Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað var ongantíð nak- ar ivi um, hvat var betra liðið, tá ið SÍ og Mjølnir spældu steypafinalu hjá monnum leygar- dagin. Sørvingar vóru snøgt sagt nógv betur STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo SÍ livdi væl og virðiliga upp til sítt favorittheiti í steypafinaluni hjá monnum leygardagin. Sørvingar vístu frá fyrsta bríksli, at teir í løtuni eru nógv tað besta mansliðið í før- oyskum flogbólti í løtuni, og at tað bert er ein spurn- ingur um tíð, áðrenn meistaraheitið er í hús. Framúr blokkur Tað var eisini SÍ, sum fekk bestu byrjanina upp á dyst- in. Beinan vegin í fyrsta settið vístu teir sína styrki, og serliga var tað blokkurin hjá sørvingum, sum roynd- ist serstakliga væl. Ilt er at taka nakran burtur úr, men tað skerst ikki burtur, at ein leikari sum Ólavur Jensen var sera drúgvur. Hóast Ólavur ikki er av størstu monnum, so hevði hann fleiri góðar blokkar í fyrsta settinum, og eisini í álopsspartinuim royndist hann væl. Eisini veteranur- in Kell Jensen royndist væl í blokkinum. Sørvingar tóktust sera væl upplagdir, og væl stuðlaðir av sínum eina- standandi fjepparum, fingu teir skjótt lagt seg avger- andi á odda í fyrsta sett- inum. Tað gekk ikki lang tíð, so vóru teir á odda 13-7, og ikki minst var Rajko Petro- vic ómetaliga stinnur í álopsspælinum. Rajko hev- ur neyvan havt eitt betur kappingarár enn í ár, og hann vísti leygardagin, at tá ið hann er í rætta lagnum, so er hann at kalla ómøgu- ligur at steðga. Ferð aftaná ferð løgdu teir upp til hann á kantinum, og Rajko var eirindaleysur og langaði bóltarnar í gólvið hinu- megin netið. Flúgvandi byrjanin hjá SÍ ávirkaði eisini mótstøðu- menninar úr Mjølnir, og tað gekk heldur ikki long tíð, so fóru klaksvíkingar at hanga við høvdinum. Klaksvík- ingar tóktust snøgt sagt ikki trúgva upp á, at tað fór at bera til at gera nakað við SÍ, og leikararnir hjá Mjølnir tóktust eisini rættuliga fjált- ursstungnir. Hetta sást kanska eisini best í álops- royndunum hjá klaksvík- ingum, tí teir vóru alt ov óneyvir í fyrsta settinum, sum SÍ lættliga vann 25-18. Sama mannagongd Í næsta settinum hildu sør- vingar fram, har teir sleptu í fyrsta settinum. Við einari øgiligari leikferð settu teir eitt stórt trýst á Mjølnir, og klaksvíkingarnir høvdu framvegis trupulleikar av at fóta sær móti árgrýtnu sør- vingunum. At SÍ hevði mentalu yvir- vágina sást eisini væl, mill- um annað tí at teir alla- tíðina vunnu fleiri lættar bóltar, har teir ikki skuldu ómaka sær nakað serligt fyri at vinna bóltin. Oddaliðið legði seg á odda 14-7 í settinum, men so fótaði Mjølnir sær eina lítla løtu, og serliga tóktist tað sum um, at leikandi venjarin hjá klaksvíking- um, Stanislav Hristov, kom í gongd, og teir fingu tikið seg nakað inn á sørvingar. Men tað gekk tó ikki long tíð, so svaraði SÍ aftur, og teir løgdu aftur sjógv millum seg og Mjølnir. Hugaligt var at síggja stóru breiddina hjá sørvingum, har allir mans hildu seg til, og eitt nú spældi liðskiparin Jón Nielsen ein serstakliga góðan dyst. Jón var sera ágrýtin, og umfamt at hann hevði nógvar framúr góðar móttøkur, so vísti hann seg frá síni allarbestu síðu í álopspartinum, har hann fleiri ferðir við øgiligari kraft langaði bóltin í gólvið hjá Mjølnir. SÍ fekk sín fyrsta settbólt Nr. 31 • týsdagur • 15. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Sørvingar í serflokki Mjølnir royndu at stríðast, men teir vóru alla tíðina greitt við undirlutan móti SÍ, sum nú tykist stevna beint móti greipuni Mynd: Álvur Haraldsen