Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 29 gjørdur, men so var ikki, tí í triðja settinum gekk tað heilt øðrvísi, enn tað hevði gingið í teimum báðum fyrstu. Liðið hjá TB var sum hamskift, og tær snøgt sagt sópaðu Mjølnir av vøllinum. Í hesum settinum var snøgt sagt einki skil á spælinum hjá Mjølnir, og kvinnurnar úr Klaksvík gjørdu ein feil fyri og annan eftir. Góða gongdin hjá TB í hesum settinum, setti aftur gongd á áskoðararnar hjá TB, sum annars høvdu verið rættuliga mælskir allatíðina. Í triðja settinum var ong- antíð nakar ivi um, hvønn veg tað fór at ganga, tí TB var flúgvandil, meðan tær hjá Mjølnir sóu út, sum um tær høvdu fingið váta vøttin. TB vann settið 25- 13. Uppiborin sigur til Mjølnir Tey, sum nú væntaðu at spenningur av álvara kom í aftur dystin, gjørdust tó vónbrotin, tí Mjølnir fann stevið aftur í fjórða sett- inum. Tær settu fulla ferð á frá fyrsta bólti, og tað gekk bert lítil løta, so høvdu tær lagt seg á odda 14-6, og uppgávan hjá TB tóktist ómøgulig. Tvørakvinnurnar fingu tó svara nakað aftur, men Mjølnir helt seg allatíðina framman fyri við einum trimum bóltum. Framvegis hevði TB ikki fingið gongd á blokkin hjá sær, og tað var fleiri ferðir, at blokkurin kiksaði hjá TB og harvið kostaði dýr stig. Mjølnir helt tørn alt settið, og tað endaði við at Lena í Búð servaði seinasta bóltin, sum tryggjaði, at Mjølnir gjørdist steypavinnari 2005. Eftir dystin kann stað- festast, at tað var rætta liðið, sum vann finaluna. Mjølnir var nógv betra liðið, og spæla tær eins væl í landskappingini næstu umførini, tá ið kappingin verður avgjørt, er tað ógvuliga sannlíkt, at tær í ár gerast greipuvinnarar. Mjølnir-TB 3-1 (25-20, 25-21, 13-25, 25-19) Maria Steinkross, TB Betra liðið vann Liberoin hjá TB, unga Maria Steinkross, stað- festi eftir dystin, at tað ræður um at hava ein góðan dag, um tú skalt gerast steypavinnari, og at Mjølnir leygardagin hevði tann betra dagin. Spurd hví TB ikki hevði ein góðan dag, segði Maria Steinkross: – Eg veit ikki, vit vóru kanska ikki líka uppsettar sum tær, segði hon. Maria vísti aftur, at leikararnir hjá TB eru mettaðar av at hava vunnið steypakapp- ingina trý ár á rað. – Vit hava fleiri ungar leikarar, sum ikki hava verið við áður, og eg haldi, at tað er væl klárað av okkum at koma so langt við so nógvum ungum leikarum. Tær eru tær somu, sum tær hava verið í mong ár, segði Maria Steinkross. Hon segði eisini, at TB at kalla í hvørjum dysti fær eina periodu, har tær eru flúgvandi, men tað er ikki nokk, tí vit eru ov nógv upp og niður, sigur Maria. Spurd hvussu verður við landskappingini, sigur unga liberoin hjá TB, at tað verður ein hørð kapp- ing millum tær, Mjølnir og Drátt, og at tað kann ganga allar vegir, sigur Maria Steinkross at enda. tn asigur til Mjølnir Hesaferð var tað Mjølnir, sum var omaná í steypafinaluni Mynd: Álvur Haraldsen Vinnarar – fagnaðurin eftir seinasta bóltin var ovurstórur Mynd: Álvur Haraldsen Steypavinnarar 2005 – Mjølnir Mynd: Álvur Haraldsen Maria Steinkross ásannaði eftir dystin, at Mjølnir var betra liðið á degnum Mynd: Álvur Haraldsen