týsdagur 15. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 31 - 15. februar 2005
TB megnaði ikki at
gerast steypavinnari
fjórða árið á rað, tí í
finaluni leygardagin
var Mjølnir betra
liðið, og klaksvíks-
kvinnur vunnu uppi-
borið
STEYPAFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Karmarnir vóru av teimum
bestu, tá ið kvinnuliðini hjá
Mjølnir og TB fóru á vøllin
í ítróttarhøllini á Hálsi
leygardagin
at
spæla
steypafinalu. At tað eisini
vóru júst hesi bæði lið, sum
hittust í finaluni og harvið
tóku nýggja gólvið hjá
flogbóltssambandinum
í
nýtslu, var eisini ógvuliga
hóskandi, tí hesi bæði liðini
hava nú í nógv ár myndað
oddin í føroyskum kvinnu-
flogbólti.
Sterkir útlendingar
Tað er eingin ivi um, at
Mjølnir hevur nakrar ser-
stakliga royndar leikarar á
liðnum, sum hava vunnið
nógv bæði við Mjølnir og
við føroyska landsliðnum.
Her verður hugsað um leik-
arar so sum Marjun Kalsø,
Veru Larsen, Margit G.
Joensen, Tinu Jacobsen og
Annu M. Jacobsen. Tilsam-
ans hava hesar fimm ikki
færri enn 210 landsdystir á
baki, og slíkar royndir eru
góðar at hava við sær í
skjáttuni.
Tá ið so Mjølnir haraft-
urat hevur tveir sera sterkar
útlendskar spælarar, Elisu
Vasilieva Bogeva og Zak-
arinu Filipova, sum leygar-
dagin báðar høvdu ein heilt
góðan dag, so er tað ógvu-
liga
trupult
hjá
mót-
støðuliðunum at koppa
Mjølnir.
Tann eina av teimum
báðum útlendsku spælar-
unum hjá Mjølnir, Zaki,
hevur annars verið burtur-
stødd í eina tíð, og hon kom
ikki aftur til Føroya fyrr
enn dagin fyri finaluna.
Hetta tóktist tó ikki ávirka
hana nakað serligt, tí hon
taldist avgjørt millum tær
bestu á vøllinum.
Mjølnir fekk nógv tí
bestu byrjanina upp á
dystin, og tá ið móttøkan
koyrdi so mikið væl, sum
hon gjørdi leygardagin, var
tað lagamanni at leggja upp
til tær báðar útlendsku á
kantunum.
Mjølnir rann eisini frá
TB, og eina løtu høvdu teir
annars ógvuliga sjónligu
áskoðararnir hjá TB hug til
at falla í fátt, men teir
mentust aftur. Liðið úr
Klaksvík legði seg á odda
17-8, men so tók TB eitt
time-out, og hetta tóktist
hjálpa um støðuna hjá
suðuroyarliðnum.
TB megnaði nevnliga
næstu løtuna at stríða seg
upp á 17-15, og harvið kom
eitt sindur av spenningi í
aftur dystin.
Mjølnir svaraði tó aftur
og kom á odda 24-20. Tá ið
so TB ikki megnaði at fáa
servuna hjá Veru yvir um
netið aftur, var greitt, at
fyrsta settið var farið til
Mjølnir 25-20.
Mjølnir hevði vunnið
settið greitt, og tað var
hugvekjandi at eygleiða,
hvussu einfalt álopsspælið
hjá Mjølnir í veruleikanum
var. Hvørja einastu ferð var
lagt upp til útlendsku spæl-
ararnar á báðum kantunum
hjá Mjølnir, og tað var lætt
hjá teimum at langa í gólv-
ið, tí blokkurin hjá TB virk-
aði
als
ikki
í
fyrsta
settinum.
Vánaligar hevingar
Í næsta settinum helt Mjøln-
ir á við góða spælinum. TB
hevði ómetaliga ringt við at
fóta sær, og tað var sjón fyri
søgn, at leikararnir hjá TB
vóru skelkaðar av, at tað
gekk so illa hjá teimum. Tær
framdu eina rúgvu av
óneyðugum feilum, og hev-
ingarnar til kantarnar hjá
teimum vóru alt ov óneyvar.
Mjølnir fekk tí eina
framúr byrjan upp á settið,
og tær løgdu seg eisini á
odda bæði 7-0 og 9-2. Men
so vann TB bóltin, og
Gudrid Nolsøe, ið var
komin heim úr Danmark at
spæla finalu, servaði TB
upp á 8-9, og so var spenn-
ingur aftur í settinum.
Síðani gekk tað javnt á,
og liðini bæði skiftust um
at hava leiðsluna. Men tá ið
settið fór at nærkast endan-
um, setti Mjølnir aftur ferð
á, og tær vunnu at enda
settið við fýra bóltum, 25-
21.
Nú hildu tey flestu, at
dysturin mundi verða av-
Lena í Búð, Mjølnir:
Vit trúðu
upp á tað
Ein av týdningarmiklastu
leikarunum hjá Mjølnir,
Lena í Búð, var ovurfegin
um steypasigurin á TB
leygardagin.
Hon segði eftir final-
una, at tær vóru sera upp-
settar til dystin. Tað eru
nøkur ár síðani, at Mjølnir
var í steypafinaluni hjá
kvinnum, og tí vóru tær
sera uppsettar, og tær
skuldu bara vinna dystin,
segði Lena. Hóast tað eru
nøkur ár síðani, at Mjølnir
var í finaluni, so hava tær
flestu vunnið steypakapp-
ingina áður.
Spurd, um steypasig-
urin hevur nógv at siga
fyri sjálvsálitið, nú farið
verður
undir
seinastu
dystirnar í landskapp-
ingini, sigur Lena:
– Tað veit eg ikki. Man
plagar ofta at siga, at í
fyrsta
dystinum
eftir
steypafinaluna, er man
eitt sindur sløvur, og tí
kanska ikki er so klárur til
dystin, sum man annars
eigur at verða. Vit skulu
spæla móti TB næstu ferð,
og tá noyðast vit at hava
lagt finaluna aftur um
okkum og verða fullkom-
iliga klárar til tann dystin,
segði Lena.
Uppiborin steypa
– Vit skulu spæla móti TB næstu ferð, og tá noyðast vit at
hava lagt finaluna aftur um okkum
Mynd: Álvur Haraldsen