Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 27 Elsti maðurin á liðnum hjá SÍ, Kell Jensen, var stak væl nøgdur við avrikið hjá sørvingum i finaluni. Kell helt eftir dystin, at tað serliga var blokkurin hjá SÍ, sum koyrdi avbera væl í dystinum, og í tveimum teimum fyrstu settunum, fekk Mjølnir als ikki fótin fyri seg. – Í triðja setti broyta teir so eitt sindur upp á liðið hjá sær, og tá gongur tað betur hjá teimum. Men tá ið vit so hava umstillað okkum til broyttu uppstillingina hjá teimum, fáa vit fatur á teimum aftur, sigur Kell. Tað sær eisini ógvuliga gott út í landskappingini hjá SÍ, og Kell sigur eisini, at árið í ár hevur verið serstakliga gott hjá sørvingum. – Vit kunnu nógv fleiri ting í ár. Bæði í verjupart- inum, móttøkuni og í álop- inum eru vit sterkari í ár, og tað er eitt privilegium at fáa loyvi at spæla á einum slíkum liði, sigur Kell Jensen. tn Liðskiparin hjá Mjølnir, Bogi Isaksen, segði eftir finaluósigurin fyri SÍ leygardagin, at teir høvdu ongan kjans móti SÍ, tí teir fingu ongantíð spælið hjá sær at koyra. Tað gekk væl betur hjá Mjølnir í triðja setti enn í teimum undanfarnu sett- unum, og um hetta segði Bogi. – Tá stríddust vit nógv betur, og spælið koyrdi hampuliga væl. Vit gjørdu eisini onkrar broytingar á liðnum tá, við at vit settu Vladi inn á miðjuna, og tá gekk tað ordiliga gott, segði Bogi Isaksen. Bogi heldur eisini, at sørvingar eru sera væl fyri í ár. Hann sigur, at eftir hansara tykki er talan um nógva tað besta árið hjá teimum, og kanska serliga hjá teimum út- lendsku spælarunum. Mjølnir hevur at kalla sama fólki, sum í fjør vann meistaraheitið, men í ár eru eingi útlit fyri at endurvinna meistara- heitið, staðfestir Bogi Isaksen. – Vit hava ikki spælt serliga væl, og serliga nú í seinastuni. Eg haldi, at tað serliga eru teir út- lendsku spælararnir hjá okkum, sum ikki hava spælt upp til sítt vanliga støði, men tað hava vit føroyingarnir nú heldur ikki. Men tað er líkasum teir, ið skulu lyfta okkum upp, sigur liðskiparin hjá Mjølnir. tn Bogi Isaksen, Mjølnir: Vit høvdu ongan kjans Kell Jensen, SÍ: Vit vóru omaná allatíðina í øðrum setti, tá ið teir komu á odda 24-17, men Mjølnir fekk minkað niður í 18-24 og fingu servina. Men veteranurin Trúgvi H. Poulsen servaði í netið, og tað var kanska ikki so lítið sigandi um dystin, tí tað var snøgt sagt ikki dagurin hjá klaksvíkingum. Mest spennandi settið Triðja settið gjørdist nógv tað mest spennandi settið í mansfinaluni. Mjølnir fekk eina góða byrjan upp á sett- ið, og teir løgdu seg eisini greitt á odda. Men sørvingar hingu í klaksvíkingunum, sum nú fingu útlendsku spælararnar hjá sær, Vla- dimir Vasiliev og Stanislav Hristov, meiri við í dystin. Teir báðir kunnu avgerða ein dyst, um teir eru í rætta hýrinum, men tað tykist sum um, at teir eru alt ov nógv "humørspælarar", sum fáa lítið burtur úr, tá ið liðið hevur mótgang. Tað gekk sera javnt á í settinum, og hóast Mjølnir fleiri ferðir var á odda við tveimum, so svaraði SÍ aftur hvørja ferð. Tað tókt- ist tó eitt skifti sum um, at tað fór at eydnast Mjølnir at fáa settið í hús, tá ið Mjølnir undir leiðslu av Vladi kom á odda 23-21, men sørvingar høvdu ikki hug til at spæla meira enn trý sett, og teir hildu á við at stríðast. SÍ bardi seg upp á 23-23, og tá ið so Borko Ilic tryggjaði teimum ein dystarbólt, var hýrurin øgi- ligur á teimum mongu áskoðarunum úr Sørvági. Kell Jensen servaði bóltin yvir á Mjølnir-hálvuna, og tá ið klaksvíkingar nýttu fýra sløg fyri at bóltin yvir um netið aftur, var greitt, at SÍ er steypavinnari 2005. Uppiborin sigur Eingin ivi er um, at tað var rætta liðið, sum gjørdist steypavinnari leygardagin, tí SÍ var nógv betur enn Mjølnir. Sørvingar tóktust eisini nógv meiri uppsettir til dystin, og longu frá byrj- an sá tað út til, at teir hjá Mjølnir als ikki trúðu upp á, at tað fór at bera til hjá teim- um at gera nakað við SÍ. Nakað annað, ið eisini spælir inn, er tann ótrúligi uppbakningurin, sum sørv- ingar fingu frá sínum áskoðarum. Tað var eingin ivi um, hvat liðið hevði tí betru áskoðarafjøldina, tí áskoðararnir hjá SÍ vóru fantastiskir. Stuttligt var eisini at síggja, at tað ikki einans vóru sørvingar, men eisini bæði miðvingar og fólk úr Sandavági, sum sótu og heppaðu á SÍ. Nú liggur vegurin opin fyri SÍ at tryggja sær greip- una í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, og betri føðingardagsgávu høvdu sørvingar neyvan kunna ynskt sær, nú ítróttarfelagið hjá teimum fyllir 100 ár í ár. SÍ-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-18, 25-23) Aldursforsetin hjá SÍ helt ikki, at hann og liðfelagarnir nakrantíð vóru í trupulleikum í finaludystinum Mynd: Álvur Haraldsen SÍ var betri. Vit høvdu ongan kjans, ásannaði Bogi Isaksen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen Steypavinnarar 2005 – SÍ Mynd: Álvur Haraldsen