Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 15. februar 2005 25 Annað umfar í Prix Føroyar kappingini 2005 fór fram í Fuglafirði um viku- skiftið. Kappingin var sera hørð og ongin bólkur kendi seg tryggan, tá teir dugnaligu, men sera ymisku, bólkarnir høvdu verið á palli. Tá dómaraúrslitini vóru upptald vóru tað tó Makrel og All that Rain, ið komu víðari PRIX FØROYAR 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kavin gjørdi veruliga um seg leygarkvøldið, men so við og við kókaði tað tó í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Tá fyrsti bólkurin fór á pall til annað umfar av Prix Føroyar 2005, var ikki nógv fólk savnað, men skjótt batnaði, og fólk kom í salin. Talan gjørdist um eina harða kapping, har ongin við vissu dugdi at siga, hvørjir tveir av teimum seks luttakandi bólkunum fóru at tryggja sær pláss í semifinaluni í Trongisvági 2. apríl. Bólkarnir leiktu allir væl, men torført var at sammeta, tí teir vóru sera ymiskir í framførslu og tónleikastíli. Fegnir Tað tók góða løtu, nærum ein tíma, ella so, innan Jákup Magnussen, frásøgu- maður, kundu fara á pallin við tveimum brævbjálvum við nøvnunum á vinnandi bólkunum í. Millum tónleikararnar visti ongin at siga, hvar teirra bólkur fleyt, og hevði ivin bert vaksið seg størri í bíðitíðini. Fjáltur var tí á fleiri, meðan ymisk uppskot hoyrdust um, hvør ið átti at hava møguleika. Tað vóru tí fegnir limir í bólkinum Makrel, sum hoyrdu júst teirra bólk verða róptan upp. Bilsnir, tó vónríkir, fingu teir stað- fest, at teir áttu annað plássið í semifinaluni. Men so gjørdist spenn- ingurin ikki minni, tí nú var so annar bólkurin nevndur, men hvør var nú hin bólk- urin? Tað sást, at fleiri høvdu ilt við at hava tam- arhald á sær av berum spenningi. Men tá so navnið All That Rain ljómaði, sótu limirnir í bólkinum fyrst nærum púra paff nøkur sekund, innan tað loysnaði og gekk upp fyri teimum, at teir komu víðari. Tí teir tordu ikki at vænta og vóna hetta. Men vinnandi bólkarnir fingu sera harða kapping av MMM, Ph 5,5, Side Effect og Róp. Vit hava stóra frásøgn frá øðrum umfari í Prix Føroy- ar 2005 í blaðnum í morgin. Næminga- konsert í Vági Í kvøld klokkan 19 verður næminga- konsert í skúlan- um í Vági KONSERT Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Týskvøldið klokkan 19 verður næmingakonsert í samkomuhøllini í Vágs Skúla. Næmingar í Musikkskúlanum fara á pall. Skúlaorkestrið í Vági spælir Beatles-løg og annað og næmingar av Tvøroyri luttaka eisini. Eisini er næmingabólk- urin Suðurættin við. Ulf Nordlund er leið- ari av skúlaorkestirnum í Vági og er rættiligt lív komið í tónleikalívið millum næmingar. Ar- beitt verður við ymsum ætlanum um uttan- landsferð. Konsertin í týskvøld- ið vísir tilfarið, sum næmingarnir hava ar- beitt við seinastu mán- aðirnar, serliga beint fyri og eftir jólafrítíð- ina. Hørð kapping og fegnir vinnarar