- ár. Báturin hevur fingið navnið Strípan KAPPRÓÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er tann navnframi bátasmiðurin, Sámal Han- sen, ið hevur smíðað nýggja bátin hjá stranding- um, og hetta er bátur nummar 40, sum Sámal hevur latið úr hondum. Navnakapping var um, hvussu báturin skuldi eita, og tá ið dómsnevndin hevði viðgjørt tey ymisku upp- skotini, varð einmælt sam- tykt, at navnið á nýggja 5- mannafarinum skuldi verða Strípan. Ein strípa kann verða ein strála. Vinnari av navnakappingini gjørdist Hans Petur Jacosen, sum sjálvur áttandi hevði Stríp- an í uppskoti. Gamla Strálan eitur nú Stjørnan Í fjør fingu strandingar nýtt 6-mannafar fyri gomlu Stráluna, og nú er gjørt av, at gamla Strálan skal eita Stjørnan, og báturin fer eisini at taka lut í FM- róðrunum í ár, so strand- ingar verða væl umboðaðir hjá 6-mannaførunum. Báðir bátarnir eru mann- aðir við monnum, meðan tað hevur gingið eitt sindur meiri striltið á kvinnusíð- uni. Tó siga strandingar seg vóna, at bátarnir eisini verða mannaðir við gent- um og kvinnum í næstum. Ársins fyrsta stevna verður í ár á Strondum, og verður hon í vikuskiftinum 21. og 22. mai. Hetta er tvær vikur undan fyrsta FM-róðrinum, sum verður á Norðoyastevnu. Málið á stevnuni verður inni á Hulki, og av tí at longsti teinurin á Norðoyastevnu er 1.500 metrar, so verður hetta málið eisini lagt út, siga strandingar í tíðinda- skrivi. VÍF hevði ikki bestu kortini á hondini, men viljan høvdu teir, og hann í sjálvum sær var høvuðsorsøkin til, at teir nú eru heilt væll fyri í gull- stríðnum