týsdagur 15. februar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 31 - 15. februar 2005
Í einum av brøvum sínum
skrivar Paulus: Tí at ikki
gav Guð okkum mótloysis
anda, men kraftar og kær-
leiks og hóvsemis anda.
Gud køvir ikki lívsmót
okkara, men eggjar okkum
til at liva og brúka møgu-
leikar og tilfeingi okkara.
Og hann gevur útgerð til at
megna tað, sum vit skulu.
Hann gav kærleiks anda.
Tað merkir vilja til at satsa
okkara tilfeingi fyri onnur,
umsita tað, so at tey rundan
um fáa gleði og lívsmót av
tí. Ein tílíkur holdningur
hóskar væl saman við
hóvsemis anda, at vit leggja
band á okkum og loyva
hinum at vera tey, tey eru,
so at tey fáa brúkt tilfeingi
og møguleikar.
Og nú, vit steðga á, tí
deyðin tykist hava tikið
róður í hond og vil fáa
tykkum at sigla í ring sum í
mjørka, tørvar tykkum at
verða vard móti mótloysis
anda og at hoyra tað sum
ein boðskap, at tit frá Gudi
fingu kraftar og kærleiks
og hóvsemis anda, so at tit
kunnu varðveita tykkara
identitet og fáa lívssigling
tykkara til aftur at hava mál
og meining.
Meðan tit í sorgartíðini
orientera
tykkum
í
tí
broytta veruleikanum og
samla kreftir til at reisast,
eru tit ikki gloymd av hin-
um livandi Gudi. Í ein
sálmi í GT hevur sálma-
skaldið hesa erfaring við
Gudi: Um ævir hann minn-
ist sáttmála sín, gjøgnum
túsund ættir tað orðið hann
gav. Tað eru myndir, vit
kenna og seta høgt, at tann,
ið gav okkum sítt orð,
stendur við tað. Tað minn-
ast tit eisini Atla fyri. Tá
Gud við Jesusi - í dópinum
- gav tað lyftið at verða við
okkum allar dagar alt til
veraldar enda, so er tað
lyftið ein hella at standa á,
tá tit í morgin og framyvir
mobilisera
lívstilfeingi
tykkara fyri at orientera
tykkum í tí nýggja veru-
leikanum uttan Atla.
Eg skal nevna eitt orð
aftrat í GT. Tað er eisini eitt
lyfti, sum sálmaskaldið
hevur góðar erfaringar av:
Frá øllum illum skal Harrin
teg varða, hann tína sál
skal varða. Tín útgang og
inngang skal Harrin varða
nú og um allar ævir. Vit
hoyra kanska lyfti um at
sleppa undan øllum illum.
Men tað eru nú ikki okkara
erfaringar. Eg vil siga:
tvørtur ímóti. Bæði tit og
fleiri aðrar familjur í bý-
num í dag - sita við sorg, tí
deyðin kom ógvisliga inn á
tykkum. Gudstrúgvin man
tó hava lært okkum, at tann
vegin gongur lyftið jú ikki.
Men har er ein týdningar-
mikil viðmerking løgd við:
hann tína sál skal varða.
Og tað er júst tað, okkum
tørvar: at verða stuðlað til
at varðveita okkara sál,
okkara identitet. Tá fáa vit -
tá vit eru klár aftur - tikið
lívið uppá okkum, so vit
fáa megnað tað, vit skulu.
Tí tey, sum eru rundan um
okkum, tørvar okkum og
okkara førleikar, okkara
kraftar og kærleiks og hóv-
semis anda. Tann vegin fáa
tey nýtt lívsmót.
Og eg hugsi, at tit til tað
Atli Dam hevði kraftar og kærleiks
og hóvsemis anda
-sum hann brúkti í tænastu fyri Føroyar segði Bjarni Bæk, dómprovstur m.a. til jarðarferðina
hjá Atla Dam, fyrrverandi løgmanni í Vesturkirkjuni leygardagin. Vit prenta prædikuna.