Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lívsmótið hava góð minnir eftir Atla at taka upp eftir hann. Tað skilst eisini av teimum minningarorðum, sum so nógv hava mugað skrivað av tí, at Atli sum politiskur leiðari og menn- iskja hevur lagt virðir eftir seg í sinni teirra - virðir, sum hava gjørt okkurt gott og fingið onkran at hugsa øðrvísi. Tá hann var liðugur at lesa til verkfrøðing í 65, arbeiddi hann hjá Haldor Topsøe og fekk uppgávur í Kuwait. Men tá Villy Sørensen doyði á nýggj- árinum í 70, bleiv Atli biðin at koma heim at vera lands- stýrismaður, hóast hann, sum tað kundi sæð út, stóð á berum politiskt. Men tað var nú ikki so. Tí pápi hans- ara, sum jú eisini var eitt gjøgnum politiskt menn- iskja, hevði við longum brøvum kunnað Atla um politisk viðurskifti í Føroy- um. Og Atli hevur dugað at lurtað og við sínum polit- iska forstáilsi hoyrt, hvat pápin segði. Sum tað skilst av teimum mongu politisku og vinnu- ligu leiðarunum - bæði teimum, sum hava sama politiska holdning sum hann, og teimum, sum standa á heilt øðrum stað - so hevði Atli førleikar, sum fáa menn at brúka so stór orð sum statsmann um hann. Hátíðarliga kundi eg sagt, at hann hevði kraftar og kærleiks og hóvsemis anda, sum hann brúkti í tænastu fyri Føroyar. Av serligum eginleikum nevna menn eitt - sera týdningarmikið - eyðkenni: hann helt sítt orð. Og tú kundi líta á, at hann fylgdi reglunum í kompliseraðum samráðingum, so at tú kundi halda fram har, sum tú slepti dagin fyri. Hann var áhaldin í samráðingum, men altíð við vilja til at finna loysnir. Hann var arbeiðssamur, sum gjørdi hann føran fyri at vera nágreiniliga kunnaðan um tey mál, hann samráddist um. Tað hava m.a. danskir toppolitikara undirstrikað, og siga tað vera Atla fyri at takka, at sáttmálin um undirgrundina fekst á mál. Hesin mátin at umsita sítt tilfeingi, góvu honum góð- ar kontaktir, sum fleiri gjørdust týdningarmikil vinabond. Og álitið á hann gjørdi, at menn søgdu seg hava tikið við læru av honum. Vinnulívsmenn nevna eisini - ikki bara áhuga hansara fyri, hvussu vinn- an, serliga skipini, gekk - men teir upplivdu tað sum umsorgan. Og rolla hansara sum leiðari á Realinum, hevur varðveitt meira enn einum skipi í landinum. Onkrir hildu hann til tíðir vera ov bjartskygdan. Eg giti, at tað var forstáilsi hansara fyri týdninginum av, at skipini sigldu, sum hevur fingið hann at strekt møguleikarnar út á eggina. Týdningurin av hansara politisku leiðslu bæði í góðum árum og í kreppu- árum hava gjørt hann til eina epoku í føroyskum politikki. Og saman við pápa sínum var hann fast forankraður í javnaðarhug- sjónini, har tað hjá honum var umráðandi, at so nógv sum gjørligt fingu lut í teimum møguleikum, sum lógu í øllum nýggjum framburði, sum hann beyð sær til at virka fyri. Politikkur til frama fyri Føroya fólk var hansara lív líka til tað síðsta. Og ein skuldi trúð, at hann ikki fór at kunna sleppa endanum, tá hann legði frá sær sum løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum. Men tað kundi hann. Tí hann var tilvitandi um tann spurn- ingin. Men spurdu teir hann, svaraði hann sjálv- andi. Og vildu teir avprøva síni argumentir við hann, fingu teir eisini svar. Men hóast Atli var politiskur 365 dagar um árið, dyrkaði hann sítt fyri seg sera týdningarmikla familjulív. Sólvá og síðan børnini vóru tey altavger- andi menniskjuni í ger- andisdegnum. Og hann var Sólvá takksamur fyri ta rollu hon megnaði at hava í hansara virksemi. Eisini móti teimum var um- sorganin í fokus, ja, kanska hevði øll onnur vinnulívs- umsorgan sín uppruna í heiminum. Hann fylgdi væl við í útbúgving og frítíðar- ítrivum hjá børnunum og visti væl, nær rætta løtan var at spyrja, hvussu tað gekst við hesum ella hasum, sum var týdningar- mikið fyri tey. Og eitt, sum tey upplivdu sum grund- leggjandi: hann stuðlaði teimum í tí, sum tey høvdu sett sær fyri. Hann stuðlaði teirra sjálvsáliti, so tey kundu uppbyggja sær sín egna identitet. Men nú hendan dagin endaði so hansara lívsleið, óvæntað. Og tómleikin og tøgnin verða ivaleyst meira larmandi í hjørtum tykkara, tá tit hava latið Atla frá tykkum í Harrans hendur, og tá hesir dagar eru farnir, og hvør fer aftur til sítt. Eg skal tí enda við eini Guds áminning til tykkara rund- an um, sum standa upprøtt: Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. Og eitt Guds lyfti til tykkara, sum mugu taka sorgina til hjálpar fyri at megna at koma inn á ta nýggju kósina uttan Atla: Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir. Amen Latið okkum biðja Miskunnsami faðir! Takk fyri lívið, tú gavst okkum við gleði og sorg; takk, at vit mega trúgva, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska teg. Halt okkum nú í sorg okkara fast hjá tær. Áminn okkum um, at tú við deyða og uppreisn sonar tíns hevur tikið alla neyð okk- ara á teg. Endurnýggja okkum í livandi vón. Sýn okkum, at tú í dópinum hevur tikið okkum at tær sum børn tíni og fyrijáttað okkum syndanna fyrigev- ing og ævigt lív. Hjálp okk- um í sorg og sakni okkara. Styrk okkum í vónini um, at tú skalt føra øll tíni børn heim í himmalska ríki títt at lova og takka tær um aldur og ævir allar. Amen Nr. 31 - 15. februar 2005 23 Myndir: Jan Müller og Álvur Haraldsen