Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

-sum tað bara finst ein av. Hann fer at verða mintur sum tann, ið hevði mest áhaldni. . Fyri Atla Dam var eitt nei ongantíð eitt nei. Fyri hann var eitt nei metingin um, hvussu tú aðrar vegir kom víðari til málið er skoðsmálið frá Ole Stavad, fyrrv. næst- formanni í danska javnaðarflokkinum JARÐARFERÐ Jan Müller jan@sosialurin.fo Millum tey mongu, sum søgdu Atla Dam, fyrrver- andi løgmanni seinasta farvæl til jarðarferðina leygardagin vóru eisini um- boð fyri útlandið, teirra millum fyrrverandi næst- formaðurin í danska javn- aðarflokkinum, Ole Stavad og kona hansara Kaja Sta- vad. Ole Stavad, sum hevur sitið á fólkatingi í 25 ár, hevur havt nógv samband við Atla Dam øll hesi árini, bæði sum starvsfelagi á fólkatingi men eisini í samráðingum og virksemi, sum hevur verið millum Føroyar og Danmark gjøg- num árini. Ole Stavad sigur seg ser- stakliga minnast Atla væl frá teimum mongu týðandi samráðingunum, sum vóru. – Tá Atli Dam hevði orðið, so var lurtað á ein heilt annað hátt, enn tá onnur høvdu orðið. Atli var ein stór persónligheit og ein kempa, sum tað bert finst ein av. Hann var politiskt í einum flokki fyri seg sjálv- an. Tað eg minnist hann best fyri sum politikari var hansara áhaldni. Fyri Atla Dam var eitt nei ongantíð eitt nei. Fyri hann var eitt nei metingin um, hvussu tú aðrar vegir kom víðari til málið. Ole Stavad minnist eisini Atla Dam, sum stríddist fyri at fáa undirgrundina á føroyskar hendur, og kom á mál, hóast hann møtti mót- støðu í danska javnaðar- flokkinum. – Hann var ómetaliga fegin um at hava fingið ta avtaluna uppá pláss, nakað, sum eisini kom rættiliga óvæntað. Tað er so eingin loyna,, at Atli Dam og sosialdemokratiski talsmaðurin á orkuøkinum, Paul Nilson vóru ikki samdir um yvirtøkuna. Ole Stavad sigur, at tann av- talan, sum tá varð gjørd, hevði eitt innihald, sum svarar til ta tíð vit liva í í dag. Ole Stavad var valdur á fólkating í 1980. Hann var næstformaður í sosial- demokratiska flokkinum frá 1995 til 2000. Hann var skattamálaráðharri frá 93 til 94, og frá 98 til 2000 og var so vinnumálaráðharri frá 2000, til stjórnin fór frá í 2001. Umframt at vera fólkatingslimur hevur hann eisini ein týðandi leiklut í sosialdemokratiska flokk- inum og tingbólkinum. Hann er eisini formaður í donsku nevndini í Norður- landaráðnum. 24 Nr. 31 - 15. februar 2005 Atli var ein politisk kempa Limir í kórinum Sólarmagn og Tarira sungu og spældu, og Jógvan Thomsen hevði orgulspælið, og Katrin Jørgensen spældi trompet